Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2. oktober 1999 17 Drep veðrarnar og et grasið sjálvur HEILSA. Romantiska myndin av flettingini tykist vera haldbar. Men trúgvin uppá skerpikjøtid, ið verður hildið at vera upprunin til so at siga alla styrki og allan måttleika í fóroyinginum fær kortini heilsufrødilig skot fyri bógvin. Serliga feitu bitarnir Høgni Mohr Seyðaárið var at enda komið óðinsdagin, og á hesum mikkjalmessudegi, og dagarnar eftir, vórðu og verða nógvir føroyskir veðrar flettir. Serliga í Suðuroynni, har veðrahald er eitt serligt fyribrigdi. Sambært søgufrødi- ligum metingum, er á leið samsvar millum veðra- og fólkatal í summum bygdum harsuðuri. Spenning- inum og hýrinum hesar dagar, hevur verið greitt frá í fjølmidlun- um á hvgrjum ári, og nógvar eru frásagnirnar um vekt á prúðum krovum, ið sambært flettingarmonnum »litid og onki< hava fingið aftur av hoyggi og grasi, meðan tey enn gingu, og ikki hingu. Øll tykjast kortini vita, at talan í summum fórum er um ovurtyngd dyr, ið eru gødd so tað darrar eftiri. Bygdafólkið situr jú við gluggar og gongur millum hús og fylgir við, tá heilir plattar av kraftfóðuri í skýmingini okkurt summar- kvoldið verða bornir inn í hoyggjhus, kjallarar og á neystaloft. Eitt fyribrigdi, ið summa staðni verður hildið at vera tekin um yvirflóð í landinum. Serliga tí, at summir seyðir, oftast tvæveturveðrar. væl kunnu eta nøkur hundrað pund í gødingartidini. Sníkja seg at geva Sambært grein hjá Magnusi Magnussen, søgufrødingi, í vísindablaðnum Fróði, er óivað rætt, at summir menn í Suðuroynni í roynd og veru sníkja seg út á traðirnar at geva veðrunum hetta kraftfóður, tá farið er at kvølda. Veruliga orsøkin til, at farid verdur å traðirnar í niðu, og soleiðis givið afturat í loyndum, tykist vera greið; menn vilja ikki vera við, hvussu nógv hevur verið givið afturat, tá krovið verður vigað um mikkjalsmessutíð. Almenna orsøkin sigst sambært greinini hjá søgufrødinginum vera, at tá farið er út um 20. august, fer at myrkja fyrr á kvøldi, og hetta ger, at veðrarnir leggjast fyrr á ból. Tískil eta teir færri tímar um samdøgrid, og til tess at viga upp ímóti hesum minkandi áti. verður kraftfóður nýtt . Alt hetta stríðið, og allar hesar kraftfóðurkrónurnar hava, um- framt sjálva flettingina, ið er týdningarmikil partur av stríðn- um, tað endamál, at skerpikjøt skal spyrjast burtur úr um februar/mars, er kjøtterrin góður. Skerpikjøtid: ein tråarspurningur Myndin av sjålvari flettingini er romantisk, og tað av góðum grundum. Talan er um eina sera spenn- andi tid, har mans- evni og treyst- leiki eru fremstir lutir, verður hildið mangar staðir. Men verður hugsað um skerpikjøt, ber næstan til at siga, at talan er um ein trúarspurning. Í gomlum døgum var td. eitt, ið nevnt var skerpibiti. Tað var biti av turrum kjøti. ið varð givið barninum at jagla, tá ið tað hevði fingið fyrstu tonnina. Jú, føroyingar trúðu og trúgva upp á skerpikjøt. Um tað er feitt ella soltið, er líkafeitt. 1. sanna demið: - Et nú skerpikjøt, góði; tað fer beina leið út í armarnar! (vaksin við barn, ið er við at mettast) 2. sanna demið: - Vælsignaður, fá tær ein bita av tí feita eisini. Tú doyrt í raki. (vaksin við pirruskotnan ungling, ið dámar betur stoktan høsnarunga). 3. sanna dømi0 - Tað er skerpikjøtid, ið eigur sigurin! (eldri rópandi róðrarkempa við sigrandi kappróðrarmanning, ið hevði turt tjógv við í bátinum). 4. sanna demið: - Hjálp, hjálp, eg doyggi. Gev Hesin er alt ov feitur, og tískil heilsuskaðiligur, verða feitu bitarnir ikki skornir burtur Mynd: Jens Kristian Vang mær skerpikjøt. Gev mær skerpikjøøøøø….. (gamal maður á deyðastrá vid tey avvarðandi). Skerið feittið burtur Tey, ið mæla ímóti tí góðvarnu uppfatanini, mong hava av feitum føroyskum seyðakjøti, tykast ikki bera ótta fyri at verða løgd undir at fremja halgibrot. Helst tí teirra útsagnir eru grundfestar í holla fakliga vitan. Undir viðtalu við hyldligan mann við ovurhøgum bl60trysti, er ein føroyskur lækni endur- givin fyri at koma við einum sera beinraknum boðskapi til ørkymlada sjúklingin: - Drep veðrarnar og et grasið sjálvur. Heðin Thomsen, yvirlækni á medisinsku deild á Landssjúkra- húsinum, er ikki eins bersøgin og endurgivni starvsfelagin, men hann veit kortini at siga, at før- oyskur seyður hevur verið skyrdur størsta skaðadýr í Føroyum, ið einans átti at verið havdur fyri ullina. - Sjálvandi eigur tað ikki nærum at vera forboðið at eta seydakjøt. Men hinvegin noyðast vit at staðfesta, at feitt frá súgdjórum elvir til frá Heðini. Fiskur er bestur Sambært Heðini Thomsen er tað ein royndur lutur. at fólkini. ið verða rakt av æðrakálking. ið kann verða elvd av vánaligum matvanum. eru menn um miðjan aldur og eldri. Kortini leggur yvirlæknin dent á, at føroyskir heilsumyndugleikar onga hagtalsmynd hava av trupulleikanum. - Kortini kunnu vit siga, at tað óteljandi ferðir er fráboðað í bókum og bløðum. at umfatandi æðrakálking kann vera elvd av feitum mati. Ti áttu fólk. ið hava áhuga í góðari heilsu. og tískil vita, at feitt er Osunt, at ansa sær. Fiskur og seyður eru fullkomuligir mótsetningar, tá talan er um heilsu. Tí átti meiri fiskur at verðið etin ístaðin. eins og grønmeti og frukt erga at vera fastir tættir å matarborðinum. mælir Heðin Thomsen til. og leggur afturat. at vánalig heilsa eisini, og kanska serliga, hevur sín uppruna í. at føroyingar røra seg ov lítið og roykja ov illa. Eftirlagaðu boðini frá ti bersøgna og óneynda læknanum kundu tískil verið: Drepið veðrarnar, sløkkid sigarettina og farið á flot! æðrakálking. Og vit ráðgeva hareftir. - Haldið tykkum burtur frá feitti. Skerið tey feitu pettini á veðrakrovinum burtur og etið tað søltnara kjøtið. ljóða ráðini - Etið tað soltnara kjøtið, sigur Heðin Thomsen, yvirlækni Mynd: Jens Kristian Vang