týsdagur 26. oktober 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 26. oktober 1999
javnan, varð nýttur til upp-
sparing til støduginntøku,
varð nýttur til at skapa betri
karmar hjá vinnulívinum,
varð nýttur til effektiviser-
ing av almenna sektorinum
stutt sagt um blokkurin
varð nýttur sum ein fram-
tidariløga heldur enn til løn-
r og nytslu, vildi blokkurin
kki havt tey somu negativu
árinini á javnvágina í sam-
felagnum og búskapinum,
ið hann hevur í dag. Á
figgjarætlanini fyri ár 2000
eru broytingar gjørdar so-
leiðis at møguleiki nú verð
ur fyri, at síggja hvussu stór
ur partur av blokkinum
verður nýttur í føroyska
samfelagnum, og hvussu
stórur partur verður upp-
spardur.
Trupulleikin er, at tað
sjálvsagt liggur eitt stórt
trýst á politikkararnar at
økja um útreiðslurnar um
peningur er tøkur, og sam-
stundis er spurningurin eis-
ini, hvussu leingi danska
stjórnin er fús at geva før-
oyingum ein blokkstuðul,
sum føroyingar velja at nýta
til tílík endamál.
Vinnulívspolitikkur
Eitt øki, ið roynt verður at
gera meira við, men sum
eisini eigur at verða gjørt
meira við í Føroyum er
vinnulivspolitikkur. Møgu-
leiki er fyri at bóta um
karmarnar hjá vinnulívinum
í nógv stórri mun enn í dag,
bæði fyri at tekkjast út-
lendskum iløgum og fyri-
tøkum og fyri at økja åhug-
an hjå føroyingum at fara i
holt vid egid virksemi, fyri
m. a. at skapa grundarlag
fyri nyggjum vinnum. Tann
vinnulivspolitikkur, 10 oft-
ast er farin fram i Føroyum
er selektivur vinnulivspol-
itikkur, ið er málrættaður til
fiskivinnuna.
Neyðugt er, at hugsað
verður meira vittfevnandi
við generellum vinnulívs-
politikki, soleiðis at um-
støðurnar hjá serstakliga
nýggjum fyritøkum og
vinnugreinum gerast so
góðar sum møguligt, sam-
stundis sum gamlar fyritøk-
ur og vinnur fáa so góðar
umstødur sum møguligt at
nørast í. Somuleidis hevdi
verið gott við eini langtíð-
arætlan fyri, hvørji mál
ynskt varð, at náa innan
ymsar vinnugreinar innan
eitt ávíst áramál, og síðani
tilrættisleggja førda poli-
tikkin eftir hesi ætlan. Hetta
hevði skapt meira trygg-
leika fyri vinnulivid soleidis
at vinnurnar visti, hvat pol-
itiska ætlanin var tey kom-
andi árini. Neyðugt er við
støðugum politikki á hesum
øki, fyri at fólk kunnu fola
seg tryggari, tá ið tey gera
íløgur í nýggjar fyritøkur, á
tann hátt, at tey vita, at tær
fyritreytir, ið vóru galdandi,
tá ið tey stovnaðu fyritøk-
urnar, ikki verða broyttar í
heilum.
Tá ið tosað verður um
veruliga at gera Føroyar til
eitt 'vinnuvinarligt' land á
øllum økjum, er ein av
stórstu forðingunum hjá
Føroyum at vit eru so få í
tali. Ein styrktur vinnulívs-
politikkur má tískil fara
fram samstundis sum ein
umskipan av almenna sekt-
orinum fer fram, soleiðis, at
fólk, ófaklærd eins væl og
faklærd, verða tók hjá priv-
ata sektorinum. Somuleiðis
verður neyðugt, at vinnulív-
ið, í samstarvi við tað al-
menna, er til reiðar at gera
iløgur í útbúgving- og eftir-
útbúgving av fólki, soleiðis,
at tey kunnu nýtast innan
tær vinnur, ið hava brúk fyri
arbeiðsmegi. Tí tá ið prod-
uktiviteturin er høgur, er
torført at økja um fram-
leiðsluna uttan tilgongd av
arbeiðsmegi. Vit eru nú á
veg inn í ' vitunarsamfelag-
10 og neyðugt er, at stórur
dentur verður lagdur á at
útbúgva og endurútbúgva
fólk, fyri at klára seg í al-
tjóða kappingini. Eingin ivi
skal verða um, at um vinn-
ulívið fær tær røttu umstød-
urnar í Føroyum og førdur
verður ein stødugur og
tryggur búskaparpolitikkur
og politikkur sum heild, vil
arbeiðsloysi gerast tann
minsti trupulleikin í Føroy-
um, trupuleikin verður held-
ur at tórvur verður á alt fleiri
fólki.
Ein umfatandi vinnulívs-
politikkur og umskipan av
almenna sektorinum vil í
longdini vidføra relativt
færri almennar útreiðslur og
stórri inntøkur frå privata
sektorinum og er hetta ein
grundarsteinur fyri at
tryggja tað vælferðarsam-
felagið — ið vit øll kunnu
verða samd um, kundi verið
betri á nógvum økjum, eitt
nú á barnaansingar- og eldr-
aøkinum.
Umskipan innan ella utt-
an fyri rikisfelagskapin?
Víst hevur m.a. verið á, at
møguleiki er fyri at fullføra
stórtsæð allar umskipanir
innan fyri ríkisfelagskapin,
og tað ljóðar sjálvsagt mikið
gott; men spurningurin er:
Ber hetta í verðuleikanum
til - er politiski vilji til staðar
at gera hesar umskipanir, so
leingi sum ríkisstuðulin
verður latin føroyska lands-
kassanum, sum harvið ger
tað fíggjarliga minni átrok-
andi at fremja neyðugar um-
skipanir ? Higartil hevur tað
víst seg, at ávísar umskip-
anir eru farnar fram, men
hesar hava í alt ov stóran
mun verið grundaðar á
danskar = fyritreytir og
danskar skipanir, ið sjálv-
sagt ikki eru bestu loysnir-
nar í einum samfelagið sum
tí føroyska við 44.000 í-
búgvum.
Føroyar hava í dag eitt
væl útbygt vælferðarsam-
felag, eingin ivi um tað,
men neyðugt verður at
royna nýggjar leiðir, ið
byggja á føroyskar fyritreyt-
ir, fyri at tryggja føroyska
vælferðarsamfelagið í fram-
tíðini — um hetta verður
innan ella uttanfyri ríkisfel-
agskapin verður upp til før-
oyska fólkið at avgerða.
20. oktober 1999
Kristina Danielsen
stud. polit & stud. jur
tidindabladid
Ynski: Ein sjálv-
2
stødugan Javnaðar-
flokk - takk
Aðalorðaskiftið um Hvítu
bók á Føroya Løgtingi er
farið afturum, og eftir
standa allir setningarnir,
sum flugu um oyrini á okk
um føroyingum; mangt
bleiv sagt, vent og dreygað
- og endurtøkurnar vóru
eins nógvar.
Eitt, sum vit serliga hava
bitið merki í, er, hvussu
Føroya Javnaðarflokkur
fyrst sigur seg vilja sam-
starva við samgonguna, og
er opin fyri einari >út-
strektari hond< um ríkis
rættarligu stóðu Føroya,
men í sama andadrátti setir
hann treytir við, hvussu
hetta samstarv skal fara
fram, karmurin verður sett-
ur - »ein og hver loysn skal
verða innan fyri ríkisfel-
agsskapin<! Hvor snakk-
aði um øvugtan samráð-
ingartaktikk?? = Hvussu
hevði tað verið um Javnað-
arflokkurin setti seg niður
saman við samgonguni, og
greinaði út hvat man er
samdur um, hvørji eru fel-
ags åhugamålini?? Hvar
liggja ósemjurnar - og útfrá
hesum finna útav um eitt
samstarv kann halda fram.
Men tað fyrikemur mær
sum um at Javnaðarflokk-
urin vil leggja linjurnar
beinanvegin, og soleiðis
helst sleppa undan at gera
sína stóðu upp, og veruliga
viðurkenna at felagsáhuga-
málini millum politikk
samgongurnar á ríkisrætt-
arliga økinum, og tí sum
Javnaðarflokkurin sigur
seg kunna ganga við til,
samanumtikið ikki er so
stórur, so kann Jóannes
Eidesgaard royna at mót-
prógvað hesum, men sø
má hann og Javnaðarflokk-
urin byrja við at sleppa
nógvum av tí sum teir hig-
artil hava sagt seg vilja,
men hava torført at fremja
í verkið.
Undir orðaskiftinum á
Tingi, kom eisini fram at
landsstýrið vildi geva
Javnaðarflokkinum ein
møguleika, og seta ser-
fróðingar at kanna um
>mótspæl< Javnaðarfloks-
ins kann setast í verk, men
tá komu javnaðarmenn ein
fyri og annar eftir og settu
spurningar, var ov seint -
spældu fornermaðir.
Hevdi eg verið ein av
teimum skuldi eg tikið av
uppá standandi fót - um
teir veruliga meina nakað
við sín
tikk<.
Um tað er hetta sum skal
til fyri at seta á skurðin,
fyri at skera svullin, sum
kallast = ríkisveiting og
heimastýrið burtur, so lat
tað verða eina byrjan.
Men lunkaður sum altíð
vil, Javnaðarflokkurin
tøva, draga út - fornerm-
isligir vísa á »jamen tit
søgdu<.. og >nú er for
seint..< -hvat við samfel-
agnum og tí politikki sum
tað so harðliga hevur brúk
fyri???
Svarið liggur møguliga
í tí tvískinnaða trupulleik-
anum sum Javnaðarflokk-
urin hevur. Flokkurin hey -
ur ein veljaraskarða, har
ein partur av hesum als
ikki tekur undir við ríkis-
felagsskapinum.
Síðan eru tað tey, sum
eru heimastýrisveljarar,
sum velja Javnaðarflokkin.
Fyri at tekkjast báðum
pørtum, mátti flokkurin
finna eina kós sum liggur
ímillum, sum bæði kann
vísa á sjálvstýristankar. Og
samtíðis hava ein politikk
sum sýnir trúskap mótveg-
is heimastýrinum - tí odd-
amenn og kvinnur í Javn-
aðarflokkinum hava
gjógnum tíðina verið gar-
antar fyri Heimastýrislóg-
ini, og tað hevði neppa ver-
ið heppið at komi við ein-
um politikki sum stílaði út
úr ríkisfelagsskapinum. So
er eitt at gera, nevniliga at
laga flokspolitikkin eftir
hesum - gerandispolitikk-
urin skal trýstast niður í
henda formin - kosta hatta
kosta vil, úrslitið: Eitt
lunkað politiskt mótspæl á
ríkisrættarliga økinum, har
»skal« ella »skal ikki«, í
alt ov stóran mun hevur
merkt Javnaðarflokkin -
eisini í aðalorðaskiftinum.
Síðan er tað hetta løgna
sum er farið fram seinastu
2 árini. At tað nú skal verða
so týdningarmikið hjá
donskum politikarum at
koma til Føroya - okkurt
bleiv kalla >arbeiðsferð<,
okkurt annað fyri >kunn-
ingarferð<.
Aftur her hevur Javnað-
arflokkurin verið vertur
fyri teimum flestu, og
hvørja einastu ferð hava vit
borgarar staðið eftir við
einum løgnum smakki í
munnum, og sett spurning-
in: Hví skulu danskir poli-
»sjålvstyrispoli
tikarar koma til Føroya fyri
at standa á einum lands
fundi fyri, og øðrum eftir,
og trúttað niður í føroying
ar, hverjar avleiðngar
verða um vit fara út úr rík
isfelagsskapinum, og hvat
vit vinna við at verða verð
andi?? Og í sama viðfangi
vaska sínar hendur - sum
ein annar gjørdi á sinni, og
kunngera, at hetta er nakað
sum føroyingar sjålvir av-
gera.
Tú kanst kalla tað hvat
tú vilt, men eitt skerst ikki
vurtur - at tað er ilt at koma
til nakra aðra niðurstøðu
enn, at allar vitjanirnar
nava havt ein felagsnevn
ara - nevniliga at fremja so
stóra åvirkan sum møgu-
igt á vanliga føroyingin,
angt áðrenn nakrar sam-
ráðingar yvirhøvur eru
byrjaðar, og nakað itøkiligt
er at fara til fólkaatkvoðu
um
Hatta er at blanda seg
uppí føroysk viðurskifti,
og als einki við tað at gera
sum vanliga verður fort
fram, nevniliga at tað er
uppá sítt pláss at kunna før
oyingar um eitt og annað,
hevði tað verið vanligt, at
henda vælsignaða kunn-
ingin var gjøgnumgang-
andi viðvíkjandi ollum
viðurskiftum, men tað vita
vit oll, at so er ikki.
At Sambandsflokkurin
vil hava danskar politikar-
ar hendavegin, fyri at siga
okkum hvussu vit skulu
liva og láta er einki nýtt,
tað er teirra tilverugrund-
arlag.
Toppurin bleiv náddur tá
sjálvur Statsministarin, á
rødaraspallinum í Fólka-
tinginum, í setanarrødu
síni gjørdi klárt, hvørja
støðu danska stjórnin
hevði í ríkisspurninginum
millum Føroyar og Dan-
mark - eisini áðrenn nakrar
samráðingar eru komnar í
gongd. Men tað sum kom
fram undir hesi rødu Ny-
rups, var tað sum ikki
kundi fjalast longur,
nevniliga ein váttan frå
danska Javnaðarflokkinum
- umboðandi donsku
stjórnina, til andstøduna í
Føroyum, um at ein loysn
burdi eftir teirra åskodan
verið at finna innan rikis-
felagsskapin. Tankar um
undirgravingarvirksemið
og politiskan taktikk av tí
minni hepna slagnum,
Www.sosialurin.com
koma mær til hugs
Nyrup hevur áður sýnt
ódugnaskap sín, tá ein pol-
itikkur viðvíkjandi Føroy-
um skal stingast út í kortið,
og hetta var ikki nakað
undantak í so máta, og 6-
hoyrt millum eygleiðarar
Alt tað sokallaða
>mótspælið< hjá Javnaðar-
flokkinum, rungaði á
Christiansborg sjálvan set-
anardagin, løgid samanfall
„einki løgid er í hesum“,
kunngerð Jóannes Eides-
gaard í útvarpinum. Fyri
hann er alt, sum stjórnin
kann leggja fram, honum
til fyrimuns, í fínasta lagi;
so kann politikkur í For-
oyum verða tað hann er -
eg trúði veruliga at for-
maðurin í Javnaðarflokki-
num var ein betri politikari
enn so; men ta man er so
bundin nidur sum flokk-
urin hjá Jóannes Eides-
gaard er, fyri tað fyrsta av
at royna at tekkjast sinum
sjálvstýrissinnaðu veljar-
um, fyri tað annað ikki at
venda heimastýrisveljaru
num bakið, og fyri tað
triðja at liva í einari samr-
íkissemju við stjórnina hjá
Poul Nyrup Rasmussen; so
er heldur ikki lætt at verða
konstruktivur og mennandi
í sínum politiska útspælið
Eg vildi vaknað upp til
ein politikk, har flokkarnir
settu seg niður, og hugdu
at hvat teir eru samdir um
og hvar liggur ósemjan -
hvussu verður hildið fram
Hetta krevur at tann part-
urin sum kallast Javnaðar-
flokkurin, ger seg leysan
av ti tvískinnaða politikki-
num har hann bædi vil
hava evsta vald i Føroyum,
har løgtingid er evsti
myndugleiki og har før-
oyingar sita vid åbyrgdini
i egnum landi og samtidis
vil verða í einum rikisfel-
agsskapi, hatta eru tveir
hestar sum ikki lata seg
ríða á - samtíðis, í mínum
hugaheimi, men eitt opið
samráðingarsinnið kann
sjálvandi føra til loysnir,
sum ikki vóru væntandi.
Eitt ynski er tí: Ein sjálv-
støðugan Javnaðarflokk -
takk, við samráðingarbor-
ið, so er tann breiða semjan
sum so mangan varð havd
á lofti undir orðaskiftinum
um Hvítubók ikki langt
burtur.
Aki Andreasen