týsdagur 5. oktober 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 188 - 5. OKTOBER 1999
tíðindablaðið
21
HB hevði lætt spæl
Fótbóltur: Eitt væl HB vann stórt móti nógv skerdum B71 liði, sum als
einki hevði at spæla fyri. Vóru spælararnir ikki so sjålvsøknir, so kundi
sigurin verið fleiri mál stórri. Samstundis fekk Kaj Leo eitt sómiligt farvæl í
sínum dysti nummar 300 fyri HB
SVEINUR TRÓNDARSON
1. deild menn:
HB-B71 7-1 (4-0)
HB vann dystin i Gundadali
móti B71 seinnapartin
leygardagin heili 7-1. Tað
var ongantíð nakar ivi um
hvønn veg sigurin fór, til tað
var HB ov nógv styrkt og
B71 ov nógv skert. Men
vóru HB leikararnir ikki so
sjålvsøknir tá teir nærkaðust
málinum, so vunnu teir
nógv meir.
Veðrið í Gundadali var
heldur frægari enn í restini
av landinum, men kortini
var ikki hugsingur um at fáa
polerað fótbóltsspæl. Til tað
var vindurin í meira lagi, og
tá hugurin bara er til staðar
hjá øðrum liðnum, so verð-
ur ongantíð talan um ein
dyst. Tá er tað einvegis
ferðsla, og tað var júst so-
leiðis, at dysturin í Gunda-
dali "útartaði" seg.
HB hevur seinastu dyst-
irnar fingið styrk úr Íslandi,
haðani bæði Uni Arge og
Allan Mørkøre eru komnir,
nú íslendska kappingin er
endað. At hetta er styrkur
ið munar sæst á gllum
brøgdum, tí seinastu báðar
dystirnar hevur HB aftur
funnið vegin til meskarnar,
og í báðum dystunum eru
tað "fremmandamenninir",
sum hava gjørt málini.
Tað, sum kanska er ser-
liga merkisvert í hesum
sambandinum er, at teir
báðir nú liggja á øðrum
plássi á HB málskjúttara-
listanum við seks málum,
meðan menn sum hava leikt
alt árið eru aftanfyri.
Fremstur á HB-skjúttara-
listanum gjørdist Súni Fríði
Johannesen við 10 málum.
Tað er kanska ikki rætta
høvid at taka slíkt upp, tå
liðið júst hevur vunnið 7-1,
Súni Fríði Johannesen tveitir seg fram og stútar bóltin í málið
men tað er kanska júst her
orsøkin til "vánaligu"
plaseringina hjá HB í ár skal
finnast. Fremstu menninir
gera ov fá mál, og tá so er,
verður torført at vinna dyst-
irnar.
Avgjørt eftir átta
minuttum
Sum sagt, so vóru tað teir
báðir íslandsfararnir hjá
HB, sum gjørdu mest um
seg leygardagin. Teir gjørdu
fimm av sjey målum.
Fyrstu tjågu minuttirnar
av dystinum brúkti HB til
at løda kanónirnar, og tað
sást beinanvegin, at tað fór
at standa nógv á B71
verjuni, tí hon varð trýst í
botn frá byrjan. HB-snill-
ingarnir gjørdu sum teimum
lysti. Tað einasta teir ikki
fingu burturúr vóru málini.
Men tá tjúgu minuttir vóru
farnir brast fyri nev, og var
tað Uni Arge, sum skallaði
bóltin í málið úr ellivu
metrum. Málmaðurin hjá
B71 vardi fyri skoti, men
bólturin sprakk til Una, sum
við høvdinum setti hol á.
Minuttin eftir var tað enn
einaferð Uni, súm fór við
eini avlerering sum tað
sømir seg, tá hann setti fótin
á eina avlevering úr høgra
borðið.
Sjey minuttir seinni var
aftur galið, og við triðja
málinum var dysturin í
veruleikanum avgjørdur.
Súni Fríði var skarprættari
hesaferð tá hann varð
spældur púra blankur næst-
an mitt fyri málinum.
Enn meira skerdir
Vóru sandoyingar illa fyri
tá teir komu um Skopunar-
fjórð, so vórðu tei enn verri
fyri, stutt áðrenn hálvleik.
Ernst Løkjå sá seg noyddan
at taka hondina til hjålpar
tå HB-ari smekkaði til, og
tað hevdi reyða kortið við
sær. Allan Mørkøre setti
brotssparkið í máli, og tað
við lít.
Hetta var eisini hálv-
leiksstødan, og hon hevði
við sær, at tað sá rættiliga
svart út hjá B71. So svart,
at onkur sandoyingur óttað-
ist fyri, at metið fyri størsta
sigrinum í ár skuldi rúka.
Tað meti var upp á 6-0, og
eigarin undan dystunum
leygardagin var ... B71.
Um tað var tað sum gjørdi
tað, ella tað var HB
dovinskapur, skal vera
ósagt, men beint eftir hálv-
leik var eitt sindur av futti í
B71 leikarunum og einu
ferðina var um reppið, at
Antines Magnussen slapp
framvið Kaj Leo, sum stóð
sín seinasta dyst fyri 1. lið
hjá HB.
Mál varð ikki hesaferð,
men kvøkkurin vakti HB-
ararnar og sjey minuttir
seinni tók Rúni Nolsøe sak-
ina í egnar hendur tá hann
eini tíggju-fimtan metrar
uttanfyri brotsteigin smekk-
aði til eftir jørd beint móti
vindinum. Bólturin streyk í
málið, dygst við stongina og
eykamálverjin hjá B71 rakk
ikki eftir honum.
Bert tríggjar minuttir
seinni fekk Uni enn eitt mál,
og tað gjørdi hann eisini
tríggjar = minuttir fyri
dystarenda.
Men ímillum tey bæði
málini sníkti B71 seg til ein
møguleika uppá kontra.
Ístaðin fyri at langa bóltin
upp í luftina undan vindi-
num, fór hann fram eftir
jørdini og úr høgru var
bólturin sendur inn til Eli
Hentze, sum sendi framvið
Kaj Leo.
Kaj Leo epokan er av
Hetta var kanska ikki júst
tann endin, sum Kaj Leo
hevði ætlað sær, men tað
dugir hann at bera yvir við.
Eingin ivi um tað. Men
veruleikin er, at dysturin
leygardagin var tann allar,
allar seinasti í rødini hjá Kaj
Leo fyri HB.
Henda røðin er ikki so
stutt, tí tað er eisini ein
veruleiki, at Kaj Leo er
fyrsti leikari í HB, sum
røkkur 300 landskappingar-
dystir á besta liði. Hetta er
ein bragd í sær sjálvum,
men tá hugsað verður um,
at hann hevur vunnið trý
FM-heiti og sjey steypa-
finalur, so gerst bragdið
bara enn stórri.
A landsliðnum fekk hann
ongantíð fótin fastan - har
var jú ein maður við eini
topphúgvu, sum varð mett-
ur betri enn Kaj Leo, og tí
hevur hann bara spælt fýra
landsdystir.
Við dystinum leygardagin
er ein epoka av, ikki bara í
HB, men eisini í føroyskum
fótbólti. Tí aftanfyri mongu
dystirnar á besta liðnum hjá
HB liggur eitt Oført arbeiði,
sum uttan iva er til fyri-
myndar fyri mangan ungan
knassa, sum ætlar sær at
dríva fótbóltin til nakað.
Tá dysturin var av fekk
Kaj Leo handaða gávu og
blómutyssi frá HB og lið-
feløgum sínum.
Hann fer neyvan at minn-
ast tann seinasta dystin fyri
tað poleraða fótbóltsspælið,
men hann fer nokk at minn-
ast til at HB vann stórsigur
7-1 á B71, og tryggjaði sær
møguleikan at spæla evro-
peiskan fótbólt næsta ár, tá
teir skulu spæla í Intertoto
kappingini.
Og rekordin hjá B71? Jú
hon varð standandi, men við
tí løgnu krúllu, at nú hevur
B71 bæði størsta sigur, 6-0
á IF, og størsta ósigur í ár
1-7 móti HB!
Vælupplagdur
Todi sá reytt
ótbóltur: Jákup Mikkelsen er á odda,
og Óli Johannesen er í botninum í
superliguni
Mikukvøldid fer landsliðið úr
Vágum og til Kekkia. Allan
Simonsen, landsliðsvenjari,
sum leygardagin var í Klaks-
vík, verður ikki við í ferða-
lagnum úr Føroyum. Saman
við Juliani Johnsson fer hann
mikudagin beinleiðis úr
Keypmannahavn og til Prag
Ætlanin hevur verið, at teir
tríggir landsliðsmenninir í
superliguni skuldu fara úr
Keypmannahavn og til Prag
hósmorgunin, tí tað verður
spælt í superliguni miku-
kvoldið. Tá hittast FCK og
Herfølge i Parkini í Keyp-
mannahavn, medan AGF
spælir å heimavøllinum i
Arhus ímóti Esbjerg
Ætlanirnar eru framvegis
tær somu, men um tað hevði
verið møguleiki fyri at broyta
ferðaseðilin, so hevdi verið
møguleiki hjá Toda Jónsson
at farið til Prag mikukvøldid
Todi Jónsson sá reytt sunnu-
dagin, og tað vil siga, at hann
verður leikbannaður og verð-
ur tískil millum åskodararnar,
tå FCK mikukvøldid fer at
spæla ímóti Jåkupi Mikkel-
sen og Herfølge.
Gongur rætta vegin
Vit søgdu í síðstu viku, at
gongdin hjá FCK hevur verið
meiri hugalig tær síðstu ferð-
irnar, og at hetta er so, varð
aftur staðfest sunnudagin, tá
teir á útivelli vunnu 2—1 ímóti
AB, sum higartil hevur verið
oddalið.
Sambært donskum fjøl-
miðlum var Todi Jónsson í 1.
hálvleiki, sum endaði mál-
leysur, best upplagdi FCK
maðurin. Við utgangsstødu í
vinstra borði setti hann í
gamla lagnum ferð eftir ferð
futt í álopsspælið, og tað var
bara svørt óeydna, sum
gjørdi, at føroyski landsliðs-
maðurin ikki kom á mál-
skjúttaralistan. Eftir at hava
sneitt fleiri spælarar av sær
fleiri ferðir, hevði Todi
tríggjar vandamiklar royndir
ímóti málinum. Eina ferð
sendi hann klokkureint í tvør-
træið, og tað var tað nærm-
asta, sum hann kom at fåa hol
á målleysa svullin, sum síð-
ani undan summarfrítíðini
bara er vaksin.
Todi sá gult seint í 1. hálv-
leiki, og tá hann tveir minuttir
inn í 2. hálvleik var ímyndin
av, at FCK menninir hava
smoygt stríðshamin upp á
seg, eftir at tað hevur víst seg,
at årtøkan ikki hevur verið
góð, sá hann aftur gult, og so
var ostaskorpan á lofti.
Átta minuttir eftir at FCK
var vorðið undirmannað,
stútaði Michael Mio Nielsen
hornasparksinnlegg í kassan,
og í 65. minutti skoraði
Thomas Thorninger til 2-0.
Tað restaði eitt korter, tá
Chris Hermansen minkaði
um munin, og so ráddi um
hjá undirmannaðu FCK
monnunum at halda tørn. Tað
stóð nógv á, m.a. sendi AB
bóltin í tríkantssamankom-
ingina, men tað eydnaðist hjá
FCK, og harvið hava teir -
fyribils í hvussu so er — sagt
botninum farvæl og kunnu
líta uppeftir.
Jákup á toppinum
Dysturin millum AB og FCK
var á skránni seint seinna-
partin sunnudagin, eftir at
hinir dystirnir í superliguni
vóru liðugt spældir. Jákup
Mikkelsen og Herfølge vann
fyrri á degnum 2—1 á heima-
vellli ímóti Viborg, sum
hevur havt undanvind, og tá
úrslitið í Gladsakse var stað-
fest, var greitt, at Herfølge er
nýtt oddalið í superliguni
Tað er líka mikið fyri
meg, um vit nú eru fremstir,
næstfremstir ella á triðja
plássi. Tað, sum ræður um og
fer at telja er, at vit vera á
odda, tá kappingin er liðug.
var viðmerkingin hjá spæl-
andi venjaranum í Herfølge,
John Jensen
At siga at Faxe er spælandi
venjari. er kanska at taka í so
rívan til. Hann setti seg sjálv
an á vøllin, tá eitt korter var
eftir, og 90 sekund seinni
hevði hann sæd reyða kortið,
og so ráddi um hjá Jákupi
Mikkelsen og teimum at
halda tætt
Herfølge, sum fyrsta tíman
var greitt omaná og hevði
nógvar møguleikar, kom á
odda longu í 3. minutti, og í
33. minutti øktu teir til 2-0
Bæði málini vórðu stútað,
men í seinna førinum var
ætlanin ikki at stúta í málið,
tí tað var ein av Viborg
monnunum, ið stútaði bóltin
í sítt egna mál. Tað restaðu
25 minuttir, tå Alex Nørlund
hjå Viborg var fyrstur å inn-
leggi og skoradi hjå Jåkupi
Mikkelsen. Føroyski lands-
lidsmålverjin fær — sum hann
ger tað eftir hvørt umfar —
gott skoðsmál fyri avrikið.
Herfolge er tvey stig undan
AB í oddastríðnum.
Óli í botninum
Hjá AGF og Óla Johannesen
gongur ikki væl. Danskir fjøl-
miðlar vita at siga, at penga-
pungurin er tómur, stórfelag-
ið í Arhus er meiri ella minni
í leidsluloysi, og tað er ikki
greitt, hvor skal loysa venj-
aran av, tá Peter Rudbæk
komandi summar fer úr starv-
inum.
Sunnudagin var AGF í
Brøndby, har heimaliðið
royndi at koma yvir vónbrot-
ið tað var fyri teir at verða
sent úr Europa Cup hós-
kveldið. Brøndby vann 3-0
Teir fingu hol á i 3. minutti,
men tað var ikki fyrrenn í 56.
minutti, at teir øktu, og so var
liðugt. Síðsta málið kom, tá %
eitt korter var eftir. Oli Jo-
hannesen sat á beinkinum all-
ar 90 minuttirnar.
AGF stríðist m.a. við Es-
bjerg fyri at sleppa undan
botnplássinum. Hesa ferð
spældi Esbjerg ikki. Vøllurin
stóð undir í vatni, og tað +
hevði við sær, at dysturin
ímóti AaB varð avlýstur.
Vejle og OB tykjast hava
fingið eitt sindur av viðráki.
Dysturin teirra millum endaði
1-1, meðan Silkeborg vann
3-1 i Lyngby.
jh