Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 187 - 2. oktober 1999 tíðindablaðið SOS Avlopið ikki rætt Formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, vísir á, at avlopið á fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 er 331mi6 og ikki 449, sum víst verður á JOHN JOHANNESSEN -Eg havi ikki nærlisið fíggarlógaruppskotið, men eg kann beinan vegin siga, at tað er skeivt, tá víst verð- ur á, at avlopið er 449 milliónir krónur. Hetta er talið áðrenn avdrøg eru drigin burturav. Avdrøgini eru 128 milliónir, og tí er rætta avlopið 331 millinónir krónur. — Hetta er ógvuliga logi fyribrygdi. Tí neyvan man tað vera nakað húsarhald, ið roknar inntøkur sum avlop, áðrenn avdrøgini eru drigin frå. Edmund Joensen heldur ikki, at Fíggjarlógarupp- skotið hongur saman við fullveldisætlanum Lands- stýrissins. Hann vísir á, at talan enn einaferð er um eina hækkan á útreiðslugk- inum, og tað heldur hann ikki kann vera rætt, tá enda- málið er at fáa føroyskt fullveldi. Formaður Sam- bandsfloksins vísir á, at sit- andi Landsstýrið tilsamans hevur hækka almennu út- reiðslurnar við 300 til 400 milliónum. — Eg veit væl, at tað hevur gingist føroyska samfelag- num væl seinastu årini. Men hetta er orsakað av viður- skiftum, vit ikki hava nakað vald á. Tí eru tað útreiðslu- síðurnar, ið mugu stýrast. Stórar eykajáttanir Edmund Joensen vísir á, at tað ikki er tíkin hædd fyri øllum almennum lønar- hækkingum i nyggju Løg- tingsfíggjarlógini, og tí kann væntast, at neyðugt verður við eykajáttanum. Eisini vísir hann á, at tað uttan iva fara at krevjast eykajáttanir til onnur enda- mál. Edmund Joensen sigur at enda í stuttu viðmerking síni til Fíggjarlógarupp- skotið, ið varð lagt fyri Løg- tingið fyrradagin, at hann ikki heldur nakað samsvar vera ímillum sagt og gjørt í føroyskum politikki í løtuni. Hann vísir á, at Fólkaflokk- urin alla tíðina tosar um at vera varin við fíggjarpoli- tikkinum, meðan tað í veru- leikanum er hann, ið er tann flokkurin í Landsstýrinum, ið brúkar allan peningin. Edmund Joensen, formað- ur Sambandsfloksins held- ur ikki, at figgjarløgtings- lógaruppskotið líkist eini fullveldisfíggjarlóg Taka ov nógv inn og skerja ov nógv Tað er lætt at fáa eitt avlop á fíggjarlógini, tá tú leggur stórar skatta- og avgjaldsbyrður á lág- og meðalinntókur og tú fremur sparingar á bæði almanna- og heilsuøkinum heldur Vilhelm Johannessen, limur javnaðarfloksins í fíggjarneyndini JAN MÚLLER - Tað sær løgid út at bud- gettera við risaavlopi á fíggjarlógini samtíðis sum låg- og meðalinntgkufólk kæra seg um, at tey knógva undir tungum skatta- og av- gjaldsbyrðum. At tað verð- ur budgetterað við so stór- um avlopi kann eisini út- leggjast sum, at tú tekur tú ov nógvar pengar frá fólki tvs. meiri pengar enn neyð- ugt er sigur Vilhelm Jo- hannessen, figgjarnevndar- limur hjá javnadarflokki- num í eini stuttari viðmerk- ing til fíggjarlógaruppskot- ið. Hann sigur víðari, at tað somuleiðis verður spart nógv innan tað almenna, serliga innan sjúkrahús- verkið og heilsurøktina ann- ars. Hetta er eisini galdandi á almannagkinum, eitt nú innan røktarheim og aðrar ansingarstovnar fyri eldri, t. d. heimarøktina, og er stød- an tann sama innan barna- ansingina. - Í mínum eygum hongur - Í mínum eygum hongur tað ikki rættiliga saman, at tú sparir, tá tað snýr seg um tey veiku í samfelagnum, og man tekur ov nógvar pengar inn frá teimum, sum eru í arbeiðs- lívinum, sigur Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum Lærarar leggja arbeiðið niður JAN MULLER Hósdagin boðaði Føroya Lærarafelag frá, at allir sátt- málasettir limir í felagnum fara í arbeiðssteðg frá 1. november. Felagið sigur í skrivi, at tað eru lønarvid- urskiftini, sum eru orsøkin til hesa avgerð. Tað eru harafturímóti krøvini , ið eru ein fylgja av tí nýggju fólkaskúlalógini, sum hava fingið bikarið at flóta yvir. Myndugleikarnir vilja nevniliga als ikki tosa um hesi viðurskiftini. Føroya Lærarafelag sigur í eini viðmerking, at tá fólkaskúlalógin varð sam- tykt í fjør fylgdi eingin jått- an við, hóast nýggja lógin hevði við sær meirútreiðslur fyri eyka arbeiðsuppgáv- urnar hjá lærarum. -Mynd- ugleikarnir vilja nú stongja á lærararnar at víðka um arbeiðsuppgávurnar, utan at teir fáa eyka tíð til hetta. Lærarafelagið sigur, at løg- tingslimirnir, sum samtyktu légina, lurtadu ikki eftir ávaringunum um, at lógin fór at kosta meira enn fyrrv. landsstýrismaðurin í skúla- málum segði. Lærarafelagið vísir á, at nú bindur borðið, og at stødan í dag hevði verið ein onnur, um løgtings- og landsstýrislimir høvdu lurt- að eftir Lærarafelagnum og. -Fíggjarmálaráðharrin og Undirvísingarmálaráðharrin áttu nú, saman vid Føroya løgtingi at avgreitt málið og fingið tingini at passa sam- an. Føroya Lærarafelag vil i øllum førum hava henda spurning avgreiddan, áðr- enn skrivað verður undir nakran lønarsåttmåla sigur nevndin í felagnum og vísir á, at ábyrgdina av íkomnu støduni hava Føroya Løg- ting og Undirvisingarmåla- stýrið. -Føroya Lærarafelag kann bara geva teimum tey råd at fåa hetta uppå plåss, nú fíggjarlógin er til við- gerðar. Við at økja játtanina til fólkaskúlan, kann løg- tingið loysa málið sigur Føroya Lærarafelag. tað ikki rættiliga saman, at tú sparir, tá tað snýr seg um tey veiku í samfelagnum, og man tekur ov nógvar pengar inn frá teimum, sum eru í Fyri ri hvor! arbeiðslívinum, tvs. teim- um, sum hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman - hetta bara fyri at fåa eitt avlop á fíggjarlógina. Vilhelm Johannessen fer í blaðnum í komandi viku at gera fleiri viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum. e-mail: booking€smyril-line.fo