Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 2. oktober 1999 Føroyskar kvinnur i fotasporum Mohameds TRUARLIV. Koranin gevur okkum nógv meira, enn Bíblian nakrantíð gav okkum. Og tó. ALLAH og Guð er ein og tann sami. Tað gledast vit um. Men Jesus, hann er ikki sonur Guds, men sonur Mariu. Hann var profetur, sum aðrir profetar. Tað siga triggjar føroyskar eo kvinnur, sum allar eru vendar um til islamska trúgv Orð og myndir Grækaris Djurhuus Magnussen Í einum horni í salinum í Førovahusinum standa fimm kvinnur. Visti tú ikki betur. so elt tú allar fimm vera av iskum uppruna. Turriklæðið um hárið, og í síðum nasta tú sært, eru Og tey kunnu vera Aldurin ra alt millum tey tjúgu í 10g£1jøruti Sum tær standa og pråta sinåmillum, spakførar og heldur smædnar, roynir tú at síggja mun. Munin á teimum við veruligum arabiskum uppruna, og so teimum føroysku. Vónleyst. Ikki fyrr enn triggjar teirra flyta seg úr fimmmanna bólkinum er greitt, at júst tær tríggjar eru føroyskar. Men hví eru vit so skjót at halda, at munur er á fólki. Var tað ikki Jesus, sum segði: >latið øll fólkasløgini koma til min«. Og tó; er ongin munur á fólkasløgum., so er munur á Jesusi — í hvussu er uppfatanini av, hvor Jesus var. Munurin vísir seg millum annað í millum Koranina og Bíbliuna. millum islam og kristindóm. Hetta vita føroysku muslimarnir, Anna Katrin Lamhauge, Amina Poulsen og Sólmai Johannesen, at siga okkum frá. Sjálvar eru tær - døtur Allah, aldar upp við kristindóminum, soleiðis sum vit kenna hann í Føroyum. Men børn teirra vilja tær ala upp við islam hvaðani tað skal vera og fim Giftar muslimskum monnum Tær eru setstar við pallborðið. Framman fyri føroysku mannfjøldini, sum bíðar eftir byrjanini. Byrjanini til jammurin, sum tey vænta fer at koma aftan á spísku føroysku spurningarnar. Og spurningarnir koma eisini. Nógvir spurningar. Men ongin jammur. - Vit vilja fegnar gera okkara til at fremja »forståilsi« millum kristin og muslimar. Ikki minst forstáilsi fyri islam, sum so mangan verður vent og snarað skeivan veg í fjølmiðlunum, leggur 32 ára gamla Amina Poulsen fyri. Og javnaldrarnir, Sólmai Johannesen og Anna Katrin Lamhauge, taka undir. - Tað eru so nógvir fordómar móti islam millum kristin, og misskiljingarnar eru nógvar. Tað vilja vit fegnar gera okkara til at bóta um, halda tær fyri. Amina Poulsen, ættað úr Havn, Sólmai Johannesen. úr Leirvík, og Anna Katrin Lamhauge, ættað av Glyvrum. hava nógv felags. Tær eru nøkunlunda javngamlar; tær eru føroyingar, tær høvdu allar ætlanir at fáa sær eina út- bugving, tær møttu allar muslimskum monnum, og í dag eru tær allar konverteraðar til islam. Ongin teirra hevur fingið sær útbúgving. Men tær hava tað gott. Valdu familjuna framum Sum so nógvar aðrar ungar kvinnur høvdu Amina, Anna Katrin og Sólmai sínar ætlanir fyri framman. Men mongum brestur ætlan. Amina Poulsen helt lækna- vísindina vera spennandi, og gjørdi ti av royna ta leiðina. Hon søkti inn á læknalesturin, og slapp inn. Um sama mundið møtir hon einum ungum og spennandi manni úr Algeria. Hann er muslimur. Sunnimuslimur. Amina ger av at fara at seta seg meira inn í islamsku trúnna, nú hon hevur mett einum muslimskum manni. Hon byrjar at lesa Koranina, samstundis sum hon útvegar sær aðrar bøkur um islam. Tær eru spennandi, heldur hon. Seinni fær hon eisini hendur å nøkur videobond, og tey gera sitt til, at hon av ålvara fer at umhugsa at lata seg venda um til islam. Og eitt hålvt år eftir, at hon møtir manninum, konverterar Amina til islam. Uppaftur hålvt år seinni giftast tey bæði. - So skuldi eg velja, um eg vildi taka eina drúgva útbúgving, sum læknaút- búgvingin er, ella um eg skuldi velja familjuna framum. Eg valdi familjuna, sigur Amina Poulsen. Síðani hevur Amina Poulsen gingið heima. Tey hava í dag trý børn. Anna Katrin Lamhauge og Sólmai Johannesen møta eisini tveimum sunnimuslimum. Teir eru báðir úr Tunis, og tey giftast. Men tær gera ikki so skjótt av sum Amina Poulsen, tá tað snýr seg um at konvertera til islam. - Tað gingu nógv ár, áðrenn eg Anna Katrin Lamhauge, av Glyvrum, Amina Poulsen, úr Havn, og Sólmai Johannesen, år Leirvik, eru giftar muslimskum monnum. Tær hava eisini allar triggjar vent um til islamska trúgv av álvara fór at seta meg inn í Koranina og islam. Í veruleikanum byrjaði tann áhugin ikki fyrr enn fleiri ár eftir, at eg møtti manninum, sigur Anna Katrin Lamhauge. Og gongdin var nakað tann sama hjá Sólmai Johannesen. Tó, ein munur var kortini, at Sólmai og muslimski maður hennara búðu heima í Føroyum nøkur ár, áðrenn tey fluttu til Danmarkar. Anna Katrin og Sólmai ætlaðu at útbúgva seg í Danmark. Til dømis hevði Anna Katrin í umbúna at lesa til sosialpedagog. Men eftir at tær giftust, gjørdu tær sum Amina: Tær valdu familjuna framum. Síðani hava tær verið heima hjá børnunum. Anna Katrin og maðurin hava fýra børn, og Sólmai og maður hennara hava eitt barn. Koranin rúnarbant Koranin hevur ivaleyst tað við sær, at setur tú teg fyrst við henni, so er ilt at sleppa henni aftur. Soleiðis var tað í hvussu er hjá Aminu, Sólmai og Onnu Katrin. Tær merktu Koranina tosa beinleiðis til teirra. Og tær gjørdust »bitnar« av islamisku trúnni. Her var nakað annað og meira, enn Bíblian kundi geva teimum. - Tað var deiligt at síggja, hvussu nógv Koranin og Bíblian hava felags. Vit hava t.d. sama gud. Allah í koranini og Gud í bibliuni er nevniliga ein og sami Gudur. Tað er bara heitið Allah, ið skilir. Fleiri av profetunum í Bíbliuni eru eisini teir somu sum í koranini, vísir Amina Poulsen á. Men tær tríggjar funnu samstundis ting í Koranini, sum ikki eru at finna í Bíbliuni. Og fyri tær var púra greitt, at Koranin var tann sanna og rætta "Bíblian". Jesus var bara profetur Amina Poulsen, Anna Katrin Lamhauge og Sólmai Johannesen eru sannførdar um, at Jesus ikki er ella var sonur Guds. Hann var sonur Mariu. Og sum ein vanligur profetur kann Jesus á ongan hátt setast upp á síðuna av Gudi — av Allah. ( Allah (Gud) er einastand- andi. Ongin kann setast upp á síðuna av honum. Hann er oman fyri alt. Ti ber ikki til at siga, sum kristin gera tað, at vit menniskju er skapað í Guds mynd — í Guds bílæti. Sjálvandi eru vit ikki tað. Vit hava ongan rætt at samanbera okkum við Allah. Allah er bara ein, og har er also ongin sonur, sigur Anna Katrin Lamhauge. Sostatt venda tær tríggjar eisini Trýeinigheitini bakið. Tosið millum kristin um Guð faðir, Guds son, og Heilaga andan hoyrir sambært koranini og islam ongastaðni heima. - Eg gekk bæði í kirkju og á meti í uppvøkstrinum. Og tá undraði tað meg mangan, at ápostlarnir í Bíbliuni skuldu siga so négv ymiskt. Næstan mótsigandi. Í Koranini er meira samanhangur í tí heila. Alt passar betur saman, heldur Sólmai Johannesen. Ongin arvasynd Millum trúgvandi kristin verður nógv tosað um arvasynd. Men hesum vísa muslimar aftur upp á tað harðasta, og vísa til orð Allah í Koranini. Sambært henni kann ongantíð vera talan um nakra arvasynd. Her hava Amina, Anna Katrin og Sólmai eisini sagt einum týdningarmiklum parti í kristindóminum farvæl. - Tú kanst ikki arva eina synd. Ongin kann verða borin í heim sum syndari. Vit trúgva, í samsvari við Koranina, at oll børn eru frelst, longu frá fyrsta degi, tey eru borin í heim. Eisini á øðrum økjum er islam í stríð við kristindóm. Islam hevur t.d. ikki tey 10-boðini. Í staðin hava tey fimm boð — ella rættari "fimm súlur", sum tey rópa tað. Og súlurnar skulu yvirhaldast í tann mun, tað letur seg gera. 1. Trúarjáttanin hjá muslimum: "Eg trúgvi á ongan annan Gud enn Allah, og at Mohammed er hansara sendiboð." 2.Bønirnar til Allah — minst fimm ferdur um dagin. 3.Zakat: Tað er, at hvørt húski eina ferð árliga letur 2% av møguliga yvirskotinum í húsarhaldinum til illa stødd — fólk í neyð. Ofta til illa staddar familjulimir. 4.Ramadan — føstumånaØin: Ein mánað um árið skal fastast frá tí sólin rísur, til hon aftur setir. Tá skulu islamar hvorki eta, drekka, roykja ella tosa ilt um nakran. S.Pilagrimsferdin til Mekka.