Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. oktober 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 26. oktober 1999 ) tíðindablaðið S0812/ur 11 e-mail: sveinurØsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 Hevur tú eina søgu, ella viðmerkingar til ÍtróttarSosialin ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tú kanst ringja til blaðið á tif 311820, ella senda okkum eitt teldubræv. Adressan er sveinurðsosialurin.fo. Tú kanst eisini ringja á fartelefon nr. 218246 www.sosialurin.fo Nu venur Jåkup i Leeds Fótbóltur: Landslidsmålverjin fór avstað sunnukvøldid, og hann skal venja saman við Niegel Martyn inntil fríggjadagin Nú er tað veruleiki, sum ikki so lítið hevur verið at hoyrt um hesar báðu sein- astu mánaðirnar. Føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, er í hesi vikuni í Leeds, har hann venur saman við Niegel Martyn. Málverjin hjá Leeds er ikki hvør sum helst. Hann vardi málið, tá eingilska landsliðið fyri einum góð- um mánaði síðani spældi síðstu EM undankappingar- dystirnar ímóti Luksemburg og Póllandi, og hann kapp- ast við málverjan hjá Arse- nal, David Seaman, um plássið millum stólparnar á landsliðnum, sum mið- skeiðis í november skal spæla tveir dystir ímóti Skotlandi. Jákup Mikkelsen kom til Leeds í fyrrakvøldid, og hann vandi við 1. deildar- hópinum í gjár. Ætlanin er, at hann eisini skal venja í dag, í morgin, hósdagin og fríggjadagin, og hann kem- ur aftur til Danmarkar friggjakvøldid, soleiðis at hann kann spæla ímóti Silkeborg sunnudagin. Málið við ferðini til Leeds er, at David O'Leary, stjórin og høvudsvenjarin í Leeds, við egnum eygum kann meta um dygdirnar hjá føroyska málverjanum. Vit hava skilt tað soleiðis, at Leeds hevur hugsað um at keypa ein nýggjan eykamál- verja, sum kann verja málið hjá teimum, uttan at tað fer at gera liðið veikari. Teir hava fingið at vita, at besti málverjin í donsku super- liguni, sum endaði í juni, var Jákup Mikkelsen, og at hann er sáttmálabundin í Herfølge fram til 1. juli í år 2000. Faxe og O'Leary Hvussu tað akkurát hevur gingið fyri seg at fáa avtal- una um royndarvenjing í lag, er okkum ókent, men tað er einki at ivast í, at tað eru teir báðir høvudsmenn inir í feløgunum, sum hava syrgt fyri hesum, tí teir kennast væl. John Faxe Jensen, venj- arin í Herfølge, spældi fyrr- apartin av níti árunum í Arsenal. Tá var ein av lið- feløgunum hjá honum Dav- id O'Leary, sum nú er venj- ari hjá Leeds. O'Leary var sera nógv avhildin í Arse- nal, har hann bæði var lið- formaður og tann spælarin, sum til allar tíðir er tann, sum hevur umboðað stóra felagið í London oftast. Vegirnir hjá Faxe og O'Leary skiltust, tá hesin seinni fór til Leeds at spæla. Tá Terry O'Neill gjørdi av at fara úr Leeds og taka av tilbodnum hjá Totthenham um at verða venjari hjá teimum, bleiv O'Leary spælandi venjari í Leeds. Seinni hevur hann sett skógvarnar á hillina, og hann er nú ein av mest virdu venjarunum í bestu deildini í Onglandi. Eingilska fótbóltsverðin er ikki so ógvuliga stór, tí í síni tíð var tað O'Neill, sum aftaná EM i Svøriki í 1992 keypti John Faxe Jensen til Arsenal. Seinni varð venj arin ákærdur fyri at hava tikið ímóti mutri í sambandi við tann handilin, og hann misti rættin at vera venjari í eitt tíðarskeið. Framúr felag Tað er einki at taka seg aftur i, at eingin føroyskur fót bóltsspælari hevur nakran- tíð verið í nánd av einari sovornari avbjóðing. sum henni, ið Jákup Mikkelsen nú er partur av Leeds verður mett at vera eitt av bestu feløgunum í Onglandi, og stødutalvan vísir, at tað er nógv í hesum. Sunnudagin var úrslitið hjá teimum á utivølli í Liver- pool ímóti Everton 4—4. Hetta var ellivnti lands- kappingardysturin í hesum kappingarárinum, og tað var fyrsta ferðin, at Leeds spældi javnt. Hinar tíggju dystirnar hava teir fingið fult burturúr, og teir eru á odda í Premier Leauge. Lønirnar í bestu eingilsku deildini eru ógvuliga høgar. Um tað skuldi eydnast Ják- Leiftur vil framvegis upi Mikkelsen at fingið sátt- mála við Leeds, so er tað einki at ivast i, at lønin hevdi verið á einum sovorn- um stødi, sum eingin annar føroyskur fótbóltsspælari hvorki hevur verið ella er d. Herfølge vil selja I fyrstu atløgu skal Jákup Mikkelsen undir venjingini í hesi vikuni sannføra teir í Leeds um, at hann er nóg góður at verja málið hjá fremsta liðnum í Premier Leauge. Og um tað eydnast, so skal samráðast bæði við Herfølge og við Jákup Mikkelsen Herfølge hevur sáttmála við Jákup Mikkelsen fram til 1. juli komandi ár. Stjórin í felagnum, Kenneth Wegn- er segði við ltróttarsostalin í summar, at hann roknaði við, at teir fóru at selja Ják- up eina ferð seinni í ár. Fyri Herfølge er tað týdningar- mikið at selja Jákup, meðan teir enn hava sáttmála við hann, tí eftir 1. juli komandi ár kunnu teir ikki fáa pengar fyri málverjan. Vit hava skilt, at tað hava verið samráðingar ímillum Jákup Mikkelsen og Her- følge um at leingja sam- starvið, men at tað higartil ikki er vorðið til meiri enn prát. jh Leeds Í hesi døgum venur Jákup í oddaliðnum í Premier League, Leeds hava Sámal Joensen Fótbóltur: Men landsliðsmaðurin í GÍ ætlar sær at kanna umstødurnar, áðrenn hann fer at taka støðu til, um hann skal flyta til Olafsfirðar Tað er ikki so torført at ímynda sær, at tá Jens Martin Knudsen verður venjari í Leiftri, so fer fel- agið hjá honum at verða áhugað í at knýta føroyskar spælarar afturat sær. Men sjálvt um hetta er upplagt, so er hetta ikki so einfalt. Um Leiftur skal hava føroyskar spælarar, og um teir ikki skulu rinda før- oyskum feløgum upp- hæddir í fleiri hundrað tús- und tals krónur flokkinum fyri teir, so skulu spælar- arnir ikki frammanundan vera sáttmálabundnir við føroysk feløg. Skal kanna málið | Umboð fyri felagið á Olafs- firði hava verið í Føroyum um vikuskiftið, og umframt at teir hava samráðst við Jens Martin Knudsen, sum verður fyrsti føroyski venj- arin á hægsta stigi uttanfyri landoddarnar, so hava teir tosað við í hvussu so er ein spælara. Vit skilja á lagnum, at Sámal Joensen hjá GÍ er upp á tal til felagið á Olafs- firði. Sámal er nú leysur av sáttmálanum, sum hann hevur havt við GÍ, og hann hevur ikki skrivað undir nakran nýggjan sáttmála — hvorki við GÍ ella nakað annað felag. Jens Martin Knudsen fer nú fríggjadagin til Íslands, og tað er møguleiki fyri, at Sámal Joensen fer saman við honum. Jens Martin skal yvir at skriva undir nýggjan sáttmála, og Sámal Joensen fer møguliga yvir at hyggja seg um. Sámal Joensen váttar, at Leiftur hevur spurt seg fyri um møguleikan fyri sam- starvi komandi kappingarár, men gøtumadurin hevur ikki tikið støðu til, hvussu tað verður: — Um tað skuldi komið upp á tal at farið til Íslands, so hevði eg ikki tíkið stóðu til nakra samstarvsavtalu, fyrrenn eg hevði verið og hugt at umstødunum. Tað kann væl vera, at eg fari at hyggja meg um, men av- gerð er ikki tikin um hetta, sigur Sámal Joensen, sum samstundis váttar, at følarar eisini hava verið frá onkrum ðrum feløgum í Føroyum enn GÍ, sum hann altíð hev- ur spælt fyri. Tíðliga í summar var Leiftur áhugað í at keypa Sámal Joensen, men tá vildi GÍ, sum fram til endan á kappingarárinum hevði sáttmála við landsliðsmannin, — ikki geva hann leysan, uttan at teir fingu eitt tilbod frå Leiftri at taka stødu til. Såmal Joensen fekk eitt tilboð, men GI fekk einki tilbod, og so spurdist ikki meiri burturúr enn tað, at Gl heitti á FSF um um- vegis íslendska fótbólts- sambandið, KSÍ, at biðja Leiftur halda seg burtur frá at tosa við spælarar, ið vóru sáttmálabundnir í GI. jh