týsdagur 12. oktober 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 12. oktober 1999
tíðindablaðið
Tíðindi frå Føroya Arbeidsgevarafelag:
Tollavgreiðsla munandi lættari
Sambært ætlanunum hjá
Toll- og Skatt verður toll
avgreiðslan hjá vinnuni
munandi broytt um eitt gott
ár.
Arbeitt verður við einari
verkætlan, har nýggjasta
tøknin verður tikin i brúk
Tollavgreiðslan skal fram-
yvir fara fram úti á einstøku
virkjunum og tað er inter-
netið, ið ger hetta møguligt.
Elektron er farið undir
kanningar av teknisku møg-
uleikunum og nakrir av
stóru innflytarunum eru
spurdir um mannagongdir
teirra í samband við inn
flutning og tollavgreiðslu.
Sambært fyribils tíðarætl
anini verður miðað ímóti at
hava eina loysn klára um
ársskiftið 2000/2001.
Í fyrsta umfari skal loysn-
in fevna um vinnuligu inn-
flytararnar, men væntandi
kann skipanin víðkast til
eisini at fevna um tollav-
greiðslu hjá vanliga borg
arinum
Vinnan hevur ofta hildið,
at tollavgreiðslan var ov
stirvin og tidarkrevjandi, og
tí hevur nýggja ætlanin ver
ið væl móttikin. Vinnuhúsið
leggur í hesum sambandi
stóran dent á, at stóru inn
flutnings-fyritøkurnar verða
tiknar við í verkætlanina.
Hetta vil tryggja, at samsvar
er millum ætlaninar og ar-
beiðsgongdirnar á virkju
num og at munadugga
loysnir verða funnar fyri
báðar partar
At almennir stovnar í
stórri mun fara at brúka ný
skapandi KT-loysnir kann
hetta eisini verða við til at
skunda undir at Føroyar
gerast eitt framkomi sam
felag á hesum øki, og sam
stundis skunda undir, at vit
fáa eina KT-vinnu, ið hugs
ar um útflutning av KT
loysnum.
Alivinnan ynskir broytingar
í skattalógini
Havbúnaðarfelagið hevur á
fundum við Vinnumálastýr-
ið og Fíggjarmálastýrið víst
á, at skattareglurnar eru
munandi lagaligari í grann-
alondunum, t.d. í Noregi.
Hetta ger, at kappingin ikki
er á jøvnum føti.
I Føroyum verður ali-
vinnan skattað av lagurvirð-
inum, t.v.s av fiskinum sum
svimur í ringunum. Í Noreg
verður bara realisera sola
tikin við í skattligu meting-
arnar.
Hetta er ein óheppin
mannagongd. Virðið av
fiskinum sum svimur í ring
unum kann skjótt broytast
ella í ringasta føri verða
vekk, um álvarsom sjúka
rakar.
Um samanborið verður
við oljuvinnuna, vildi hetta
svarað til, at oljufeløg vóru
sett í skatt út frá reservunum
í undirgrundini — ein mann-
agongd, ið ikki verður brúkt
nakrastaðni, og sum tí eisini
er óhugsandi á føroyskum
oki.
Umframt skattligu trupul
leikarnar viðvíkjandi lagur
virðum, hevur Havbúnaðar
felagið víst á, at aðrar skatt
areglur eru lagaligari í
grannalondunum. Felagið
hevur tí skotið upp at: carry
back reglur koma inn i før
oysku skattalógina á sama
hátt sum í Noregi, t.v.s. at
skattur goldin eitt ár kann í
tvey ár verða goldin felag-
num aftur, um tað vísir seg.
at felagið fær undirskot inn
anfyri hetta tíðarskeið. tíð-
arskeiðið, har hall kann før
ast fram og dragast frå
skattliga úrslitinum, verður
longt upp í 10 ár.
Her er vert at vidmerkja,
at — Endurreisingarneynd
landsstyrisins í áliti sínum i
1994 vísti á hesi viðurskift
ir. Skattalóg okkara tekur í
hesum viðurskiftum stødi í
tí donsku, ið er tillagað
donskum samfelagsviður
skiftum og ikki einum sam-
felag, sum tað føroyska
Bæði ali- og fiskivinnan eru
tengdar at náttúruviðurskift
um og kunnu tí hava stórar
og óvæntaðar broytingar frá
ári til árs. Og hetta eigur
skattalógin at leggja upp
fyri.
Alivinnan ynskir ikki al
menna hjálp, studningsskip
anir ella líknandi, men hin
vegin er ein fyritreyt fyr
vinnuliga menning, at teir
karmar, sum vinnan virkar
undir, eru kappingarforir
við grannalondini
Oljubólkurin hjá Arbeiðs-
gevarafelagnum hevur
síðan fyrst í juli arbeitt
saman við
Oljumålastyrinum og
Vinnumálastýrinum um
vinnuligu ásetingarnar í
samband við 1. útbjóðing-
arumfar á Føroyskum øki.
A kunnandi fundi
týsdagin í farnu viku var
vinnan kunna um
gongdina fram til 1.
útbjóðingarumfarið.
Herálvur Joensen, aðal-
stjóri, kunnaði um útbjóð-
ingarumfarið og manna-
Vinnan kunn-
að um 1. útb-
jodingarumfar
gongdina í hesum sam
bandi, meðan Karin Toft-
egaard kunnaði um tær
treytir, fóroyska vinnan
fær at arbeiða undir
Jan Mortensen umrøddi
skråseting av føroyskum
veitarum i datagrunni, og
tær kanningar sum eru i
gongd å hesum øki
Orðaskiftið eftir fram-
løgurnar vísti, at vinnan
tók fult undir við teimum
vinnukarmum, sum
loyvini til oljuleiting
ætlandi skulu byggja á.
Trygging av
handverksfyritøkum
Trygging av handverks-
fyritøkum er i dag ein ur-
skógur av ymiskum
tryggingum. Til demis
skal ein maskinverkstaður
teknað 15 ymiskar trygg-
ingar fyri at hava tær
neyðugu tryggingarnar.
Hetta er sera ótrygt, tí at
tað lættliga kann koma
fyri, at ein trygging dettur
burtur ímillum.
Føroya > Handverks-
meistarafelag hevur ti í
skrivi heitt á Try ggingar-
felagid Føroyar um at
skipa fyri, at
handverksmeistarar fåa
eina tryggingarskipan,
sum er einføld og lætt at
hava við at gera. Hetta
kundi t.d. verið eitt slag
av pakkatryggingum ella
líknandi. —
soleiðis
Tidindini á hesi síðu er at finna á heimasíðuni hjá
Vinnuhúsinum: www.industry.fo
Tógvhandilin
IGLOO
Sverrisgota 19
Tórshavn
Tlf. 315264
Fax 319623