mikudagur 9. august 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
RÚNAR REISTRUP
Útvarp Føroya og Sjónvarp
Føroya eru sum er almennir
stovnar undir Undirvísing-
ar- og Mentamálastýrinum,
men stendur tað til lands-
stýrið, so skulu teir báðir
almennu
loftmiðlarnir
skjótast gjørligt loysast frá
politiska valdinum. Tað skal
gerast við at umskipa stovn-
arnar báðar til almennar
fyritøkur.
Hesum tekur stjórin í
Sjónvarpi Føroya, Tróndur
Djurhuus, ímóti við opnum
ørmun.
Ætlanin at gera Útvarpið
og Sjónvarpið til almennar
fyritøkur hevur sambært
landsstýrismanninum við
mentamálum, Torbjørni Ja-
cobsen, tvey endamál. Ann-
að er at fáa stovnarrnar at
virka sum sjálvstøðugir
stovnar og leggja greiðar
linjur fyri hvør hevur
ábyrgdina av rakstrinum.
Hitt er at loysa miðlarnar
frá politiska myndugleik-
unum so eingin ivi er um
óheftu støðuna, ið miðlarnir
hava sum tíðindaberar.
Skott til politiska
valdið
– Høvdu vit verið eitt sindur
meira sjálvstøðugir og havt
greiðari formellar linjur, so
hevði rokið um játtan til
SvF ongantíð uppstaðið.
So bersøgin er sjónvarps-
stjórin, Tróndur Djurhuus,
sum longu undir arbeiðin-
um at gera uppskot til løg-
tingslóg um kringvarp førdi
fram, at tað var burturvið at
skipa loftmiðlarnar sum al-
mennar stovnar, har stjórin
stendur við ábyrgd beinleið-
is fyri mentamálaráðharr-
anum. Soleiðis er støðan í
dag.
Sambært uppskotinum
hjá landsstýrismanninum
skulu Útvarpið og Sjón-
varpið stjórnast av nevnd-
um, ið hava bæði program-
politiska og fíggjarliga
ábyrgd av fyritøkunum.
Verða stovnarnir skipaðir
sum almennar fyritøkur, so
fer stjórin í fyritøkuni at
hava
ábyrgd
mótvegis
nevndini, sum hevur heim-
ild bæði at seta stjóran „upp
á pláss“ og at siga hann úr
starvi og seta nýggjan, um
tað gerst neyðugt.
Ikki minst rokið um eyka-
játtan til SvF, sum fekk
stórar avleiðingar fyri
Signar á Brúnni, landsstýris-
mann, hevur víst á trupul-
leikan í at almennu loft-
miðlarnir eru stovnar undir
landsstýrinum. Tí skulu ÚF
og SvF nú umskipast til
almennar fyritøkur
Loftmiðlarnir verða
loystir frá landsstýrinum
Á hendan hátt verður eitt
skott sett ímillum stovnin
og politiska valdið.
Eykajáttanarmálið
skundaði undir
Sum kunnugt hava viður-
skiftini millum sjónvarps-
stjóran og táverandi lands-
stýrismanninum við menta-
málum, Signari á Brúnni,
fyri stuttum elvt til stórar
trupulleikar.
Og núverandi menta-
málaráðharrin dylir heldur
ikki fyri, at málið um eyka-
játtanina til Sjónvarp Før-
oya hevur skunda undir at
fáa greiðari viðurskifti í lag
millum almennu fjølmiðl-
arnar og landsstýrið.
Sjónvarpsstjórin er samd-
ur í, at málið um eykajáttanin
til Sjónvarp Føroya hevur
avdúkað í ríkiligt mát, at
brúk er fyri greiðari linjum
enn teimum, ið nú galda.
Ikki alment partafelag
Tróndur Djurhuus sigur, at
í arbeiðinum við at gera
uppskot til lógina um
kringvarp, ið varð samtykt
fyri tveimum árum síðan,
skeyt hann upp at kanna
møguleikan fyri at gera
Sjónvarpið og Útvarpið til
almenn partafeløg.
Men so langt er lands-
stýrið ikki sinnað at ganga.
– Nú er hetta landið so
lítið, at tað er neyðugt at
man alment tryggjar, at tað
altíð verður í hvussu er ein
útvarpsrás og ein sjónvarps-
rás á føroyskum hondum,
og tá haldi eg ikki at tað er
ein góð loysn at gera stovn-
arnar um til alemenn parta-
feløg, sigur landsstýrismað-
urin við mentamálum.
Enn er málið ikki kannað
út í æsir, og tað inniber
millum annað, at tað enn
ikki er greitt, um tað yvir
høvur ber til at gera nakað,
sum eitur almenn fyritøka,
uttan at gera hesa fyritøku
til partafelag.
Og vísir tað seg, at hetta
ikki ber til, so eru bara tveir
møguleikar. Annaðhvørt at
lata Útvarpið og Sjónvarpið
halda fram sum almennir
stovnar, ella at umskipa teir
til almenn partafeløg.
Og tá hevði landsstýris-
maðurin valt tað seinnu
loysnina.
– Broytingar mugu henda,
og ber tað ikki til at gera
almennar fyritøkur, so er
ikki annað at gera enn at
gera loftmiðlastovnarnar
um til almenn partafeløg,
sigur Torbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður við menta-
málum.
RÚNAR REISTRUP
Torbjørn Jacobsen er ikki
nøgdur við sendiflatuna hjá
Sjónvarpi Føroya, og tað
skal broytast, soleiðis at
Sjónvarp
Føroya
kann
gerast ein verulig mótvekt
til tað nógva útlendska til-
farið, sum aðrar sjónvarps-
rásir hava at bjóða.
Landsstýrismaðurin við
mentamálum ásannar, at tað
er ógvuliga torført at fáa
eina dygdargóða føroyska
sjónvarpsrás at hvíla í sær
sjálvum fíggjarliga, og tí
verður í løtuni umhugsað at
tryggja eitt betri fíggjarligt
støði undir stovninum.
– Tað er væl hugsandi at
vit fara at taka stig til at
tryggja ein nóg stóran før-
oyskan part av senditíðini
við einum almennum í-
skoyti, sigur Torbjørn Ja-
cobsen, sum tó leggur dent
á, at enn hevur hesin spurn-
ingurin als ikki verið við-
gjørdur, men bert verið
havdur í huganum.
Talan verður í slíkum føri
ikki um eina játtan á fíggjar-
lógini, men um ískoyti til
ávísar partar av sjónvarps-
arbeiðinum.
Alt ov lítið føroyskt
Sum er fær Sjónvarp Før-
oya onga beinleiðis játtan á
Meiri pengar
til Sjónvarp
Føroya
Landsstýrismaðurin við mentamálum, Tor-
bjørn Jacobsen, vil sleppa at geva Sjón-
varpi Føroya fleiri pengar at arbeiða við,
so føroyska tilfarið á rásini kann gerast
meira rúgvumikið
fíggjarlógini. Ístaðin hevur
stovnurin heimild til at
krevja inn hyggjaragjald frá
øllum, ið eiga sjónvarp, og
harumframt sleppur Sjón-
varp Føroya at fáa pening
inn við lýsingum og eydnu-
spæli.
Men tað er dýrt at fram-
leiða sjónvarpssendingar,
og stovnurin hevur ofta ført
fram, at hann hevur ov lítið
av pengum at arbeiða fyri.
Sjónvarpshyggjarar hava
eisini lagt til merkis, at
umframt Dag Viku eru ikki
nógvar føroyskar sendingar
á skíggjanum. Og síðan
stovnurin kom í fíggjarliga
kreppu í fjør, er føroyska
tilfarið vorðið enn sjáld-
samari.
Hetta hevur Torbjørn
Jacobsen eisini bitið merki
í, og hevur avgjørt at royna
at broyta støðuna.
– Mín persónliga hugsan
er hon, at tann føroyski part-
urin av sendingunum hjá
Sjónvarpi Føroya er alt ov
lítil, og tað ætli eg mær at
gera nakað við. Hvat er
annars idein við at hava eina
føroyska sjónvarpsrás, tá
sendingarnar ikki eru før-
oyskar, spyr Torbjørn Ja-
cobsen, sum í løtuni ikki
hevur nakrar ætlanir um eis-
ini at stuðla Útvarpi Føroya
á sama hátt.
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 150 - 9. august 2000
Nr. 150 - 9. august 2000
Torbjørn Jacobsen
hevur spolerað alt
ÁKI BERTHOLDSEN
–Vit hava stríðst fyri hesum
skúlanum í fimm ár.
– Og nú skúlin skal flytast
til Suðuroyar, eri eg bangin
fyri, at hann aftur hesuferð
dettur niðurfyri.
Tað kom dátt við hjá for-
kvinnuni í Heimahjálpara-
felag Føroya at frætta, at
landsstýrismaðurin í skúla-
málum hevði gjørt av at
flyta almanna- og heilsu-
skúlan suður á Tvøroyri.
Annars var ætlanin at
skúlan skuldi vera í Havn,
og hann skuldi byrja 1. jan-
uar.
Hann skuldi vera ein
deild av Sjúkrasystraskúl-
anum og farið varð undir
fyrireikingarnar, nú Tor-
bjørn Jacobsen brádliga
gjørdi av, at skúlin skal vera
á Tvøroyri ístaðin.
Á
skúlanum
skuldu
tríggjar útbúgvingar vera.
Tann stytsta útbúgvingin
skuldi vera ein útbúgving
fyri heimahjálparar.
Hetta var ein útbúgving,
sum skuldi taka seks mán-
aðir.
Afturat hesum, skuldi
skúlin eisini útbúgva al-
manna og heilsuhjálparar
og almanna og heilsurøkt-
arar og tær útbúgvingarnar
skuldi taka eitt og hálvtann-
að ár.
Og
útbúvingin,
sum
heimahjálparafelagið hevur
størstan áhuga í, er sjálvsagt
útbúgvingin av heimahjálp-
um.
Ása Olsen, forkvinna í
heimahjálparafelagnum,
sigur, at tað hevur verið sera
stórur tørvur á hesi útbúgv-
ingini av heimahjálpum.
– Hetta er ein útbúgving,
sum vit hava stríðst fyri síð-
ani í 1995.
–PTað hevur fleiri ferðir
verið upp á tal at byrja skúl-
an men tað hevur verið út-
sett hvørja ferð.
–POg nú ætlanin loksins
var, at skúlin skuldi byrja
1. januar, heldur Ása Olsen,
at hann hevði heldur ikki
komið nú, um heimahjálp-
arafelagið ikki hevði strongt
so hart á.
Men nú tað er avgjørt at
flyta skúlan suður á Tvør-
oyri, stúrir forkvinnan í
heimahjálparafelagnum,
fyri, at útbúgvingin fer at
– Spurningurin er um veruliga
endamálið er at beina fyri útbúgv-
ingini av heimahjálpum, sigur Ása
Olsen, forkvinna í heimahjálaparafel-
agnum
detta niðurfyri einaferð aft-
urat.
–Og kanska verður hetta
enntá mønustingurin hjá
hesi útbúgvingini, heldur
hon.
Spolerað alt
Ása Olsen sigur, at tað er
ein spurningur um Torbjørn
Jacobsen hevur hugsað seg
nóg væl um, tá ið hann
gjørdi av at flyta skúlan í
Suðuroynni.
– Ella hinvegin er spurn-
ingurin nettupp, um hann
ikki hevur hugsað seg sera
væl um, og at tað veruliga
endamálið júst er, at út-
búgvingin skal detta nið-
urfyri.
– Okkurt má búgva undir,
tá ið ein landsstýrismaður-
tekur tekur eina so týdning-
armikla avgerð eftir eina
viku í starvinum.
– Tað, sum vit nú spyrja
okkum er, um talan ikki alla
tíðina hevur verið at blása
okkum tórvmold í eyguni,
tá ið skúlin brádliga verður
fluttur, aftaná at tað er søkt
eftir skúlastjóra og deild-
arleiðara.
Ása Olsen sigur, at
heimahjálpirnar, sum skulu
undir útbúgving, eru ikki
ungdómar, men tilkomnar
konur við húsi, manni og
børnum
– Og at koyra tær suður á
Tvøroyri í skúla er so tvør-
ligt, at tað fer neyvan at bera
til, tí í Suðuroy verða tær
noyddar at leiga sær hús.
– Var skúlin í Havn, hevði
tað ikki verið neyðugt fyri
tær allarflestu heimahjálp-
irnar.
– Eg dugi heldur ikki at
síggja, hvussu tað ber til at
hava stjóra í Havn fyri ein-
um skúla á Tvøroyri.
– At leggja skúlan í Suð-
uroy er tí næstan tað sama
sum at geva honum mønu-
stingin.
– Við avgerðini at flyta
skúlan, hevur Torbjørn Jac-
obsen spolerað alt, tí hetta
er at taka grundarlagið und-
an útbúgvingini av heima-
hjálpum.
Men Ása Olsen vissar
um, at Heimahjálparafelag-
ið fer ikki at sita hendur í
favn ímeðan øll útbúgving-
in verður koyr fyri bakka.
Hon sigur, at nevndin í
felagnum fer nú at taka
málið upp. Ætlanin er eisini
at taka upp samband við
landsstýrismannin fyri at
vita, hvat hann ætlar við
útbúgvingini.
– Vit fara ikki at sita hendur í favn ímeðan Torbjørn Jacobsen koyrir alt fyri bakka,
sigur Ása Olsen, sum er forkvinna í Heimahjálparafelag Føroya
Hetta hóvar mær illa
ÁKI BERTHOLDSEN
– At almanna- og heilsu-
skúlin brádliga er fluttur til
Suðuroyar, avdúkar, hvussu
lítið skil er í.
Tað heldur Joan Ziska-
son, forkvinna í Sjúkra-
systrafelag Føroya.
Eisini hon varð tikin á
bóli, tá ið Torbjørn Jacob-
sem, óvæntað kunngjørdi,
at hann hevði gjørt av, at
flyta almanna og heilsu-
skúlan úr Havn, og suður á
Tvøroyri.
Hon sigur, at tað er ør-
kymlandi, tá ið politiski
myndugleikin arbeiðir á
hendan hátt, og hon heldur,
at hetta vísir, hvussu lítið
skil er í.
–Skuldi tað hent, at tað
aftur kemur ein nýggjur
landsstýrismaður í skúla-
málum, kunnu vit so vænta,
at skúlin verður fluttur eina-
ferð afturat.
–Soleiðis ber ikki til at
arbeiða, heldur Joan Ziska-
son.
Nógvar spurningar
Joan Ziskason sigur, at av-
gerðin um at flyta skúlan,
reisir nógvar spurningar,
sum hon væntar at Sjúkra-
systrafelagið vil hava greiði
á.
Sjúkrasystrafelagið hevur
málastýrið um lønarviður-
skiftini hjá teimum, sum
skulu manna leiðsluna í
nýggja skúlanum.
– Avgjørt varð, at sjúkra-
systraskúlin og og almanna
og
heilsuskúlin
skuldi
leggjast saman. Og skúlar-
nir skuldu vera í Havn.
– Søkt hevur verið eftir
skúlastjóra, umframt einum
deildarleiðara til sjúkra-
systraskúlan og einum til
almanna- og heilsuskúlan.
Men Joan Ziskason sigur,
at tey hava gjørt avtalu um
starvsviðurskiftini hjá hes-
um fólkum útfrá teirri for-
treyt, at skúlin skuldi vera í
Havn.
–Men nú hann er fluttur,
er tað ein spurningur, um
vit ikki hava gjørt avtaluna
útfrá skeivum fortreytum, tí
tað er munur á, at arbeiða í
Havn og at arbeiða á Tvør-
oyri.
–Eitt nú er tað ein spurn-
ingur um fakliga grundar-
lagið er í lagi á Tvøroyri,
sigur hon.
Hon vísir m.a. til, at
sjúkrasystraskúlin er í Havn
og har er bókasavnið,
útgerðin og tøknin til skúl-
an.
–PSkal skúlin leggjast á
Tvøroyri mugu tey viður-
skiftini koma í rættlag.
Hon sigur, at hon sat
sjálvt í nevndini, sum gjørdi
tilmæli um, hvar skúlin
skuldi vera.
– Vit kannaðu málið
rættiliga gjølla, men tað
varð ongin ivi um, at skúlin
skuldi vera í Havn, tí har
var tað rætta umhvørvi til
hann og har verður raksturin
bíligari, sigur Joan Ziska-
son.
Hon heldur eisini, at tað
skúlin fer at liggja óhøgliga
fyri á Tvøroyri, tí talan er
um tilkomið fólk, sum
gongur á hann og tað kann
verða trupult hjá teimum at
flyta til Suðuroyar á skúlan.
– Avgerðin at flyta almanna heilsu-
skúlin til Suðuroyar, er ørkymlandi,
heldur Joan Ziskason, forkvinna í
Sjúkrasystrafelag Føroya
ikki viðgjørt støðuna.
Men hon væntar, at fel-
agið fer uttan iva at umrøða
málið og hon væntar eisini
at tey fara at royna at fáa
fund við landsstýrismannin
fyri at vita, hvat hann ætlar.
Men hon vísir á, at tað er
ikki vist, at Sjúkrasystra-
felagið fer at góðtaka tað
uttan víðari, at skúlin veðrur
fluttur.
– Vit hava brúkt tíð uppá
at samráðast við fíggjar-
– Verður skúlin fluttur, kann tað vera, at vit koma til ta
niðurstøðu, at vit hava samráðst við landsstýrið undir
skeivum fortreytum, sigur Joan Ziskason, forkvinna í
Sjúkrasystrafelag Føroya