Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 12. oktober 1999 tíðindablaðið e-mail: eydunØsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf, 31 18 20 - Fax 31 47 20 11 lesið eisini ítróttin á netinum www.sosialurin.fo Todi í altjóða serflokki Landsdystur: FCK maðurin bant alla tíðina tveir mótstøðumenn og var 6- heppin ikki at skora eitt ella fleiri mål Tað eru átta år og triggjar mánaðir, síðani Todi Jóns- son kom á landsliðið fyri fyrstu ferð. Leygarkvoldið spældi hann 37. landsdyst- in, og tað er einki at taka seg aftur í, at eingin føroy- ingur hevur nakrantíð áður verið so eyðsýndur úti á vellinum, sum Todi var hesa ferð. FCK álopsmaðurin, sum hesar síðstu vikurnar hevur verið miðvallari, var ein støðug hóttan fyri kekkisku verjuna. Teir høvdu alla tíð- ina tveir menn á honum, og hvørja einastu ferð, tå Todi fekk fatur á bóltinum — og tad gjørdi hann sera ofta — so tóktist vandi at vera á ferð. — Eg haldi tað vera heilt undarligt, at tríarin hjá teim- um (Suchopárek, blm.) bara fekk eitt gult kort. Ta einu ferðina, tá teir mitt fyri brúktu neyðbremsuna ímóti Toda Jónsson hevði tað ikki verið nakað forgjørt i, at kortið hevdi verið reytt í staðin fyri at vera gult, og so haldi eg avgjørt, at Todi í 2. hálvleiki varð snýttur fyri eitt brotsspark. Hetta var brotpartur av tí, sum Allan Simonsen heyði at siga um spælaran, sum hann metti skaraði framúr, og venjarin tordi næstan ikki at ímynda sær, hvat tað kundi havt verið: Todi hevur ikki marg inalirnar við sær, tá tað snýr seg um at gera mál, og tað er spell. Hevdi hann verið heppin í kvold, so kundi hann havt skorað eitt og tvey og kanska trý mál. Tað heyði farið sum eldur kring Europa, og tað kundi havt bæði eitt og annað við sær. Góða møguleikan at stúta mál, fekk Todi serveraðan, men hinar møguleikarnar skapti hann sær sjálvur, og tað haldi eg var sera væl gjørt, var tað, sum venjarin hevði at siga um álopsessið í Prag, áðrenn venjarin og FCK maðurin saman við Jákupi Mikkelsen fóru úr flogfarinum, tá tað sunnu- náttina millumlendi í Bill- und. Rætti stílurin Todi Jónsson var sum vera man væl nøgdur. Uttanfyri Sparta Praha stadion var tað teir rópa ein miksadur soni ella eitt grátt oki, kunnu vit kanska kalla tað. Har hittust tíðindafólkini og spælarar- nir eftir lokið stríð, og tað var eyðsýnt, hvørjum kekk- isku tíðindamenninir høvdu størstan åhuga at tosa vid. Teir véru sum meyrir rundanum besta spælaran å vøllinum, og teir spurdu ikki bara um avrikið í Prag. Um framtidina visti Todi ikki so nógv at siga teimum, Todi spældi ein rimmar dyst í Kekkia leygarkvøldid. Her hevur hann slitið seg leysan frá kekkisku verjuni og sent eitt skot móti málinum. Tíverri fór bólturin ikki í málið hesaferð men hann staðfesti enn eina ferð, at hann droymir um at spæla fótbólt í Onglandi. — Tað gekk væl hjá øllum liðnum, bæði í verjupart- inum og í álopspartinum. Vit vóru væl skipaðir og ar- beiddu væl fyri hvørjum øðrum. Heldur tú, brotsspark? — Eg merkti væl, at verju- spælarin nart vid beinid, og at tad var so spældi eg uppå tad, men dómarin helt ikki, at tað var brotsspark. Atti tú at havt skorað upp á møguleikarnar? — Eg átti at havt skorað upp á stútaran. At langskot- ið tók tvørtræid og royndin úr vinstru síðu fór eitt sindur við síðuna av handara stólp- anum gerst ikki við. Men nú aftaná iðri eg meg um, at eg í støduni, tá eg haldi, at eg varð snýttur fyri brots- sparkið, ikki royndi meiri at fáa bóltin framvið málverj- anum, sum var langt úti. Hevdi tað eydnast, so hevdi málið verið púra opið, og um tað ikki heyði eydnast, so hevði verið skjótt, at mis- brotið hevði verið so mikið stórt, at tað ikki heyði borið til hjá dómaranum at slopp- ið undan at bríksla. Men hvor skuldi skotið Mynd: Jonhard Hammer brotssparkið ? — Frammanundan var av- talan, at eg skuldi skjóta, um vit fingu brotsspark, var svarið hjá Toda Jónsson, sum segði seg ikki ivast í, at hann hevði tikið av, um møguleikin úr ellivu metr- um hevði verið har. Og tað skilja vit væl, tá havt verður í huga hverjum myndug- leika hann spældi við. jh Áskoðaraplássini voru seld ødrum Landsdystur: Hóast rómurin hjá heimafólkinum var óvanl- iga stórur, so smæddust føroysku viðhaldsfólkini ikki burtur Eina staðni millum trý og fýra hundrað føroyingar vóru kring vøllin i Prag leygarkvøldid. Tey frøddust sjálvandi um stóra undir- haldið inni á vellinum, og á trimum støðum kring vøllin vóru føroysku lítirnir at síggja millum eyðkendu kekkisku merkini. Hýrurin Føroyskir áskoðarar i Prag Mynd: Jonhard Hammer å tætt pakkada åskodara- plåssunum var so góður, sum undirritaði ikki hevur upplivad síðani Holland og Ongland spældu á Wembley í EM endaspælinum í 1996, og tað sigur ikki so lítið. Fyri ein part av føroysku áskoðarunum var tað harm- uligt, at tað var klutur í hjá kekkisku vertunum: — Vit høvdu keyp atgong- umerki, sum FSF hevði fingið frá kekkiska fótbólts- sambandinum, men tá vit vóru komin at sita, vísti tað seg, at kekkarnir eisini høvdu selt setrini til kekk- iskar åskodarar, og tað var keðiligt. Fólk vóru eitt sind- ur upproytt, og tað hevði við sær, at onkur noyddist at standa og onkur sá ikki all- an dystin, visti onkur áskoð- ari at siga, men heildarfat- anin var, at føroyingarnir høvdu havt nakrar framúr góðar dagar í Prag, og løtan á stadion var prikkurin yvir inum. jh