Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 213 - 9. NOVEMBER 1999 # er A Sam K £ 6 Ao - x ; I Sunnudagin seinnapartin stevndi nyggi Jupiter hjå Gøtumonnum flaggskrydd- ur inn å Gøtuvåg til eina stórfingnað móttøku. Øll bygdin var flaggskrýdd og eini 400 fólk vóru saman- komin á bryggjuni at taka Eið Nýggi Jupiter ímóti hesum stásiliga fari. Róður vóru hildnar og fel- agskórið Gøta/Lorvik setti sín serliga dám á hátíðar- løtuna. Aftaná varð boðið umborð at síggja skipið. Bygdaráðsformaðurin, Jógvan Gregersen, segði, at komin tíðindablaðið ——— hetta er triði Jupiter, sum kemur til bygduna. Tann fyrsta átti Gøtu Samvinnu- felag, síðani keypti Driftin Jupiter aftur til bygdina, og her liggur so annar Jupiter hjá Driftini, stórri og betri útgjørdur enn tann fyrri. Um tann nýggi Jupiter kem- ur at roynast líka væl sum tann fyrri, fer hann at føra mangan góðan fongin heim, segði Jógvan Gregersen. Í Blaðnum í morgin hava vit nógv meiri frá hátíðarhald- inum, eitt nú fleiri myndir. United Voices í Vesturkikjuni Í kvøld klokkan 20 verður ungdóms- guðstænasta í Vesturkirkjuni. Heri Joensen prædikar, Bergur Debes Joensen stendur fyri altartænastuni og kendi gospel bólkurin, United Voices stendur fyri sanginum JOHN JOHANNESSEN Við einari mikrofon í part og við stóra ljóðanleggin- um, sum Shu-bi-du-a brúkti á konsertini í høllini á Hálsi leygarkvoldið, fer kendasta gospel kórið í Føroyum i kvold at syngja til ung- dómsguðstænastu í Vestur- kikjuni. Ungdómsarbeiði týdningarmikið Tað eru báðir sóknarprest- arnir, Heri Joensen og Berg- ur Debes Joensen, ið skipa fyri tiltakinum. Teir eru báðir samdir um, at tað hoyrir við til prestakallið at leggja dent á at boða gleði - boðskapin fyri ungdómi- num, eins og gleðiboðskap- urin skal boðast øllum ødr- um. Fyri at vekja åhuga teirra ungu, hava prestarnir heitt á væl umtókta gospel kórið, United Voices, um at syngja til Guðstænastuna. Og eing- in ivi er um, at kórið fer at seta sín dám á kvøldid. Tey fara at syngja 10 væl umtókt og svingandi løg undir leið- slu av Eiriki í Skála, og har- afturat fara tvey úr kórinum at standa fyri felagssangi- num, ið fevnir um kendar sálmar úr sálmabókini. Tað er ógvuliga kostnaðarmikið at leiga so góða útgerð, sum teirri, kórið skal brúka undir guðstænastuni í kvold, og tí hava prestarnir avgjørt, at talvan skal ganga fyri leiguna av ljóðútgerðini, ið sum áður nevnt er tann sama sum tann, ið Shu-bi- du-a nýtti í hóllini á Hálsi leygarkvoldið. Prestarnir vóna, at nógv fara at leita sær til lívligu guðstænastuna í Vestur- kirkjuni í kveld klokkan átta. Ætlanin um vágatunnilin polittisk kastibløka Fleiri av stórru virkjunum í Vágum hava vent sær til Vinnuhúsið, tí at »Sam« skal einsamallur rókja rutuna um Vestmannasund í vetur. Virkini meta at hetta er til stóran ampa fyri vinnulívið í Vágum, og tey hava heitt á Arbeiðsgevarafelagið um at framfóra teirra sjónarmið ÓLAVUR Í BEITI I tíðindaskrivinum frá Vinn- uhúsinum, verður sagt, at vanliga vildi Føroya Arbeiðs- gevarafelag neyvan lagt seg út í ein slíkan spurning. Hvussu nógvir túrar skulu verða til ymiskar oyggjar, og hvat skip skal røkja rutuna, eru spurningar, ið oftast eiga at vera partar av einari heild- armeting. Ein heildarmeting, har lokal áhugamál noyðast av avvigast við kostnað og samfelagsligt gagn. — Tað, ið fær Føroya Ar- beiðsgevarafelag at taka und- ir við sjónarmiðunum hjá lokalu virkjunum í hesum føri er, at skip, ið kundu verið brúkt til sigling um Vest- mannasund, er sett í sigling inn á Skålafjørdin. Eystur- oyggin er landfastur partur av midstadarøkinum í Føroyum, og ferdasamband kann eins væl og bíligari nøktast við busssambandi, sigur Vinnu- húsið í tíðindaskrivinum. Trupul støda Vist verdur so å, hvussu trup- ult tad er hjå vinnuni i Våg- um, og eitt nå Fiskavirking og Kovin hava trupult vid at fáa råvøru fram og bíðitíðin kann verða long. Nýggja kunngerðin, ið tvingar 30% av landingunum um upp- bodssøluna, vil gera trupul- leikan uppaftur stórri, tí parturin av landingum bein- leiðis til virkið fer at minka. Og feløgini id eru knýtt at flogvøllinum vísa á, at stødan gevur trupulleikar, bæði fyri ferðafólkaflutning og frakt. Og eitt av størstu snikkara- verkstød, Vatnsoyrar Snikk- aravirkið, hevur valgt at seta 2 montørar við bústaðið í Vestmanna í starv, av tí ein- føldu grund, at ikki ber til at veita kappingarføra tænastu út frå Vågunum. Føroya Arbeiðsgevarafel- ag hevur heitt å vinnumålar- áðharran um at umhugsa aðrar loysnir í hesum sam- bandi — loysnir í tryggja vinn- ulívinum í Vágum, og virku- num ið eru knýtt at flogvølli- num, såmuligar flutnings- møguleikar. — I samband vid aktuellu samferðslutrupulleikarnar, er tað hugstoytt at staðfesta, at ætlanin um vágatunnilin verður brúkt sum polittisk kastibløka. Samgongan hev- ur samtykt og síðani stovnað eitt partafelag, ið skal standa fyri gerð av tunnlinum, pen- ingur er avsettur 2 ár á fíggj- arlógini, og harvið skuldi málið verið greitt, sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivi- num. Tóroddur Poulsen Speispei spei Speispei spei eftir Tórodd Nýggja yrkingasavnið eftir Tórodd Poulsen er ikki merkt av „illa yrktum kavaslettingi“, men tvórt- urímóti av fjølbroyttum og vælorð- adum ørindum „Speispei spei“ er ellivta bókin hjá Tóroddi Poul- sen. Í tíðindabrævi frá Mentunargrunni Studen- tafelagsins verður róð upp undir, at tað er ikki vist, at tað boðar frá góð- um. Sambært pythagore- arnar eru tølini lykilin til tær harmonisku lógirnar í kosmos og tí symbol upp á eina guddómliga heimsskipan. Tað er kort- ini so heppið. at sambært kristna hevd er ellivu eitt óeydnistal, tí tað fer eitt longur enn boðini eru í tali. Somuleiðis er tað tal- ið av lærusveinum, tá ið Judas hevði tíkið seg av døgum. Hinvegin eru tvær av útgávum Tórodds prosabøkur, so „Speispei spei“ er bara níggjunda yrkingasavnið! Níggju umboðar Jesu rødd í deyðastundini og er eitt heilagt tal, m.a. tí tað er trý faldað trý. Og í Egypt- alandi í fyrndini vóru gudaskipanir uppbygdar í níggju-eindum. So kanska loðar tað ikki bara ilt upp við nýggja yrking- Neyðarróp - Burturmist Ein myrk taska, »Skarabeo«, er burt- urmist í Havn umleið klokkan 9.00 månamorgunin. Í taskuni vóru peng- ar, lyklar og koyrikort. Moguligur finnari verður biðin um at ringja til 214105, 311569 og 315769 asavninum hjá Tóroddi Poulsen? Livst so spyrst! Onkur ummælari hev- ur ákært skaldið fyri, at speisemið viðhvort tekur ræðið av honum, og nú hevur Tóroddur latið eitt savn frá sær við einum frumspeiskum — tittuli. Men yrkingarnar eru minni enn so bara speisk- ar - hóast eisini tað - men ímillum longri tekstir, sum taka tek við tilveru- na og portrettyrkingar, standa tey fínligastu haiku: „Havið ein grunn- ur / av søltum minnum har sjón / tin víðkar deyð- an /". Aðrastaðni verður við eyðkendum tórodsk- um úrsliti spælt upp ímóti øðrum yrkjarum. Savnið er ikki merkt av „illa yrktum Kkavaslettingi“, men tverturímóti av fjøl- broyttum og vælorðaðum grindum. Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur givið „Speispei spei“ út, Ova hevur gjørt permu- na, savnið er 80 blaðsíður og kostar 120 krónur.