Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 9. oktober 1999 Umboð fyri tryggingina og elagið Neistan undirskrivaðu samstarvssáttmálan seinnapartin hósdagin. Leikarnir, sum standa í aftaru rød eru ilatnir nýggju leikbúnarnar hjá Neistanum tíðindablaðið Neistin tryggur inn í ár 2000 Seinnapartin hósdagin skrivaðu Tryggingarfelagið Føroyar og hondbóltsfelag ið Neistin undir sponsorsáttmála, fyri hetta kappingarárið ORÐ OG MYNDIR: SVEINUR TRÓNDARSON Tryggingarfelagið Føroyar hevur verið sera aktivt á sponsormarknaðinum síð- ani felagið sá dagsins ljós í fjør. Avtalur við ymisk feløg og hallir, umframt at vera partur av verkæltanini um Tórsvoll hevur sett Trygg- ingarfelagið fram har, sum teir heilt tungu hava verið. Og seinnapartin hósdagin varð enn ein kapittul skriv- aður í sponsorsøguna hjá tryggingarfelagnum tá teir undirskrivaðu sáttmála við hondbóltsfelagið Neistan í Havn. Sáttmálin fevnir í fyrsta umfari bara um fyrsta lið við monnum, og er skrúv- aður soleiðis saman, at Neistin í sambandi við und- irskrivingina fær eina grundupphædd. Um so er, at fyrsta manslið fer at standa seg væl í kappingini í ár, so fær felagið enn meira pengar. Hetta er gjørt fyri at motivera liðið til at gera meira við kappingina. Gongur út næsta ár, men ... Sáttmálin, sum Neistin og Tryggingarfelagið = hava gjørt gongur hiðani til kapp- ingarenda næsta ár, ella sagt á ein annan hátt, í eitt hálvt ár. Tá verður kortini tikið upp aftur um sáttmálin skal leingjast. Sum skilst á leiðarunum í Neistanum og marknaðar- leiðsluni í tryggingarfelag- num, so eru báðir partar áhugaðir fyri at leingja sátt- málan, men sum tað skilst so eru nakrir spurningar eft- ir at loysa í tí sambandi fyrst. Henry Olsen, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum For- oyar segði, at hann er stak fegin um at hava gjørt sátt- mála við Neistan, sum er eitt væl rikið felag við eina- standandi góðum ungdóms- arbeiði. Hann vísti kortini á, at felagið hevur havt trupult við at fáa gongd á fyrst lið hjá monnum, og at tað sam- bært teimum hevur verið ein málsetningur í sær sjálv- um. Nú ber sjálvandi illa til at siga nakað áðrenn kapp- ingina, men tað eru tekin, sum siga okkum, at Neistin ætlar sær at gera ein vori Teir hava fingið ein nýggjan venjara og saman við hon um eru fleiri spennandi leik- komnir arar afturat, sigur Henry Olsen. Skal síggjast aftur Men hvat er tað, sum ger, at eitt tryggingarfelag fer inn at sponsorera hondbólt- in, tá ein kundi brúkt peng- arnar til okkurt annað? Vit hava sett eina pulju av til sponsorering, og tað verður gjørt nógv meira við hondbóltin nú, enn fyri bara heilt fáum árum síðani. Vit fara inn í hesa verkætlanina tí vit rokna við at fáa nakað burturúr. Annars fóru vit ikki inn í hetta, sigur Henry, sum kortini ikki vil nakað um hvussu nógv av- siga talan millum Tryggingarfel- agið Føroyar og Neistan inniheldur í peningi. Jón Kragesten, formaður í Neistanum sigur, at tey í felagnum gleða seg nógv til kappingina og til samstarv ið við Tryggingarfelagið Í nógv ár, hevur Neistin havt eitt sera væl virkandi ungdómsarbeiði, sum tí verri ikki hevur sæst aftur í teimum eldru deildunum. Felagið hevur umleið 400 limir og luttekur í lands- kappingini við umleið 30 liðum, so virksemið er sera stórt. Men vit halda ikki, í vit hava fingið nóg nógv burtur úr mansliðnum hjá felagnum, og tað vilja vit gera nú. Tí hava vit fyri- reikað okkum sera væl til árið í ár, men tað krevur pengar og ein góðan sam- starvsfelaga, og tey bæði hava vit fingið við hesum sáttmálanum, sigur Jón Kragesten, formaður. Ríkisfelagsskapurin hevur lítlan áhuga Ríkisfelagsskapurin er ikki tað sum hevur stórstan týdningin millum danir Danmarks Radio royndi seg við lítlari kanning á heimasíðuni, og har endar Ríkisfelagsskapurin langt aftast SVEINUR TRÓNDARSON Tað eru broytingartíðir á veg millum Føroyar og Danmark. Hvor loysnin verður ein ella onnur hevur sum so einki við tað at gera, tí allir flokkar - uttan und- antak - siga, at broytingar mugu gerast í ríkisfelags- skapinum. Í útvarpinum hava vit hoyrt danskar politikarar siga sína hugsan, sum tað eisini sømir seg politikar- um, men tað hevur gingið alt meira trupult at fáa van- liga danan at leggja seg út í kjakið. Tað er kanska ikki so løg- ið, tí tað eru onnur mál, sum upptaka danan enn júst rík- isfelagsskapurin. Eitt teirra er harðskapur, sum eftir øll- um sólarmerkjum er farin at gera alt meira um seg í Danmark.. Eitt annað er evran, sum danir uttan iva skulu til følkaatkvødu um áðrenn ov long tíð er frá- liðin. Tí er ríkisfelagsskapurin ikki tað, sum fyrst kemur dønum í hug, tá teir vera spurdir um mál, sum hava teirra áhuga, ella sum teir halda skulu takast upp í Fólkatinginum. Annað størri tydning Um dagarnar legði Poul Nyrup Rasmussen ætlanirn- ar hjá donsku stjórnini fyri komandi ári og í sambandi við, at forsætisráðharrin brúkti heilar fýra minuttir upp á Føroyar hevur Dan- marks Radio gjørt eina lítla veljarakanning á heimasíð- uni, har fólk verða spurd um hvat tey halda fólkatingið skal fara at gera nakað við. Tey vitjandi fáa seks møguleikar at seta krossin, vóru harðskapur, evran, akt- ivering, eldrapolitikkur, fyriskipað hjúnarløg og rik- isfelagsskapurin. Evnini eru her nevnd í teirri rød, sum atkvøtt er fyri teimum, og tað merkir, at henda lítla >veljarakanningin< sigur okkum, at ríkisfelagsskap- urin hevur lítlan og ongan áhuga millum danir. Atkvødulutfallid var ann- ars soleiðis: Harðskapur 31 prosent, evran 26 prosent, aktiver- ingin 18 prosent, eldrapol- itikkurin 12 prosent, fyri- skipað hjunarløg 8 og rík- isfelagsskapurin bara 4 pro- sent. Nú skal ein slík atkvødu- greiðsla takast við sera stór- um fyrivarni, men hon gev- ur kanska eina litla mynd av hvat vanligi danin hugsar um rikisfelagsskapin. 11 i r i ro | r úr/,11 Á Fe 2 — TOYOTA AVENSIS SOL TOYOTA COROLLA PLUS AUTOM. 1,6 LUNA L/ B Skrås.: 16-07-98 Skrås.: 16-09-08 Km.: 12.000 Km.: 30 Prsur: 217.600 Garanti:“ Prísur: 14 Garanti:** TOYOTA COROLLA 1.3 XLI 5 hurðar TOYOTA CARINA 1.6 XLI LB HONDA CIVIC Skrås Prísur: 98 60 Garanti:“ Prísur: 105 £ Garant FORD FIESTA 1.3 PEUGEOT 405 Sri Skrás.: 13-02-9( Skrás.: 21-08-8 | Á i Prísur: 69 60 OPEL CORSA 1 4 Skrås. 28-04- FORD FIESTA 1 1.3 Skrås.: 16-12-9 Km.: 19.0( Prísur: 93 £ Garanti: Garanti:* TOYOTA CARINA TOYOTA COROLLA 1.6 GL 1.6 Sed. aut. gear Skrás- 01-11-89 Skrás.: 07 Km.: 152 > 000 Km.: 4 Prísur: 56.600 Prísur TOYOTA COROLLA 2.0 DIESEL STATION FORD MONDEO TURBO DIESEL Skrás. :27 11-9 Skrás. 16-04-96 Prísur: 142 600 Garanti:** 600 Garanti: TOYOTA HILUX MAZDA 626 REG. CAB 4WD Skrås.: 28-08-9£ Skrås.: 08-05-96 Km.: 7f Km.: 72.0 Prisur Garanti” ) Garanti: FORD TRANSIT 14 pers. Skrås.: 22-05-87 Km.: 137.000 Prisur: 25.600 AVHEINTINGARTILBOD SUBARU 1.8 | FORD FIESTA 1.1 I VW PASSAT 4X4 STW | Skrás.: : 14-03-88 Í Skrás.: 18-04-06 Skrás.: 20-08-86 | Km.: 96.000 oe Km.: 177.000 — | Prísur: 12.000 Prísur: 6.000 Prísur: 6.000 | Í FORD SIERRA SUBARU 1.8 GL | | OPEL KADET Skrås.: 20-05-88 | 1.6 STW Skrås.: 6-07 Prisur: 4.000 | Skrås.: 17-06-88 | Km.: 116 00 00 | Km.: 127.000 Í Prísur: 15.000 y LA ++ TOYOTA bilar hava 3 ára garan Prísur: 7.000 Vegurin Langi-188 HOYVÍK: Tlf. 313040