Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 207— 30. oktober 1999 2 15 Eysturoyingurin, Elisabeth... Toftagentan, sum er í starvsvenjing á Sosialinum, sigur seg vera eysturoying út í odd og í liv, dreymar og hugsanir hjá eini ungari føroyskari bygdagentu e Høgni Mohr 6 åra gamla Elisabeth starvsvenjing å um. Hon gongur í 10 Mánadag 1 hon við at ta Skula blað tam ro non sen MS VIð 1 adaamanninu | K int Var n i nagreminga Sreiddt nenni Ira ISSU ct myndatol er SsKruvao saman. Hon og Jens Kristian vórðu send á nýggju lækna miðstøðina í Havn at taka myndir, og har slapp Elisabeth at royna seg sum myndakv Eisini var hon í Løgtinginum við John Johannesen, blaðmanni Tad var so keðiligt, at eg mundi sovnað, sigur Elisabeth, sum sostatt fekk staðfest, at hon púrt ongan áhuga hevur fyri politikki. Stuttligasti túrurin var í sjónvarpinum. tá Dagfinn Olsen og hon prátaðu við Likkulikkuleiu-hjunini, Páll og Vár. Hesa vikuna hevur Elisabeth verið í blaðhúsinum og roynt seg sum blaðfólk, setikonu og lýsingarfólk. Smædnið fánað Hóast toftagentan sigur seg vera eysturoying út í odd og egg, er hetta seinnu ferð, hon er í Suðurstreymoy í starvsvenjing. Fyrru ferð, í fjør, var hon í klædnahandlinum Klivanum í SMS. Hóast Elisabeth í sínum Buffalo plateauskóm og Only- troyggju, tykist vera hugtikin av móta, vóru tað ikki snøgg klædnapløgg, ið drógu hana til Havnar ta ferðina. Eg hevði áhuga fyri handilskapi, men meðan eg var í Klivanum tókst eg kortini eisini við annað. Eg royndi meg sum modell í SMS-varpinum hóast tað var eitt sindur snópisligt. Kortini havi eg roynt meg í mótasýningum síðani tá. Ta einu ferðina við stórum purlum í hárinum, so smædnið er kanska við at fána burtur, sigur Elisabeth flennandi. Vakra toftagentan ætlaði sær ikki upprunaliga í starvsvenjing á Sosialinum. Dreymur hennara var at sleppa at royna seg í sjónvarpinum ella í útvarpinum, men har slapp hon ikki framat. Tí valdi hon at koma á Sosialin, her pápin, Jóannes Hansen, er ítróttarskrivari. — Eg havi áhuga í fjølmiðla- arbeiði, men noyðist at við- ganga, at eg haldi sjónvarpið vera mest áhugavert. Og eg heyði onki havt ímóti at verið á skíggjanum, sigur Elisabeth, sum undir ongum umstødum hevði tímað bara at siti inni og skrivað hvønn einasta dag. Kambsdalur kallar Unga Toftagentan droymir, sum flest øll, um framtíðina. Men hennara gentudreymar eru eftir øllum at dóma púra leysir av turrisligum evnum sum politikki, búskapi og livibreyði! Eg havi búð í Oxford í Onglandi í 9 mánaðar. Tá var eg 12 ára gomul, og eg ætli mær aftur til landið. Kanska sum Au- pair í London. Mær dámar væl enska málið, og kundi væl hugsað mær at búð har altíð. Fyrst hevði eg kortini farið á studentaskúla, sigur hon, men leggur dent á, at hon ikki væntar at klára seg eins væl sum eldra systirin, ið gjørdist besti studentur í ár. Nú Elisabeth nevnir studentaskúla, ger hon vart vid, at hon undir ongum umstødum fer til Havnar at taka miðnámsprógv. Og heldur ikki til Klaksvíkar. Og heldur ikki til Suðuroyar. Nei, hon heldur Kambsdal vera frægasta staðið. Náttarkoyring — Vit klára okkum fínt í Eysturoynni, sigur patriotiski starvsnæmingurin. Og Eysturoyggin hevur nógv annað á skránni enn ítrótt (og fótbólt, sum hon hevur fingið stikni til orsakað av tí eldhugaða påpanum). Friggjakvøld er hon á kristiligum vikuskiftisfundi í Gøtu, Runavík ella Fuglafirði. Hesir ungdómsfundir eru bæði drúgvir og sera stuttligir. Tá fundur er lokin, verður prátað og fjasað eitt sindur. Ofta er náttin meira enn hálvliðin, áðrenn hon fer til songar leygarnáttina. Í vikuskiftunum er Elisabeth aloftast í Runavíkar og hugnar sær við vinkonunum; og koyrir biltúr! Tey ungu hittast beint við Føroya Banka, og haðar koma eisini nyklaktu bilførararnir, dyrgjandi eftir diddum i skinandi stålførum sinum. — Eg kenni onkrar, sum hava koyrikort, og koyri ofta við teimum, sigur Elisabeth, og viðgongur, at henni dámar eitt sindur væl at koyra skjótt. Spurd um foreldrini ikki eru bangin um hana, tá hon koyrir við ungu bilførarunum, svarar hon, at tað Q + Q = Q (0) (I heldur hon ikki. Mamma hevur sagt vid meg, at eg skal biðja um at verða sett av, um teir koyra ov skjótt Síðani skal eg bara ringja eftir henni, og so kemur hon eftir mær... Elisabeth sigur, at hon ikki er forlovað. A tí økinum sigur hon seg hava góða tíð. Og erpnu unglingarnir við spildunýggju koyrikortum sínum skulu ikki vænta sær hesa toftagentuna sum fong. Fyribils. Lenin til klæðir Millum spennandi vikuskiftini hendir eisini nógv í lívinum hjá Elisabeth. Umframt skúlagongd, ið hon er um at troyttast av, hevur hon ov mikið at tríva í. Arbeiði ræðist hon ikki, og serliga væl dámar henni at fáast við børn. Tríggjar dagar um vikuna fer hon í dagrøktina eftir tveimum børnum, og ansar teimum til foreldrini koma heim ein tíma seinni. Eisini hvort I samrøduni kaga vit inn pe månakvøld er hon dadda hjå eini eitt åra gamlari gentu. Har umframt arbeidir hon ein dag, hvort vikuskifti, í matvøru- handlinum hjå Pidda å Toftum Vit gloymdu at spyrja Elisabeth, hvar allir pengarnir, hon forvinnur, fara. Tiskil ringdu vit til mommuna, Sonnu Hansen å Toftum, at spyrja. Momman var ikki i iva — Tað fer hver króna til klæðir og onki annað... Og Elisabeth er vælklødd. Og vekur. So tað fær ikki verið ødrvisi enn at vit noyðast at seta henni spurningin, ið ikki slepst undan: Kundi tú ikki hugsað tær at verið modell? Tað sæst á henni, at hendan spurningin hevur hon hoyrt áður. — Eg hevði kanska hugsað mær at roynt meg sum modell, men eg ivist i, um mamma hevði viljað tað, sigur hon og flennir í kíki...