leygardagur 2. oktober 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
2. oktober 1999
Tær tríggjar føroysku kvinn-
urnar, sum sita her í islamskum
búna, eru sannførandi. Rætt-
trúgvandi muslimar. Umaftur og
umaftur leggja tær dent á,
hvussu høgt tær ganga upp í at
halda tær "fimm súlurnar“. Ikki
minst at minnast tær fimm bøn-
irnar til Allah um dagin. Leggja
áherðslu á, hvussu stóran týdn-
ing tað hevur fyri tær, at børn
teirra verða ald upp í einum
muslimskum heimi — í
muslimskum umhvørvi. Og
hvussu nógv tær sjålvar gera fyri
at halda trúnna, vitanina um
islam, við líka.
- Vit ganga regluliga til fundir
og undirvísing í islam. Og vit
eru eisini regluliga í eini moské
her í Keypmannahavn. Og sjálv
haldi eg, at eg eri vorðin eitt
betri menniskja, síðani eg vendi
um til íslamska trúgv, greiðir
Anna Katrin Lamhauge frá.
Maðurin er hevdið í familjuni
Tær tríggjar meta vanliga fatan
millum Kristin vera, at mus-
limskar kvinnur verða kúgaðar.
At tær liva sum í einum fongsli.
Men soleiðis er tað bara ikki.
- Tað er rætt. at maðurin er
høvdid í familjuni. Hann er
hægstur, og hevur seinasta orð
10. Tað er eisini í samsvari við
Koranina. Men tá ið tað er sagt,
skulu vit eisini leggja merki til.
hvat Koranin sigur um kvinn-
una, og um samstarvið millum
mann og konu. Tað stendur
nevniliga púra greitt í Koranini,
at hóast maðurin hevur evsta
vald og seinasta orðið. so er
kvinnan ongantíð ogn hjá mann
inum. Kvinnan nýtist ikki at
finna seg í øllum. Og er tað.
maðurin ger, í stríð við Koran-
Ina, já, so ergå VIL snøgt Sagt
ikki at finna okkum i tí. sigur
Amina Poulsen.
Hon vísir eisini á, at onkur
heilt náttúrliga má hava evsta
vald — seinasta orðið.
Allah er tann, sum hevur
valdið á fólkinum, og sum kann
stýra og hjálpa fólkinum. Eitt
flogfar hevur eisini ein flog-
skipara, sum syrgir fyri, at flog-
farið kemur trygt fram. Soleiðis
kunnu vit so eisini siga um
mannin í einum húski, heldur
Amina Poulsen.
Nógv hevur verið frammi um,
at serliga ungar gentur í mus-
limskum familjum verða út-
stoyttar, gera tær ikki júst sum
foreldrini vilja. Til dømis um tær
nokta at giftast manni, sum
foreldrini vilja hava hana at
gifta seg vid. Hvat halda tit um
tað?
- Jú, hatta hoyra vit mangan
fyri. Eg kenni onki til hatta.
Kann bara siga, at sambært
Koranini er hasin fram-
ferðarhátturin skeivur. Koranin
gevur tær ikki rætt at útstoyta
børn og limir í familjuni annars.
Heldur beint øvut. Koranin
leggur upp til at verja familjuna,
sigur Amina Poulsen.
Men hvat gert tú so tann
dagin, dóttir tín ynskir at gerast
kristin, also at venda aftur til
tína barnatrúgv?
Tøgn. "Ja, eg veit ikki
rættiliga. Eg vil í hvussu er gera,
hvat eg kann, fyri at sannføra
hana um, at islam er tað einasta
rætta. Eg fari alt lívið at gera
mítt til, at bórn míni skulu hava
ein tryggan muslimskan
uppvøkstur. So eg vóni ikki, at
hasin spurningurin nakrantíð
verður aktuellur”, sigur Amina
Poulsen stillisliga.
Jú, men lat okkum nú ímynda
okkum, at spurningurin verður
aktuellur, hvat gert tú so?
"Ja, so noyðist eg at góðtaka
avgerðina hjá dóttrini. Hvorki eg
ella maðurin hava rætt at stoyta
hana úr familjuni. Tað vilja vit
heldur ikki”, sigur hon.
Bera turriklæði
Tað, sum vesturlendingar serliga
tengja saman við islam og
muslimar, er búnin, kvinnurnar
ganga í. Serliga turriklæðið.
Hóast verri enn so allar
muslimskar kvinnur goyma
hárið í turriklæði, so eru tað
fyrst og fremst turriklødini, ið
eyðkenna tær.
Eisini hesar tríggjar føroysku
muslimsku kvinnurnar ganga í
turriklædi. Men hví er tað so
umráðandi at goyma hárið?
Jú, tær tríggjar hava eisini
greiða støðu til turriklæðið:
- Tað er nú eina ferð soleiðis,
at mannfólk stundum ganga við
ljótum tankum. Goyma vit hárið,
og annars lata vera við at ganga
í kanska strammum buksum,
sum tað er vanligt millum danir
og førovingar til dømis, ja, so
verða menninir heldur ikki
eggjaðir Oneydugt, síga tær
Fær vísa eisini á, at turri
klæðið byrgir upp fyri øvund-
sjúku millum kvinnur. Hetta, at
nakrar kvinnur eru vakrari enn
aðrar, kemur ikki so væl til
sjóndar. tá hárið verður goymt.
Og tað verður sanniliga gingið
høgt upp í at goyma hárið. Eis-
ini í heimunum hjá føroysku
muslimunum.
- Vit kunnu t.d. ikki taka turri
klæðið av. um mannfólk koma
innar, sum ikki eru tætt slektaðir
við okkum. Til dømis um tað
ikki eru pápar og beiggjar okk
ara. Visa tær á.
Muslimskar kvinnur mugu
heldur ikki vera í einrúmi við
fremmandum monnum — við
monnum. sum tær ikki er tætt í
ætt við. Maðurin skal eisini vera
til staðar.
Seinastu tíðina hevur nóg
verið frammi í Danmark um, at
muslimskar kvinnur krevja at
fáa loyvi at ganga í turriklæði til
arbeiðis — t.d. tá tær sita við
kassan í handlum og øðrum
avgreiðslum. Men er tað ikki eitt
sindur nasadjarvt av eini
fremmandari mentan at krevja
sovorðið?
- Nei, tað halda vit slettis ikki.
Mentanin er júst orsøkin til, at
vit halda okkum hava krav upp á
tað. Haraftrat eru lógirnar í
Danmark soleiðis. at tú hevur
ikki loyvi at gera mun á fólki.
So eg haldi tað vera í fínasta
lagi, at vit krevja at hava loyvi
at ganga við turriklæði um
høvdid til arbeiðis, sigur Amina
Poulsen.
Familjan harmaðist
Anna Katrin Lamhauge, Sólmai
Johannesen og Amina Poulsen
viðganga, at tað var ikki bara
sum at siga tað, at gerast mus-
limur. Føroysku familjur teirra
harmaðust, og vinfólkini
undraðust. Og tað broytir eisini
gerandisdagin nógv.
- Heilt av sær sjálvum verður
tað soleiðis, um tú vilt tað ella
ikki, at tú verður minni úti mill-
um tey, tú vart saman við fyrr.
Tey halda ivaleyst, at vit ikki
eru serliga spennandi at vera
saman við sum muslimar. Vit
kunnu jú ikki ganga í dans, vit
kunnu ikki drekka, og liva á
nógvar hættir nógv ødrvisi nú.
2
FØROYSK
BÓKMENTAHANDBÓK
BÓKMENTIR.
Turið Sigurðardóttir:
Hugtøk í bókmenta-
fróði. Sprotin 1998.
174 s. kr. 180
Jógvan Isaksen,
bokmentafrødingur
I innganginum til fyrsta føroyska
bókmentaleksikon, „Hugtøk i
bokmentafrødi”, skrivar ritstjórin,
at hetta er ein roynd at seta á at
lýsa og viðgera“ békmentahugtøk,
og at tann, sum nýtir savnið skjótt
fer at sakna hugtøk. Seinni ger hon
vart við. at íslendska bókin .,Hug
tøk og heiti í bókmentafræði“ hev-
ur verið fremsta heimildin. Í báð
um fórum sigur hon satt. Tað
mangla nógv leitord, og ein góð
helvt er
verkinum
umsett úr tí íslendska
vit ikki siga Tur
ið ringa fyri hetta. tí tað er. ein
Ometaliga stórur setningur, hon
hevur átikið sær. og hvat viðvíkur
leitorðum, so mást tú einaferð
siga. at nú er tað well fyri hesa-
ferð. Tá ið næsta útgáva kemur,
økja vit um leitorðatalið. Hartil er
einki skeivt í at styðja seg til eitt
útlendskt verk. og her hevur Turið
valt íslendsku handbókina. Tað
merkir eisini leitorðini, sum í ein
fittan mun eru flutt úr íslendskum
yvir í føroyskt. Hetta er so aftur
valið hjá ritstjóranum.
Nógv av uppsløgunum eru frå-
lík, serliga kanska tey, har tann
føroyski parturin fær gott pláss:
barnablød, barnabøkmentir og
kvædi eru bara nøkur dømi av
mongum. Yvirhøvur verður nógv
gjørt burtur úr at hava føroysk
dømi vid i tekstunum, og tad haldi
eg lukkast bara væl. Annars hevur
ritstjórin ikki verið einsamallur
við øllum arbeidnum, men hevur
havt fólk aftrat sær: Malan Mar-
nersdóttir skrivar um aktantar og
kvennbókmentir. Hjalmar Peter-
sen skrivar drúgva grein um mál-
visundi, Jógvan í Lon Jacobsen
skrivar um merkingarfrødi, og
Eyðun Andreassen umreður
kvæði. Nógv tann størsta partin
eigur ritstjórin kortini sjálvur.
Aftan á viðgerðina av tí einstaka
leitorðinum verður ofta víst til
bókmentir, men hesar tykjast við-
Hinvegin skult
So tað er rættiliga avmarkað,
hvussu nógv vit koma saman við
føroyingum, sigur Amina
Poulsen.
Tær tríggjar fegnast tó um, at
foreldur teirra ongantíð hava
vent teimum bakið, og at tær
framvegis hava gott samband
við tey.
hvort eitt sindur tilvildarligar, eins
og tað sum er við, er tað sum
ritstjórin hevur havt standandi.
Lesarin saknar eitt miðvíst yvirlit.
har tað verður víst til upprunatittul
og møguliga til onkra norður-
lendska týðing. Dómi kann vera
skaldsøga, har tað m.a. verður víst
til „Milan Kundera: The Art of
the Novel“ 1986. Men bókin er
skrivað á fronskum - sum er tað
mál, Kundera hevur skrivað á
seinnu árini - „Vart du roman“
og hon finst í danskari týðing,
„Romankunsten“ 1987. Annars
sakni eg „Theorie des Romans“
1920 eftir Georg Lukács (á donsk-
um „Romanens Teori" 1994), sum
er eitt høvudsverk innan skald-
søguteori. Bókin hjá sama harra
um søguligu skaldsøguna er
sloppin upp í part og sum í Kun-
deras føri í enskari týðing (The
Historical Novel 1972). Undir
leitorðinum søgulig skaldsøga
stendur hon kortini við tí týska
titlinum .,Der historische Roman“
Av 0 órannsakandi grundum
hyggi eg í uppslagsbókum altíð
eftir. hvussu krimisøgan verður
umrødd. Mótsett Føroysk Orða
bók“ er leitorðið krimi við. men
tað vísir til tað ófantaliga brot
mUlasøgda d
og nar stendur
Slag av lættisoppabókmentun
. ert tu nu undir hetta 1entoro,
o stendur Bókmentir. sum
erða mettar at hava litið og einki
haldi eg
ritstjórin er lopin uppum. har gar« 3
virði“. Her
urin er lægstur. Nú á døgum verð
ur krimisøgan í flestu londum mett
á jøvnum føti við aðrar bókmentir.
og mangur vil verða við, at tað
sum finst av samfelagskritikki í
skaldskapi í dag. finst í krimi-
søgum.
Ritstjórin tykist annars at hava
19
eina helling mótvegis stilistikki,
rímum og rytmu, tí tær lýsingarnar
eru lutfalsliga nógvar. Tílíkar lýs-
ingar eiga sjálvsagt at vera við í
einari bókmentahandbók,, men her
fær lesarin næstan ta fatan, at tað
er aðalevnið. Hetta fer ivaleyst
eisini at broytast í eini komandi
útgávu.
At útgávan tykist at hava havt
skund - kanska meira frá forlagn-
um enn frá ritstjóranum? - sæst
av, at skriftsniðið ikki altíð er
reglufast, so at t.d. undirbólkar,
ið áttu at verið settir við kursiv
verða skrivaðir við feitum. Onnur
dómi av hesum slagi benda á. at
satsurin ikki er gjøllig a gjøgnum-
gingin áðrenn prent
Eitt aftrat eru tey einkisigandi
leitorðini. sum fær lesarin at
hugsa. at tað hevur verið ætlanin.
at her skuldi skrivast meira, men
so bleiv handbókin givin út. Dømi
um tílíkar tautologiir eru leitorð
sum: dreingjabók. skaldsøga fyri
dreingir; enduryrking. Tað at end-
uryrkja. umyrking: gentubók
Skaldsøga fyri gentur: ritsavn
Savn ell: erkt Á
li | tr DOKME? '
mentir. Tá ið tú síðani fe
etta leitorð sten BOKMKI
I TKI TKISI r bol R
få rDOKME r.H | )
ni s S la
Tå ið 1 elir € ! Ok
Sul KS € KEinp
ummælnum næstan aitið o
ymiskum atfinningum og putli. og
sole10dis er eisini í hesum føri. Eg
il ti einaferð aftrat gera vart við.
at Turið Sigurðardóttir hevur gjørt
stórarbeiði. og við „Hugtók í bók-
mentatrødi” eru lunnar lagdir und-
ir komandi útgávur av foroyskum
bókmentahandbókum.