leygardagur 9. oktober 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Um lív og
heilsa verður
Hetta er næsta samrødan í greinargð i Sosi-
alinum, har prátað verður við eldri fólk í
sambandi við, at altjóða eldraár er í ár. |
Í nógvum londum rundar fimti hvør íbúgvi. |
60 ár ella meira um aldaskifti, siga vísinda- |
fólk. Oftari nú enn fyrr verða tey eldru um-
rødd sum eitt samfelagslig vandamál, ið fer
at vaksa og vaksa. At fólk sjálv kunnu hava
ávirkan á sína framtíð, er nakað vit kunnu
vóna.
Í greinarødini tosa vit við fólk um, hverja
hugmynd hvor einstakur hevur um nútíðina
og framtíðina. Hetta hóast eingin okkara veit,
nær sólin fer í kav og vit ikki eru her longur.
Í rødini hava samrødur verið við Onnu
Petersen i Vågi og Sverra Egholm i Havn. I
næstu viku verður samrøda við Jógvan
Gerðalíð í Klaksvík
hon við fýr:
Hon valdi at
fram við handlinum, og í
yngsta var ikki føtt
halda
Klaksvík var hon til 1970, tå ið
hon flutti til Vestmanna, har hon
giftist Frits
Fyri tveimum vikum síðani
varð Jóhanna útnevnd til heið-
urslim í Landsfelag Pensjón-
istanna. Ein takkarløn fyri stóra
arbeiðið, hon hevur gjørt og ger
til frama fyri tey gomlu í
Føroyum.
- I 1970 varð lóg samtykt á
Fólkatingi um heimahjálp. Hetta
frættist til Føroya, og vit tosaðu
við myndugleikarnar um tað, men
sum tað skiltist á lagnum, vóru
teir ikki so heitir fyri at fáa
heimahjálp hendavegin. Ikki
minst kvinnufeløgini høvdu
stóran áhuga fyri málinum. Ein
kvinna frá Sosialmálaráðnum
kom til Føroya at greiða frá
heimahjálpini sama ár, og nógvir
fundir vórðu hildnir um alt landið
um at fáa heimahjálp setta á
stovn. Vit bíðaðu so eftir, at
okkurt fór at henda, men tíðin
gekk og einki hendi.
- Várið eftir fóru eg og tvær
aðrar kvinnur til eitt hátíðarhald
hjá Dansk Kvindesamfund. Tá
fekk eg tað hugskot at fara inn á
Christiansborg at kanna eftir, hvat
varð vorðið av málinum um at
seta á stovn heimahjálp í
Føroyum. Har fingu vit at vita, at
málið lá hjá Rísisumboðnum, og
ráðini vóru, at njålpti tað ikki at
tosa við myndugleikarnar, skuldu
Vit tuga í teir! Vit so gjørdu, glid
kom á málið. og loksins varð
heimahjálpin sett á stovn, greiðir
Jóhanna frá
Besta tiltakið í nýggjari tíð
Ur Danmark komu tvær kvinnur
at halda skeið fyri føroyingum
um heimahjálp. Ikki færri enn 60
úr ollum Føroyum teknaðu seg
til, og Jóhanna var ein teirra.
Eg gjørdist fyristødukvinna
hjå heimahjålpini fyri Nord-
streymoy. Eitt tað fyrsta sum
gerast skuldi, var at heita á fólk
um at koma at arbeiða sum
heimahjálp. Tað var strævid, men
við góðari hjálp frá staðkónum
fólki gekk tað væl. Alla staðni,
har eg kom inn, varð eg væl
móttikin. Fólk vóru ógvuliga
glad, og fleiri søgdu, at hetta var
besta tiltakið sum var komið til
landið í nýggjari tíð.
Av Almannastovuni varð álagt
heimahjálparunum at seta tíð av
til at tosa við tey gomlu og at
kanna, hvønn tørv tey høvdu.
- Hjålpin vard sett eftir, hvat
tann einstaki hevði brúk fyri. I
fyrstuni varð gjørt meiri enn vit í
grundini skuldu. Vit gjørdu mat
fyri tey, eltu breyð og annað.
Nokk so skjótt fingu vit at vita, at
vit skuldu ikki brúka so nógva tíð
uppá tey.
Tey, sum fingu heimahjålp,
vóru fyri tað mesta gomul fólk, ið
búðu einsamøll.
- Ofta ringdu tey um kveldið.
Tey kundu hava pínu ella kendu
seg einsamøll. Vit prátaðu so við
tey, bóðu tey fáa sær ein heitan
drekkamunn og so ringja aftur,
um tað ikki gekk yvir, sigur
Jóhanna.
Alt er endavent
Jóhanna harmast um stóru
broytingarnar, sum heimahjålpin
hevur verið fyri seinnu árini.
- Alt er endavent. Tað persón-
liga og menniskjansliga, stuðulin
og tryggleikin, sum vit løgdu so
stóran dent á, er burturi í dag. So
lítil tíð er sett av til hvønn
einstakan, at viðkomandi verður
skundaður undir og humsaður
við. Tað er niðurgerandi fyri tann
gamla og sjúka, eg persónliga
óttist fyri at koma í slíka stóðu,
men eg lasti ikki
heimahjálparunum fyri tað. Tær
verða so hart koyrdar.
- Eingin hevur heldur eftirlit
við, um tann einstaki fær nóg
mikið ella ta røttu hjálpina, og
heimahjálpararnir fáa heldur ikki
neyðugu skeiðini ella vegleið-
ingina. Eisini hetta løgdu vit dent
á í byrjanini. Eina ferð um
mánaðin hittust allar heima-
hjálpararnir heima hjá mær, har
Vit gingu igjøgnum ymisk viður-
skifti, sum skuldu gera hjálpina
betri. bæði fyri brúkaran og
heimahjálparan sjálvan
Nú er útbúgving til heima-
hjálp komin á tingborð og stórt
stríð sjálvsagt um tað. tí spurn-
ingurin er, hvar skúlin skal vera. Í
minum hugaheimi eigur hann at
vera í Havn, har samstarv kann
vera við Sjúkrasystraskúlan og
røktarheimini. Tað kann ikki
bíðast við hesum longur. Fakfólk
og brúkararnir eiga at gera vart
við seg. Verður ikki skjótt borið
at, fer eingin at hætta sær undir at
taka á seg ábyrgdarfulla arbeiðið.
sum tað er at vera heimahjálp.
Tað vildi verið gleðiligt, um
semja fekst í lag, soleiðis at
skúlin verður settur á stovn 1. jan.
ár 2000. Tað fer at skapa trygd og
lívsvirði hjá fólki. sum í dag hava
tørv á hjálp og stuðli frá góðari
heimahjålp.
- Nú leggja tey so stóran dent á
at blanda heimahjálpararnar. so
brúkararnir aldri hava ta somu.
Tað man vera tí, at leiðslan er
bangin fyri, at brúkarin og
heimahjálpin knýta seg ov tætt.
Eg dugi ikki at síggja, hví tað
skal vera so vandamikið. Per-
sónliga sambandið millum brúk-
aran og heimahjálpina er av
týdningi. Nógv gleða seg til at fáa
heimahjálpina á gátt, sigur
Jóhanna, sum seinnu árini hevur
havt heimahjálp ein tíma um
vikuna.
Alt skal røkjast
Fyri umleið tíggju árum síðani
tók Landsfelag Pensjónistanna
stig til at seta á stovn Vitjunar-
tænastuna. Endamálið við hesi
skipanini var at savna eitt netverk
av fólki, sum átóku sær at vitja
gomul fólk, ið vóru einsamøll.
Heitt varð á Jóhonnu Johannesen
og onnur um at seta
Vitjunartænastuna á stovn, og
saman við Reyða Krossi varð
farið til verka. Ein kvinna frá
danska Reyða Krossi hevði skeið
fyri átta fólkum, ymsa staðni úr
Føroyum, sum høvdu åtikid sær
at verið vitjunarvinir, og á
skeiðnum varð gjógnumgingið,
hvat vitjunarvinirnir skuldu leggja
dent á.
- Hetta var ein góð barlast at
hava, og vit, sum tóku lut á
skeiðnum, lærdu síðani frá okk-
um aftur, greiðir Jóhanna frá.
Vitjunartænastan fekk frá fyrsta
degi góða undirtøku, ellis- og
røktarheim tóku væl ímóti, og
nógvir einstaklingar vendu sær
eisini til Vitjunartænastuna.
- Alt skal røkjast, og tað royndu
- Vit
soml
at fåa t
- Eldri fólk óttast í dag fyri at gerast sjúk og leg
bíðilistar eru alla staðni. Heimahjálpin sum segd
á bein. Tí er ikki sørt av ótta millum eldri fólk
tað vera tey veiku, sjúku og gomlu í samfelagn
Jóhanna Johannesen
vit, sum tóku stig til tænastuna.
Skeið varð fyriskipað í sálarhjálp
fyri at geva vitjunarvinunum eina
stórri vitan, og tað munaði væl.
Jóhanna hevði lovað at fingið
gongd á Vitjunartænastuna, og tað
hevði hon gjørt. Tá ið hon
gjørdist áttati fyri nøkrum árum
síðani, tók hon seg burturúr, og í
dag anir henda tænastan bert.
Orsøkin sigur Jóhanna er, at
núverandi formaðurin í Reyða
Krossi hevur tikið ræði av øllum
og tænastuni.
- Uttan mun til, hvat vit søgdu,
varð ikki lurtað eftir okkum. Av tí
sama er tænastan dottin fyri
bakka. Tey, sum av fyrstan tíð
gjørdust vitjunarvinir, eru trúfgst,
og vitja enn fólk. Tað er rættiliga
spell, at Vitjunartænastan ikki
Fólk, sum eru 50-60 ár í dag, halda seg hava góða
tíð til tey gerast gomul, men tað háva tey ikki. Tað
eru tey, sum mugu taka stigið og fáa nakað
gjørgnumført.
virkar longur, serliga nú
Heimahjálpin er skorin so nógv
niður. Ikki minst eg harmist.
Landsfelag Pensjónistanna
hevur í kvittanum at endurstovn:
tænastuna uttan um Reyda Kros
og sum skilst hevur
landsstýriskvinnan í almanna- og
heilsumálum, Helena Dam á
Neystabø, játtað at stuðla.
“Hatta er ein farin tíð!"
Jóhanna heldur ikki, at eldri fólk
verða mett við umhugsan og
virðing, sum tey hava uppiborið |
- Gomul fólk eru ofta bert stríð
hjá yngri fólki. Tey ungu hava så
nógv um at vera. Tey hava eitt
strævid lív, og ti er ikki tíð til |
okkum gomlu. Av tí sama verdul
heldur ikki lurtað eftir, hvat vit
hava at siga, og hvørjar royndirå
vit hava. “Hatta er ein farin tíð!
siga tey. Og vit skulu helst ikki
gremja okkum, tí so eru vit ein
byrða.
Hon heldur avgjørt, at eldri f
hava eina orsøk til at stúra fyri
framtíðini. Í Norðstreymoy er
einki ellis- og røktarheim. Í
Vestmanna er eitt sambýli, og