leygardagur 30. oktober 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
Nr. 207- 30. oktober 1999
Frændur — uppreistur,
landaplågur og mentan
5
Við Fóroya Symfoniorkestri sum nýggjum manni á liðnum, skal Frændur í vikuskiftinum royna at endurskapa
størstu sigrarnar seinastu 15 árini. Frændur er eitt blað í føroysku ténleikasøguni, sum ikki eigur sín líka
Eyðun Klakkstein
Sig Frændur, og nærum allir
føroyingar kunnu svara við
navninum á onkrum sangi, teir
syngja
Føroyar, Mítt land, Eros,
Hundurin brúni, 80'ini, Til tey
stressaðu, Lívsmynd, Á um vit.
Tað er veruligur vandi fyri at
missa luftina, tá hittini hjá
teimum trimum klaksvíking-
unum — Steintóri Rasmussen,
Eyðuni og Rana Nolsøe - skulu
reksast upp
Teir hava gjørt sangir, sum
hava hildið. Sangir, sum við eitt
vekk eru vorðnir landaplágur
Og sangir, sum hóast teir hava
úti við 20 ár á baki, verða
gjøgnumtugdir á hvørjari veitslu
í landinum tann dag í dag.
Frændur er hædi spontanitetur
og gjøgnumtonktur
musikalitetur. Frændur er
markleysur fosturlandskærleiki
og tuktandi fremstifingur.
Frændur er eitt blað í føroysku
tonleikasøguni, sum ikki eigur
sín líka.
Goyggini frá hundinum brúna
ekkóaðu í fleiri ár, eftir at fyrsta
útgávan hjá Frændum kom í
1984. Og seinni í 80'unum var
stødan hjá tónleikabólkinum
staðfest, tá teir spurdu “hvar eru
tey, ið lovaðu at lekja tíni sár",
og prædikan um at “hóast rákið
er til høgru, eru hjørtini til
vinstru” var fylgd upp av eini
rød av kærleikssangum, har
Afrodite eisini slapp upp i part.
Síðani 1984 er tað blivið til
fimm Frændafløgur, og í hesum
døgum verða poppsangirnir hjá
Klaksvíksbólkinum til ljómandi
mentan í Havn. Turriklæða-
prýddi uppreistrarandin verður
til uppsnollað konserttiltak í
norðurlendska mentanar-
deplinum í Føroyum.
Við Føroya Symfoniorkestri
sum nýggjum manni á liðnum,
skal Frændur í vikuskiftinum
royna at endurskapa størstu
sigrarnar seinastu 15 árini.
Hanus gav professarum skolu
Við ársbyrjan í 1984 var Frænd-
ur á fyrsta sinni í upptøku-
hølunum. Tá høvdu teir, eftir
ætlanir í longri tíð, avgjørt, at
dreymurin skuldi gerast veru-
leiki. Teir skuldu taka eina plátu
upp, sum skuldi koma út tað
summarið.
- Tað var ótrúliga spennandi at
koma í studio hjá Milson Zach-
ariasen fyrstu ferð. Tað var eitt
dreymaland. Har hingu tambur-
inir og gittarar á vegginum, í
kontrollrúminum var ein stórur
mixpultur, og rútur var inn til
upptøkuhølini. Vit høvdu
ongantíð upplivad slíkt áður, so
tað var ómetaliga spennandi at
fara í gongd, greiðir Eyðun
Nolsge frá.
Tað hoyrist aftur á plátuni, at
upptøkurnar vóru gjørdar í
einum serligum anda. Lagið var
gott, spontaniteturin var
eyðkendur, og tað hevði
týdning, at stemningar komu við
á upptøkurnar.
A fyrstu plátuni vóru nógv
fólk við í studio. Teir tríggir,
sum í dag verða mettir sum
kjarnin í Frændum, vóru bert ein
partur av einum stórum bólki.
Hanus G. Johansen var ein av
stóru profilunum, og hann hevði
stóran týdning fyri fyrstu
plátuna.
- Hanus var fullkomiliga
óimponeraður, tá vit fóru í
studio. Honum dámdi væl at
hugna um í studionum, og hann
var eisini nógv tann besti
sangarin av okkum, heldur
Eyðun Nolsge.
Og tá Frændur var úti og
spældi, var Hanus eisini ein |
rættiligur skansi á pallinum. Í
1984, meðan upptøkurnar til
Saman við tær vóru í gongd,
spældu Steintór, Hanus og
Eyðun til eina veitslu á
Fróðskaparsetrinum. Teir høvdu
einki ljóðannlegg, og tí var
trupult at fáa tónleikin at
hoyrast, tí veitslugestirnir
prátaðu Oført og klirrini frá
gløsunum gjørdu tað ikki lættari
at spæla.
Tá gjørdi Hanus bart. Hann
stedgadi framførsluni, og gav
professarum og ødrum góðum
fólki eina skolu.
- Um tit ikki tíma at lurta, ja,