leygardagur 9. oktober 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
De
himmiríkið. Navnarnir hjá
bróðrunum vóru undir napole-
onskríggjunum teir argastu
figgindar, og tað var Bliicher,
sum saman vid Wellington vann
endaligan sigur á Napoleon við
Waterloo. Í søguni verður kortini
gjørt vart við, at bróðurnir ikki
sita illa um sátt, men bara eru
heilt ólíkir.
At kalla oll „Ulvetid“ er pall-
sett heima hjá Adriensen sakfør-
ara í einum klaustrofobiskum
helvitis forgarði, har tænastu-
gentur, eingilskir hermenn,
brennivín, sakførarar og flog-
ålop fremja ein villan deyða-
dans. Tað einasta hampiliga
menniskjað í søguni er ein
sjúkrasystir, og hon er tablett-
narkomanur. Dámurin er skemti
ligur, men svartskygdur. Søgan
er øll sum hon er ein langur
misantropiskur deyðadráttur.
Í „Det vingede mørke" fara
systkini Antonia og Lítlibeiggi
eitt kvøldi við voru til eini hús
norðanfyri býin. Myrkrið, sum
bara verður upplýst av eini fjós-
lykt. skapar saman við ímynd
ingarevnunum hjá børnunum ein
íbygdan heim. Avegis kaga tey
inn ígjógnum ein glugga hjá
Bakka-Elsu: „Hun er enke, det
er nok derfor hun er så trist
Måske går hendes mand igen.
Måske har hun selv slået ham
ihjel!” Ferð er á hugflognum. og
í hesum líkist søgan bæði
„Moder Syvstjerne” og „Tárnet
ved Verdens Ende“. Seymikonan
Tongl-Anna úr „Stormnatten“
kemur eisini fyri. Styrkin í
søguni er tann fullkomna
innlivingin í hugaheimin hjá
barninum.
Heimsins undirgangur
Fann endurminningardámur,
sum merkist í „Det vingede
mørke”, er enn týðuligari í
WILLIAM HEINESEN
„Himlen smiler“. Sagt verður
frá Bukkhellu, „et dragende og
apokalyptisk sted, en verdens
ende og begyndelse“, har nakrir
dreingir finna bókina ,, Verdens
Undergang“ eftir Camille
Flammarion, sum er fuld af
sære og foruroligende billeder
af nøgne damer, kometer,
rædselsslagne ansigter,
luftskibe, fremtidsbyer, Paven i
Rom, engle, djævle og
marsboere, ja døden selv i
gyselig majestæt, knok-
kelmanden med sin le, stående
på toppen af en skyomvunden
klode”.
Ta0, sum åvirkar fråsøgu-
mannin Marselius mest, eru
orðini: „Thi verden kan ingen
ende have og ejheller nogen
begyndelse“. Heimsfatanin hjá
dronginum bóltar rút, og hann
endurtekur setningin sum eitt
mantra.
Marselius ognar sær bókina
fyri eina fløsku av lampuspritti,
sum í sínum lagi verður seld
Spritt-Jóhanni, sum dettur oman
gjøgnum ein lemm og brýtur
hálsin. Bókin fær skyldina og
verður blakað á sjogv, men
Marselius hevur lisið hana, og
søgan endar: „Den brændte mig
endnu i sjælen, sødt og farligt,
et stille tærende bål af gru og
hunger og uigendrivelig dyb
forelskelse”. Sum ikki einaferð i
skaldskapinum verða nýggjar
royndir lýstar við blandaðum
kenslum. Atdráttur og mótboð
takast í sálini.
Tå ið Marselius hevur keypt
bókina fyri spritt, er hann greið
ur yvir, at her er ikki rætt at
borðið, men í mun til at ., Ver-
dens Undergang var nu min“
fánar alt fyrivarni. I veruleikan
um eru undirgangirnir tvinnir:
annar er tann hjá Spritt-Jóhanni.
og hin er heimsmyndin hjá Mar
seliusi. Orðini, at heimurin
hvorki hevur enda ella byrjan,
syngja inni í dronginum, og
kenslan av at vera ávegis ímóti
avdýpinum veitir honum „en
hujende fornemmelse ligesom
nár man kælker ned ad en stejl
bakke og ikke aner hvor man
ender”. Skreiðitúrar verða eisir
brúktir sum kollveltandi meta-
forar í bæði „Moder Syvstjerne
og „Tárnet ved Verdens Ende“
Í helheimi
Tittulsøgan er sum ein målningur
gjørdur við poetiskum orðum og
myndum. Marselius dugir væl at
tekna og roynir at avmynda ta
vøkru gentuna Agathu. Men tað
vil ikki lukkast, og misnøgdur
gevst hann å hondum. Agatha
gert sjúk, og nú hann ikki hevur
hana fyri sær, veit Marselius
akkurát, hvussu hon skal málast.
Tá ið Agatha aftur megnar at
stíga fram, hevur hon fingið
tering: „Hun lignede på en
skrækkelig måde sig selv på
Marselius' mislykkede billede.”
Her tykist at vera ein feril av
„The Picture of Dorian Gray“
hjá Oscar Wilde, har málning
urin av Dorian eldist og speglar
hansara óleynað, meðan hann
sjálvur varðveitir ungdóm og
vakurleika
Agatha fer við pápanum av
landinum fyri at vinna sær
heilsubót. og Marselius teskar
fyri seg sjálvan. at hann elskar
hana. Kenslurnar eru sum í end-
anum á tí undanfarnu søguni ein
blandingur av „smerte og fryd”
Kynsbuning og sannkennan av
kærleikanum fylgjast.
Tann næsta søgan er ein garvill
og absurd vitjan á heimsvaritéini
Tartaros, har alskyns modernaði
fyribrigdi verða sýnd fram. Tey
flestu av teimum eru so ræðulig.
at fråsøgumadurin ikki vil síggja
tey. men hann sleppur íkki
undan. Við lið hevur hann eftir
túri André Gide, Auguste Comte,
Albert Einstein. og
høvudskenslan mótvegis tí sum
fer fram er tann gamla blandaða
av lysti og sárseyka. Í
høvudsheitum er ta 20. øld, sum
er å skrånni, men vid trædrum
aftur til grikska mytologi og
annars djupt inn i okkum sjålvi
Orðini hjá Nietzsche. at starir tú
nóg leingi niður í avgrundina, so
starir hon inn í teg, eru ikki heilt
burturvið her.
I tekstaúrvalinum „Grylen og
andre noveller“ fortelur William
Heinesen, at Tartaros” hevur
eina prosayrking hjå Otto Gel-
sted sum fyrimynd (Bøn til den
moderne mentalitet 1925), og at
ætlanin m.a. er at gera gjøldur
við hálvsodnaðari vitan, sum
yrkjarar og intellektuell lána frá
tí torskildu atomfysikkini. Í
hesum kritikki er William fyri
sína tíð, tí júst í hesum árum
verður gjørt gjøldur við fronsk-
um og amerikonskum intellektu-
ellum, sum taka líkt og ólíkt frå
t.d. kvantefysikk yvir í filosofi
og bókmentateori. Amerikanski
fysikarin Alan Sokal hevur åvist,
at hesi intellektuellu einki hava
skilt av fysikkini, men gladbeint
gloypa ollum. bara tað ljóðar
vísindaligt.
William Heinesen heldur fyri,
at tann moralur, sum kann drag-
ast burtur år heljarvitjanini er, at
sjålvt um heimurin er bæði
paradoksalur og komplementer-
ur, so kanst tú ikki smoyggja tær
undan, at eisini tú hevur ábyrgd-
ina av, at órættvísi og vanbyti
ráða.
Lívið er hesumegin
Í 1920'unum og 30'unum litu
nógvir europeiskir høvundar
eystureftir, og serliga tann
kinesiska raøisman vakti áhuga
Halldór Laxness segði seg alt
ívið vera ávirkaðan av taoism
uni, og eisini William Heinesen
var við hana. Í stuttum er Tao
ein ævinlig javnvág millum tað
Ostiva yang og tað negativa
vin. Tað skal tó viðmerkjast. at
William Heinesen eisini flokir
»uddismu upp í endasøguna
Historien om digteren Lin Pe
og hans tamme trane”
I tí mytisku fråsøenini fær Lin
Pe frá eini hægri makt at vita. at
hann skal njóta tann stóra heiður
at verða fluttur yvir í ævin
leikan. Lin Pe vil treyðugt fara
frá yngstu dOttrini, men svarið
er, at ævinleikin kallar. Hann fer
tí ul gongu gjøgnum skógina og
upp í fjøllini, har hann hittir tað
himmalska sendiboðið Ti-te
„denne over al beskrivelse
magre og huløjede ånd med det
askehvide. skaldede hoved, den
forsorne lille næse og den store
gådefuldt spotske tandrad“.
Deyðin rennur lesaranum í hug
Tann gamli tranin hjá Lin Pe
er komin við honum, og hverja
ferð ein halg tøgn er við at falla
yvir bæði menniskja og lands
lag, so verður hon brotin av tí
rísnu og håsu galanini hjá tran-
anum. Umboðið hjá ævinleik-
anum, sum greidliga ikki kennir
til trúfesti og samkenslu, krevur,
at Lin Pe tekur lívið av tranan
um. Tað fær Lin Pe seg ikki til,
og í staðin bindir hann fuglin og
vevur um nevið, so hann skal
1alda hol.
Tann gamli yrkjarin fer nú
undir ta endaligu ferðina igjøgen
um ísakalt myrkur og ævin-
eikans forgarð, sum verður
avmyndaður soleiðis: „.Nu tyn
dede det ud í tágen og en ud-
strakt slette af varm kobberrød
arve kom tilsyne. Luften mild
nedes og blev hurtigt klar og tør,
men hvor var her øde - ikke et
græsstrå, ikke en tue, ikke en
fjeldtop í synsranden. k
endelige røde og skyggeløse
flade under en lige så rød I
mel uden sol og skyer
Ein stuttlig verð er hetta ikk
at vera í |
men lukkutid er tran
sloppin leysur, og enn einaferð
oyðileggur hann tøgnina við s
skrenjan. Nú er i T1-tc
vorðin illur. og Lin erðu
vegna menniskjasli eikleik
dømdur at liva jarðarlívið un
aftur. Tá ið søgan endar. er hann
aftur blivin bróstabarn og c
fullkomiliga lukkulig Tant
greiði boðskapurin í søguni er
at ongi lyfti um himmalska sæl
koma upp ímóti jarðarlívinun
tá ið tað er upp á tað besta
Eingin lagnutrúgv
Søgurnar í „Det fortryllede Lys
kunnu flokkast í triggjar bólkar
realistiskar søgur, endurminn
ingarsøgur og mytur, og í
teimum øllum takast gamalt og
nýtt. Deyðin mótvegis lívinum
er ein kjarnin í teimum flestu av
søgunum. ofta við einum ráka
av midøld, og somuleiðis bland
ingurin av lysti og mótboð, tå ið
nýggjar royndir skulu gerast
Bíblian og bíbilsk nøvn eru í
heilum á lofti, og tey eru bæði
mentunarligur grundvøllur og
ein etiskur karmur. sum tú mást
taka stóðu til. Tað er nevniliga
upp til okkum sjålvi at gera
heimin til eitt frægari stað at
vera. og eingin kann skáka sæ!
undan. Hetta er eisini dómi um.
at hóast tað verður nortið við ta
rættiliga fatalistisku taæsmuna í
einari søgu. so er William
Heinesen avgjørt ikk
At viðgera ein tilos
fatalistur
liskan og
menniskjasligan trupulleika
hetta verður gjørt fleiri staðni í
skaldskapinum - er ikki tað
sama, sum at tú tek við
honum