Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. oktober 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

meini tað Rakel Helmsdal, rithevundur. skrivar: Tankaeksperiment Fyri einum mánað síðani var eg á sjónleikarastevnu hjá MáF. Tað fyrsta, sum fór fram á hesi stevnu, var eim sera åhugaverdur pallbordsfundur, sum tíverri Ikki var opin fyri almenninginum og fjølmiðlunum. i man varð nógv tosað um sjónleik á hesum og nógv áhugaverd sjónarmið vórðu løgd tað. sum hevur mín áhuga í hesum føri, orð ein góður maður úr Fuglafiðri kom eru nokur í . at hvønn morgun, tá hann fór Iraði hann norska útvarpið. og har var tíð- igurin býttur upp á hendan hátt: fyrst 10 gum tíðindum um politikk og kata- strofur, síðani 10 min. av ítróttartíðindum. og síðani ) min. av mentanartíðindum. Tanki hansara við at tortelja okkum hetta, var sjálvandi hesin: Um tú skalt skapa áhuga fyri nøkrum, so noyðist tú at upplýsa um tað, og upplýsir tú t.d. meira um mentan enn um nakað annað, ja, so er stórri tjansur fyri, at folk sum heild fáa stórri áhuga fyri mentan enn fyri nøkrum øðrum. Ja, og er tað, sum í okkara fori. ítróttur. tíðindaflutningurin leggur størst dent á. ja. so er tað ítrótturin, sum flest fólk ganga upp í. Nú er tað ikki. tí eg (enn einaferð) ætli at leggja eftir ítróttinum, - tað er jú onki galið við ítrótti. Tað er heldur tíðindaflutninginum og raðfestingini, eg hugsi um. Taka vit t.d. útvarpið, ja, so er hvønn dag á døgurda ein fastur táttur um ítrótt. sum ofta varir líka leingi, ja, onkuntíð longri enn øll hini tíðindini, ið eru politikkur, katastrofur og mentan og alt hitt tilsamans. Prosentparturin av mentanartíðindum kann næstan mátast í promillum. Tað sama ger seg runt roknað galdandi fyri bæði blød og sjónvarp. Blødini hava kanska eitt sindur hægri prosentbyti, sjónvarpið helst eitt sindur minni, men fakta er, at mentanin ikki rættiliga hevur nakað „seluvirði“ í tidindahøpi. Og tað er neyðugt at undirstrika, at av øllum, sum fjølmiðlarnir koma við, er tað tíðinda- flutningurin, sum hevur størst ávirkan á fólk. Ja, nú eru tað nokk meira enn ein, sum sigur, at eru tað so fá mentanartíðindi, so er tað tí, at tað er so lítið, sum hendir á hasum gkinum. Men soleiðis er tað bara ikki. Tað hendir ein rúgva., hóast tíðindi um tað ikki koma fram. Og her er tað so, at vit koma til mítt tankaexperiment: Latum okkum nú siga, at fjølmiðlarnir frá t.d. 1. januar ár 2000 avgjørdu, at nú skal tíðin/plássið í tíðindunum býtast demokratiskt millum vanlig tíð- indi, mentan og ítrótt. t.d. 10 min. í part hvørja ferð. Sjálvandi noyðast fjølmiðlarnir at gera meira uppsøkjandi arbeiði viðvíkjandi mentanini. Tey noyðast at fortelja um tær bøkurnar sum koma út eitt sindur meira enn bara ein setning og hvussu nógvar blaðsíður, hon er. Tey fara t.d. at vera noydd at senda brot úr konsertum, líkasum brot úr fót- boltsdystum. Tey mugu verða líka áhugað í fram- sýningini hjá N.N., sum í at N.N. hevur skorað móti tí og tí. Men tað skuldi álvaratos ikki verið 6møguligt. Tað, sum so vildi verið áhugavert at sæð, var úrslitið av hesum í longdini. Mín teori er, at smátt um smátt vildu fólk byrja at ganga til sjónleik aftur, konsert- salir og framsyningarhøli vildu verið á tremur, út- lánið á békasøvnum og sølan í békhandlum vildi vaksið, og ikki bara fyri endurminningar og bygda- søgurnar, og kvoldskúlaskeiðini vildu verið yvir- teknað. Kanska vildi tað tikið eina tíð, men eg ivist ikki eina løtu i, at tað hevði gjørt mun. Við áhuga skapar tú áhuga. Enn eru vit so íkki komin til 1. januar ár 2000, men man hevur væl loyvi at droyma Nr. 197 — 16. oktober 1999 Donsk sjónvarpsrýð í stríð við lógina - Lógin bannar, at felagsskapir, politiskir flokkar og onnur stuðla framleiðslu av sendingum, sum verða sendar í DR og TV2, sigur Elisabeth Gerner Nielsen, mentamálaráðharri, ið tí ikki vil loyva TV2 at senda ein stóra sjónvarpsróð um donsku arbeidararørsluna Turið Kjølbro Danski mentamálaráðharrin Elisabeth Gerner Nielsen hevur noktað sjónvarps-rás- ini TV2 at senda eina sjón- varpsroð í átta pørtum um donsku arbeidararørsluna í 100 ár. Rødin er gjørd í sambandi við 100 ára fød- ingardagin hjá LO síðsta år, skrivar Politiken. LO hevur stuðlað framleiðlsuni av rødini við átta miliónum krónum. - Tað er ikki rætt, at mentamálaráðharrin hevur noktað TV2 at senda sjón- varpsrødina, sigur Elisabeth Gerner Nielsen í einum tíð- indaskrivi dagfest 7. okt. - Tað er lógin, ið bannar. at arbeiðarafelagsskapir, fakfeløg, politiskir flokkar og átrúnaðarligir felags- skapir stuðla framleiðslu av sendingum, sum verða sendar í DR og TV2. Tá id sendingin ikki verður send, er tað bert ti, at TV2 ikki heldur lógina. Trong tulking? Málið er hálvt annað ára Elisabeth Gerner Nielsen, danskur mentamálaráðharri gamalt. Tá vendi stjórin á rásini Jørgen Pedersen sær til mentamálaráðið fyri at vita, um møguleiki var fyri at broyta lógina, soleiðis at umrødda sendirød verður send. - Hóast mær persónliga dámar væl hesa verkætlan- ina, kann eg ikki gera nak- að. Orsøkin er ikki ein trong tulking av lógini, tí lógin er einføld og møguleikar eru ikki at tulka lógina ødrvisi. Harumframt er tað rætt, at eg til fánýtis havi roynt at fingið politiskar orðférarar at broyta lógina, og tað haldi eg fram við í sam- bandi við komandi samráð- ingar við fjølmidlarnar. - Eisini er tað skeivt, tá ið Jørgen Pedersen sigur við Politiken, at sama krav er ikki til dokumentarsending- ar, ið eru keyptar úr útland- inum. Just somu krøv verða sett útlendskum sendingum, og tað hevði tí eisini verið í stríð við lógina, um DR og TV2 sendu sendingar, sum pávin ella mafían høvdu sponsorerað. Danir og føroyingar svíkja, meðan íslendingar duga Public-service rásirnar í Danmark og Føroyum megna ikki at gera nóg gott sjónvarpstilfar til ungdómin, men kanska áttu vit at kagað til Íslands, tí har hava tey eitt gott hugskot Turið Kjølbro Almennu public service loftmiðlarnir í Danmark svíkja tey ungu, halda danskir fólkatingspolitikar- ar. Tað gera føroysku loft- miðlarnir so sanniliga eis- ini, í øllum fórum SvF, so bert sendir útlendskt tilfar til henda aldursbólkin. Í stríðnum fyri at fáa stórri hyggjaratøl, hava DR og TV2 valt at latid vera vid at framleiða sjónvarpssend- ingar til tey ungu sum ser- ligan málbólk. Men um rás- irnar framhaldandi skulu fáa statsstuðul, má henda kósin broytast, krevja fleiri politiskir flokkar, sum hótta við, at gongdin kann fáa av- leiðingar, skrivar Politiken. - At vera ein public-ser- vice stóð merkir eisini at hava eina ábyrgd av at senda gott tilfar til tey ungu, sum elvir til kjak, sum skap- ar hugburð og sum er upp- lýsandi. Tí er ikki nóg mikið at senda lættisoppasending- ar, amerikanskar rødir og flatt undirhald, sigur Brian Mikkelsen frå Konservativa flokkinum. - Råsirnar skulu senda ymiskar sendingar fyri allar aldursbólkar. Duga tær ikki tað, eigur málið at verða tikið upp á komandi miðla- samráðingunum, og tá eigur at verða gjørt vart við, at ungdómssendingar skulu hava innihald, kjak, undir- hald og upplýsing, sigur Aage Frandsen, ordførari fyri SF í miðlamálum. Fyrr savnaðu væl umtókt- ar ungdómssendingar á DR! millum 400.000 og 600.000 ung framman fyri skíggjan. Eftir at hesar vórðu fluttar til DR2 fall hyggjaratalið niður á 20.000 - 30.000. Jórgen Ramskov í stjórnini á Danmark Radio, ásannar, at rásin hevur ikki gjørt nóg mikið við ung- dómssendingarnar. Nú miðjar DR2 ímóti at seta á stovn eina nýggja ungdóms- deild fyri at fáa fleiri hyggj- arar. Men Ramskov vísir samstundis á, at hyggjara- gjaldið ikki er nóg mikið til at nøkta allan tørv fyri oll alla tíðina. Íslendingar duga! Íslendska public-service rásin RUV hevur sett á stovn eitt netstað fyri børn, kallað „Vitinn“, skriva Daily News from Iceland. Endamálið er at skapa eitt alternativ fyri børn, ið bygg- ir á íslendska málið. Ein út- varpssending, eisini kallað ÉT „Vitinn“ verður send hvønn dag kl. 19.00 å Radio 1, og innihaldid i sendingini er i samstarvi við tilboðið á net- staðnum. , Børn um alt Island, og islendsk børn, sum búgva uttan fyri Island, skulu siga frá tíðindum fyri útvarps- sendingina og netstaðið. Henda verkætlanin verður gjøgnumførd í samstarvi við teldufrálæruna í skúlun- um kring landið, og hverja viku verður ein skúlaflokk- ur valdur út at gera tilfar til útvarpssendingarnar. Stigið frá RUV er komið, nú alt færri sjónvarpssend- ingar á íslendskum máli verða gjørdar, og meðan alt fleiri flokkast um internetið, har stórt sæð alt tilfar er á enskum, skrivar Daily News from Iceland. Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2'aran: turid&sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller. Blaðstjórn: Turið Kjølbro. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin.