leygardagur 2. oktober 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
.Nr..187 - 2. oktober 1999
tíðindablaðið SOSTAWITIN
Føroyingar í Danmark bjóða
seg fram innan vatnreinsiverk
- Tá talan er um fiskavirkir, kunnu vit eitt nú reinsa vatn-
ið, sum fer út av virkinum aftur, og endurnýta eyni, sum
verða savnað saman í reinsanini. Samstundis er vatnið,
sum fer út í havið aftur, reinsað, sigur Eivind Sundstein,
partaeigari í Uniq Filtration Technology A/S
TURIÐ KJØLBRO
Ikki so sjáldan hoyrist, at
virkir í Føroyum hava trup-
ulleikar við vatninum. At
vatnið er skitið og beinleiðis
heilsuskaðiligt at drekka og
brúka í matframleiðslu.
Herfyri vóru fiskavirkir á
Skálafjørðinum stongd av
hesum ávum av Heilsufrød-
iligu Starvsstovuni.
Fleiri kommunur arbeiða
miðvíst við at loysa trupul-
leikan. Klaksvíkingar tóku
í seinastu viku í nýtslu nýtt
vatnreinsiverk, ið loysir
trupulleikan hjá øllum virkj-
unum í býnum og helming-
inum av býnum annars.
Í Danmark gera føroying-
ar seg galdandi innan hesa
vinnuna. Virkið Uniq Filtra-
tion A/S er endurstovnað,
tað eitur nú Uniq Filtration
Technology A/S, og før-
oyskur kapitalur er í. Tað er
havnarmaðurin
Eivind Sundstein, sum sam-
an við øðrum føroyingum
eigur triðingin av partapen-
inginum. Virkið, sum byrj-
aði fyri einum mánaði síð-
ani, hevur 7-8 fólk í arbeiði,
og ein teirra er Dánjal Petur
Olsen, verkfrødingur úr
Havn.
- Nýggja felagið arbeiðir
víðari við at menna filtrer-
ingstilgongdina innan fyri
øki sum vatn, spillivatn frå
virkjum, sjúkrahúsumráði-
num og ødrum, bæði inn-
gangandi og útgangandi
vatn. Eisini verður arbeitt
víðari við tí væl kenda
membran filtrerings øki-
num, sum felagid er kent
fyri. Filtur verða sett upp,
sum reinsar vatnið fyri bak-
teriur.
- Tá ið talan er um fiska-
virkir til dømis, kunnu vit
reinsa vatnið, sum fer út av
virkinum aftur, og endur-
nýta evni, sum verða savnað
saman í reinsanini, í víðari
framleiðslu. Samstundis
verður vatnið, sum fer út í
havið aftur, reinsað, sigur
Eivind Sundstein.
Samstarv
við føroyingar
Uniq Filtration Technology
A/S ætlar at bjóða seg fram
í samstarvi við føroysk
virki, tað vil siga virki og
verkfrødingar, sum arbeiða
innan sama øki.
- Vit ivast ikki í, at vit eru
kappingarfør, serliga tí virk-
ið er keypt bíliga. Kundar
hjá gamla virkinum eru íkki
farnir aðra staðni. Bíðað
hevur verið eftir, at onkur
endurstovnaði virkið, og tað
er eitt tekin um góðsku og
dygd, umframt at útboðið
innan hesa vinnuna ikki er
so stórt.
Í øllum Danmark eru bert
eini 3-4 virki við líknandi
virksemi. Nýggja virkið fer
eisini at gera seg galdandi
innan framleiðslu av rust-
fríum
stáli, ið verður brúkt innan
mjólkaframleiðslu og á
sjúkrahúsum til
dømis.
Tá ið gamla virkið fór av
knóranum, arbeiddu 27 fólk
í fyritøkuni. Verður virk-
semið økt í tann mun
Hugsar tú figgjarstyring,
hugsa so Formula Føroyar!
Formula Føroyar hevur umboðað NavisionO figgjarstyringsskipanir síðani 1986, og er
sostatt elsta Navision&-umboå í landinum
Set teg í samband við okkum, og vilja vit finna
rottu loysnina. Vit kunnu hittast á tel. 311 115 ella
á teldupostadressu navisionQformula.fo
|
| Navision og Navision Financials eru skrásett vørumerkir hjá Navision Software a/s, Frydenlund Allé 6, DK-2950 Vedbæk, Danmark
|
Av heimasíðuni www.unigfil.dk
nýggju eigararnir ætla,
verður roknað við, at um
tvey ár arbeiða 15-20 fólk
í Uniq Filtration
Technology
A/S. Gamla virkið var í
Nakskov á Lollandi, og
nýggju eigararnir hava valt
at verða á sama stað.
- Arbeiðsfólkið og
vitanin innan reinsiverk eru
Kring landið eru hundraðtals figgjarstyringsskipanir, sum Formula Føroyar hevur sett
upp!
Formula Føroyar hevur 18 fakfólk, sum kunnu ráðgeva í ollum tættum innan
figgjarstyring og figgjarstyrings-tøkni!
Formula Føroyar er einasta fullmannaða, góðkenda Navision& Solution Center í
landinum. Vit hava serutbugvin fólk i Navision& og Navision Financials8, sum kunnu
rådgeva tygum i kravfesting, uppsetan av bókhaldi og verksetan av skipanum:
- Bokhaldskøn, figgjarfrødingar, grannskoðara og løgfrøding
- Forritarar við upp til 13 ára royndum i forritan av Navision&-figgjarstyringsskipanum
- Roynd netfólk vid hægstu sertifisering (Microsoft Certified System Engineer)
á staðnum. Talan er um
góðar handverkarar við
nógvum royndum
Til ber at venda sær til
fyritøkuna á hesi adressu
Box 138 - DK-4900 Nak
skov, tlf. +45 54 95 87 00
fax. + 45 54 95 87 50, og
teldurpostur
uniqfil 2 uniqfil.dk
for ula
NAVISION
solution center