Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 1999síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 9. oktober 1999 tíðindablaðið e-mail: eydunØsosialurin.fo Miðvallarketan verður broytt Fótbóltur: Landsliðsvenjarin, sum harmast um, at Fróði Benjaminsen ikki er við í Kekkia, tykist umhugsa at royna okkurt nýtt Eftir tapini á heimavelli í- móti Estlandi og Litava å- sannaði landslidsvenjarin, at ein av stóru veikleikunum í álopsspælinum hevði ver- ið, at eingin broddur hevði verið i gjøgnumbrotunum í síðunum. Men venjarin roknar ikki við, at hetta verður nakar trupulleiki hesa ferð. — Dysturin verður heilt ødrvisi. Á heimavelli ímóti Estlandi og Litava var tað okkara lutur at vera við til at mynda spælið. Soleiðis verður tað ikki hesa ferð, tí mótstøðumenninir fara at koma við fullari ferð frá fyrsta bríksli. Vit mugu halda tørn so leingi, sum tað ber til, og eydnast tað, at halda teimum frá at skora mál fyrsta hálva tíman, so fer tað meiri at ganga fyri seg eftir okkara fyritreytum, staðfestir venjarin. Broytingin Landsliðsvenjarin plagar ikki at gera serliga stórar broytingar á liðnum, og tað fer hann heldur ikki at gera hesa ferð. John Petersen og Sámal Joensen vóru leik- bannaðir seinast, og teir eru báðir við í Prag. Tað vil við ðrum orðum siga, at tólv menn eru tøkir, sum hava verið meiri ella minni fastir á liðnum hetta seinasta árið. Í dystinum ímóti Estlandi var stødan tann sama, og tå varð Øssur Hansen settur út á beinkin, meðan Pól Thor- steinsson var vinstri vong- verji. Soleiðis verður tað ikki hesa ferð. Pól Thor- steinsson verður vongverji í høgru, og Allan Mørkøre verður ein av trimum mið- vallarunum. Higartil í ár hava John Petersen, Sámal Joensen og Julian Johnsson verið á midvøllinum, og um Allan Mørkøre skal hava eitt av plássunum, so verður ein av hinum trimum settur útum, ella verður ein teirra fluttur aðra staðni, og so skal ein annar út um at sita. Ein møguleiki er, at John Petersen verður fluttur longri fram á vøllin. Tað fer at hava við sær, at Uni Arge verður settur uttanfyri. Hin møguleikin — og hann er meiri sannlíkur — er, at Juli- an Johnsson ella Såmal Jo- ensen verður settur út um. Hvor tað verður ber illa til siga, tí í verjustríðnum ímóti kekkum hevði tað verið brúk fyri teimum báðum. At venjarin kundi hugsað sær at fingið meiri fótbólts- spæl á midvøllin sæst á tí, sum hann hevur at siga um Fróða Benjaminsen: — Tað harmar meg almik- ið, at Fróði ikki er við her í Kekkia. Hann hevur arbeitt seg alt nærri einum plássi millum teir fyrstu ellivu, og um hann hevði verið við, so hevði eg havt fleiri møgu- leikar á midvøllinum, enn eg havi hesa ferð. Flyta spælið fram Venjarin hevur altíð lagt dent á, hvussu týdningar- mikið tað er, at føroyingar- nir ikki missa bóltin bein- anvegin, tá teir hava fingið fatur á honum. Um hetta skal eydnast er fyrst og fremst treytað av, hvussu tað gongst at spæla seg burtur úr kroystum stød- um afturi á vellinum. Men tað er eisini treytað av, hvussu væl tað hepnast hjá teimum fremstu at halda upp á bóltin. Seinast fingu Uni Arge og Jákup á Borg ein hálvleik í part undir lið- ini á Toda Jónsson. Um John Petersen ikki verður fluttur fram á vøllin, so ligg- ur tað til, at Uni Arge fer at fáa møguleikan. Tað líkist venjaranum lít- ið at gera radikalar broyt- ingar, og tí er tað ikki serliga sannlíkt, men tað er íkki frítt, at møguleikin spøkir um, at Rógvi Jacobsen hjá KI skal fáa møguleikan undir liðini á Toda Jónsson, men venjarin hevur íkki givið ábendingar um hetta. Stórfingið undirhald í Prag í kvold Fótbóltur: Kekkarnir spæla á lítlum stadion, tí har siga teir, at rómurin er bestur Kekkia eigur sambært styrkislistan hjá FIFA næst- besta fótbóltslandsliðið í heiminum. Teir hava vunnið allar níggju dystirnar í und- ankappingini, sum tað í dag verður lagt lok á, og skulu vit trúgva tí, sum hýru- vognsførararnir siga, so verður avgjørt roknað við, at Kekkia seinni í kvold fer at hava fult stigatal. Kekkiska fótbóltssam- bandið hevur skipað fyri stórfingnum undirhaldi, og millum annað fara teir at gera sítt fyri at fáa rættulig- an veitsludám í. Teir ætla at gera burturúr, bæði tí teirra landslið hevur spælt seg í endaspælið, og tí teir sum einasta liðið í allari kapp- ingini fara at vinna allar dystirnar. Ofta í provinsini Føroyska landsliðið hevur tvær ferðir áður spælt ímóti Kekkia á útivelli. Fyrra ferðin var mikudagin 23. september í 1992, tá Kekkia og Slovakia framvegis vóru saman um eitt landslið, og seinna ferðin var 20. august í 1997, tá Kekkia var mót- stødulidid. Hjå bædi Kekkoslovakia og Kekkia hevur tad verid vanligt, at nógvir landsdyst- ir hava verið spældir aðra staðni enn í høvudsstadn- um. Tá føroyingar fyrru ferð- ina vóru her niðri, varð dysturin spældur eysturi í Kosice, sum er í Slovakia, og seinnu ferðina varð spælt í Teplice, sum er ein prov- insbýur her í Kekkia. Í báðum førunum vann heimaliðið, og í hvørgum førinum megnaði føroyska liðið at skora mål. Fyrru ferdina vann Kekkoslovak- ia 4-0, eftir at stødan i hålv- leikinum hevði verið 1—0, sum eisini var stødan, inntil tað bara restaðu fimm min- uttir. Í seinna førinum vann Kekkia 2-0, og tað var stød- an longu tá 27 minuttir vóru farnir. Rómur í hevuðsstaðnum Tríggir av kekkisku spæl- arunum, sum hava verið nógv við á landsliðnum, eru ikki tøkir hesa feð, tí teir eru skaddir. Hesir eru Pavel Nedved, Radek Sloncik og Pavel Kuka. Fótbóltsáhugaðu kekkar- nir, sum vit hava tosað við, fjala kortini ikki, at teir eru fullvísir í, at teirra landslið fer at vina í kveld, og teir gleða seg til at vísa fagnaðin fyri landsliðnum. Tað fara teir at gera á Sparta stadion. Tað rúmast ikki fleiri enn 20 túsund áskoðarar kring vøllin, og øll atgongumerk- ini eru langt síðani útseld. Eitt tað størsta stadion í heiminum er í Prag. Tað kallast Strahoc stadion. Tað er uppi ímoti tí, teir kalla Petrín fjallinum. Har eru trý stadion í sama umhvørvi. Føroyska liðið vandi i fyrr- akvøldid å venjingarstadi- on. Størsta stadion av teim- um trimum man vera eitt tad størsta i heiminum, ti har rúmast ikki færri enn 220 túsund fólk. Men tað er langt síðani, at hetta stadion hevur verið karmur um fótbóltslands- dystir. Nú verður tað so at siga ikki brúkt til annað enn framsýningar av ymiskum slagi. Kekkar halda stutt sagt, at karmurin ikki er nóg in- tensur á stadion, sum hevur rennibreytir kring sjálvan fótbóltsvollin, og tí hava teir valt at lata landsliðið spæla á minna stadion, har áskoð- ararnir sita tætt upp at sjálv- um fétbéltsvøllinum, og har rómurin ikki er so lítið á- tókur honum í Sevilla í Spania. Tað er á hesum lítla, intensa og fullsetta stadion, at kekkar í kveld ætla sær at vinna og fegnast um glæsiligu úrslitini í EM und- ankappingini. Einki mál igjøgnum Hjá summum kann tað kanska tykjast í so næsa- djarvt, at kekkarnir opið ásanna, at teir í kveld fara at fegnast um fulla úrtókuna í hesi EM undankappingini, men vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at teir hava hagtølini við sær. Føroyar hava tvær ferðir spælt landsdyst ímóti Kekkoslovakia, og tríggjar ferðir hevur Kekkia verið måtstødulidid. Føroyska liðið hevur hvørja ferð verið við undirlutan, og hóast tað hevur verið spælt í 450 min- uttir í alt, so eiga føroyingar framvegis fyrsta málið til góða. I Føroyum hava úrsl- itini verið sigrar til gestirnar uppá 3-0 í 1993, 2-0 í 1997 og 1-0 í 1998, og — sum sagt — so hava úrslitini á útivolli verið sigrar til vert- irnar uppá 4-0 í 1992 og 2— O i 1997. Tað vil við øðrum orðum siga, at føroyingar eiga framvegis fyrsta málið á, meðan m6tstødulidid hevur skorað tólv mál. jh 27 Lesið eisini ítróttin á www.sosialurin.fo Kekkia er næstovast å styrk- islistanum hjå FIFA. Teir hava vunnið allar dystirnar í undankappingini, og í kvold fara teir at hátíðar- halda, at teir hava spælt seg í endaspælið. — Fyri okkara spælarar er tað ein stór avbjóðing at spæla ímóti einum liði, sum er so gott. Vit eru tað liðið, sum hevur verið tættast við at fáa stig frá teimum. Tað nyttar einki at iðra seg um tað, sum fyriførst, tá teir vóru í Føroyum. Ta ferðina brúkti eg stór orð um mátan, sum teir vunnu uppá, og eg standi framvegis við alt tað, sum eg segði ta ferðina. Ég vóni, at hetta fer at vera við til at seta okkara spælarar eyka upp, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at gangast, sigur Allan Simon- sen, sum sigur seg havav tað álit á sínum monnum, at møguleikin fyri stórtapið er sera lítil. jh Venja lítið og hvila nógv Eftir at hava verði í Bil- lund á vegnum lendi flog- farið við fótbóltslandslið- num um tiggju tíðina mikukvøldid í flog- havnini í Pragh, har tað eisini í gjár var heystar- veður. Í skránni, sum framm- anundan varð kunngjørd, stóð, at landsliðið skuldi venja í gjár og aftur í gjár- kveldið, men venjingin fyrrapartin var av ongum. Í staðin vórðu spælararnir við bussi og hugdi at mið- býnum. Allan Simonsen gjørdi av at avlýsa venjingina, tá tað gjørdi honum greitt, at bussferðin til tjóðar- vøllin har ætlanin var at venja, kundi verða trý korter og kanska ein tíma. Frá onkrum hevði hann fingið at vita, at teinurin kundi koyrast í 20 min- uttir — Tað eri ikki so 6gvu- liga harmur um at tað ikki ber til at venja. Hetta er endin á fótbóltsárinum. Spælararnir eru í góðari venjing, men teir eru troyttir, og tí kemur tað væl við at hvíla nógv og oll fáa viðgerð fyri smá- skaðarnar, sum fleiri dragast við, og so sam- stundis hugsa um stóru uppgåvuna í annadkvøld. Her hevði eg skriva í skránni, at skráin møgu- liga fór at blíva broytt. og í tí lá, at ein venjing møguliga fór at blíva avlýst. Verið í miðbýnum Fyrrapartin í gjár var landsliðshópurin í bussi í Miðbýnum og hugdi at Prag. Og tað vóru ikki bara landsliðsspælarar- nir, sum vóru miðbýnum. Í gamla býarpartinum vóru fleiri føroysk ferða- fólk at síggja til gongu saman við lokalkendum ferðaleiðara. Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðs- nevndini hjá Fótbólts- sambandinum, er sum so mangan áður ferðaleiðari hjá landsliðnum. Hann sígur, at teir vita um 325 føroyingar, sum fara at hyggja at dystinum í ann- aðkveld. Tá landsliðsspælarar- nir á miðdegi í gjár komu aftur á gistingarhúsið, har teir halda til, gekk bara ein lítil løta, so vóru Todi Jónsson, Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen eis- ini har. Teir vóru farnir úr Keypmannahavn tidl- iga fyrrapartin.