leygardagur 16. oktober 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
skulu hava
tað gott
síða 6 og 7
ø
Leygardagur 16. oktober 1999
Suðuroyggin hevur-fingið listaskåla, Gallarí
Oyggin. Stigtakarin, Palle Julsgart á
Tvøroyri, leggur dent á, at skálin er fyri alla
oynna. Hann er áhugaður í list og málar og
evnar sjálvur myndir úr træi og jarni
Dagfinn Olsen
Hóast talan í veruleikanum er
um sethus, so kann ein ivast.
Longu, tå ein koyrir framvið,
leggur ein staðið til merkis, tí so
nógv er, ið eyguni hava hug at
festa seg við. At trína innar í
aldingarðin er sum at koma í
annan heim
Palle Julsgart á Tvøroyri
hevur latið upp listaskåla,
Gallari Oyggin
Børnini eru farin út og eg
hevði ríkiligt av plássi, so eg
hugsaði, hví ikki?, sigur Palle,
ið er listahugaður og sjálvur
skapar bæði málningalist og
standmyndir úr rekaviði og
jarni.
Flestu kommunurnar í oynni
hava stuðlað ætlanini um
listaskálan. Palle leggur eisini
dent á, at hansara hugsan er, at
oyggin eigur at standa sum eitt
og Gallarí Oyggin er fyri alla
oynna.
I løtuni er sýning við danskari
og íslendskari list og hetta er
fingið í lag í samstarvi við
Norðurlandahúsið, ið eisini sær
sum sína uppgávu at menna
mentan og list úti á bygdunum.
Palle fegnast um samstarvið, tí
eitt av endamálum hansara er
júst at fjálga um og menna
listina á staðnum.
ólk vitja innar úr allari oynni
og hava tikið væl ímóti nýgga
skálanum
alle hevur ætlanir um at fáa
føroysk listafólk at sýna fram
Eisini er hann farin undir
stuttligt og áhugavert tiltak við
børnum. Børn í barnagarðinum á
Tvøroyri hava frå kommununi
fingið máliplátu. Tey sleppa so
frítt at mála á hesa og verður so
ein sýning í Gallarí Oynni nakað
undan jólum. Foreldrini kunnu
so fáa málningar og møguliga
fara tey eisini at kjósa bestu
myndina.
Palle hevur ætlanir um at
hugna meira um uttanfyri, so
gjørligt verður at seta seg út við
einum kaffimunni at njóta tær
mongu standmyndirnar og
Undir trappuni er
fast plåss til
tonleikaframførslur,
ið t.d. eru til
fernisering. Tunnan
er frá tíðini, tá fólk
fluttu inn vín sjálvi
og tappaðu. Palli
helt hana hóska væl
og hon hugnar um
Palle Julsgart hevur latið upp listaskála á Tveroyri. At trína innar í aldingarðin er sum at koma í
annan heim. - Børnini eru farin út og eg hevði ríkiligt av plássi, so eg hugsaði, hví ikki?, sigur
Palle um hugskotið til Gallarí Oyggin
veðrið, tá tað er til vildar.
Palle undirvísir á kvøldskula
og hevur fingið dygga hjálp frá
næmingum at gera nýggja
skálan. Palle hevur luttikið
dúgliga i listalivinum og síðani
1973 hevur hann luttikið og
verið við at sett upp
jOansøkuframsyningar.
Gallarí Oyggin hevur opið
týsdag til hósdag frá klokkan
16:00 til 19.00. Leygardag er
opið frá klokkan 14:00 til 18:00.
Myndir:
Dagfinn Olsen
Palle Julsgart við
nakrar av sínum
egnu málningum.
Umframt at mála
evnar hann eisini úr
rekaviði og jarni