Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. oktober 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ek Á a AA Nr. 196 - 15. OKTOBER 1999 óatkomiligur vegna fátæk- dómi. Í fleiri øldir høvdu kirkjan ella klókir menn og klókar konur hesa vitan, sum er grundað á nógvar royndir. Aftan á fronsku kollvelt- ingina sópaði modernaða læknafrødin so líðani alla hesa vitan til viks við skyn- semi sínum og við vísinda- ligu og eftirkannaðu heili- vág- og skurðviðgerðum sínum. Heilivágur er í dag ídn- aðarframleiðsla, og virkn- aðurin eigur at vera eftir- kannaður og prógvaður. Kortini er eingin sannleiki uttan tillagingar. Nógvir viðgerðarhættir í dag byggja framvegis á royndir frá undanfarnum tíðum, eins og teir alla tíðina verða broyttir, av tí at heilt rætta viðgerðin fyri sjúkurnar er ikki funnin enn. Nýggjar sjúkur koma fram ella bakteriurnar gerast motstøduførar móti kenda heiliváginum og tí má nýggjur finnast. Hjáárin av heilivági er ein vaksandi trupulleiki, medisinið skað- ar vidhvørt meira enn tað gagnar og kanska í ókend- um vavi. Hetta skerjir evna- frødiliga heilivágin. Modernað læknafødi og »heila« menniskjan Modernað læknafrødi hevur gingið sigursgongd um all- an heim - summi halda at hon hevur sigrað seg í hel - við fatanini av menniskjuni sum eitt tól, har hvort brekið verður rættað sær uttan at skeitt verður stórvegis at sálarligu og kropsligu stød- uni annars hjá fólkinum. Mótsettar hesum eru gamlar sjúku- og heilsufat- anir, sum leggja dent á at varðveita eina likamliga javnvág. Eitt nú snýr læran hjá Hippokrates (466-377 f.Kr.) seg um tær fýra lik- amsvæturnar: slím, blóð, gult og svart gall, sum skulu javnviga fyri at forða fyri likamligum og sálarligum fråvikum, við øðrum orðum forða fyri at sjúkur mennast. Nakað tann sama skipan- in er lutvíst varðveitt í Boli- via, har tað er javnvágin millum heitt og kalt talan er um. Allar matvørur eru antin heitar ella kaldar, og tey, sum eta ov nógv av ødr- um fáa ávikavist eina heita elka eina kalda sjúku. Ein partur í sjúkuviðgerð- ini er tí at endurskapa javn- vågina gjøgnum matarhald- 10. Nyggjar sannkenningar Slik holistisk livsfatan er aftur farin at vinna frama um okkara leiðir. Fólk leita til alternativar viðgerðarar og heilivágir, tí at har fáa tey eina frágreiðing um sjúkuna, sum tey skilja, og fáa sjálv ábyrgd av at gerast frísk aftur. Ella tey fáa nýggja vón um leking, har modernaða læknafróðin gevur upp. Heilsumyndugleikarnir stíla fyri herferðum um lívs- stíl, sum leggja dent á at stimbrandi matur, motión og avmarkað tubbaks- og brennivínsnýtsla eru fyri- treytir fyri góðari heilsu. Og fólk broyta vanar sínar. hó- ast tað fyri ein stóran part hevði verið ómakaleysari at livad sum einum lysti og síðani farið til lækna og fingið eina tablett, tá ið okk- urt fór at bila. Hugsanin um menniskjuna sum eitt tól, sum gongur fyri, er ikki 6- nýtilig, men hon hevur víst seg ikki at kunna standa einsamøll. Og kósin broytist spaku- liga. Vistfrødiliga rákið er somuleiðis tekin um, at fólk hava betri umsorgan fyri sær sjálvum. Vit vita íkki hvat pestisid, handilstød, vakstrarfremjarar og gen- manipuleraðir åvøkstir gera við okkum, og tí royna vit at avmarka nýtsluna a teimum. Traditionel og modemað læknafrødi samstarva Vit kunnu spyrja, hví tær báðar skipanirnar ikki ar- beiða saman, annaðhvort við at taka tað besta úr báð- um ella við at bóta um við- gerdarmøguleikarnar = og fyribyrgingina fyri sjúkum. Ein frágreiðing kann vera, at modernaða lækna- frødin er ung í mun til ta traditiónsbundnu og er ti 6- viss og trongskygd mótveg- is alternativum, sum seta spurnartekin vid summar av grundreglunum i modern- aðu læknafrødini. Ein onnur kundi verið, at alternativa læknafrødin dugir ikki ella vil ikki prógva virknaðin av alternativu viðgerðarhætt- unum á vísindaligan hátt. Nú á døgum eru fólk kort- tíðindablaðið SOS) 7 ze Spanskur stilur í Bolivia. Hy gg at fleiri myndum eftir fotografin Branko Ivanek á: GALERIA de la Tierra Mar- avillosa ini farin at skjalprógva hvussu m.a. gingko biloba og ginseng rína við ellisbrek og perikon við tunglyndi (depressión). Í framtíðar samstarvi noyðist náttúru- læknafrødin at fylgja hesi góðu grundreglu, um hon av álvara vil fáa eina samrødu í lag við modernaðu lækna- frødina. Etiskt er tað svik at taka gjald, ofta stórar upphæddir, fyri viðgerð, har árinið ikki er skjalprógvað, eins og flestøll, sum geva alternativar viðgerðir, gera. Í Boliva ber til I Bolivia virka skipanirnar lið um lið, og fólk velja sjálv viðgerðarslag í mun til pengapungin, gongdina í sjúkuni og alt eftir hvussu atkomilig viðgerðin er. Tað nýggja, sum Dialog- os-verkætlanin roynir at seta í verk, er at sameina tær báðar skipanirnar. Í fjar- skotnum fjallabygdum if Andesfjøllunum, har tað ofta eru fleiri dagsferðir á rossabaki ella til gongu til lækna, læra økislæknar - berfótarlæknar - at brúka bæði modernaðan og tradi- tionellan heilvág í fyribyrg- ing og viðgerð. Fyrimunir- nir við traditionella heili- váginum er, at hann er bíl- igur, lættur at fáa hendur á og góðtikin. Hinvegin er modernaði heilivágurin einastandandi við vaccinatiónum og peni- cillini, sum verður brúkt fyri álvarsamar infektiónir og skurdvidgerdir, har tað er neyðugt. Traditionella nátt- årulæknafrødin dugir ikki at svara øllum, men saman við modernadu læknafrødini kann hon i flestu førum av- greida vanligastu heilsu- spurningarnar um infektion í andaleiðini, búkilsku og pínu, barnsburð og skeivt matarhald, sum er vanligt millum fjallabøndur í Boli- Via. Ivasemi hevur gjørt vart við seg bæði hjá náttúru- læknafrødini og modernadu læknafrødini, men vunnið er so líðandi á tí. Fólkið í økinum hevur frá fyrstan tíð sum heild tikid undir við verkæltanini, eina mest av tí at hon hevur umfatað urtaheilivågin og á tann hátt hevur stødi í teirra mentan. Tískil er verkætlanin skillig hjá fólki og er vorðin góð- tikin. Eitt filmslið fer á ferðini at fylgja skeiðinum fyri økislæknarnar, vísa medis- inmannin og økislæknan til arbeidis, visa hvussu lækn- aurtirnar verða heystaðar og gjørdar til urtamedisin og lurta eftir hvat fólkið og læknarnir halda um fyri- munir og vansar hjá verk- ætlanini. Kavin klæðir fjallasíðuna, men tað fjalir ikki yvir tann veruleika at fólk í Bolivia hava brúk fyri hjálp 2 Felagsskapurin Dialogos varð stovnaður í 1993 av fyrrverandi neyðhjálparstarvsfólki við nógvum roynd- um og breiðari fakligari bakgrund. Dialogos er karmur um ynski limanna um sjålvbodnir at arbeiða við menningarætlanum og kunning av glob- alum samanhangum. Felagsskapurin er humanistiskur, er óhedtur av polit- iskum, búskparligum og trúðarligum áhugamálum. Arbeiðið hjá felagsskapinum byggir á trúnna um at øll menniskju er líka og ynski um sama rætt til menning fyri oll. Eisini byggir tað á ásannanina av at fólk við í globalum samstarvi hava menniskjaligar skyldur, sum vit mugu taka støðu til. Endamál: Felagsskapurin ætlar: - at hjálpa fólki í tilafturskomnum londum áv egis í teirra ynskjum um at koma burtur úr fåtækradømi. - at arbeiða fyri demokrati og rættvísum býti av rá- evnum. - at brúka ta stóru nøgd av arbeiðsorku. sum er til taks í felagsskapum, stovnum og virkjum í Danmark. - at arbeiða fyri betri samskipan av sjálvbodna hjálp- ararbeiðarunum hjá limunum í NGO. Fyri at røkka hesum máli vil felagsskapurin: Verkætlanir: Dialogos luttekur í øllum menningararbeiði við at samstarva við tey lokalu í økjunum. Tørvurin á verkætlanum verður orðaður í menning- arlondunum. Saman við móttakarunum er felagsskapurin partur av dialogi við lokalar og nationalar felagsskapar. Dialogos hjålpir samstarvsfeløgum sínum við at finna fígging til verkætlaninar, samstundis sum felags- skapurin hevur løgfrødisliga, fíggjarliga og umsiting- arliga ábyrgd av verkætlanini mótvegis gevarunum Upplýsing: Dialogos vil arbeiða fyri at styrkja teir menniskjaligu felagsskapirnar í samstarvslondunum, gjøgnum verk- ætlanir og við at visa til aðrar felagsskapir í eystri og vestri, við atliti til menning, útbúgving og annað. Størsti denturin verður lagdur á at knýta bond til stjórnir, lokal ráð, embætismenn, menningarfelags- skapir og onnur, sum hava týdning fyri tað virksemi, sum felagsskapurin er partur av Í allar verkætlanir verður innbygd ein skylda at upplýsa og strembað verður eftir at skapa professionelt upplýsingartilfar um menningaraarbeiði. Tað er vitan og royndir frá samstarvsfeløgunum, sum eru grundarlagið undir upplýsingartilfarinum Samskifti: Dialogos samstarvar við feløg, felagsskapir og stovnar í Danmark við tí fyri eyga at fáa menningararbeiði inn í teir donsku felagsskapirnar. Á tann hátt metir Dia- logos seg best kunna tryggja breiddina í verkætlan- ararbeiðinum og upplýsingararbeiðinum. Harumframt vil felagsskapurin arbeiða fyri at skapa eitt breitt forum fyri kjaki og samskipan av arbeiðinum hjá neyðhjálparfelagsskapunum. Fá meiri at vita Hevur tú hug at fáa meira at vita um Dialogos eru móguleikarnir fleiri. Tú kanst antin skriva til: U-landsforeningen DIALOGOS Katinka Hoydal Rudolph Berghs gade 12 2100 København Ø ella vitja inn á heimasíðuna, sum eitur: www.dialogos.dk Her kanst tú eisini lesa ferdafråsøgn Heina frá ferðini í Bolivia. 1