Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. oktober 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 1. oktober 1999 tíðindablaðið Sera ørkymlandi kann vera hjá fólki í Havn at fáa fatur kommunulækna, tá brúk er fyri honum Fekk ikki fatur á lækna Ein 20 ára gomul mamma í Havn var heilt fyri ongum, tá barn hennara brådliga gjørdist sjúkt seinasta friggjakvøld og tað ikki bar til at fáa fatur á nókrum kommunulækna JOHN JOHANNESSEN Tað var ógvuliga skelkandi fyri 20 ára gomlu Halldóru. tá barn hennara seinasta friggjakvøld brádliga fekk nogvan fepur og eingin kommunulækni var at fåa fatur å Halldóra greiðir frå, at barnið var so mikið ússaligt, at hon helt taðvera ráðiligt at fáa kommunulæknan at koma og hyggja til barnið. Tískil ringdi hon til egna kommunulækna sín, Kristi- onnu Nordendahl. Men Kristianna Nordendahl hevði ikki vakt hetta kvold ið, og tí kom ein telefon- svarari til, ið segði, at hon skuldi ringja til vakthavandi kommunulækna. Halldóra ringdi til allar kommulæknarnar á listan- um fremst í telefonbókini, men allastaðni fekk hon telefonsvarara. Onkur segði frá, at læknin var burtur- stæddur og onkur bað hana ringja til vakthavandi kommunulækna. Tá barnið var vorðið blátt í andlitinum og hevði fingið andaneyð, visti Halldóra einki annað at gera enn at ringja 112 fyri at fáa sjúkra bilin eftir barninum. Skift nummar Kak Kallsberg, kommunu lækni í Havn, greiðir frá, at kommunulæknarnir hava fingið eina nýggja telefon tænastu, ið virkar frá klokk an fýra seinnapartin til klokkan átta á morgni og í vikuskiftunum. Hendan nyggja telefon- tænastan eigur at gera tað lættari hjá fólki at fáa fatur á kommunulæknum um kvøldarnar og um vikuskift ini. Men hann ásannar at trupulleikin er, at nýggja telefonnummarið hjá lækn- unum ikki er nóg væl lýst, og tískil er ein slík hending, sum tann friggjakvøldid, komin fyri. Tó vísir Kaj Kallsberg á, at hetta ikki átti at komið fyri, tí allir komm- unulæknarnir hava skyldu at seta telefonsvararan til tá teir ikki eru á vakt, so hann kann greiða frá, hvagar ringjast skal. Hetta høvdu fleiri av kommunulæknun- um sambært Halldóru gloymt, og tí fekk hon ikki at vita nummarið, ið er 310033. Barnasjúkur Kaj Kallsberg sigur, at nýggja skipanin hevur verið roynd eina tíð, og hevur hon virkað væl, hóast hon hevur hvat onkrar smærri barna sjúkur. Men síðani hálvan augusut skuldi læknalinjan havt virkað Nýggja skipanin verður umsitin av portørunum á Landssjúkrahúsinum. Kommunulæknarnir syrgja fyri, at portørarnir fáa vakt- arskipanina hjá kommunu- læknunum, so teir vita hvagar teir skulu stilla læknatelefonina víðari Hvørja ferð kommunulækn- arnir hava vaktarskifti stilla portórarnir 310033 um til telefonina hjá vakthavandi lækna, so allar samrødur beinleiðis verða stillar víð- ari til hendan. Fyri at tryggja sær, at teir hava gjørt rætt, royna teir sjålvir at ringja læknanummarið fyri at vera vísir í, at stillað verður um til tann rætta. Kaj Kallsbeg heldur, at talan er um eina stak góða skipan, og vónar hann, at fólk fara at taka væl undir við henni. Hann sigur, at Mynd: Alvur Haraldsen ætlanin er at bjóða inn til tíðindafund, soleiðis at fólk fáa at vita um nýggja nummarið, og síðani er ætl anin eisini at lýsa nummarið betur Trygdarlinja Tað kann henda seg. at 310033 stendur víðaristillað til eina fartelefon hjá vakt havandi lækna, og av tí, at tað somuleiðis kann henda seg, at læknin av einari ella aðrari orsøk er staddur, har fartelefonin ikki røkkur, er avgjørt at hava eina trygd arlinju afturat skipanini Trygdarlinjan slær til av sær sjálvum um læknin ikki svarar, og fer samrødan tá beinleiðis til portørarnar á Landssjúkrahúsinum. Kaj Kallsberg sígur at enda, at tað er ein kiksari, at fólk ikki longu hava fing- ið nýggja nummarið at vita, men heitir hann á fólk her- eftir um at ringa 310033, um brúk er fyri kommunu- lækna eftir vanliga viðtalu- tíð. Barnið hjá Halldóru hev- ur tað gott. RUSH HOUR "Omen: 00 Vester a ru 0 — — A me om I Pe —— — a RUSH HOUR UTTE DRELLUBRETEN På HDEVARSLENDE ft ENEMY OF ud STATE ir filmar hvørja viku Ny Ó STATOIL stødirnar kring landið