Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-10-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. oktober 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 207 — 30. oktober 1999 Útgávurnar Frændur Saman við tær 1984 Frændur 2 1986 80'ini 1988 Mitt land 1992 Svart gull (tvifløga) 1997 Steintér Rasmussen Millum Frændur: Millum Frændur 1989 Millum Frændur: Kærleikans Vallaraheim 1998 Eyðun Nolsøe Eyðun Nolsøe: Solo 1997 Harafturat hevur Frændur verið við á øðrum útgávum, og teir tríggir høvudsmenninir hava hvør sær eisini verið við á ðrum útgávum. Nevnast kunnu til dømis Ung "85, Amnesty Tónar, Nósi og Terji og Føstufressar. so tími eg heldur ikki at spæla, vóru greiðu boðini frá Hanusi. Tað bleiv pinnastill í veitsluhølunum, og eftir tað var munandi lættari hjá teimum trimum frændunum at spæla sín tónleik. Fyrsta plátan hjá Frændur kom út á summri í 1984, og hon var alt fyri eitt at hoyra allastaðni. Fólk tóku veruliga sangirnar á Saman við tær til sín, og framvegis liva sangir sum Minnist tú gildið, Hundurin brúni, Lívsmynd og Sangur til frælsi í ollum góðum. Terji kravdi at syngja sín sang Tvey ár seinni var Frændur klárir við næstu plåtuni, og hon stílaði hægri, enn tann fyrsta plåtan gjørdi reint tónleikaliga. Klaksvíksbólkurin hevði sligið seg saman við tí lovandi tónleikaranum og produsaranum Ola Poulsen. og hesum kom eitt gott úrslit burtur úr. Frændur 2 livdi til fulnar upp til lovandi tónarnar av fyrstu plátuni, og serliga tónleikurin var nógv betraður. Tónleikin løgdu teir í Frændum til rættis saman við Ola Poulsen, sum longu tá var farin at vísa tey evni, sum seinni skuldu gera hann til ein tann best umtókta produsaran í Danmark. Og framvegis var Frændur ein stórur bólkur, har nógv fólk høvdu sínar smærri og stórri leiklutir. Terji Rasmussen var ein av teimum, sum nú var komin við í bólkin, og hann sang sangin, sum saman við sanginum Føroyar, gjørdist størsta landaplågan av Frændur > Terji Rasmussen búði um tað mundið saman við Eyðuni Nolsøe, og teir báðir spældu og sungu nógv saman. Tá Frændur fekk hug at brúka Eros á síni útgávu, kravdi Terji Rasmussen, at hann skuldi syngja sín sang. Yrkingin varð gjørd liðug saman við Steintóri Rasmussen, og so slapp Terji at syngja. Tað kom hann so væl frá, at Eros man verða ein av teimum mest slóðbrótandi føroysku kærleiks- sangunum í nyggjari tíð. 7 Umframt Terja Rasmussen vóru eisini aðrir sangarar afturat teimum trimum, sum vanliga sungu. Birgir Krossteig, Hanus G. Johansen og Astrid McDonald sungu øll við á Frændur 2. - Tá Frændur fór í studio var ikki avgjørt, hvør skuldi syngja hvat. Hugburðurin var, at "tað finna vit út av”, og tað helt eg vera irriterandi. Tá vit tóku 80'ini upp, var nógv betri skil í ti, sigur Terji Rasmussen. Hóast alt ikki var lagt neyvt til rættis frammanundan, spurdust nakrir frálíkir og væl skipaðir sangir burtur úr arbeiðnum í upptøkuhølunum, hesaferð LT- studio í Havn. Tónleikurin varð ljóðblandaður í Danmark, og tað gav gott ljóð. Hvítar flykrur, sum Astrid McDonald sang, umboðaði vøkru kærleiks- sangirnar, sum tað fóru at koma fleiri av seinni, og sangir sum Á um vit, Nýggjur vetur og Friðarsangur gjørdu upp við heimspolitisku støðuna, har hugtøk sum våpnadubbing og atomvetur vóru afturvendandi. Hundurin brúni hamskiftur Tá Frændur fór í donsk upptøku- hóli fyri at taka 80'ini upp, fekk bólkurin tann profilin, sum síðani hevur eyðmerkt hann. Teir mongu gestasangararnir ruku út, og Steintór, Eyðun og Rani myndaðu saman við Terja bólkin. Afturat sær høvdu teir danskar studiotónleikarar at gera plátuna. Oli Poulsen var produsari Ein av teimum, sum ikki var biðin aftur at syngja, var Astrid McDonald. - Eg kom spakuliga og eitt sindur tilvildarliga við í Frændur, og eg gleið líka so spakuliga útaftur. Tað var ongantíð nakar, sum segði við meg, at nú var eg ikki við meira. Tað bleiv bara soleiðis, sigur hon. - Nú eri eg sera glað um, at eg slapp at syngja Hvitar flykrur, sum er ein sera vakur sangur. Tað var stuttligt og spennandi at verða í studio, og eg minnist tað sum eitt stórt upplivilsi. 80'ini gjørdist ein varði í før- oysku ténleikasøguni. Utgåvan var tann fyrsta føroyska, sum kom á fløgu, og ljóðgóðskan var í topp. Sangirnir vóru frålikir, og innspælingarnar, sum Oli Poulsen styrdi, vóru framúr frá byrjan til enda. Eyðun Nolsøe hevði ein sentralan leiklut á hesi útgávuni. Hann skrivaði nógv av løgunum, og hann sang nógvar av sangunum. Leikluturin hjá Steintór Rasm- ussen, sum stóð fyri so at siga øllum sangunum á Saman við tær, var minni eyðsýndur, tá 80'ini var upptikin, og árið eftir hevði hetta helst við sær, at hann gav út sína fyrru solofløgu undir navninum Millum Frændur. Eisini Terji Rasmussen. sum ongantíð kendi seg sum rættiligan part av Frændum, hóast hann var nógv vid, gav sína egnu fløgu út árið eftir. Tað var nógv gjørt burtur úr. tá 80'ini var givin út á summri í 1988, og sangir sum Dupultsong, 80'ini og Til tey stressaðu rungaðu um geilar og horn, tá Olavsøkan var stutt eftir. Frændur hevði enn einaferð rakt seymin á høvdid, og tónleikaliga var talan um bestu útgávuna hjá bólkinum. - Hundurin brúni hamskiftur, vildi eitt av føroysku bløðunum verða við, og tað var í grundini nakað um tað. Politisku sangirnir vóru ikki longur so bítandi, sum teir høvdu verið, og tónleikurin var nú vælpoleraður popptónleikur, sum einki stóð aftanfyri tað, sum floymdi til landið úr útheiminum. Men hóast nógvar broytingar, helt Frændur fast um tað, sum hevði eyðkent bólkin frá byrjan. Teir skrivaðu sínar frálíku yrkingar á føroyskum, og teir høvdu nakað at bera fram. Fingu høllirnar at kóka Fjórða útgávan í rødini kom fýra ár seinni, í 1992, tá kreppan veruliga var farin at gera um seg, og alt sá so vónleyst út. Frændur hevði tó dirvi til at taka enn eina fløgu upp, og hesaferð var Johannus á Rógvu Joensen produsari. Uppgávan at lata løg og yrk- ingar til fløguna var aftur býtt meira javnt millum teir triggjar høvudsmenninar i bólkinum, og teir vístu, at teir átta ár eftir fyrstu útgávuna framvegis kundu seta saman sangir, sum fólk tóku væl ímóti. Stóra hittið á hesi útgávuni gjørdist sangurin, sum fløgan varð uppkallað eftir, Mitt land. Hetta var enn ein fosturlandsyrking, sum tók tráðin upp eftir sangin Føroyar, men tað vóru eisini aðrir sangir, 17 Soleidis yrktu teir Til tey stressaðu, 1988 Tú ert bert eitt kuffert. Kuffert, 1984 Lívsmynd, 1984 Í morgin er aftur fríðagur. Eros, 1986 Caissa, 1992 Vit bora igjøgnum teg. Føroyar, 1986 Í tínum tonkum, 1988 Komið verið meira vakin, komið dansa meira nakin. komið haldið meira saman, komið steðgið á for tramin. Lalalala lalalalala lalalalalala lalalalala. Talvborðið stendur á Nakkinum enn. So um eg komi at vitja, havi eg ongar blómur við sum sluppu fram at. Ger- andislag var ein vøkur yrking full av stemningum og vid einum frålikum lagi. Europa var ein stórfingin sangur um nýggju tíðirnar í vesturheiminum, sum stutt frammanundan hevði sæð múrin falla. Og við Uttanumtos setti Frændur ljós á ymisk viðurskifti her á landi. Aðrenn og eftir útgávuna Mítt land var Frændur rættiliga farin at gera vart við seg á konsertum kring landið og uttanlands. Bólkurin hevdi stóran part av 80'unum verið ein miðalgóður konsertbólkur, men eftir, at teir høvdu spælt á Midtfyns Festivalinum í 1989, kom rættilig gongd á konsertirnar. Frændur spældi ferð eftir ferð fyri fullum hellum kring landið. og teir vóru í langt tíðarskeið størsta konsertnavnið í Føroyum. Í mars mánaði i 1992 spældu teir eina framúr góða konsert fyri 1200 fólkum á Hálsi, og í juli mánaða sama år høvdu teir enn eina fram úr konsert, tá KI-høllin í Klaksvík veruliga kom upp á kók. Øll 90'ini hevur Frændur verið væl umtóktur konsertbólkur. Í 1997 skuldu teir í sama mánaði kappast við stóru útlendsku bólkarnar Blur og Status Quo, sum spældu í ítróttarhóllini á Hálsi í Havn. Men hóast Frændur kom síðst í rødini, kláraðu teir at savna 1200 fólk til sína konsert — tað kláraði hvørgin av teimum út- lendsku bólkunum. Framvegis klára Frændur at savna nógv fólk, og tað verður fult hús, tá stóru konsertirnar við Føroya Symfoniorkestri verða í dag og í morgin. Størsta konsertin nakrantíð Síðani 1992 er eingin verulig nýggj útgáva komin við Frænd- um, hóast nógv er útkomið frá limunum í bólkinum. I 1997 gav Eyðun Nolsøe sína fyrstu solofløgu ut, sum hann eisini kallaði Solo. Hesa fløgu tók hann upp saman við teimum tónleikarunum, sum hann hevði spælt nógv saman við í Eyðun Nolsøe Band. A fløguni var sangurin Dansa stóra hittið. Seinni sama árið kom ein tvifløga við Frændum. Flogan. sum var rópt Svart gull, var ein savnsfløga við teimum best umtóktu sangunum hjá bólkinum. A fløguni vóru eisini tríggir nýggir sangir — ein frá hverjum av teimum trimum limunum í bólkinum — og av teimum er tað helst Brot og Vandasker hjá Eyðuni Nolsøe, sum hevur verið mest at hoyra Frændur endurinnspældi eisini fýra av gomlu sangunum hjá sær til fløguna. Svart gull var mesta selda fløgan í 1997. og hon var ein staðfesting av, at Frændur framvegis kundi selja fløgur. Nú eru Frændur klárir til helst størsta konserttiltakið hjá sær nakrantíð. Norðurlandahúsið verður pallurin, tá poppbólkurin saman við Føroya Symfoniorksetri fer at framføra nakrar av sínum kendu sangum, hesaferð í nýggjum búna. Tað verður stórfingið og ment- að, tað verður ein blanding av vælumtóktum føroyskum popp- tónleiki, hvínandi gittarljóði og klassiskum ljóðførðum. og tað skal setast saman í eina eind, so eingin er í iva um, at tað heldur. Um Frændur so fara í klædning, ella Føroya Symfoniorkestur i turriklæð. ja. tað sæst ivaleyst í kvold. Men ikki í SvF!