leygardagur 16. oktober 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 197 — 16. oktober 1999
2
F e } oe >”? Q &
Jóannes Patursson og familja hansara taka nú yvir gardin í Kirkjubø eftir seytjan ættarlið. Hetta metir hann sum eina
stóra og spennandi avbjóðing
John Johannessen
Í heili seytjan ættarlið hevur
Patursson ættin rátt fyri borgum
á stóra kongsgarðinum í
Kirkjubø. Garðinum, id hevur
havt størsta søguliga leiklutin av
øllum gørdunum i Føroyum.
Hóast Sólvá og Páll Patursson,
ið hava rátt á garðinum tey
seinastu mongu árini, ikki enn
eru vorðin gomul, hava tey
avgjørt at lata ábyrgdina av
garðinum í hendurnar á syni
teirra, Jóannes Paturssyni.
Yvirtøkan er góðkend av Jarðar-
ráðnum, skjalið er undirskrivað
og er í løtuni til tinglýsingar.
Men hóast hetta, verður sjálv
yvirtøkan innanhysis ikki framd
i verki fyrr enn eftir nyggjår.
Lítil broyting
Hóast yvirtøkuna, kunnu ikki
væntast tær heilt stóru
broytingarnar á garðinum í
Kirkjubø. Hildið verður fram at
reka landbúnað. samstundis,
sum garðurin eisini
framhaldandi fer at hýsa
kendum og minni kendum,
føroyskum og útlendskum
gestum til veitsludøgurdar í
roykstovuni. Eisini halda
vanligu, dagligu rundferðirnar
og frågreidingarnar å gardinum
fram, sum áður.
Broytingin í sjálvum sær
verður bert, at Jóannes nú fær
ábygdina fyri neytunum og
seyðinum, meðan foreldur
hansara framhaldandi verða
búgvandi á garðinum og
framhaldandi vera ambassadørar
fyri Føroyar og føroysku
ferðavinnuna.
Tað, at Jóannes yvirtekur
garðin, fer tó kanska eisini at
hava ta broyting við sær, at
eldru bóndahjúnini í Kirkjubø
fara at gera meira við
ferðavinnuna og at umboða
Føroyar. Hetta fer nú at verða
høvudsstarv teirra, og ikki bert
eitt síðustarv til landbúnaðin,
eins og tað áður hevur verið.
Góðar fortreytir
Fortreytirnar hjá Jóannesi
Paturssyni fyri at taka yvir garð-
in eru góðar. Hann hevur, eins
og fimm ættarlið undan honum.
gingið á kenda landbúnaðar-
skúlanum Stent í Noregi, og
hartil hevur hann eisini starvast
á bóndagarði í Australia í eitt ár.
Av tí, at Patursson ættin er so
kend á høgt virda skúlanum í
Noregi, var tað skúlin, ið heitti á
Jóannes um at koma til Noregs
at ganga í skúla og ikki øvut.
Tað bar soleiðis á, at umboð fyri
Stent eitt árið vitjaði hjá
bóndahjúnunum í Kirkjubø, og
stutt eftir, at hesin var farin aftur
til Noregs, kom bræv frá
skúlanum, har Jóannesi varð
boðið pláss.
Síðani Jóannes var liðugur við
skúlan, hevur hann hjálpt til á
garðinum hjá foreldrunum, eins
og hann hevur gjørt gjøgnum
uppvøksturin. So hevur nakar
holla vitan innan føroyskan
landbúnað og landbúnað sum
heild, er tað Jóannes.
Krúnprinsurin
Jóannes er samdur í, at tå garð-
urin í Kirkjubø gjøgnum so
langa tíð hevur verið í somu ætt,
kennist tað sum ein skylda at
skula yvirtaka garðin. Jóannes
kann sigast at hava verið
krúnprinsurin til kongaríkið í
Kirkjubø - hóast hann í sínum
lítilætni ikki tekur undir við so
stórfingnari lýsing.
Men Jóannes hevur aldri kent
tað, sum at foreldrini hava
trokað á, fyri at fáa hann at hava
áhuga fyri garðinum við tí fyri
eyga, at hann einaferð skuldi
yvirtaka hann. Tvørturim6ti
hava tey stuðlað honum í at
ment seg á mongum gðrum
økjum umframt landbiinadarøki-
num, og hetta er hann glaður
fyri.
Jóannes viðgongur, at hann
ikki altíð hevur hildið
landbúnaðin og bóndalívið vera
serliga spennandi. Hann hevði
áhuga fyri hesum sum barn, men
eitt tíðarskeið í uppvøkstrinum
hvarv hesin áhugi. Men sam-
stundis er Jóannes skjótur at vísa
á, at so hvørt hann eldist, kom
áhugin aftur, og í dag metir hann
bóndastarvið sum eitt mennandi
og krevjandi strav, ið ikki bert
gongur út uppá at fóðra, mjólka,
sópa, hoyggja og slakta.
Bóndalívið inniheldur so nógv
annað. At vera bóndi á einum so
stórum garði, sum tí i Kirkjubø,
kann metast sum at vera stjóri á
egnum virki. Jóannes skal leggja
framtíðarætlanir fyri, hvussu
garðurin skal mennast, ansast
skal eftir pengakassanum og so
fram vegis. Jú, Jóannes og kona
hansara síggja stórar
avbjóðingar í at yvirtaka
søguliga garðin í Kirkjubø.
Virðir tað gamla
Sum øllum kunnugt, er bónda-
garðurin í Kirkjubø ein ógvuliga
gamal og søguligur
bóndagarður. Húsini, har Sólvá
og Páll búgva, eru tey elstu
húsini í landinum, sum fólk býr
í. Tískil hava húsini eins og
gamla kirkjan, Múrurin og sjál
bygdin eina ríka søgu.
Hesa søgu hevur Jóannes
ógvuliga stóra virðing fyri, og
sær hann tað sum eina stóra
uppgávu at seta seg væl og
virðiliga inn í søguna, nú hann
yvirtekur garðin.
Men landbúnaðurin er í
menning — eisini tøkniliga. Og
sjálvsagt hevur ungi bóndin
hugsjónir um at menna garðin
eftir nýggjum hættum innan
landbúnaðin. Men alt verður
gjørt við stórari virðing fyri tí
gamla. Jóannes fer ikki at broyta
bara fyri at broyta. Hann heldur.
at ansast skal væl eftir at broyta
nakað. ið hevur gingið so væl so
leingi. Í skemti sigur hann í
hesum sambandi, at um hann
ikki røkir arbeiðið nóg væl,
kann væntast, at seytjan ættarlið
fara at spøkja eftir honum.
Politikarar mugu syna vilja
Jóannes Patursson er sannførdur
um, at Føroyar kunnu gerast
sjålvbjargnar vid øllum
landbúnaðarvørum. um
politikararnir sýna eitt sindur av
vilja fyri at stuða
landbúnaðinum. Higartil heldur
hann ikki, at hesin vilji hevur
verið til staðar.
Men Jóannes sær bjart upp á
framtíðina. Hann vísir á, at
millum annað sláturvirkið hjá
MBM í Hósvík hevur gjørt tað
lættari at vera bóndi.
Kona Jóannes er gartnari, og
hevur tískil eisini kunnleika til
landbúnaðin, og sær Jóannes
hana sum ein dyggan stuðul, nú
garðurin verður yvirtikin.
Sosialurin ynskir Jóannesi og
konuni góða eydnu við
garðinum. Sum skilst er enn eitt
ættarlið væl á veg.