týsdagur 5. oktober 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 188 - 5. OKTOBER 1999
Rógvi Jacobsen kavaði í tann størsta hylin á vellinum, tå hann hevði lagt KÍ fram um 1-0. Myndir: Símun á Høvdanum
Illveðrið bjargaði ÍF
Tað vóru litfagurt og buldr-
aligt kring vøllin í Klaksvík
leygardagin. Fýrverkið
dundi og lýsti, hvirlurnar
geltu millum Kjølin og Há-
fjall, regnið stóð í stólpum
niður á Eiðið, og mongu trú-
føstu åskodararnir vóru
ilætnir alt frå oljudansum og
gomlum úlpum og til ný-
mótans Helle Hansen regn-
klæði og sovorðin, sum bara
eina ferð verða brúkt, og
sum onkur fekk nøkur oyru
burturúr at selja við vøllin,
samstundis sum tey vóru
við til at sleppa áskoðar-
unum undan at verða gjøg-
numbloyttir fyrrenn í 2.
hálvleiki, tá tað ikki gjørdi
so nógv, tí tá var greitt, at
heimaliðið hevði vunnið
FM heitið.
Fuglfirðingar komu til
Klaksvíkar við rygginum
móti múrinum, og teir komu
ikki undan trýstinum.
Heimaliðið var so uppsett,
sum tað kundi roknast við.
Teir eru allir sum ein í full-
góðari venjing, og bæði í
mann móti manni støðum
og í lidavrikinum vóru teir
greitt omaná, sjálvt um
munurin ikki gjørdist so
stórur, sum hann ivaleyst
átti at verið.
Tað bar stutt sagt ikki til
Fótbóltur: Tað var ongantíð ein spurningur, um KÍ fór at
vinna, men heldur hvussu stórur sigurin fór at vera
at spæla fótbólt á vellinum,
og tað kom ikki minni væl
við hjá gestunum, enn tað
gjørdi hjá teimum á heima-
liðnum. Klaksvíkingarnir
royndu ofta at bjóða av í ein
móti einum støðum, og tað
tóktist ikki vera trupult at
leggja mótstøðumannin
afturum. Men ólukkutíð fyri
meistararnar, so hekk bólt-
urin ofta eftir í váta undir-
lagnum, sum nógva staðni
var so mikið djúpt, at bara
ein partur av bóltinum kom
undan, og so vóru bláu
menninir líka vítt sum sítt,
tí tað, sum telur í fótbólti er
ikki minst at fáa bóltin at
makka rætt.
At fyritreytirnar vóru,
sum tær vóru, hevði við sær,
at tað bar ikki til at brúka
fótbóltsevnini. Ferðin í
spælinum gjørdist ongantíð
tann, sum teir á heimalið-
num høvdu havt ætlanir um,
at hon skuldi gerast, og tað
mundi ikki koma so illa við
hjá gestunum, ið tikið yvir
ein kamb so langt í frá vóru
so væl fyri sum meistarar-
nir.
Málini
Hugaliga og trúfasta áskoð-
arafjøldin í Klaksvík var eitt
sindur skelkað í eina lítla
lotu. Tað var hon, tå IF
ålopsmadurin Ken Bærend-
sen, sum man vera ein av
størstu snillingunum í land-
inum vid bóltinum, megn-
aði at senda fríspark úr 24
metrum omanfyri mann-
garðin og dygst undir sam-
ankomingini. Í hesum føri-
num var at undrast á — sum
tað so mangan er — at tað
var neyðugt við manngarð-
inum, sum ger tað torført
hjá málverjanum at síggja
og standa í réttu støduni.
Tá IF fekk málið hevði
KI langt síðani lagt seg á
meistarakósina. Fyrsta mál-
ið skoraði Harley Berthold-
sen, eftir at Rógvi Jacobsen
hevði vunnið bóltin av
Aslaki R. Petersen, sum í
hesum førinum var óansin,
og lagt eitt sindur út frá, og
Rógvi Jacobsen — hann var
dygst undir málinum og sá
út til at vera rangstaddur —
var sjálvur meistari fyri 2—
O málinum, eftir at innlegg
var komið innfyri úr
vinstru.
I 2. hålvleiki var bara
spæl til eitt mål. Fugl-
firdingar — Sigfridur Abra-
hamsen i høgru var sera
Tað var trupult hjá bólt-
spælarunum Rógva Róin
og Jan Joensen at spæla
á váta vellinum í Klaks-
vík. Mynd: Jan Miiller
undan eyðmýking
raskur — vóru kanska tríggj-
ar ferðir frammi móti brots-
teiginum hjá KÍ, sum í sín-
um lagi hevði tak á mót-
stødulidnum, men var nógv
darvað av vánaliga undir-
lagnum.
Rógvi Jacobsen stútaði
innlegg úr vinstru í málið
til 3-1, og fuglfirðingar
settu sjálvir síðsta naglan í,
tá ein teirra stýrdi bóltinum
inn um stólpan aftanfyri
Rúna Joensen, eftir at inn-
skifti Eyðun Klakkstein
royndi seg við fløtum skoti
úr vinstru.
Itrøttar-Sosialurin ynskir
KI hjartaliga tillukku við
meistaraskapinum,
jh
Kl: Stephen Boyle — And-
rzej Pacel, Jan Andreasen,
Marek Wierzbicki — Harley
Bertholdsen, Jan Allan
Miiller, Jan Joensen, John
Ryan — Arnold Joensen,
Rógvi Jacobsen, Heðin á
Lakjuni
IF: Rúni Joensen — Sigfríð-
ur Abrahamsen, Tomek Prz-
bylski, Aslakur R. Petersen,
Torstein Joensen, Roy Róin
— Eyðálvur R. Petersen,
Viggo Johannesen, Rógvi
Róin — Ken Bærendsen,
Bárður á Lakjuni