Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. oktober 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 188 - 5. OKTOBER 1999 tíðindablaðið 8082 15 Jan Joensen, liðskipari hjá KÍ, hevur tikið ímóti steypinum frá Torleifi Sigurrðsson, formanni í FSF. Og so var tað lyft upp i loft. Mynd: Jan Miller Meistaraskapurin skal brúkast Marek Vierzbicki vann sítt fyrsta FM- heitið leygardagin. Mynd: Jan Miller Fótbóltur: Og Klaksvíkar býur fer at syrgja fyri, at eitt skýli verður klárt við vøllin, tá farið verður undir nýggja kappingarárið Um onkur hevði roknað við, at býráðsformaðurin í Klaksvík fór at møta upp við einum stórum kekki til KI, tá tað var greitt, at klaksvíkingar høvdu vunnið meistaraskapin, so høvdu tey roknað skeivt. Men tað, sum bý- ráðsformaðurin hevði at siga í kvødu síni til KÍ skiltist, at komm- unan kennir sína ábyrgd, nú KÍ er meistari, og tann ábyrgdin plagar ofta at koma til kennar í, at mynd- ugleikarnir stuðla við pengum. — KI styrkir samleikan hjá okk- um í býnum, og vit skulu brúka meistaraskapin. Vit skulu brúka hann ítróttarliga, í breiðum ment- Stórar Fótbóltur: Formaðurin spælararnir í felagnum, Leygarkvoldið koblaðu klaksvík- ingar úr og hátíðarhildu, at tað hevði eydnast fótbóltsflaggskipi- num hjá teimum at vinna meist- araskapin fyri 17. ferð. ' Sunnudagin fóru teir í KI leiðsluni undir aftur arbeiðið at fyrireika komandi kappingarári, og teir hava nóg mikið at taka sær fyri. Tað er greitt, at Tony Paris verður ikki venjari í KÍ komandi ár, og tí skal nýggjur venjari setast. Nevndin í felagnum hevur verið í sambandi við fleiri møguligar venjarar, og tað fara neyvan at ganga fleiri vikur, áðrenn tann spurningurin verður fingin upp á pláss. Ein annar spurningur er, hvor skal vera høvudsstudul hjá Kl komandi árini. Avtalan, sum í fleiri ár hevur verið millum Norð- unarligum týdningi og eisini vinnuliga, var tað, sum býráðs- formaðurin hevði at siga um fram- tíðina. Jógvan við Keldu heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot at sett eina nevnd við umboðum fyri omanfyri nevndu partar, peninga- ligu stuðlunum hjá KÍ og komm- ununi fyri at syrgja fyri, at ágóðin av meistaraskapinum verður so stórur, sum tað ber til. — Vit síggja í sjónvarpinum og hoyra á annan hátt, hvussu stóran týdning tey aðra staðni leggja í, at tað gongur væl í fótbóltinum, og hetta er nakað, sum kastar av sær aðrar vegir. Einki forðar fyri, at hetta eisini verður soleiðis hjá okkum. Ahugin er stórur fyri fót- bólti bæði í Føroyum og aðra staðni, og hetta skulu vit brúka, staðfestir býráðsformaðurin. Skýlið Formaðurin í býráðnum handaði øllum teimum, sum hava við meistaraliðið at gera, heidursbræv frá kommununi, og júst ein so- vornan dag mundi tað koma væl við hjá klaksvíkingum at hoyra, at komandi ár verða umstødurnar kring vøllin í Klaksvík betri, enn tær eru nú: — Skýlið til 600 áskoðarar, sum skal byggjast norðanfyri vøllin, er liðugt projekterað, og tað er út- boðið. Vit vóna, at avgerð verður tikin um, hvor skal gera arbeiðið, innanfyri nakrar vikur, og gongur tað, sum vit ætla, so verður skýlið liðugt, tá tað verður farið undir nýggja fótbóltsárið. Klaksvikingar hava verið noyddir at staðið undir opnum lofti og hugt at fótbólti, síðani gamla skýlið fórst í einum ódn- arveðri fyri umleið tíggju árum síðani. jh avgerðir á trappuni í KI sær fyrimunir í, at fótbóltsárið verður longt hjá ungu og evnaríku oya Sparikassa og Kl, fevndi um tíðarskeiðið til og við 1999, og tað vil siga, at avgerð skal takast um, hvussu tað skal vera við høv- uðsstuðlinum komandi ár. Og so eru tað spælararnir. Sum vit søgdu í blaðnum leygardagin, so hevur KÍ tryggjað sær undir- skriftina hjá fleiri av teimum, sum hava verið millum berandi kreft- irnar, men í blaðnum í dag eru tey tíðindini, at fleiri at spælarunum nú fara av landinum at royna seg. Samráðingarspurningur — Svend Jacobsen, formaður í KÍ, segði á middegi í gjár, at avtalan við Sogndal og Svendborg var ikki komin heilt upp á pláss, men hann roknaði heilt víst við, at spælararnir fóru at fáa møguleikan at fara uttanlands: sum nú fara av landinum at royna fótbóltsevnini — Í fyrstu atløgu er talan um møguleikan at venja við, og vit síggja tað at vera fyrimun fyri okkum, at spælararnir fáa møgu- leika at spæla longri fótbólt, enn teir higartil hava gjørt. Stephen Boyle hava vit ikki enn gjørt nakra avtalu við fyri komandi ár, men vit hava sáttmála við John Ryan, Arnold Joensen, Rógva Jacobsen og Heðin á Lakjuni, og tí ganga vit út frá, at teir koma aftur til okkara. Um tað so vísir seg, at okkurt útlenskt felag verður so áhugað í teimum, at teir vilja rinda bæði okkum og spælaranum peng- ar, so verður tað ein samráðingar- spurningur, ið verður tíkin upp millum partarnar. Svend Jacobsen vísir annars á, at tað fyri stuttum varð gjørd av- tala við Jákup í Stórustovu um, at Heðin á Lakjuni og Rógvi Jac- obsen seinni í heyst skulu fáa høv- ið at royna seg í onkrum europe- iskum felag. — Vit hugsa sjálvsagt um okkum sjálvar, og vit gleðast um spæl- ararnar, sum eru vaksnir upp í felagnum og sum KÍ hevur fingið nyttu burturúr. Tað eru fleiri ungir spælarar á veg, og vit fara ikki at forða ungum spælarum at gera sáttmálar uttanlands, men sum sagt, so verður talan um sam- ráðingar, um hetta skuldi víst seg at verið aktuelt. Men fyribils rokna vit við, at so at siga allir, sum vóru við til at vinna okkum meistaraskapin, fara at spæla við KÍ í ár 2000, er tað, sum KÍ for- maðurin hevur at siga. jh Vøllurin ska! fåast i rættlag Tað var sera harmuligt, at um- stødurnar i Klaksvik skuldu vera, sum tær vóru, tå síðsti landskapp ingardysturin á árinum varð spældur, og klaksvikingar og norðoyingar — teir sum búgva har norðuri, teir sum búgva aðra staðni og sanniliga eisini aðrir, sum vóru komnir bæði úr Dan- mark og aðra staðni frá úr Europa skuldu heiðra KÍ, sum vann seytjanda meistaraskapin. Tveir tímar undan leikbyrjan fór at regna, tað oysti niður allan seinnapartin, og hóast bara tveir tímar vóru frá fyrsta dropanum og til dystarbyrjan, so stóða stórir partar av vellinum undir í vatni, tá Niklas á Líðarenda bríkslaði fyri fyrstu ferð Trupulleikarnir eru ikki nýggir Teir hava verið síðani vøllurin varð skiftur út, men hetta hevur ikki gjørt ónáðir í år, tí tað hevur verið so vælsignað turt Hetta sigur Jógvan við Keldu, býráðsformaður i Klaksvík Klaksvíkar kommuna eigur vøllin í Klaksvík. og tí er tað teirra á- byrgd, at umstødurnar eru, sum tær eiga at vera - Næstformaðurin í Fótbólts- sambandinum, Børge B. Hansen, segði okkum leygardagin, at teir í FSF fara neyvan at góðkenna, at tað verður spælt á sovornum undirlagi, sum tað her hjá okkum leygardagin, og tað er bara ein orsøk til, at vit fara at gera nakað við hetta. Týskararnir ábyrgdina Tá klaksvíkingar í 1988 fingu graslikisvøll var drenskipan gjørd undir graslikinum, og øll tey årini, sum tann vøllurin varð brúktur, Vóru eingir trupulleikar av vatni á vøllinum. Í fjør varð nýggjur vøllur lagdur á, og síðani tá hava trupulleikar verið av vatni. — Vit eru sera væl nøgdir við vøllin undir vanligum umstødum, men vatntrupulleikarnir eru komnir, síðani vøllurin varð skift- ur út, staðfestir býráðsformaðurin í Klaksvík, og hann útgreinar: --Teknikararnir siga, at tað er fómundirlagið, sum teir kalla tað, ið forðar fyri, at vatnið setur frá vellinum, og hetta hava vit boðað stjóranum í týska felagnum Poly- tan og føroyska umboðsmanni- num hjá felagnum, Osvaldi Sim- onsen, frá. Tríggir týskarar vóru fyri tveim- um mánaðum síðani og kannaðu vøllin og gjørdu onkrar royndar- boringar, og sambært býráðsfor- manninum halda teir, at tað ber til at fáa skil á hesum, uttan at undir- lagið verður skift út. — Tað blanda vit okkum íkki í. Vit hava havt drúgvt samskifti við týska felagið, og teir vita, at vit góðkenna ikki annað, enn ein vøll, sum er í tí standi, sum ein nýggjur vøllur eigur at vera í, og so er tað upp til teir at skipa fyri, um hetta verður gjørt við verandi velli, ella um nýtt undirlag skal leggjast undir vøllin, sigur býráðsformað- urin í Klaksvík. jh