mikudagur 20. oktober 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 20. oktober 1999
tíðindablaðið
9
T&S virðir ikki rættartrygd borgaranna
Toll- og Skattstova Fóroya setir rættartrygdina hjá borgarunum í stóran
vanda. Meðan feilur T & S tilgóðar, kann rættast við eini telefonsamrødu, má
stevnast eftir at rætta ein feil, borgaranum tilgóðar!“
Fyri nøkrum árum síðan
varnaðist ein bilsøla, at
roknifeilur var gjørdur, so-
leiðis, at ov lítið var goldið
í mvg-gjaldi. Feilurin blei
fráboðaður T & S við eini
telefonsamrødu, rættadur
og ein gjaldsavtala bleiv
gjørd av íkomnu skuldini.
Nakað seinni varnaðist
sama bilsøla aftur roknifeil,
soleiðis av ov nógv var
goldið í skrásetingar- og
mvg-gjaldi fyri sólu av
nýggjum bilum í einum
ávísum tíðarskeið. Feilurin
bleiv fráboðaður T & S við
telefonsamrødu, men hesu-
ferð var hetta ikki nóg mik
ið! Tvorturímóti segði máls-
viðgerðin hjá T & S bein-
leiðis, at bilsølan skuldi so
aldri fáa peningin góðskriv-
aðan!
Vil ikki rætta roknifeil
Ein fundur var við stjóran á
T & S, men hetta var heldur
ikki nóg mikið. Síðan var
aftur fundur hildin millum
stjóran, = málsviðgerðan,
eftirlitsmannin og uttanhýs-
is sakføraran hjá T & S og
nevndarformannin, stjóran,
sakføraran og grannskodar-
an hjå bilsøluni, men hetta
var heldur ikki nóg mikið!
T & S vildi ikki rætta feilin!
Onki annað var ti at gera,
enn at stevna T & S eftir at
rætta roknifeilin. Men hvat
hendir nú: T & S svarar ikki
stevningini við nøkrum
svarriti, soleiðis sum rætt-
arproceduran er. 7 mánaðir
eftir, at stevningin var latin
Føroya Rætti, var onki svar-
rit komið frå T & S.
Imeðan hendir tó tað, at
uttanhýsis sakførarin hjá T
& S fær starv á T & S og
verður hetta tí nýggjur utt-
anhýsis sakførari valdur.
Hesin mælir T & S at gera
rættarsemju við bilsøluna.
Hetta hendir og bilsølan
skuldi sambært rættarsem)-
uni fáa góðskrivað tað, hon
heyði kravt fyri mvg- og
skrásetingargjald, umframt
ajourførdar rentur.
Roknar rentu av eini
skuld, sum ikki er til
Rentuupphæddin skuldi
roknast út av pørtunum í
felag. Bilsølan var nevniliga
skuldskrivað fyri rentu av
áðurneyndu = mvg-skuld
(sum í veruleikanum ikki
var til). Men higartil hevur
T & S bert vilja góðskrivað
rentu av tí upphædd, sum
stavar frá ov nóg roknaðari
mvg-skuld og ikki av ov
nógv goldnum skráseting-
argjaldi. Ella við øðrum
orðum: T & S skuldskrivar
og roknar rentu å eini konto
og góðskrivar og roknar
ikki rentu á eini aðrari
konto! Bilsølan má tí aftur
stevna T & S
Setir rættartrygd
borgaranna til síðis
T & S setir soleiðis rættar
trygdina mótvegis borgar
anum (í hesum føri eini bil
sølu) til síðis, við at:
I. TÆS ikki vil rætta feil,
borgaranum tilgóðar, með
an feilur T & S tilgóðar
verður ættaður uttan drål.
2. Málsviðgerðin hjá T &
S beinleiðis ger seg til part
í málinum við tí endamáli,
at borgarin ikki skal fáa sín
sjálvsagda rætt.
3. T & S dregur málið út
vid ikki at senda Føroya
Rætti svarrit.
4. T & S virðir ikki eina
rættarsemju, borgaranum
tilgóða.
S. T & S roknar rentu av
eini skuld, sum ikki er til.
Við landsins lógum kann T
7"
& S so koyra borgaran å
husagang, um hann ikki
rindar.
Kann T & S gera hetta
mótvegis eini bilsølu, kann
hon eisini gera tað mótvegis
einum og hvørjum borgara,
og ikki allir borgarar hava
orku at fara í rættin við T &
S fyri at fáa sín sjálvsagda
rætt.
Hetta verður skrivað, fyri
at vísa landsins myndug-
leikum á, í hvussu stórum
vanda borgarin er mótvegis
Toll- og Skattstovu Føroya.
Nøvn eru iki nevnd her,
men eru send løgmanni og
landsstýrismanninum í
fíggjarmálum beinleiðis.
Johan Petersen
Norðstreymoyar
Javnaðarfelag 25 ár
18. oktober 1974 tóku javn-
aðarfók í Norðstreymi seg
saman at stovna felag fyri
øll javnaðaráhugað í øki-
num. Á stovnandi fundinum
vóru nógv fólk samankomin
og høvdu stovnarnir fingið
tingmenn at umrøda við-
komandi mál.
I 25 ára tidarskeidinum
hjá felagnum hevur eitt av
aðalmálinum verið, at fing-
ið fólk inn á ting. Sum tað
ofta er í politikki, er alt sera
Óvist og ikki sørt spennandi.
Skiftandi politiskt rák ella
hepni ímillum teir stóru
flokkarnar = Norðstreymi
hevur verið avgerandi fyri,
hvør hevur fingið mannin
inn á ting. Hans Pauli Strøm
umboðar í løtuni Javnaðar-
flokkin í Norðstreymi.
Tummas Arabo hevur í
tveimum setum umboðað
felagið á tingi. Seinru
setuna var Tummas lands-
stýrismaður i fiskivinnu-
málum, og næsti maður
hansara sat tá á tingi.
Tummas Arabo er í løtuni
formaður í felagnum.
Tey málini sum hava upp-
tikið nevndararbeidi eina-
mest, eru fiskivinnumål,
pensiónir, = almannamál,
skúlamál (fiskivinnuskúlin)
og ikki minst vinnumál fyri
Norðstreym.
Øll hesi 25 árini hava
Javnaðarfólk eisini víst seg
í kommunalpolitikki í
Norðstreymi, summi meir
frammmi enn onnur, og
hetta er besta prógvi um, at
felagið hevur duga at víst
á, at javnaðarhugsjónin er
hin rætta.
Í nevndini hesi 25 árini
hava sitið og sita:
Hans Magnussen, Tjørn-
uvik, Hanus Joensen, Koll-
afjørdur, Gunnar Joensen,
Hvalvik, Valdemar Dam,
Kvivik, Heini Johansen,
Vestmanna, Eirikur Samu-
elsen, Vik, Søren Djurhuus,
Hósvík, Poul Grunnveit,
Vik, Petur Miiller, Kvívík,
Steintór Djurhuus, Hósvík,
Steinbjørn Magnussen,
Tjørnuvik, Heðin Hansen,
Kollafjørður, Jógvan Páll
Johansen, Vík, Grækaris
Magnussen, Hvalvík, Jast-
rid Toftum, Vestmanna,
Birgir W. Høgnesen, Vest-
manna, Petur Ove Petersen,
Kollafjørður, Súsanna
Holm, Kvívík, Dánjal Joen-
sen, Kollafjørður, Jógvan
Mørkøre, Hósvík, Kim Dur-
huus, Hósvík, Kristian
Samuelsen, Vik, Mary
Gaard, Vestmanna, Oli
Birgir W. Høgnesen
Hans Olsen, Streymnes,
Ami Mortensen, Skælingur,
Niels Petersen, Hvalvik,
Hjørleif Hansen, Tjørnuvik,
Tummas Arabo, Signabøur.
Felagið hevur altíð haft
ein virknan lut í kjakinum
innan Føroya Javnaðar-
flokk. Við vón um, at fel-
agið framvegis fer at hava
henda virkna lut í flokki-
num, fari eg at ynskja fel-
agnum til lukku við degnum
18. oktober 1999
B W Hegnesen
Fiskivinnan
Tað er ógvuliga hugstoytt at
hoyra løgtings og landsstý-
rismenn tosa um rokfiskarí
undir umrødu av hvítubók,
tá allur útróðrarflotin liggur
í andaleypi, og ikki hevur
dripið livandi síðani tíðliga
í vár. Ikki er stórt frægari
við linuskipunum, tey sum
fyri bert einum ári síðani á
hvørjum einasta túri komu
inn við fullari last, nú bert
fáa ímillum 50-60.000 pund
hvønn túr. Nú vit eru farin
um hálvan oktober, sær enn
einki frægari út við línuni.
Teir smærri útróðrarbátarnir
hava sett línu vestanfyri, og
liggja teir ímillum 25-50
pund uppá stampin, snellu-
bátarnir liggja um 200-300
pund fyri datin, um væl vil
til.: Summar dagar er so lít-
ið, at teir ikki avreiða.
Hetta er veruleikin, og tað
er nógv fyri at hoyra, at teir
menn ið stýra skulu, ikki
fylgja so frætt við, hvussu
gongur í okkara høvuds-
vinnu. So vakni tit, úr tykk-
ara fullveldisrúsi, tí rokfisk-
aríi, sum var fyri tveimum
árum síðani, er ikki meira.
Og um ikki broyting kemur
í heilt skjótt, er næsta krepp-
an í fiskivinnuni ikki so
langt vekk.
Dánial A. Hansen
útróðrarmaður
Sjónvarpskokkarnir Benny
) í fyrstu sendingini mának
VI
Sending nr. Í
I. Skansasúpan
2. Lambsryggur við grónmetissauté o
eplapannukóku
3. Lambstjógv í reydvinslaka
Skansasúpan
Hetta skalt tú brúka:
1.5 kg av lambsbeinum/fráskornum
150 gr. av gularótum
150 gr. av leyki
150 gr. av selleri
3 l av vatni
150 gr. av kókaðum linsum
200 gr. av kókaðum lambsskjøti i strimlum
Evt. 100 gr. av rót
100 gr. av purrum
Lambssós
Hetta skalt tú brúka:
0,5 1. av lambskjøtsodi
100 gr. av gularótum
100 gr. av leyki
100 gr. av selleri
50 gr. av smøri
Evt. Balsamico
Lambsryggur fyltur vid kjøtdeiggi
Hetta skalt tú brúka:
ein lambsrygg
250 gr. av lambskjøti í bitum til kjøtdeigg
I spsk. tomatpuré
0,25 |. av róma
evt. Rosmarin ella annad krydd
Lambstjógv i reyðvínslaka
Hetta skalt tú brúka:
0,5 fløsku av reyðvíni
2 laurberjablød
rosmarin
pipar
Lesið eisini Sosialin
å Internetinum
www.Sosialurin.fo
pg Guðmund
vøldid
Mynd: Jens Kristian Vang
Okkara kokkar
(Lambssúpan)