fríggjadagur 1. oktober 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 1. oktober 1999
tíðindablaðið
Viðmerking:
Høgni Hoydal villleiðir um folkaatkvøduna
- ynskir ikki at
fylgja demokrat-
iskari siðvenju
Skulu vit trúgva Høgna
Hoydal, so er tað líka einfalt
at fara úr einum felagsskapi
sum at fara uppí ein felags-
skap. Eftir hesum at dóma
skuldi eitt nú giftarmål og
hjúnaðarskilnaður verið ein
reversibel proces (tvigongd
gerð) tvs. gift ikki gift og
so liðugt, men sum gøllum
kunnugt er veruleikin íkki
so einfaldur.
Tá ið tveir ella fleiri fríir
partar ganga saman í ein
felagsskap, er sum so einki
til hindurs fyri at vanligur
demokratiskur meirluti ræð-
ur, tí hver partur sær er
suverenur. Skulu hesir part-
arnir harafturímóti seinni
skiljast sundur aftur, er
stóðan meiri fløkjaslig, tí
tann felags suvereniteturin
kann hava ført til konstell-
atiónir ella samansetingar,
sum bæði krevja tíð og hug-
burðsbroyting fyri nøktandi
at kunna útgreina nær, hvar
og hvussu stóða skal takast.
Í demokratiskum londum
eru ávísar siðvenjur gald-
andi á økinum, hetta fyri at
forða fyri at annars væl-
meinandi politikarar í popu-
listiskari lyklastødu og
demagogiskum ovurdyrvi
skulu kunna seta til viks
gróðursettar demokratiskar
siðvenjur. Vit kenna tíverri
eitt ótal av dómum, har
demokratisk sidvenja ikki
verður fylgd. Demokratiið
er sum kunnugt ongantíð
sterkari, enn moralurin hjá
teimum sum vald eru til at
umsita tað. Tí er alenyðugt
at halda eitt vakið eyga við
teimum, sum vald eru, at tey
halda seg til ta demokra-
tísku sidvenjuna, annars er
eingin meining við okkara
fólkaræði.
Samveldissáttmálin
Ísland-Danmark
Hógni Hoydal, landsstýris-
maður í loysingarmálum,
tekur uppísaman, at tað finst
ongin demokratisk siðvenja
í Danska Kongaríkinum, ið
vit kunnu brúka sum fyri-
mynd tá føroyska fólkaat-
kvødan um loysing kemur
fyri, men her fer hann skeiv-
ur. Í Samveldissáttmálanum
millum Ísland og Danmark,
1918-1944, stendur greitt
hvussu farast skal fram um
sáttmálin verður uppsagdur
av øðrum partinum eftir
ávíst áramál:
Fyrst skulu í minsta lagi
2/3 av tinglimunum atkgvða
fyri og síðani skulu veljarnir
sum hava atkvøduræt til
tingið samtykkja uppsøgn-
ina í einari fólkaatkvoðu.
Um atkvødugreidslan vísir,
at í minsta lagi 75% av
teimum, ið hava atkvødu-
rætt, hava luttikið í atkvødu-
greiðsluni og at í minst alagi
75% av greiddum atkvød-
um eru fyri at slita, er sått-
málin farin úr gildi. Til
íslendsku fólkaatkvøðuna í
1944 um uppsøgn av sam-
veldissåttmålanum vid
Danmark var Jluttøkan
98,6%, harav 97,4% søgdu
ja til loysing frå Danmark.
Íslendski = professarin,
Sigurður Líndal, hevur
skrivað upprit til Hvítubók
um tíðina við Samveldis-
sáttmálanum millum Ísland
og Danmark 1918-1944, og
hevur eisini verið ráðgevi
hjá okkara landsstýrismanni
í loysingarmálum. Sjónvarp
Føroya hevði fyrr í ár, tå
smålandarådstevnan var í
Norðurlandahúsinum, eina
samrødu við Sigurður Lín-
dal, professara. Hann segði,
at um Landsstýrið hevði
spurt hann um treytirnar fyri
eini føroyskari fólkaat-
kvødu, hevði hann vist til
ta islendsku folkaatkvøduna
i 1944. Sigurdur Lindal,
professari, verður mettur
sum ein tann fremsti ser-
fróðingurin á økinum, og
fylgja vit somu reglum sum
íslendska fólkaatkvøðan í
1944, merkir tað, at ongin
>loysingarsáttmáli< verður
samtyktur um ikki í minsta
lagi 56,25% av øllum við
atkvødurætti til Føroya
Løgting greida atkvødu fyri
Við hesum framferðarhátti
høvdu vit eins og íslendar-
arnir virt fólkaræðið og ikki
latið eitthvørt demagogisk
»medieflip«, verið avger-
andi. Ein annar luttakari á
smálandsráðstevnuni, kana-
diski professarin, Toivo
Miljan, metti, at í minsta
lagi 60% skuldu vera fyri
eini loysing, um hon skuldi
fáa gildi. Framferðin hjá
okkara landsstýrismanni í
loysingarmálum minnir ikki
sért um kommunistiskt
rættvísi og hevur eittans
endamál, at hann uttanum
fólksins vilja vil sleppa at
trumfa sítt tekniska sjálv
stýri igjøgnum (vit valda
danir gjalda)
Politiskar pingvinir og
kópar
Tá álvarsmál, sum okkara
600 ára gamli ríkisfelags
skapur við Danmark, skal
viðgerast, ger tann alt ov
sjónska polariseringin í før
oyskum politikki tað sera
trupult hjá føroyingum at
hava sínamillum fólkaræð-
isligt smastarv. Politisku
pólarnir eins og teir naut
isku Suður- og Norðpólurin
eru hentir at stýra eftir, men
kaldir at búgva á, mest ping-
vinir og kópar halda til har
Okkara politisku pingvinir
og kópar kunnu ikki loyva
sær bara at sita uppá stás á
hvor sínum póli og krevja.
Teir mugu kava og svimja
ímóti hvørjum øðrum fyri
at finna eina heildarloysn
við breiðum fólkavilja aft
anfyri (íslendska modellið)
Í dag er mangt sum bendir
á, at ein slík heildarloysn er
at finna innanfyri verandi
ríkisfelagsskapskarmar við
øktum sjálvsavgerðarrætti
Samráðingar og
atkveðureglugerð
Tað er fáfongd, at lata
Høgna Hoydal, landsstyris-
mann i loysingarmálum,
fara nidur til Danmarkar
fyri at vita hvussu nógv
hann kann fáa niður í bidd-
araposan og síðan koma
heimaftur sum ein annar
jólamaður. Helst á gosi við
einum »tekniskum Høgna
sjålvstyri«, (vit valda - danir
gjalda). Slik framferð er
ikki virðiligt fyri okkum
føroyingar. Tí eiga vit, áðr-
enn nakar føroyskur polit-
ikari fer til Danmarkar at
samráðast, at fáa Føroya
Løgting at staðfesta, at vit
skulu hava somu atkvødu
reglugerð galdandi fyri ein
komandi »Samstarvssått-
mála<, sum var galdandi til
íslendsku folkaatkvøduna í
1944. Tástani kann Føroya
fólk og Danska Stjórnin
hava álit á teimum sum
samrådast, at tey umboða
annað enn seg sjálvan,
nevniliga Føroya fólk
Just utkomna »Svarta
bók< gevur ábending um
kommunistiskt hugrák hjá
okkara víðgongdu loysing
Á
arfólkum í 60 árunum. Um
tey tå høvdu makt, sum tey
hildu seg hava akt, vóru vit
kanska eitt kommunistiskt
útsker í dag og ikki eitt trygt
og vælrikið NATO-øki
Spurningurin er um harð-
renda framferðin hjá okkara
landsstýrismanni í loysing-
armálum, er ein spíri frá tí
tíðini? Hansara framferð er
ikki sambærilig við okkara
fólkaræðis siðvenju og er
eisini í andsøgn við tað, sum
hansara íslendsku rådgevi,
Sigurður Líndal, professari,
stendur fyri. Høgni Hoydal
landsstýrismaður í loysing
armálum. tykist at i
fólkaræði kvalif
iseraðu folkaatkvødum?
Eystanfyri hevði ein slik
framferð verið
men vit liva
ræðast
við tess
naturiis
í Føroyum!
Regin Eikhólm
Snildisligur framferðarháttur
Aftaná at hava lisið ein tíð-
indastubba í Sosialinum
tann 23. september 1999 har
greitt verður frå, at Jo-han-
nes Brandal hevur keypt
bygning og opnað møbil-
handil, føli eg meg noyddan
at koma við nøkrum við-
merkingum og iskoyti.
Bygningin åtti Sp/f Mangt
og Hvat í eitt stutt tíðarskeið,
meðan hann frammanundan
var ogn hjá P/f Johannes úr
Hvalvik, Møbilhandil, sum
gjørdist partafelag i 1960,
har pápi min var stjóri til vit
máttu lata aftur í 1996 vegna
krepputíðirnar, ið tá høvdu
verið í nógv ár. (Eg var sjålv
partaeigari í felagnum).
Annars hevur pápi mín ver-
ið í fyritøkuni síðan 1942.
Upprunaliga var tað pápi
mín sum í 1956 keyptu
grundøki undir hesum byg-
ningi, sum abbi og pápi lótu
byggja til pakkhús í 1957
við tað, at teir í 1955 høvdu
fingið D.F.D.S. at sigla uppá
Klaksvík, og høvdu teir av-
greiðsluna um hendi til
1963, tá møblasølan hevði
tikið seg so mikið fram, at
teir høvdu nóg mikið at gera
við tað. Eftir hetta yvirtók
P/f Hugo Gardar avgreiðsl-
una og komu teir at húsast í
sama bygningi. At vit máttu
lata aftur í 1996 var ein
dyggur smeitur, og tá vit
ongar sømdir fingu frá
Norðoya Sparikassa, meðan
Føroya Banki vísti vælvild,
so var onki at gera, hóast
maður mín og eg samrádd-
ust við Sparikassan, so
longu í 1996 visti sparikass-
in at vit vóru áhugaði. Hava
nýtt Norðoya Sparikassa í
yvir 50 ár og ongantíð verið
afturút við gjaldingum. All-
ir, ja allir hinir kreditorarnir
vóru vit á jour við. Kanska
er hetta eindømi.
Sama vikuskifti, sum Jo-
hannes Brandal var farin í
byin eitt ørindi og heimaft-
urkomin sigur hann seg hava
keypt bygningin hjá abba, tá
var eg sjálv eisini áhuga
saman við øðrum og tað visti
bæði Henning Jensen, ráð-
gevi hjá Sp/f Mangt og Hvat
og Norðoya Sparikassi. So
hettar var eitt ógvuliga stórt
sjokk fyri meg. I samrødu
vid Henning Jensen, sunnu-
kvøldið 17. januar sigur
hann, at Alvur Klakk, næst-
formaður í umsjónarráðnum
hjá Norðoya Sparikassa
heyði ringt til sin og sigur,
at hann hevði ein keypara
til bygningin og tað var Jo-
hannes Brandal, tí sparikass-
in tímdi ikki at hanga uppá
handan bygningin longur,
hóast Sp/f Mangt og Hvat
hevði røkt sínar skyldir til
dato. Hetta má kallast ein
lógin og óvanlig sela, har
valla nakar annar í umsjón-
arráðnum hevur vitað av. Tí
månamorgunin 18. januar
sigur sparikassastjórin seg
einki vita. Enn meira logið.
Hendan sama morgun verð-
ur skeytið tinglisid. Men
fleiri mánaðir seinni er fram-
vegis ongin fígging givin til
Johannes Brandal.
Agnar á Dul, sum fyrr
hevur verið ráðgevi hjá Jo-
hannes Brandal, man eisini
hesaferð hava verið góður í
ráðum vita hvat advokatfel-
ag var best at nýta í hesum
fóri. Tá hesin advokatur
segði seg vera inhabilan sum
bústjóra, var ein annar vald-
ur frá øðrum advokatfelag.
sum samstundis umboðar
Norðoya Sparikassa. Er hett-
ar ikki inhabilitetur.
Alvur Klakk og Johannes
Brandal sigast vera vin-
menn. Eiga stuttleikabát
saman.
At Johannes Brandal skal
hava verið noyddur at gjalda
200.000 kr. aftrat fyri frið
skild og fáa lagt lok á mál-
ið, so eru 500.000 kr. væl
meira og kundi verið enn
hægri, tá hetta ikki var okk-
ara seinasta boð, men vit
hoyrdu ongantíð nakað aftur,
fyrr enn endalig avgerð var
tikin.
Um kvøldið tann 18. janu-
ar ringir Henning Jensen og
sigur. Nú havi eg góð tíð-
indi, og tað er, at hasin hand-
ilin kemur ikki at ganga, tí
har eru so nógv krøv
Havi síðani fingið at vita,
at kravið bert frá Toll- og
Skatt var meira enn I milli-
ón kr. Er hettar ikki ein lusk-
utur framferðarháttur
Birgith Johannesen
|
|
i
Vågsbotnur - tlf. 31 62 06