týsdagur 26. oktober 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 26. oktober 1999
tíðindablaðið
Føroyingar skaraðu fram úr
í danskari tónleikakapping
Fóroyski rockbólkurin After Math vann fyrsta innleiðandi umfarið í stórari tónleikakapping á Amager
EYÐUN KLAKKSTEIN
Føroyski bólkurin After
Math fekk góða byrjan í
tónleikakappingini Spot
Amager
Seinasta vikuskiftið var
fyrsta innleiðandi umfarið
sjálvandi á Amager - og
tað vann After Math. Bólk-
urin verður tí við, tá hálv-
finalurnar verða í apríl mån-
aði.
Tónleikararnir í After
Math plaga eisini at spæla
undir navninum Malan
Eyðunsdóttir Band, men í
Spot Amager brúktu tey fyri
fyrstu ferð navnið After
Math.
Hetta navnið ætla tey at
brúka, tá tey spæla sítt egna
tilfar, meðan tey fara at
spæla sum Malan Eyðuns
dóttir Band, tá tey spæla til
dansitiltøk, har nógv kop-
iløg eru á skránni
Skaraðu fram úr
Fýra bólkar vóru við í hes
um fyrsta innleiðandi um-
farinum. After Math spældi
sum nummar 3, og tá teir
fimm dómararnir aftaná
skuldu taka støðu til, hvor
av bólkunum hevði spælt
best, vóru teir á einum máli
um, at tað heyði føroyski
bólkurin.
Askoðararnir atkvøddu
eisini, men tær atkvødurnar
skuldu bara brúkast. um
dómararnir ikki kundu
semjast. Og tað kundu teir
saktans, tí foroyski bólkurin
skaraði fram úr
Tað gekk rættiliga væl
hjá okkum, og eg haldi ikki,
at teir bólkarnir, sum vit
kappaðust við, høvdu eins
nógvar royndir sum vit, sig-
ur Torkil Olsen, sum er
gittarspælari í After Math.
Saman við honum spæla
Malan Eyðunsdóttir, Trónd-
ur Bogason, Petur Dalsgarð
og Jógvan Joensen í After
Math. Tríggir av limunum í
After Math hava spælt við í
MC Hár
Spæla í Keyp-
mannahavn
After Math spælir modern-
aðan rocktónleik, sum tey
sjålvi gera. Bólkurin stend-
ur í felag fyri løgunum,
meðan Tróndur Bogason
skrivar teir ensku tekstirnar
til sangirnar.
Limirnir í bólkinum hava
spælt saman sidani 1997, og
tey ætla at halda fram við
ti. Tey tosa um at fara í upp-
tøkuhøli fyri at taka sangir
upp til eina fløgu, men tað
liggur frammi í tíðini
Fyrsta tiltakið á skránni
er seinni hesum mánaði-
num, tá tey fara at spæla í
Foroyingahúsinum í Keyp-
mannahavn.
Friggjakvøldid 29. okto-
ber spæla tey til cafékvøld
og tá verður tað sum After
Math við teimum sjálv-
gjørdu løgunum. Kvoldið
eftir verður dansur, og tá er
tað Malan Eyðunsdóttir
Band, sum stendir á palli
num. Tað er MFS, sum
skipar fyri hesum tiltóku
num.
Vinnarin spælir á
stórari konsert
Í apríl mánað skal After
Math verða við, tá tær
tríggjar hålvfinalurnar
verða á Amager
12 innleiðandi umfør eru
í Spot Amager, sum er fyri
tónleikabólkar á Amager,
og samanlagt fara næstan
Malan Eyðunsdóttir úr rockbólkinum, After Math, sum vann fyrsta innleiðandi umfarið í
Amager
50 bólkar at verða við í
kappingini. Fyra av limu-
num í After Math búgva á
Amager, og tí eru tey við í
kappingini. Ein bólkur
sleppur víðari frá hvørjum
av teimum innleiðandi um
førunum, og hesir bólkar
fara so at kappast um at
koma í finaluna, sum verður
einaferð í juni mánaði.
Tann bólkurin, sum vinn
ur Spot Amager, sleppur at
spæla á konsertunum, sum
verða kallað Femøren, og
sum eru á Amager á hvørj-
um summari. Nógv túsund
fólk plaga at leita sær til
hesar konsertir, og áður
Virus herjar
landið
Telduvirusin Pretty Park herjar í hesum døgum Føroya
land
JOHN JOHANNESSEN
Mong eru tey, sum í hesum
døgum hava fingið teldu-
post, har eitt forrit kallað
PrettyPark.exe hevur verið
viðhongt. Men tá fólk hava
roynt at opna hetta forrit er
einki hent, uttan, at teldan
hevur givið boð um, at for-
ritið ikki kann opnast.
Jú fílurin PrettyPark.exe
er eitt forrit. Talan er um
eitt forrit, ið er ein sokallað
telduvirus.
Tá fólk hava roynt at op-
na viðhonga fílin, hevur for-
ritið, hóast tað sær út til, at
tað ikki riggar, lagt seg inn
á skipanina. Í skipanini ger
tað, at teldupostur við virus-
forritinum hvønn hålvan
tima verdur sendur øllum
teimum, tå hevur liggjandi
í adressubókini. Sostætt
sendir tældan hjá tær teldu-
post til tey, tú vanliga sam-
skiftir við, av sær sjálvum,
og úrslitið er, at hini fáa
somu virus, og so koyrir
keturekatiónin víðari frá tel-
du til teldu.
Eisini tey, ið kjatta, kunnu
fáa virusina sendandi gjøg-
num ávísu kjattrásina, tey
eru á, og har er sama gal-
dandi, sum við teldupost-
inum. Hon sendir seg sjálva
víðari hvønn hálva tíma.
Teldukøn siga, at virusin
annar ikki hevur ta heilt
stóru ávirkanina á teldu-
skipanir hjá fólki. Men tað
kann gerast keðiligt at fáa
hana sendandi allan dagin.
Hetta er neniliga vandin,
um hon legst inn í fleiri
telduskipanir. Tá fara teld-
urnar nevniliga at senda til
hverja aðra.
So boðini frá teldukønum
eru, at tú beinan vegin skalt
koyra post burtur, ið hevur
fíl við navninum Pretty-
Park.exe viðhongdan.
f
størari tonie IKGKapping á
hava heimskendir bólkar
sum Deep Purple, Rainbow
og Status Quo spælt har
Tad er felagið Femøren, num Femøren
sum skipar fyri bædi Spot
Amager og fyri konsertu
27. oktober kl. 19.30
i Havnar Klubba
Wrangler Shop + Benetton * Hjá Kissa
Vogue + Kallkyn * Madam L + Hon og Hann
Stuðlað hava: > Skálabúðin * Mótaskálin * Seytjan
Føroya Sparikassi — AR House of Lei . Linbudin ' Fótbúni
Suðuroyar Sparikassi Handilskjarnin damur/harrar
Feroya Banki Thomas Dam Ítróttur
Marco Polo Niels L. Arge * Gullhornið * Trónd Hansen
Faroe Travel Akkuleya + Sóljan + Palettin * Mina Vilhelm
Postverk Føroya !
Tóta og Kvilt Hárfríðkan sýna fram i steðginum