Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið Sosialurin ' 'Nr.'187 - 2. oktober 1999 Smyril fer at sigla á Våg mitt í viku Helst verður tað mikudag, men heilt avgjórt er tað ikki AK! BERTHOLDSEN Tað er nú greitt, at sigl- ingin hjá Smyrli á Vág leygardag er slept. A fundi ímillum lands- stýrismannin í sam- ferðslumálum, Finnboga Arge, og Hergeir Niel- sen. løgtingsmann úr Vági, váttaði landsstyris- maðurin, at ætlanin at lata Smyril sigla á Vág leygardag. er slept. Hinvegin lovaði lands- styrismadurin, at Smyril fer at sigla til Vágs mitt í viku ístaðin. Løgtingid hevur sam- tykt, at Smyril skal sigla á Våg, men tað skapti øs- ing, tá ið gjørt var av, at Smyril skuldi sigla å Våg leygardag, tf tad var ikki Men nú kemur tað at standa í ferðaætlanini, at roknast kann íkki við at trailarar og tungur farmur verða tikin umborð, ella koyrd í land í Vági, um tað ikki letur seg gera. Hesin túrurin á Vág skuldi so verið til nógv stórri nyttu hjá vinnulív- inum í syðru helvt í Suð- uroynni, enn leygardags- túrurin var. Færri ferðir Annars skilst á lagnum, at tað verðafærri ferðir í- millum Suðuroynna og Havnina, nú nýggj ferða- ætlan kemur. Sum skilst er ætlanin at sleppa tí eimi ferðini månadag og tí eini ferðini leygardag. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur nú vátt- að, at ætlanin at lata Smyril sigla á Vág leygardag, er endaliga slept. Nú hann helst at sigla mikudag eftir andanum í løgtings- samtyktini. Endamálið við vágstúrinum var nevniliga at tæna vinnu- líviunum. Hergeir Nielsen sigur, at tí verður tað nú sett í nýggju ferðaætlanina, sum kemur 1. november, at Smyril skal sigla á Vág mitt í viku. Annars er tað ongin ivi um, at tað er Drelnes, sum er samferðsluhavnin í Suðuroynni. --Allarhelst verður túr- urin á Vág mikudag, men tad er ikki endaliga av- gjørt enn. 5 Strandferðslan hevur boðað frá, at av tí at bara síðuportrið kann brúkast í Vági, fer tað at knípa at fáa trailarar og annan stóran og tungan farm við. Sostatt fer Smyril at sigla tvær ferðir ímillum Suðuroynna og Havnina mikudag. hósdag, fríggja- dag og sunnudag. Nú skal fíggjarlógin fyri næsta ár annars til viðgerðar. Og spurningurin um túratalið ímillum Suður- oynna og Havnina er sjálvandi treytað av, hvussu nógv verður sett av til endamálið. Hergeir Nielsen sigur, at hann umreddi eisini tað óhepnu stóðu, sum mang- an tók seg upp um morgn- arnar, at tá ið Smyril kom á Havnina, slapp ikki at bryggju beinanvegin, men mátti liggja í Nóls- oyarfirði og bíða. Eisini tað var eitt mál, sum landsstýrismaðurin lov- aði at hava í huganum. Stúra so illa at tey Gongdin í Suðuroynni er døpur, tí í ár eru næstan ong børn fødd. Men hetta vísir bara, hvussu týdningarmikið tað er, at oll tey føgru orðini um økismenning, nú verða gjørd til gerðir, sigur býráðsformaðurin í Vági vilja ikki hava børn Býráðsformaðurin í Vági heldur, at tað er óvissan um framtíðina sum elvir til, at tey ungu húskini ikki fáa fleiri bórn AKI BERTHOLDSEN — Gongdin er ógvuliga døp- ur. — Men hon vísir, hvussu ótrúliga týdningarmikið tað er, at øll tey føgru orðini um økismenning nú verða gjørd til gerðir. Jógvan Krosslå, býráðs- formaður í Vági er líka illa við sum oll onnur av tølun- um í Sosialinum í gjár, sum visa, at næstan ongi børn eru fødd i allari syðru helvt í Suðuroynni í ár. --Higartil í ár eru bara fimm børn fødd í allari syðru helvt í Suðuroynni. Tað er eitt ómataligt fall, tí øll árini frammaundan hevur talið verið støðugt omanfyri 20 børn, onkuntíð eisini omanfyri 30 børn og einstakar ferðir eisini oman- fyri 40 børn. I nordaru helvt likist barnsburðartalið hinvegin tí vanliga. Men verður øll Suður- oyggin tikin undir einum, bendir mangt á, at barns- burðartalið í ár fer niður í helvt, afturímóti árunum frammaanundan. Stúra fyri framtíðini Jógvan Krosslá, býráðsfor- maður í Vági, sum er størsta kommunan í syðru helvt, åsannar at gongdin er døpur. Men hann heldur, at ein orsøk til tað metlága barns- burðartalið, er tíverri, at fólk hava ikki rættiligt álit á framtíðini í syðru helvt í Suðuroynni. — Nú eru fólk ikki longur so bundin at síni fødibygd, sum tey vóru fyrr. — Tí nú hugsa ung fólk meiri um framtíðina. — Og stødan í syðru helvt í Suðuroynni, og helst í Suðuroy sum heild, er tí- verri so, at mong halda, at famtíðin er ov óviss. — Tað er at kalla onki ar- beiði í oynni, uttan fiska- arbeiði. — Og tað ber ikki til at fáa fólk at stødast á einum plássi, tá ið tað bara ber til at fáa arbeiði ein, tveir dag- ar um vikuna. — Tey aftra seg kanska tí vid at seta seg niður í einum plássi, har arbeiðið er so óstøðugt. Meiri umsiting út um landið Tí heldur býráðsformaður- in í Vági, at lykilin til fram- burð í Suðuroynni, er, at fáa fleiri støðug arbeiðspláss í oynna. Og í hesum sambandið heldur hann, at stødan, sum nú er íkomin, má gera tað greitt fyri øllum, at tað er stundin komin at gera álvara burturúr ollum teimum føgru orðum, sum eru søgd um gkismenning. Sjálvur veit hnan ikki, um hann skal hava álit á, at landspolitikarar fara at gera nakað veruligt við økis- menning. — Samstundis, sum nógv verður tosað, vísir tað seg at vera Ometaliga trupult, hvørja ferð okkurt skal flyt- ast úr Havn. --Vit minnast eitt nú, hvussu leikur fór, tá ið uppskot var frammi um at flyta tvey areiðspláss á radioeftirlitinum til Suður- oyar. Men kortini heldur Jógv- an Krosslå, at hetta er ein- asti vegurin at ganga. — Skal útjaðaranum verða lív lagað, er tað neyðugt at fáa meiri umsting úr Havn- int og spjaða hana runt um í landinum. Vit, sum búgva í Suð- uroynni, mugu sleppa at umsita okkara egnu viður- skifti. — Tí tað skapar tey neyð- ugu, støðugu arbeiðspláss- ini úti um landið, heldur enn í Havn. — Tað er ikki tað: Øll vita tað, men tað tykist ikki, sum um nakar megnar at gera nakað veruligt við tað. Betri ferðasamband Býráðsformaðurin í Vági heldur eisini, at ein avger- andi fortreyt fyri menning í Suðuroynni, og øðrum út- jaðarum, er, at ferðasam- bandið verður betri. Her hugsar hann um ferðasambandið ímillum Føroyar og umheimin. — Tað er ein ómetaligur bágt, at ferðasambandið er so vánaligt, sum tað er. — Í Suðuroynni skal hver stertur, sum verður fluttur feskur av landinum, fyrst til Havnar, áðrenn hann kemur framvið Suðuroynni aftur á veg niður. — Tað gongur ov leingi at fáa feskan fisk niður á marknaðin og tí fáa fiska- virkini ikki ment seg. — Tað verður tí neyðugt at umskipa ferðasambandið við umheimin soleiðis, at eitt skip siglir kring landið og tekur fiskin og førir hann á marknaðin. Og tað mugu verða fleiri fráferðir enn nú. — Sum er, skal fiskurin fyrst til Havnar. Tað er ikki bara ein trupulleiki fyri menningini. Tað førir har- afturat eykakostnað við sær, so at virkini í Suðuroynni eru eisini verri fyri í kapp- ingini. Ikki fleiri ár Annars tykist tað ikki, sum um Vágs Býráð fer at fylgja ráðunum frá Hans Paula Strøm, sosiologi, um at kanna nágreiniliga, hví barnsburðartalið er fallið so nógv nú. Hann helt, at fallið var so stórt, at tað mátti kanningar setast í verk fyri at lýsa støðuna og at finna orsøkir- nar. Jógvan Krosslá ivast heldur ikki í, at barnatalið fer uppaftur. Tað verða ikki fleiri ár sum eru so vánalig, sum í ár, tað trúgvi eg onki uppá, sigur Jógvan Krosslá.