hósdagur 7. oktober 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 190 - 6. oktober 1999
tíðindablaðið
- Eg eri vonsvikin av
Javnaðarflokkinum
Formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, heldur ikki, at ein vegleið-
andi félkaatkvøda fer at geva eina misvísandi mynd av hugsan fóroyinga um
ríkisrættarligu viðurskiftini, eins og formaður Javnaðarfloksins vísir á
JOHN JOHANNESSEN
— Eg má siga, at eg eri
keddur av, at Javnaðar-
flokkurin ikki tekur undir
við uppskoti okkara um
vegleiðandi folkaatkvødu
undan samráðingunum við
donsku stjórnina.
Edmund Joensen heldur
tað vera heilt løgi, at sjålvt
Javnaðarflokkurin skal vera
ímóti uppskotinum. Tí
Javnaðarflokkurin er, eins
og Sambandsflokkurin,
andstøduflokkur, ið ikki
tekur undir vid fullveldis-
ætlanini.
— Var tað heilt rætt, so áttu
allir flokkar á Løgtingi at
tikið undir við uppskoti-
num, tí talan er um eitt
fólkaræðisligt uppskot, ið
fer at vísa myndugleikun-
um, hvørja stóðu meirilutin
av føroyingunum hevur til
fullveldisætlanina. Og eg
haldi, at allir føroyskir
flokkar, ið siga seg virða
fólkaræðið, tískil eiga at
taka undir við uppskotinum.
Undirmeta veljaran
Edmund Joensen heldur, at
Jóannes Eidesgaard undir-
metir vejalan, tá hann sigur,
at ein vegleiðandi fólkaat-
kvøda helst verður misvis-
andi, av tí at tað helst bert
verða íðin fullveldisfólk, ið
atkvøda til eina slíka at-
kvødugreidslu.
— Eg eri vísur í, at ein
vegleiðandi fólkaatkvoða er
ein góð leiðbeining til land-
sins myndugleikar. Ein slík
vegleiðandi fólkaatkvoða
gevur uttan iva eina góða
mynd av, hvat føroyingar
halda um fullveldisætlan-
ina.
Formaður Javnaðarflok-
sins, Jóannes Eidesgaard,
vísti í Sosialinum í gjár á,
at hann heldur eina mein-
ingakanning geva eina nógv
betri og greiðari mynd av
hugsan fólksins enn ein
vegleiðandi folkaatkvøda.
Orsøkina segði hann vera,
at hann ikki væntar, at oll
fara at taka eina slíka fólka-
atkvødu í fullum álvara, av
tí at talan bert er um eina
vegleiðandi atkvødugreids-
lu.
Men Edmund Joensen er
alt annað enn samdur við
sjónarmiðum Jóannesar.
— Ein meiningakanning er
bert ein meiningakanning,
eins og so nógvar aðrar, ið
fjølmiðlar og onnur gera við
jøvnum millumbilum. Slík-
ar hava als einki vid Løg-
tingid at gera, og eru tær
ikki nøktandi. Ofta inni-
halda slikar kanningar eisini
alt ov négvar spurningar,
sigur Edmund Joensen og
visir å, at ein vegleidandi
félkaatkvøda greitt fer at
visa, hvussu stórur partur av
fóroya fólki er fyri full-
veldisætlanini og hvussu
stórur partur er ímóti. Hes-
um einfalda spurninginum
heldur hann ikki, at ein
meiningakanning kann
svara.
Bankamålid gjørdi
munin
Edmund Joensen heldur, at
seinasta val var eitt protest-
val, har føroysku veljararnir
vístu sina 6nøgd við banka-
målid. Men hann heldur av-
gjørt ikki, at hetta er tað
sama sum at ynskja loysing
frá Danmark, og tí heldur
hann, at einstaki føroyski
veljarin eigur at spyrjast,
um hann ynskir, at Lands-
stýrið skal fara til Danmark -
ar at samráðast um at skipa
Føroyar sum fullveldi ella,
um Landsstýrið skal sam-
ráðast við stjórnina um eina
skipan, har Føroyar fram-
vegis eru i rikisfelagsskapi
vid Danmark.
Skomm
Formadur Sambandsflok-
sins heldur, at tað beinleiðis
verður pinligt, um føroying-
ar skulu til eina fólkaat-
kvødu komandi ár, eftir at
Landsstýrið hevur gjørt ein
fullveldissáttmála við don-
sku stjórnina.
Tá Landsstýrið hevur
verið í Danmark og samrátt
seg til ein sáttmála, eru allar
brýr við Danmark brendar,
og tí er tað tá beinleiðis pín-
ligt hjá veljaranum at skula
til eina fólkaatkvoðu at taka
stødu til sáttmálan.
Eru hetta ikki heldur
ógvuslig kunnu
flokkast undir tað nerva-
kríggj, ið Høgni Hoydal
skuldsetir andstøduna at
fóra móti fullveldisætlan-
mi?
— Nei, tað haldi eg als
ikki. Andstødan hevur ikki
mist jørdsambandid, men
samgongan hevur haraftur-
ímóti aldri havt nakað jørd-
samband síðani hon varð til,
sigur Edmund Joensen at
enda og vísir á, at hann ikki
hevur mist mótið viðvíkj-
andi uppskotinum um
vegleiðandi fólkaatkvoðu-
greiðslu undan samráðing-
unum um ríkisrættarligu
støðu Føroya.
orð, ið
Harðskapur imoti ondskapi
Sonne Smith ummælir leikin hjå Grimu »Ondskapin«
Høvundur: Jan Guillou
Týðing: Hans Tórgarð
Leikstjóri: Egi Dam
Leikari: Hans Tórgarð
Ein stólur í ljósglæmu.
Fótafet. Ein leikari. Hann
fortelur eina sanna søgu.
Hann sigur frá sínum báð-
um árum á einum svenskum
kostskúla í hálvtrýssunum.
Tað ráa áratíggju við síni
armóði til líkams og sálar
eftir eitt heimskríggj.
Spírin til vælferðarsam-
felagið var gróðursettur. Tey
gomlu fingu fólkapensjón.
Tey ungu fingu lestrar-
studning. Tey mongu fingu
alskyns sosial tilboð. Ar-
beiði til allar hendur. Ong-
um nýttist at lata olmussu.
Alt var sára gott - hildu tey
ráðandi. Menniskjað fekk
tey rættindir, tað hevði
uppiborið í tí nýggja væl-
ferðarsamfelagnum.
Tað kundi bara vera sára
gott. Kortini var manna-
lyndið tað sama, sum tað
altíð hevur verið. Ondskap-
urin lá og lúrdi. Einsemi,
Kuldi. Happing. Hin ein-
staki hevjadi seg úr einsemi
við óndskapi. Við niðrandi
talu. Sum altíð vóru summi
ljótari enn onnur. Sum altíð
vóru summi sibbar í skúl-
anum. Sum altíð vóru tað
nøkur, ið dugdu betur at
íðka ítrótt enn onnur.
Summi av tí betra slagn-
um sendu síni børn á kost-
skúla. Har var skil á. Har
skuldi tú akta tað betra slag-
ið, tað góða, sterka slagið.
Tað var ikki lukkuligt at
vera ein lúsafongdur snor-
ungi. Ikki á einum nasist-
iskum kostskúla í tí uttan-
veltaða Svøriki. Har menn-
iskjað sum einstaklingur var
gloymt í vælferðarmeldrin-
um. Sjón fyri søgn í flestum
vælferdarsamfeløgum.
Jan Guillou lýsti lívið á
kostskúlanum so meinskt,
at skúlin varð stongdur.
Drongurin stríddi seg
ígjógnum tey bæði óndu
árini við harðskapi ímóti tí
valdandi, tægandi óndskap-
inum, undirlutakenslum,
meinfýsni.
Ein ljót sonn søga.
Leikgerðin hjá Benny
Haag rakar teg beint í sál-
ina. Og hevur tú lisið bók-
ina, veist tú hvat leikurin er
um.
Nettupp tað er so spenn-
andi, tá ið tú hevur ætlað
tær at fara til leikin. Tí,
hvussu skal bara ein einastai
leikari bera seg at við at lýsa
oll fólkini í skladsøguni?
Tímir tú at uppliva ein slík-
an leik - bara við einum stóli
í ljósglæmu og einum leik-
ara? Tú hugsar, at tað kann
ikki bera til.
Men jú. Tað ber altso til,
tó at tað krevur alt tað, ein
leikari eigur av leiklistarlig-
um eginleika.
Sum leikur er Ondskap-
urin ein øgilig avbjóðing
hjá tí einasta leikaranum.
Hans Tórgarð tordi. Hann
tordi at týða leikin til sítt
egna mál. Hann lyftir leikin
upp og ber hann á sínum
einsamøllu herðum - og
vinnur. Hann vinnur hvønn
tann einasta áskoðara við
sínum lýsandi sterka leik-
kynstri.
Steintógn, meðan hann
mjúkliga leggur fyri. Stein-
tógn, meðan hann vindur
seg upp til klimaks. Stein-
tøgn í eini makari lending.
Bara so rædandi. Tí søgan
er sonn. Klimaks, so at tú
elskar at hata.
Gríma hevur aftur ríkað
okkum við sínum sermerkta
leikúrvali.
Ondskapurin - einmans-
leikurin, sum neglir áskoð-
aran í sessin.
- Ein meiningakanning er bert ein meiningakanning,
eins og so nógvar aðrar, ið fjølmiðlar og onnur gera við
jóvnum millumbilum. Slíkar hava als einki við Løgtingid
at gera, og eru tær ikki nøktandi, sigur Edmund Joensen
Vetrarlamell-dekk“
og píkadekk
-spyr á tínum
bilverkstaði
nm
Se
Se —
p/f Esmar Simonsen
tlf. 444405 - Fax. 444629