Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. oktober 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 188 - 5. OKTOBER 1999 tíðindablaðið Góðu Føroyingar LUMPING. Lýsing í blóðum lovar fóroyingum »stein og allan heim«, vilja teir gera ílógur í danskar ognir. Mað- urin, ið stendur aftan fyri gyltu lyftini er svikari burtur av, og kriminalløgreglan í Tórshavn ávarar fóroyingar ímóti at lata seg lumpa HOGNI MOHR Ikki færri enn 53 ferðir verður rópitekin(!) nýtt í hugfangandi danskari lýs- ing í føroysku bløðunum í hesum døgum. Og tað eru ikki hissini tilboð, talan er um. I lýsingini frá fløgufelag- num, DANICA/DEEFL verður mælt føroyingum til at gera íløgur í góðskugóðar danskar húsaognir. Rentan og lovaði kursvinningurin eru himmalhøg; rentan heili 31,2 % og skattafríi kurs- vinningurin 46 %. Besta av øllum er, at felagið leggur dent á, at neyðugt als ikki er at hava kunnleika til fløgur: >Alt verður lagt til rættis higani<, verður lovað í lýsingini. Seldi vedbrøv úr fongsli Maðurin, ið stendur aftan fyri hesi veruleikafjaru lyfti eitur í dag Claus Andersen, og hann er sera royndur. Sambært danska morgun- blaðnum, Jyllandsposten, sum svikari. Longu í 1987 gjørdi hann um seg í danska fíggingarheiminum undir navninum, Einar Holm. Bú- staðurin hjá honum um tað mundið, var ríkisfongslið, Søby Søgaard, á Fjóni, og haðani seldi hann virðisleys vedbrøv. Sambært egnum útsagnum, forvann hann eina millión ta ferðina. Hátturin, nýttur verður til tess at lumpa góðvarnar sål- ir i Danmørk og Føroyum er hin sami hesaferð, verður sagt, og boðini frá donsku løgregluni eru púra greið: - Ongin, ið sendir mann- inum pening, eigur at vænta sær at síggja aftur í hala ferðina á nakrari krónu... Claus Andersen sigur seg kunna veita fulla trygd við tinglýstum vedbrøvum i navni ileggjarans. Veð- brøvini eru eftir øllum at dóma grundað á munin millum realkredittlán og al- mennu virðismetingingina. Ognirnar, ið maðurin, sipar til, eru í flestu fórum hús, ið hann als onki eigur í, ella hevur nakað samband við yvirhøvur. Seta fólk seg i samband við mannin við tí fyri eyga at gera íløgur í ávísar ognir, biðjur hann bara fólk senda pening, og so skal hann >ornað rest<, og senda vedbrøvini eina- ferð seinni Latið vera... Eftir ollum at dóma eru tað bert løgfrødiligt snildi, ið hesaferð ger, at Claus And- ersen ikki verður handtikin og ákærdur fyri svik. Í til- fari, ið verður sent áhugað- um, stendur nevniliga, at felag hansara tilskilar sær rætt til at nýta ílógupening- in, sum tað vil. Jens Jensen, vakthavandi á kriminaldeildini í Tórshavn, sigur, at løgreglan beinan- vegin fer at nærlesa lýsing- ina, ið m.a. stóð á síðu 37 í Sosialinum leygardagin. Tað sum tykist vera áhuga- vert fyri kriminalløgregluna her heima er, um iløgufel- Bjarki Ottosonur Johannesen, koyrilærari í Tórshavn: Politikarar í fasta svøvni, - agið hjá harra Andersen lov- ar Ov nógv, ið tað ikki kann halda. Ítókiligu bodini frá Jens Jensen eru, at føroyingar meðan ungfolk lata liv Sambært koyrilærara áttu føroyskir politikarar at skammast. Orsøkin er, at teir ikki enn hava megnað at fingi eina venjingarbreyt til teirra, ið taka koyrikortið. At royna at missa tamarhaldið á bilinum undir tryggum umstóðum hevur eftir hansara tykki stóran týdning fyri ferðslutrygdina HOGNI MOHR Fleiri ferðir hava pengar verið settir av til eina hálk- ubreyt, ið er býtt í turr- og vátbreyt, ið verður nýtt til hålkukoyring, men hvørja- ferð eru jåttanirnar tiknar aftur, áðrenn farið er undir at gera breytina. Hetta líkist ongum, og er óvanliga á- byrgdarleyst av politikar- um, ið sjálvir eiga børn í vandabólkinum... Hesi lemjandi orð eigur Bjarki Ottosonur Johanne- sen, ein av mongu koyrilær- arunum í Føroyum. Sam- bært honum er og verður venjingarbreytin til teirra ungu, ið taka koyrikort, eitt av aðalmálunum í sambandi við ferðslutrygd í Føroyum. Ein av høvudsorsøku- num til, at unglingar koyra skilaleyst er, at teir å ongum sinni hava upplivað at missa tamarhaldið á einum bili Hetta kunnu teir royna á eini venjingarbreyt, stað- festir koyrilærarin, og legg- ur aftur at, at hesar royndir teirra ungu kunnu avmarka vandan fyri at lata lív í høp- isleysum ferðsluvanlukkum á føroyskum vegum. Ung mannaliv bjargast Bjarki Ottosonur Johanne- sen ger harumuframt vart við, at royndirnar við venj- ingarbreytum í grannalond- unum hava prógvað, at tað ger mun. — Tað hevur víst seg, at tað, ið hevur týdning er, at ungu menninir í 18 til 24 ára aldrinum sleppa at royna náttúrkreftirnar, ið eisini eru galdandi í einum bili. Tað er t.d. ein royndur lutur, at koyrir tú nóg skjótt í einum svingi, so missir tú tamar- haldið á akfarinum. Alt hetta ber til at royna undir tryggum umstødum á einari venjingarbreyt, og hevur tú roynt at missa tamarhaldið á bilinum einaferð, so setir upplivilsi seg rimmarfast í minnið, veit Bjarki at siga fyribils eiga at halda seg langt burturi frå DANICA/ DEEFL, og undir øllum umstødum ikki senda tí eina krónu. > Sosialurin royndi til få- nytis at seta seg i samband vid Claus Andersen, men ongin av teimum 4 telefon- unum í felagnum varð tikin Bjarki Ottosonur Johannesen, koyrilærari, roynir at fáa føroyskar politikarar at vakna úr svøvni Mynd: Jens Kristian Vang av egnum royndum Tað snýr seg um at bjarga ungum mannalivum, leggur hann dent å Koyrilærarafelagið í Før oyum hevur vid jøvnum millumbilum verið í Tinga- nesi og gjørt vart við alstóra tørvin á hesi breyt, men enn er onki hent í málinum. Nú ætlar felagið at streingja á, til tess at fáa málið avgreitt, og teir vóna, at stuðul fæst frá øðrum felagsskapum Finnbogi Arge. landsstýr ismaður við ferðslumálum, hevur fingið spurningin um hålkubreytina, og svarið frå honum verður at lesa í Sos talinum í morgin