Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 150 - 9. august 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein Skammiligt! FØROYA fólk máttu ásanna í seinastu viku, at mangir politikarar eru lítið at sær komnir. Spurningurin er, um teir hava tann førleika, ta virðing og ta tign, sum ein løgtingssessur í sjálvur sær eigur at krevja. VIT hoyrdu t.d., at politikarar beinleiðis løgdu eftir Sjónvarpi Føroya og óbein- leiðis eftir tíðindafólkum. Tey vórðu skuldsett fyri at rangsnúgva, mani- pulera og fyri at propagandisera. HETTA eru grovar skuldsetingar ímóti triðja parti, sum ikki fær vart seg. Tað er ófatiligt, at løgtingsformaðurin ikki talar at slíkum álopum. UPPAFTUR meira óhugnaligt er, at ein politikari í hesum sambandi hóttir við ikki at veita fígging til henda stovn, um tað aftur skuldi verðið neyðugt. Slíkt er barnsligt og óbúgvið. Tað er tí gott, at Starvsmannfelagið ger vart við seg í slíkum føri. EITT tíðindafólk, sum hevur fylgt ein- um máli, má hava loyvi til at gera sína niðurstøðu ella tulking. Og tá Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, kemur við einum uppskoti, sum løgmaður, Anfinn Kallsberg, higartil hevur víst frá sær, so má tíðindafólkið hava rætt til at siga, at Bjarni Djurholm gongur ímóti løg- manni, um tíðindafólkið annars kemur til hesa niðurstøðu. MEN tað vóru ikki bara álop á Sjónvarp Føroya. Tingfólk úr Fólkaflokkinum løgdu eisini eftir Føroya Fiskimanna- felag, tí Fiskimannafelagið ikki hevur gjørt eina eftirlønarskipan fyri limir sínar. Fiskimannafelagið hevði heldur ikki møguleika at verja seg, hví felagið ikki hevur teknað eina eftirlønarskipan fyri limir sínar. Tí áttu tingfólk eisini at havt varað sín munn í álopinum á fakfelagið hjá fiskimonnum. FRAMFERÐIN hjá ávísum tingfólkum henda dagin var einki annað enn skammilig. STEFAN Í SKORINI Tá ið Ljósafelli fór til Flem- ish Cap í kanadiskum sjógvi 10. juni, mynstraði Peter O. K. Olofson við skipinum. Peter er ein kendur per- sónur í Føroyum, av tí at hann hevur verið ósamdur við bisp, tá ið hann var prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Henda ósemja hevði við sær, at Peter segði seg úr starvi sum prestur og fór at royna okkurt annað. Fyrsti túrurin Fyrsti túrur hjá Peter var á Flemish Cap í kanadiskum sjógvi, har roynt varð eftir svartkalva. Har fiskaðu teir bara í hálvan annan mánað. Veiðan var eini 180 tons, og fiskiskapurin var smáligur. Henda veiðan varð løgd upp í Havn í síðstu viku. Nú er leiðin løgd vestur- eftir í russiskan sjógv í Ba- rentshavinum, har túrurin verður gjørdur liðugur. Har verður roynt eftir toski. Ljósafelli er júst komin á fiskileið, men eins og á Flemish Cap hevur verið heldur smáligt við fiski- skapinum, sigur skiparin á Ljósafelli, Atli Hansen. Ætlanin er at fáa eini tvey hundrað tons í Barentshav- inum, sum er kvotan, teir eiga, áðrenn leiðin verður løgd heimaftur. Tað er tor- ført at meta um, nær Ljósa- felli aftur liggur við bryggju. Tað veldst alt um, hvussu fiskiskapurin verð- ur. Fáir bátar eru har um leið- ir, men Sundaberg er stadd- ur onkustaðni vestanfyri Ljósafelli, og onkur hissini russari roynir eisini har. Ongantíð verið við fiskiskipi fyrr Peter O. K. Olofson sigur, at sjólívið er eitt spennandi starv, tí hann hevur ongantíð roynt tað fyrr. Hetta er fyrstu ferð, at hann er úti og siglir við einum fiski- skipi, men einaferð skal verða fyrstu ferð. Prestakjólin er skiftur út við oljuklæði Peter O. K. Olof- son segði seg fyrr í ár úr starvi sum prestur í Fugla- fjarðar presta- gjaldi, men hann liggur ikki á latu síðuni. Peter er farin at royna sjólívið, og tað heldur hann verða spennandi Tá ið Sosialurin hevði Peter í telefonini, órógvaðu vit hann, meðan hann ar- beiddi við at reinskera hýsu, og fyrr um morgunin hevði hann fingist við at fáa veið- una í frystilastina. Annars er tað ymiskt, hvat Peter tekst við umborð. Reiðarin Mortan Jo- hannesen hevur bara rós at bera Peteri, sum altíð er til dystin fús til eina nýggja avbjóðing, sum í hesum føri umborð á Ljósafelli. Tænir Gudi har ein er Peter O. K. Olofson leggur dent á, at hansara kall fram- vegis er at verða prestur, men sum viðurskiftini eru í føroysku fólkakirkjuni nú, er hetta ikki møguligt, og tí hevur hann valt annað starv. Nú er prestakjólin so skiftur út við oljuklæði, men ein mynstrar bara ein túr í senn, so Peter kann ikki siga, hvussu leingi hann verður verandi umborð. Tað er stórur munur á at hava sína dagligu gongd í lastini umborð einum lang- faratrolara, og so at verða sálarhirði og prestur hjá fuglfirðingum, men tað er ikki so avgerandi, bara ein sum kristin tænir Gudi, har man er. - Vit hava øll ymisk køll her í lívinum, men tað, sum er avgerandi fyri meg og øll onnur kristin, er, at man tænir Gudi, har man er staddur, sigur Peter. Ljósafelli Tilgjørd mynd Yvirfeitt Fyri fyrstu ferð í søgu mannaættarinnar er talið á ov feit- um fólkum líka stórt sum talið á ov klønum fólkum NICLAS JOHANNESEN 1,1 milliard menniskju viga í dag meira enn teirra lækni kann viðmæla. Yvirfóðrað og undirstimbrað er høv- uðsniðurstøðan. Størstu byrðarnar bera lond so sum Brasilia og Co- lumbia, har brýtur í bæði borð: Millum 30 og 40 pro- sent av íbúgvunum viga ov nógv. Restin vigar ov lítið. Í Norðuramerika verður nú hugt eftir egnum nalva. Á burgarakontinentinum - har chipsið hevur verið skolað dúgliga niður við cola, har ferjur og bussar hava skift plastikk setrini út soleiðis, at vaksandi talið av yvir- vaksnum menniskjum eisini sleppa upp í part - er eitt avíst forstáilsi fyri, hví so nógvur fiti plágar so nógv menniskju. Tú er tað, tú et- ur. Men at skilja, hvussu ki- nesarar og fólk úr eystur- evropa nú eisini dragast við yvirvekt passar ikki heilt við gamla vanahugsan. Alla skyldina hevur ídnað- arkollveltingin, siga frøð- ingarnir. Við henni fluttu fólk av bóndagørðum inn til býin. Maskinur avloystu musklarnar og nú stívliga 100 ár aftan á flóta meiri enn 50 prosent av vestur- lendingunum oman fyri teirra idealvekt. Tungir kinesarar Eisini í menningarlondu- num er talið á ov feitum fólkum eksploderað. Í kjal- arvørrinum á búskaparliga vøkstrinum í Kina seinastu tíggju árini komu broyttir matvanar. Talið á fólkum, ið eta fit- andi mat, er vaksið úr 23 prosentum upp í 67 prosent. Úrslitið er, at talið á ov feit- um fólkum er økt úr níggju prosentum upp í fimtan pro- sent. Í fólkaríkasta landinum í heiminum merkir hetta tað sama sum, at 66 milliónir menniskju nú viga meira enn gott er fyri tey sjálvi. Í USA verður staðfest, at í 80’unum opnaði McDon- alds fimm nýggjar junk- matstovur - um dagin. Fýra teirra uttan fyri USA. Heim- urin etur feitar burgarar, chips og cola sum ongantíð áður. Tað er bíligt, men ikki serliga sunt. Alt størri partur av heimsins borgarum velja burgaran sum teirra dagliga breyð. Granskarar staðfesta, at í kjalarvørrinum á grill- mat-mentanini finnast 1,1 mia. yvirfóðrað og undirstimbrað menniskju RÚNAR REISTRUP Í kvøld og komandi fýra dagarnar fer Tórshavnar jazz- fólka- og bluesfesti- valur at seta sín dám á Havnar bý. Festivalurin verður settur í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 20.00, beint áðrenn teir báðir klaverleik- ararnir Jóhannes Andreas- sen og Stamen Stantshev seta seg við hvør sítt flygel at spæla løg eftir J.S. Bach. Tann hálva tíman áðrenn festivalurin verður settur, fer bigbandið Jassarnir at hita áskoðarafjøldina upp úti í forhøllini í Norður- landahúsinum. Stamen og Jóhannes framføra í ein hálvan tíma í konserthøllini, og aftaná tekur ein donsk trio við Arne Forchammer á odda yvir. Tá hendan framførslan er komin at enda nakað eftir klokkan 21, kunnu áhoyr- ararnir velja ímillum tvær framførslur í meira óhátíð- arligum umhvørvi. Ivory saman við víðagitna saxo- fonistinum John Purcell fara at spæla etniskan jazz- tónleik í Klingruni. Sam- stundis fer hetlendski vio- linspælarin Trevor Hunter at spæla nøkur løg í musik- cafeini. Fyrsta kvøldið á Jazz- festivalinum 2000 endar við at íslendski bólkurin Hallas Travel við Bjørn Thorodd- sen á odda framførir tað, ið kallað verður „musikteatur“ ella tónleikasjónleikur. Jazzfestivalurin varir til leygarkvøldið 12. august. Nú er festival tíð Árligi jazz- fólka- og bluesfestivalurin í Norðurlandahúsinum verður settur í kvøld Meðan undir- og meðal- klassin taklar trupulleikan við at eta diet-tablettir sum ongantíð áður, so er yvir- klassin farin at skurð- viðgera seg sjálvan. Bara í 1999 lótu 400.000 amerik- anarar teirra serlækna súgva feitt úr teirra yvirvaksnu goymslum umkring lendar- nar og nalvan. Eftir standa 1.1 milliard menniskju, ið ikki hava ráð at spara upp til skurðvið- gerð og tablettir, men hava tó nokk í fóðrinum ein Big Burger Meal aftrat. Kelda: The Vancouver Sun - frágreiðing frá atljóða ráð- stevnu um matvanar