hósdagur 21. oktober 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 21. oktober 1999
tíðindablaðið
fólk í báðar ættir. Skúli var
eisini hildin í hesum húsi,
sum Lovisa so meistarliga
sigur frá á síðu 211.
Tá ið nortið verður við
hetta hús, gert tú beinanveg-
in góður við hesa lon. Hús-
ini hava verið sum í ævin-
týrunum. Ikki vuksu pann-
ukøkur á tekjuni, men hjálp-
irøtur. Røkiskapur hevur
verið í ættini, so tað battar,
men harmiligt er, at hesi hus
hoknadu og onnur vid å
Hellunum. Søgan er eitt,
men er ikki stein oman å
annan, er søgan einans til
sjæls í orðum. Soleiðis hev-
ur tað verið nógvastaðni
kring oyggjarnar, at gomul
hús eru avdankað, og tað er
stórt spell. Eini hús hava sál.
Eins og ein bygd er ein sál
Hús, fólk, fæ og fenaður
hoyra saman. Men tað er
kanska býtt at taka so til
orðanna, tí fólk siga, at tað
er „útviklingurin,“ sum
krevur, at so skal verða, at
hús verða rivin niður. Hann
náði meg, tað hava vit sæð,
hvussu hús máttu lútað aðr-
astaðni, ja, gongdin tók
heilar býlingar við sær og
legði teir undir heilt.. Í
mongum fóri var hetta 6-
neyðugt.
Ættarsega hjá
teimum, sum vara av
Børnini hjá Johannu og Jó-
annesi vóru Jákup Martin,
Oliva ( Liva) og Jens
Christjan. Faðir tosaði altíð
um hvussu væl í tey dugdu,
serliga at rokna. Jákup
Martin var ein sannur rokn-
imeistari. Tað minnast vit,
frá tí tíðini hann hevði
handil í Fuglafirði. Sum
skrivað er í bókini, er Jens
Christjan tann fyrsti, ið
grivin verður í nýggja kirkj-
ugarðin í Fuglafirði.(d. 2.
des. 1928 ) einasn 22 ára
gamal. Jens Christjan skuldi
niður við „Silver Lining“
hjá Jústenes Ejdesgaard úr
Oyndarfirði, men gjørdist
sjúkur. Hann fekk mesling-
arnar og var komin upp-
aftur, men legðist aftur við
lungnabruna og doyði. Fað-
ir fór so við ístaðin. Mynstr-
að varð 28. okt 1928.
Fjúrtan dagar vardi ferðin
frá Fuglafirði til Keyp-
mannahavnar. Fólk vóru
blivin bangin um teir. Tá ið
Silverlinning var komin um
Skagen leiðina, preiaði Júst-
enes ein útróðrarbát og gav
honum nøkur oyru í fikk-
una, skrivaði nøkur orð nið-
ur, og bað hann senda hetta
fjarrit til Føroya. Tað kom
væl fram. Silver Lining
skuldi skifta motor í Svør-
íki. Faðir minstraði av í
Keypmannahavn og fór út
at sigla. Hann endaði í Suð-
ur Íshavinum við einum
norskum hvalakókara.
Meðan hann er burturstadd-
ur doyggja tvey systkin
hansara av meslingum eftir
einari nátt ( Jógvan - 22 ár
og Frida 19 ár d. 30.1. 29 )
tey liggja grivin sum nr. trý
og fýra í nýggja kirkjugarð-
inum. Eg skal ikki fara út í
æsir við hesum. Lat hetta
liggja. Hetta rann mær í
hugan, tá ið Helena skrivar
um húsini hjá Jóannesi.
Bókin er ein hent ættar-
søga hjá teimum, sum vara
av. Søgan er um fólk, trúð-
arlív, seyð og neyt, bø
(jørð), haga og sjógv. Tú
kanst altíð taka hana í hond-
ina og fara undir at lesa
brotpartar úr henni. Hetta er
gott. Tú kundi hugsað tær
ein navnalisti var í bókini,
um so var at leita varð eftir
onkrum navni. Ikki fæst alt
í fyrstu syftu. Framman til
er jú eitt yvirlit yvir inni-
haldið í bókini, so hetta er
greitt. Tað kanst tú halda teg
til, um róð varð afturáaftur
í bókini, og taka uppaftur,
tað sum hevur tín áhuga.
Góður lesnaður - hjá
teim ráðandi og leikum
við
Tað, sum hevur tann stórsta
áhugan, er søgan um eina
heila bygd fram til dagin í
dag. Hetta er ein søga um
eitt lítið samfelag í útjað-
arinum, sum hevur ment
seg, men eisini, hvussu
gingið hevur niður av bakka
til dagin í dag. Við hesi bók
verður víst á, hvussu tað
kann gangast.
Verður gongdin tann, at
bygdirna fara at kenna eld-
sløkking, verða vit tað fá-
tækari. Føroyska samfelag-
ið er eitt bygdasamfelag, tí
mugu vit fyri ein hvønn pris
varðveita henda partin av
mentan okkara. Fólk áttu at
sett seg niður aftur her. Við
tí vegasambandi, sum er í
dag, tekur tað onga tíð at
ferðast frá og til Hellurnar.
Hetta er góður lesnaðaur
hjá teimum ráðandi og leik-
um við. Eitt gott ískoytið til
lesna í skúlunum - bæði í
hægri og lægri skúlum
Myndirnar, sum eru í
bókini gera bókina leski-
liga. Fleiri av hesum mynd-
um hevur Jóhannes Fjall
heim tikið. Hann var mynd-
amaður. Kona hansara var
av Hellunum, dóttir Ola
Kristjan og Jóhannu Sofíu.
Fleiri myndir bera listaligan
dám. Hver tann besta
myndin er, skal ikki takast
dagar ímillum, men nógv
kann lesast úr hesum mynd-
um. Myndin av Jóhannu
Sofíu (síða 86). vermóðir
Jóhannes Fjallheim, er ein
sera sterk mynd av einari
kvinnu, sum hevur livað
alla ævi sína á Hellunum.
Hevdi Picasso málað hesa
kvinnu, heyði hann upp-
loyst flaturnar og gjørt eina
kubistiska frásøgn úr mynd-
ini, so hetta bleiv ein ana-
lítisk kubisk mynd. Men
myndin skal takast, sum
hon er. Kvinnan hyggur inn
í seg sjálva. Hon letur seg
ikki órógvað, um tað er ver-
sonurin Fjallheim, ið av-
myndar hana. Nei hon
hevur kent sína vitjunartíð
í hesum jardarlivi og er
steinsett av lívsroyndum
undir skiftandi korum á
Hellunum. Satt at siga ein
klassisk mynd.
Frálíkt myndatilfar
Tann næsta myndin, sum er
rættiliga hugfarslig, er av
maskinbátinum gamla
Karis Heimi á Sandi (í
Oyndarfirði søgdu tey inni
á Stórasandi). Eg hugsi fyrst
um Sandin sjálvan. Móðir,
sum var ættað úr Oyndar-
firði, tosaði mangan um
henda sand, hvussu yndis-
ligt var her inni. Summar-
kvøldarnar lógu neytini ofta
á Stórasandi. Sært tú ikki
hesa mynd fyri tær. Friður
og sæla, fjørdurin sum ein
sveiti og tað stóð við klettin
júst sum á hesi mynd? Nú
heldur onkur, at hetta er
tann reina romantisma - ja,
lat tað so vera tað, men ver-
uleikin er jú eisini romant
isma. Helena er eisini rom-
antisk í bókini og hví ikki
tað? Er hetta ikki ein deilig
mynd á blaðsíðu 244 av
hellubørnum, monnum og
einum installeringi í dýrd-
arveðri? - Á jú, á jú!
Myndatilfarið er frálíkt.
Fjallheim hevur verið bygd-
ini góður og mangt kann
lesast úr hesum myndum,
sum er sera nógv vert.
So romantisk sum tað
kann vera, so ósmæðin kann
lagnan eisini verða. Hon
smílist ikki til øll manna-
børn, heldur ikki til tey á
Hellunum. Faðir tosaði
mangan um Kunoyar- Katr-
inu og hennara lagnu. Hon
giftist við Lamba Jákupi
(bróðir Lamba Símun) og
eru tey satta húskið, sum
setir seg niður á Hellunum.
Eg skal ikki endurtaka hesa
søgu, men hon er á blaðsíðu
34 til og við síða 40. Hetta
er ein døpur søga um eina
lagnu so tunga, sum hjá fá-
um. Ikki øll kenna til glas-
tridagar í hesum jarðarlívi.
Kunoyar- Katrina var ein av
teimum, og tað er gott, at
hetta er fest á blað.
Bókin í tókum tíma
Tann næsta sorgarsøgan er
5. húski, sum eg vil draga
fram. Tað er Høgni Johan-
sen úr Garðshorni. Hann var
bróðir langommu í Tarti í
móðirættina. Hann giftist
Jóhanna Sofía Andreasen, 1870-1957
við Ann-Silju, dóttir Jákup
í Innistovu úr Fuglafirði.
Tað logaðaði væl upp við
tey bæði. Hon arvaði jørd-
ina í Skarðhaga og hann
arvaði jørðina úr Garðs-
horni, sum tey áttu úti á
Hellum. Hetta var eitt væla
hús. Tey skóru upp í 40
seyðir og høvdu fýra kýr,
sigur Helena.
Skrivað stendur (blaðsíða
34): Tvey tey fyrstu børn-
ini mistu Høgni og Ann-
Silja, og bert 32 åra gomul
doyr hon, fyra dagar eftir
hon hevur ått Johan Cecili-
us. Og årsgamal doyr eisini
hann. Eftir situr Høgni vid
tveimum småbørnum.
Niðursetufólkini hava
stridst. Vit kundu fari í hesa
søgu og tikið onnur dómi
um, hvussu hørð lagnan
kann verða. Lat hetta liggja.
Lesið hesa bók, so faa tit
eina fatan av hvussu tungt
og torført, tað hevur verið,
at komið undan, men eisini
fródligar frásagnir um dýrd-
Teir føra sand við
>Karis<. Tað er logn. Vit
sleppa allar við heim á
Sand. So kunnu vit skiftast
um at spæla í sandinum
og at halda posarnar,
meðan menninir fylla sand
"uppi.Arbeid og spæl
hvørt um annad, skrivar
Helena Samuelsen til hesa
myndina
arløtur heima vid hus, å
markini, i torvi, sunnudags-
túrar, á útróðruð. vid lend-
ingina, í forrætningini, í
bønhusinum 0. s. fr.
Helena hevur i tøkum
tíma fingið hesa søgu á
prent. Tey, sum nú liva eftir
á Hellunum og minnast, eru
so få, at spell hevði verið,
at henda bók ikki kom út á
hesum fagnaðardegi. Lov-
isa, lærarinnan hevur verið
ein hollur stuðul hjá Hel-
enu, tá ið um tilfarið galt.
Greinskrivarin hevur gingið
í skúla hjá Lovisu og arbeitt
saman við henni í Fugla-
fjarðar skúla í mong ár. Eitt
skilafólk og fróðarfólk.
Anna, kona Petur Kristjan,
so mild í atferð og hugburði
er við i søguni sum heim-
ildarfólk. Hon er elsta fólk
á Hellunum í dag. Jana,
mamma Helenu hevur sagt
frá mongum og givið lív til
hesa søgu og onnur við
Persónliga eri eg sera
glaður fyri hesa bók. Her er
ættin í faðirættina og ein
partur er við í móðirættini
Takk fái Helena Samuelsen
og øll tey, sum hava havt
eina hond við í hesi leski-
ligu bók.
Málið er leikandi
sum tað eigur at vera
Tey byggja land, ið liva!
Hetta kanst tú sum
spjaldur yvir søguna um
Hellurnar - ein niðursetu-
bygd.
lætt,
seta