Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2. oktober 1999 út, og tá eg var liðugur har, fór eg niðan aftur at bíða. Bíða eftir at peningurin fór at rulla inn, sigur Petur. Men var tað ikki torført at fáa fatur á kundunum? Nei, teir keyptu, tá eg ringdi til teirra, men hví veit eg íkki. Tað kann gott vera, at teir keyptu, tí teir tóku synd í mær, sigur hann og flennir Men síðani tá eru umstødurnar broyttar. Húsið er tað sama, og tað er framhaldandi tað tydningarmesta titgangsstødid í arbeiði hansara. Men nú stendur bilurin í túninum og tað er við honum hann ferðast kring Føroyar og Ísland, tí sum sagt so selir hann í báðum løndum - Eg umboði fyritøkur í Føroyum og Íslandi. og tær fyritøkurnar eg selji fyri eru ur Danmark, Islandi, Svøriki, Noregi og Finnlandi Og hesar fyritøkurnar eru fullgreidar yvir, at tað er týdningarmikið við einum góðum »agenti«, sum umboðar teirra vørur. Hetta vilja tey halda fast við, leggur hann afturat. Tann seinasti av slagnum I hesi framkomnu tøknitid, er tad neyvan nøkur fyritøka vid virding fyri sær sjålvari, sum ikki hevur fingid telduskipan. Men her hevur Petur sett hælarnar i. - Nei, eg havi onga teldu fingið mær enn, og eg geri alt arbeiði einsamallur, sigur hann og leggur afturat, at nógvir aðrir sølumenn hava fingið sær hjálparfólk, at taka sær av skrivstovuarbeiðinum. - Tað kostar pening at hava fólk í starvi, og tað merkir, at eg skal økja rættiliga nógv um søluna fyri at fáa til eitt heilt fólk afturat, og tí havi eg heldur ynskt at gera arbeiðið sjálvur, sigur Petur. Hvat telduni viðvíkur, so er hann >one of a kind<. hann trýr meira upp á bøkurnar og mappurnar, sum hann fyllir bilin við, áðrenn hann fer at ferðast. - Men eg veit, at nú eri eg við at verða yvirhálaður av teldutøknini, so hóast mær dámar tað illa, so verðið eg noyddur til at gera eitthvort við tað. Petur leggur afturat, at hann heldur tað vera ein fyrimun hjá sær, at hava mappurnar, tí so kennir hann >sortimentið< alla tíðina. Hann situr og dagførur mappurnar so hvert, og tað merkir, at tað er meiri enn sjåldsamt, at hann ikki veit, hvat í bókini stendur Tá eg ferðist, brúki eg kvøldarnar til at arbeiða við mappunum og bókunum. sigur hann og leggur afturat. at hann arbeiðir alla tíðina Heimligu umstødurnar týdningarmiklar Og við at fara runt í húsinum á Ternuryggi, so sæst, at tað er nakað um tað sum maðurin sigur. Jakkar í stórum nøgdum frå Helly Hansen hanga á akslatrøum á loftinum, og tá vit spyrja hann um hann altíð hevur ein nýggjan jakka at fara í, brestir hann út úr. Ert tú svakur? Nei, nei, nei Allir hasir jakkarnir vera seldir. Tað er ein partur av avtaluni við framleiðaran, og tað sigur seg sjálvt, at fari eg at geva burturav ístaðin fyri at selja, so sagt eg greinina av, eg sitr á, sigur Petur, og vit báðir Alvur nikka samtykkjandi. Samstundis, sum ein skal vera sera stødufastur tá tað kemur til vøruroyndir, so er eisini neyðugt við eini góðari tænastu, og tað hevur Petur altíð lagt stóran dent á. - Fyri eini tíð síðani høvdu vit eitt skeið í tænastu fyri teimum, sum arbeiða á barrum í Føroyum, og tað var spennandi, sigur Petur, sum leggur aftrat, at tað vóru 70 fólk á skeiði tá, sigur Petur Nolsø, sum annars hevur gjørt av at halda fingrarnar burtur frá oljuvinnuni. - Tað er ikki nakað fyri meg, at hava við tað at gera, og tí SØE BR - Handilsloyvið hevur verið í familjuni síðani 1857 havi eg valt at halda fingrarnar burtur frá oljuni, sigur hann, sum leggur afturatt, at tað er neyðugt, at duga sær hógv, tá ein tekst við slíkt, sum hann ger, og at tað ikki hjålpir, at fevna um ov nógv. Nógvir fornlutir Annars er tað ein frægd at ganga runt í húsinum á Ternuryggi, sum sær so sermerkt út, tá ein hyggur at tí langt burturi frá. Tornið stingur upp og tá vit spyrja hann um hví, sigur hann, at t. d. í Íslandi sær tú hatta allastaðni. Á Ternuryggi er tað kortini ikki komið so langt, at tað er liðugt, men nú fer at líða. Ein hóp av fornlutum hevur hann eisini fingið savnað sær saman við tíðini, og tað sum er sermerkt er, at meginparturin hevur við familjuna at gera. Millum annað hevur hann eitt messinghorn, sum abbi hansara hevur spælt upp á í 1910. Tað er sera virðismikið fyri hann. Tað er skrivipulturin hjá Nólsoyar Pálli eisini. Ein sera vakur trækassi, sum verður handfarin, sum var tað tað dýrmætasta gull. Og skilja vit Petur rætt, so er tað eisini tað Umframt mangt annað. so hevur hann eisini fingið klørnar í eina bók, sum ein maður sum æt Thorsteinsson í Vági skrivaði í 1842-44. Og tí er hann errin av. - Tað vórðu einans gjørd nøkur heilt fá eintak av hesi bókini, og tíbetur var eg so heppin at fáa fatur á tí eina, sigur hann, meðan hann leggur bókina aftur á pláss, og ístaðin tekur fram ein kikara, sum eftir øllum at dóma er frá fyrra veraldarbardaga. Petur sigur okkum, at hann stavar frá einum skipi, sum sakk sunnanfyri. Menninir vórðu bjargaðir, og tá teir skuldu takka fyri blíðskapin góvu teir frá sær henda kikaran. 23 Tað, sum kortini man verða Peturi tann dýrbærasti luturin av øllum er uttan iva knívurin, sum hann hevur fingið fatur á Elsti grindaknívurin liggur á Ternuryggi Knivurin er eftir øllum at dóma tann elsti grindaknívurin sum er til, og søgan sigur, at tað er Klyver, sum hevur gjørt hann Hetta navnið sigur teimum fægstu okkara nakað. men Klyver var millum annað við til at byggja Royndina Fríðu hjá Nólsoyar Pálli - Tað eru fólk, sum hava sæð knívin, sum siga mær, at hann er elsti knívurin í landinum, sigur hann og so vísir hann okkum stoltur knívin, sum er einastandandi vakur og snøggur, hóast hann ikki er so stórur Men fyri tað er hann dýrabærur fyri eigaran. og tað dylir hann ikki. Aðrenn vit fara, er tað enn nakað, sum Petur vil vísa okkum. Tað er tað gamla handilsloyvið, sum vísir okkum, at Petur ikki er tann fyrsti í familjuni, sum hevur virki ella handil fyri tann skuld. - Handilsloyvið hevur verið í familjuni síðani 1857. og tað er í grundini eitt sindur hugaligt at hugsa sær, tí monopolið varð ikki avtikið fyrr enn í 1856, sigur hann at enda. Samrødan er komin at enda, og vit fara smátt um smátt at takka fyri okkum. Vit sita í stovuni, kring tað sera forvitnisliga borðið. sum í veruleikanum er ein høvlibonkur, sum dreingir minnast teir frá skúlanum. Men tað er bert ein av teimum mongu forkunnugu lutunum, sum eru at finna í forkunnuga húsinum á Ternuryggi, har tey mongu forkunnugu djórini eisini eru. - Tað er ein misskiljing, at rúsdrekkaagenturini eru tey, sum kasta mest av sær. Men slíkar søgur eru torførar at avlíva, sigur Petur