leygardagur 23. oktober 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Dagpeningaskip-
anin kolldømd
Meirilutin av trivnadarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum um at
broyta dagpeningaskipanina soleiðis, at timalønt fáa sjúkradagpening frå
JOHN JOHANNESSEN
- Tað er ikki rætt, at tað skal
vera landskassans lutur at
javna ójavnan millum fast-
lønt og timalønt.
Hetta er ein av grundgev-
ingunum hjå merilutanum i
trivnadarnevndini fyri at
mæla tinginum frå at taka
undir vid uppskotinum frå
andstøduni, um at broyta
dagpeningaskipanina fyri
fyrsta sjúkradegi, eins og tey fastløntu
timalønt.
Tað eru Páll á Reyna-
túgvu og Finnur Helmsdal
úr Tjóðveldisflokkinum,
sum saman við Rúnu Siv-
ertsen og Jóanisi Nielsen úr
Fólkaflokkinum mæla ting-
inum frá at taka undir við
uppskotinum.
Sett arbeiðsbólk
Rúna Sivertsen og Jóanis
Nielsen taka ikki undir við
uppskotinum vísandi til, at
landsstýrið 22. mai 1998
setti ein arbeiðsbólk at end-
urskoða dagpeningalógina.
Eisini vísa tey á, at lands-
stýriskvinnan í almanna- og
heilsumálum, Helena Dam
á Neystabø, er samd við
samgongulimunum í triv-
nadarnevndini um, at ar-
beiðsbólkurin ger arbeiði
sítt liðugt, soleiðis, at nýggj
dagpeningalóg kann leggj-
S5)
ast fyri samgonguna. Somu-
leidis skal hetta føra til, at
nytt uppskot til dagpening-
alóg verður lagt fyri
løgtingid í verandi tingsetu.
Arbeiðsgevarin skal
gjalda
Páll á Reynatúgvu og Finn-
ur Helmsdal siga, at Tjóð-
veldisflokkurin ásannar
ójavnan millum timalønt og
fastlønt á karensdagaøki-
Nr. 202 - 23. oktober 1999
num. Men flokkurin heldur
tað ikki vera rætt, at tað ein-
ans verður landskassans lut-
ur at javna hendan ójavna
Teir siga, at Tjóðveldis-
flokkurin tvíheldur um, at
arbeiðsmarknaðurin eigur at
fáa ábyrgd á karensdaga-
økinum. Páll á Reynatúgvu
og Finnur Helmsdal siga
hesa áskoðan vera í tráð við
tær skipanir, sum eru í øll-
um hinum norðanlondun-
um. Tískil harmar tað Tjóð-
veldisflokkin, at tað ikki
skal bera til at finna eina
semju millum samgongu-
flokkarnar í trivnaðar-
neyndini um, hvor skal hava
ábyrgdina á karensdagagki-
num.
Tjóðveldisflokkurin sig-
ur, at tann arbeiðsbólkurin,
ið Rúna Sivertsen og Jóanis
Nielsen vísa á, skal fáa frið
at gera sítt arbeiði liðugt.
Men kemur hann til eina
loysn, ið ikki er nøktandi
fyri Tjóðveldisflokkin, fer
flokkurin framhaldandi at
arbeiða fyri at finna eina
loysn í samsvari við hug-
burð floksins í hesum máli.
Mismunur
Andstødulimirnir í trivnad-
arnevndini, Hans Pauli
Strøm og Kristian Magnus-
sen úr Javnaðarflokkinum
og Marjus Dam úr Sam-
bandsflokkinum taka undir
við uppskotinum og vísa á,
at stødan, sum nú valdar, er
bæði ótolandi og órættvís.
Tey fastløntu fáa nevniliga
dagpening frá fyrsta sjúkra-
degi. Tískil halda teir, at
løgtingid nú má rætta hetta
misbrot og lóggeva soleiðis,
at allir løntakarar - fastløntir
eins og timaløntir - verða
settir líka fyri lógini.
Hans Pauli Strøm, Krist-
ian Magnussen og Marjus
Dam halda, at løgtingið
sjålvsagt, samstundis sum
karensdagalógin hjá teim-
um fastløntu varð tikin av,
átti at ásett við lóg somu
rættindi fyri timalønt. Teir
vísa á, at av tí, at einki upp-
skot kom frá landsstýrinum
um hetta, settu teir
beinanvegin broytingarupp
skotið til dagpeningaskip
anina fram.
Løgtingid eigur at taka
sína ábyrgd av hesum má
upp á seg og syrgja fyri, at
tann ójavni, sum løgtingið
sjálvt hevur ásett at vera
millum fastløntar og tíma
løntar løntakarar, verðu
beindur burtur, siga teir
Lógarmál
Tjóðveldisflokkurin heldur
sum áður nevnt, at málið
um sjúkradagar eigur at
vera eitt samráðingarmál
millum løntakarar og ar
beiðsgevarar, og ikki eitt
lógarmál. Men hesum eru
andstødulimirnir í trivnað
arnevndini ikki samdir í
Teir vísa á, at sjúkradagpen
ingalógin fevnir um allar
sjúkradagar, teir báðar
fyrstu eins væl og hinar, hó
ast hon avmarkar endur
gjaldið við tveimum karens
døgum.
Sostatt eru teir sannførdir
um, at talan er um eitt lógar
mál, og tískil kunnu teir
báðir karensdagarnir einans
verða tiknir av við lóg.
Tó vísa andstødulimirnir
á, at hetta ikki forðar fyri,
at uppskot seinni kemur
fram, sum miðar eftir, at
partarnir á arbeiðsmarknað-
inum skulu luttaka í fígg-
ingini av sjúkradagpeninga-
skipanini.
Andstødulimirnir fóra
fram, at eftir samráð við
bæði løntakarafeløgini og
arbeidsgevararnar er púra
greitt, at hesir bådir partar
krevja, at málið verður loyst
sum eitt lógarmál. Báðir
partar vilja undir ongum
umstødum taka undir við,
at málið er eitt samráðing-
armál hjá pørtunum á ar-
beiðsmarknaðinum at taka
upp í úrtíð. Teir vísa á, at
eftir tógvið strið vórðu
nýggir tvey ára sáttmálar
gjørdir fyrr í år. Og tískil
kemur tað ikki upp á tal at
fara undir nýtt og hart stríð
um eitt nytt og so vittfevn-
andi mál, sum dagpeninga-
lógina, í sáttmálaskeiðnum.
Vindur í seglunum
Hóskvóldið framfórdu Kirkjukórið Ljómur og sangarar
úr Langenæs Kirkjukóri stórverkið The Crucifixion í
kirkjuni á Tvøroyri
DAGFINN OLSEN
Væ ki hevði leitað
er í kirkjuna á Tvøros
skvøldid, I Ljómur
KONSE V
ð hj N
I ( cifixion sk
H er í Vági í kvø
| 3 n fr
I
k 10)
| Sonur
Christ Y
LOK sær av orguifyigispæli-
The Crucifixion er stórt
kórverk eftir enska tóna
skaldið John Stainer. Verkið
varð fyrstuferð framfort í St
Marylebone Parish Church
tann 24. februar í 1887
Hetta er verk fyri kór og
solistar. Solistar hjá Ljómi
vóru Bergtórur Bjarkhamar,
tenor, Vilhelm Meyer og
Sigmundur Olsen, bass.
Ljómur hevur vant verkið
ina tíð við leiðara sínum,
Jens Mortan Mortensen, og
síðani er ferð sett á hesa
vikuna, ið donsku sangar
ir og Dorte Tilma hava
10
kirkjuni
øldid. I
€ ett
ja. Soli
n
» a ln stór
an part av tíðini og komu
teir sera væl frá sínum av-
ríkum. Men um vit hugsa
kirkjuna á Tvøroyri, sum
eitt skip, so má sigast, at tá
alt kórið náddi
hæddirnar, so kom vindur í
seglini. Vakurt og mergjað.
Kórið stóð á loftinum og
sang stóra verkið. Hetta
tóktist kanska logið í byrj-
sang og
anini, men brátt vandist ein
við hetta, tí tað var jú tón-
leikurin, sum hevði tydning.
Eisini skuldu kór og solistar
syngja í tøttum samspæli
við urguleikaran, so neyð-
ugt var at vera tætt hjá hon-
um.
Eftir stórverkið The Cru-
cifixion, komu kórini niður
loftinum og frammi í
kirkjuni framførdu tey hvor
sína lítlu skrá og endaðu við
felagssálmi. Kórleiðarar og
solistar og urguleikarin
fingu blómur og stóran
fagna frá áhoyrarunum.
Skráin var henda: John
Stainer; The Crucifixion
Ljómur, Langenæs Kirkjukór og kórleiðarar avmyndað eftir konsertina hóskvóldið
Benjamin Britten; „A hymn to the Virgin“
„Hvar Guð vil, glaður fari eg“
„Dunandi aldan“
„Hin ljósi dagur hallar“
vinter í band“
„Tiden skrider, dagen rinder“
„Bliv barn igen pá Jesu ord“
V. Ahlén; „Sommarpsalm“
Emil Hartmann; „Sommeren sætter nu