leygardagur 2. oktober 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 182 — 2. oktober 1999
Tann seinasti mohikanin
SØLUMADURIN. Tá hann fer á søluferd fyllir hann sær bilin við mappum og pappírum, so at hann er ein marra fyri
allar tollarar har hann kemur. Teldan hevur ikki verið nakað fyri hann, men nú ivast hann. Eg føli meg sum tann sein-
asta indiånaran, sigur Petur Nolsø, sólumaður í Havn
Orð Sveinur Tróndarson
Myndir Alvur Haraldsen
At vera sølumaður er. umframt
at vera eitt arbeiði, ein livstilur
i ferðast nógv bæði
e uttanlands., hittir
r Nolsø
greið hevur arbeitt
e
k n TVISL
Í tað
H 5 ) er einshigt til tíð
so K Ya. Hann he
Í h
» is í - Lø
M } siåld i
|
i «ft
y .
3 z
N }
N ol
wir
M Sstoðið } tað
I 3 HK )
3 18 rir
= N i - i
7 ;
i «
g SS það €
> st. sø ð
SK 8 1s
s sP 1 s
Tann seinasti mohikanin. so at
Og eins og indiånarnir í
Amerika gjørdu teimum stóru
hvítu ónáðir, so hevur Petur
eisini gjørt tað í onkrum føri. Til
dømis, tå hann breyt
saltmonopolið. ella tá hann við
góðum arbeiði fekk tey bestu
kaffimerkini at selja.
Byrjaði við ísinkrami
Tað var annars langt frá kaffi og
salti, at Petur søluliga sleit sínar
barnaskógvar. Hann fór í læru
sum »isinkremmari«, og sum
hann sjálvur tekur til, so fór
hann av gólvinum og allan vegin
upp
Hetta við at selja amboð hevur
síðani víst seg at vera honum ein
dygg barlast, og havast skal í
huga, at hann hevur innrættað
tær flestu amboðshandlarnar í
landinum
Og eisini her, hevur >the
Icelandic connection< gjørt seg
galdandi, tí hann hevur
innrættað fleiri amboðshandlar í
Íslandi
Alt hetta hevur hann verið
heppin at fáa klørnar í, tí at hann
er útbúgvin innan fakið. Hann
kennir til allarflestu sløg av
amboðum, fyri ikki at siga oll,
og hóast hann ikki hevur agentur
upp á tey gll. so er tað hann,
sum »koyrir løbid« tå
amboðshandlarnir skulu setast
upp
Hvat er tað heilt nágreiniligt
tú ger?
- Eg sigi teimum. hvussu nógv
eg skal brúka, og so fylli eg tey
på Ge
AS,
På
5 ;
EP 0 Sige
4
- Tað var eitt sindur torført at byrja við, tí eg heyði ongan bil og mátti tí súkkla oman á kajuna at avgreida pappirini, og so niðan
aftur á Ternurygg at bíða eftir pengunum, sigur Petur Nolsø
amboð í, sum eg meti eru
neyðug fyri at hava ein góðan
amboðshandil, og higartil hevur
tað gingið væl.
Fingið fatur á teimum réttu
Petur er annars ikki smæðin fyri
at játta, at hann hevur verið sera
heppin. tá talan er um
agenturini. Hann hevur fingið
fatur á teimum réttu
leverandørunum, sum hava verið
»løtt« at arbeiða upp.
- Men tað krevur nógv arbeiði.
Einki kemur av sær sjålvum
sigst, og ti er neyðugt at arbeiða
sera hart fyri at halda fast í
marknaðin, sigur hann.
Sum nevnt situr hann á
kaffiumbodum í Føroyum, og i
grundini var mátin hann fekk tað
upp á ein søga fyri seg.
Nýtt umboð skuldi setast, og
hann sat tá sjálvur við einum
øðrum kaffimerki, sum hann
hevði fingið bankað upp á ein
góðan triðing av marknaðinum
eftir stuttari tíð. Hetta gjørdi teir
sum ráddu fyri borgum á
Gevalia og Karat, at Petur Nolsø
fekk agenturið upp á hesi merki.
Hóast tað fyri mong kann
tykjast burturvið, tí kaffið selir
seg sjålvt, so sigur Petur, at tað
er neyðugt at gera eitt seriøst
marknaðin. og tí arbeiðir hann
hart fyri júst tí. Har skal eingin
aftaná kunna siga, at tað var tí,
at hann ikki gjørdi tað sum
skuldi til, at tað gekk sum tað
gekk.
Akvavittið gevur trupulleikar
Men tann vøran, sum Petur
umboðar, og sum fær mestu
umtaluna, er rúsdrekka. Eisini
her hevur hann verið á réttum
stað til rætta tíð, og tað hevur
havt við sær, at hann hevur
fingið fatur á tí rætta.
Men hann er eitt sindur
keddur av øllum teimum
søgunum, sum ganga, tí tað
1j60ar, at tað er hann, sum
skúmar róman, tá ein fløska
verður send yvir diskin. men so
er ikki.
- Høvdu tey, sum tosa, vitað
hvussu lítið ein í veruleikanum
fær burturúr, so høvdu tey hildið
meg verið øran, at eg tími at
stríðast við tað. Men sum við
hinum vørunum, eri eg noyddur
at gera ein innsats, sigur Petur
Nolsø.
Akvavit er nú ikki tað einasta
hann umboðar av tí váta
slagnum, tí hann hevur fingið
okkurt hissini slag av whisky
undir sínar veingir, og eisini gin,
sum føroyingar fyri altíð settu í
samband við Gordons Dry Gin.
- Men tann tíðin er farin, sigur
Petur, og vísir okkum eina
fløsku av Gilbeys.
- Hetta merkið er nú tað
størsta í Føroyum, og tað er ti, at
vit hava arbeitt hart fyri tí.
Men, eins og við akvavitt-
inum, so er tað ikki har Petur
fær til smørid á breyðnum.
- Verri enn so, sigur hann
smílandi.
Salt, pikatrådur og
brósthaldarar
Tá farið verður ígjógnum
rúgvuna av teimum umboðum.
sum Petur Nolsø hevur sitið á,
so er tað sum sagt ikki hissini
umboð. Akvavitt er tað eitt tað
sum rungar harðast, men
Gevalia og Karat, sum vera
drukkin í túsundvís av litrum
hvønn dag, eru heldur ikki at
kimsa at.
Tá tað kemur til grýtur situr
hann við umboðnum fyri Eva
Trio grýturnar og saksarnir eita
Fiskars, spyrt tú Petur til ráðs.
Hann hevur heldur ongan ótta,
tá hann skal skera breyð ella
eitthvørt annað, tí tað verður
skorið við Victorinox knívum,
og teir skera væl, sigur Petur
smílandi.
Annars hevur hann eisini havt
umboðið fyri píkatráð, og fyri at
tað ikki skal vera lygn, so hevur
hann eisini selt brósthaldarar.
Tað gjørdi hann um somu tíð
sum hann seldi salt, og tá hann
misti umboðið upp á
brósthaldararnar, var
grundgevingin:
- Tað hóskar ikki saman við
salti, fiskakassum og píkatráði.,
stóð í brævinum, sigur Petru
stórflennandi.
Annars var søgan um saltið
eisini ein eitt sindur serlig søga,
tí tað var í grundini Petur Nolsø,
sum gjørdi av við saltmonopolið
í Føroyum. Tað vóru ikki oll her
á landi, sum vóru so glað fyri
tað, tí saltprísurin fall.
- Men virkini vóru glað fyri
tað, og vit seldu ein hóp, sigur
Petur.
Súkklaði oman á kajuna
Tá Petur á fyrsta sinni fór undir
at selja, vóru umstødurnar ikki
av teimum bestu. Hann minnist
afturá, at hann heyði einki
koyrikort, og tí var noyddur at
fara oman á kajuna á súkklu.
- So eg fór drønandi oman á
kajuna á súkklu at orna pappír
upp á vørur, sum skuldu koyrast