mikudagur 9. august 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 150 - 9. august 2000
Nr. 150 - 9. august 2000
JÁKUP MØRK
Fyrradagin sendi Føroya
Tele út tíðindaskriv, har
boðað varð frá, at vegna
brot á Cantat kaðalinum,
sum er íbindarlið Føroya
við meginlandið, fer alt tele-
samskifti komandi vikuna
ella so fram um fylgisvein.
Trupulleikin veksur
Fyri vanligar telefonsam-
røður hevur hetta kanska
ikki so nógv at siga. Ljóð-
góðskan versnar kanska
nakað, men hetta skuldi tó
verið til at liva við.
Verri er statt hjá teimum,
sum í gerandisdegnum gera
nýtslu av alnetinum. Kapa-
siteturin á linjunum er nevn-
liga nógv minni, tá sam-
skiftið er um fylgisvein, enn
tá talan er um ljósleiðara.
Andras Róin, stjóri á Før-
oya Tele, sigur við Sosialin,
at teir eru fullgreiðir um tru-
pulleikan. Hann vísir á, at
tá eitt líknandi brot kom á
Cantat kaðalin fyri einum
tveimum árum síðani, var
talan eisini um ein trupul-
leika, men at hesin er nógv-
ar ferðir størri í dag.
- Ferðslan á alnetinum
veksur við slíkari ferð, at
hon tvífaldast triðja ella
fjórða hvønn mánað, og hon
sær so ikki út til at minka.
Risa íløga
Sum er, er Cantat kaðalin
einasta samskiftislið okkara
við umheimin, tá sæð verð-
ur burtur frá samskifti um
fylgisvein, og Andras Róin
er eisini fullgreiður um hen-
da trupulleika.
Hann vísir tó á, at bæði
Risa íløga á tele-økinum
Føroya Tele arbeiðir við at leggja nýggjan samsskiftiskaðal millum Føroyar og Ísland. Kostnaðurin av verkætlanini
verður fleiri hundrað milliónir krónur
íslendingar og hetlendingar
hava sama trupulleika, og at
Føroya Tele í samstarvi við
hesar arbeiðir við ætlanum
um at leggja nýggjar kað-
alar.
Ætlanirnar eru longu
komnar væl ávegis, og rok-
nað verður við, at fyrsti
partur av hesum, ein kaðal
millum Ísland og Føroyar,
er klárur at taka í nýtslu
móti ársenda 2001.
Fyrsti parturin av fyri-
reikingunum er longu lið-
ugur, og er komið fram til,
at kaðalin skal liggja frá
Seyðisfirði til Funnings-
botn, til tess at hann skal
liggja so trygt sum gjørligt.
Stóri trupulleikin við
Cantat kaðalinum er, at
hann liggur á økjum, har
nógvur fiskiskapur er, og at
tað er hetta, sum er orsøkin
til brotið.
At talan er um eina stóra
verkætlan, framgongur eis-
ini av teimum tølum, sum
arbeitt verður við. Andras
Róin sigur seg ikki kunna
seta nágreinulig tøl á, men
at talan er um fleiri hundrað
milliónir er einki at ivast í.
Fíggjarliga byrðan av
hesum verður so býtt mill-
um
samstarvsfelagarnar.
Umframt Føroya Tele, er
talan um Landssíma í Ís-
landi og British Telecon í
Bretlandi. Eisini hevur olju-
felagið BP víst áhuga fyri
at vera við í ætlanini.
Júst hvussu fíggingar-
mynstrið verður, er ikki av-
gjørt enn, men stjórin hjá
Føroya Tele vísir á, at nú
talan er vorðin um kapping
á teleøkinum, er ikki óhugs-
andi, at Føroya Tele setur á
stovn eitt partafelag, har
onnur so eisini hava møgu-
leika at keypa seg inn.
Fyri at betra um samskiftismøguleikarnar, er Føroya
Tele farið undir fyrireikingararbeiði at leggja kaðalar
fyri hundratals milliónir krónur
At samskiftismøguleikarnir um alnetið er verri komandi
vikuna, fer eitt nú at merkjast væl á sonevndu internet-
caféunum
JÁKUP MØRK
Tá ferðslan er somikið stór,
er einki at siga til, at tey
virki, sum vanliga gera nýt-
slu av alnetinum, partvíst
eru lammað.
Eitt nú fer ikki at bera til
hjá ungdómum at spæla
spøl á alnetinum, og hetta
rakar sjálvandi tær sonevn-
du internet-caféirnar, sum
eru í landinum. Tó fer at
bera til at chatta, tá hetta fyri
tað mesta koyrir innanhýsis
hjá caféunum. KT fyritøk-
ur hava trupulleikar, tá tær
skulu downloada fílur av
ymsum slag frá veitarum
sínum, og hjá ferðamanna-
skrivstovunum verður talan
somuleiðis um drúgvar
seinkingar, tá bíleggingar av
ymsum slag allar verða av-
greiddar umvegis elektro-
niskt samskifti.
Av Føroya Tele verður
Lammar samskiftið
Hjá nógvum virkjum er talan um óhepnar avleiðingar av
niðursetta kapasitetinum á samskiftismøguleikunum
sagt, at væntandi kann kað-
alin takast í nýtslu aftur um
eina lítla viku ella so. Hin-
vegin kunnu seinkingar eis-
ini íkoma, soleiðis at ar-
beiðið tekur longri tíð.
Roknað verður við, at
skaðin er íkomin, tí týskir
trolarar hava roynt við
botntroli á Rose bank við
Ísland, har Cantat kaðalin
liggur eftir havbotninum.
Jazzfestivalurin
Jazzfestivalurin
Stavanger Gospel Choir
SQUARE ONE
Lis Sørensen
, KR. 80,-
, KR. 150,-
,
Mikudag 9. august
Hósdag 10. august
Fríggjadag 11. august
Leygardag 12. august
Bjørn Thoroddsen (IS)
JASSARNIR
J.S.& Bach
Trio 2/ASSIMILATION
Trevor Hunter Folk Duo Shetland
IVORY v/ Eivør Pállsdóttir og John Purcell
A Tribute to Louis Armstrong
SWINGING LINK v/Jens Nørholm
Trevor Hunter Folk Duo Shetland
Kurts Blues Band Åland
JASSARNIR
GREEN GATE
PLÚMM
PÁLL finnur PÁLL
SQUARE ONE Blues trio (N)
JASSARNIR
Coco Nelegatti y su QUINTETO
ARRABAL arg./tysk Tango ork.
Trevor Hunter Folk Duo Shetland
SOFIA FINNILÄ, vokal (
JAZZOASIS
(FO)
Arne Forchammer (DK)
(FO)
v. Holger Laumann &
(FO)
(FO)
FIN) v.
(FO)
J
S
óhannes Andreassen &
tamen Stantshev (FO)
GR/IS/F0/DK trad. Jazz
(N)
v. Jørgen Dahl
(DK)
KR. 100,-
, KR. 150,-
HALLAS TRAVEL
STAVANGER GOSPEL CHOIR
LOST PILGRIMS
LIS SØRENSENS GROUP
LOST PILGRIMS
17. Tórshavnar Jazz, Fólka & Blues Festival 2000
Í Norðurlandahúsinum
ATGONGUMERKI TIL ALLAR DAGAR: KR. 360,-
Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum, tlf. 317900
og á Kunningarstovuni, tlf. 315788
Fyrivarni verða tikin fyri broytingum
EDVARD JOENSEN
Leirvík: Tað ganga nakrir
hvítir menn á takinum á
Leirvíkar Skúla. Á skúla-
plássinum liggur byggitilfar
í rúgvum. Tað er skilligt, at
her fer stórarbeiði fram.
Teir eru í ferð við at taka
gamla takið av skúlanum og
leggja nýtt á aftur. Menninir
eru klæddir eftir forskrift-
unum, sum Arbeiðseftirlitið
krevur. Í hvítum búnum og
við duskskortum fyri nøs og
munn. Tí gamla takið er
asbesttak, og tað er vanda-
mikið at arbeiða við.
Í skúlagarðinum hitta vit
Ólav Sjúrðarberg, skúlatjóra
í Leirvík. Hann sigur, at
skúlin skal hava eina rætti-
liga umfatandi umvæling.
Hann væntar, at arbeiði fer
at taka eini tvey-trý ár.
Takið var vorðið rættiliga
vánaligt og mátti tí skiftast
út. Valt er so at gera tað fyrst,
áðrenn farið verður inn í
skúlan at arbeiða. Talan er,
sum sagt um asbest tak, og
tað skal beinast burtur. Her
ber ikki til bara at leggja nýtt
omaná, sum ofta verður
gjørt. Nýggja takið er av alu-
minium, sigur skúlastjórin.
Leirvíkar skúli er gamal.
Hann er bygdur í trimum
Umvæla skúlan
í Leirvík
Leirvíkar Skúli stendur fyri eini umfatandi umvæling, sum fer at vara eini tvey-
trý ár. Takið verður skift, og skúlin skal bjálvast, allur sum hann er
stigum. Elsti parturin, sum
er tvær skúlastovur, er frá
einaferð í tjúgunum, sigur
Ólavur Sjúrðarberg, skúla-
stjóri. Síðan varð bygt upp
í aftur í sekstiárunum, og
tann nýggjasti parturin er
frá umleið 1980.
Sum skúlastjórin sigur,
varð ikki hugsað so nógv
um bjálving, tá skúlin varð
bygdur. Var ov kalt inni,
var bara at skrúvað meira
frá hitanum. Oljan var
bílig, og so hugsaði eingin
meira um tað. Í dag er
øðrvísi. Nú verður hugsað
hinvegin. Bjálvað fyri at
spara olju.
Tá takið er skift, skal ar-
beiðast inni í skúlanum.
Veggirnir eru av betong, og
teir skulu bjálvast, og ann-
ars skal skúlin pussast upp,
sigur skúlastjórin.
Hvussu nógv umvælingin
fer at kosta, ber illa til at
siga heilt neyvt enn. Men
skúlastjórin væntar ikki, at
tað verður niðan fyri milli-
ónina. Bara takið man fara
at tátta í ta hálvu, metir
hann.
Tað eru leirvíkingar, sum
gera arbeiðið.
Pumpa í brunnin
Leirvík: Eisini í Leirvík
hevur turkurin gjørt vart við
seg í summar. Har manglar
vatn.
Lerivíkingar siga, at tað
hevur at kalla ikki regnað
síðan einaferð í mai. Sunnu-
dagin kom eitt einstakt æl,
men tað gjørdi hvørki til
ella frá.
Seinnu tíðina hevur verið
at kalla turt í vatnbrunnin-
um. Neyðugt hevur verið at
pumpað vatn haðani, tað nú
einaferð er at finna.
Pumpað hevur verið við
einum bensinmotori eini 14
tons um dagin. Men eisini
har, teir hava fingið hetta
vatnið, er turkurin farin at
merkjast. Nú siga teir, at
nøgdin er komin niður á átta
tons dagliga, sum pumpað
verða.
Leirvíksfólk meta tað
mestsum vera eitt undur, at
tað yvirhøvur renna átta
tons av vatni nakrastaðni,
nú skerpingurin hevur
verið so drúgvur.
Men tað er ikki ókeypis
soleiðis at pumpa við
bensinmotori.
Roknað
verður við, at pumpað
verður fyri einar túsund
krónur um dagin, siga tey í
Leirvík.
ej
Vágar: Shell hevur fing-
ið mann at taka sær av
oljufýrtænastuni í Vág-
um. Nýggi servicemaður-
in byrjaði tann 1. august.
Tað er kortini ikki nøk-
ur nýggj tænasta sum so,
verður sagt av skrivstov-
uni hjá Oljufelagnum
Shell í Havn. Oljufýrtæn-
asta hevur leingi verið.
Munurin er bara tann, at
fyrr var tað maður úr
Vestmanna, sum røkti
Vágar. Nú býr maðurin í
Vágum, og skuldi tað
verið ein eyka tænasta til
kundan.
Oljufýringar
hava
mangan tann merkiliga
óvana at steðga á jólum,
um vikuskiftini ella á
nátt. Tá so servicemað-
urin býr í Vestmanna, og
Oljufýr-
tænasta
í Vágum
ferjan er givin at sigla,
kann tað vera langligt at
bíða.
Nýggi servicemaðurin
hevur tikið skeið í olju-
fýrtænastu í Danmark, og
hevur síðan koyrt eina tíð
við servicemonnum í
Havn fyri líkasum at seta
seg inn í fakið.
Av skrivstouni hjá
Shell í Havn verður sagt,
at felagið hevur sent hús-
arhaldunum í Vágum
skriv um tænastuna, og
at tey eisini hava fingið
fleiri kundar av hesum.
ej
Terrin hevur verið góður
sum sjálvdan í summar.
So góður, at onkur hevur
tosað um, at tað hevur
verið í so turt, so grasið
er ov lítið vaksið enn.
Tað er ov lítið á orsakað
av turkinum, gremur
onkur seg.
Men tey allarflestu,
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur tosað við, eru
samd um, at summarið er
eitt tað besta, sum hevur
verið yvirhøvur.
Tann, sum ikki fær
hoyggið turt í ár, hevur
ikki nógv at gera við
hoyggj, halda fólk, vit
hava hitt á máli.
Vestan
úr
Vágum
frættist, at har eru fleiri
soleiðis hálvliðug at
hoyggja. Tað sama siga
Góður
hoyterri
tey í Norðurstreymoy. Í
Hósvík lótu tey hampil-
iga at mánakvøldið.
Aðrastaðni, sum til
dømis á Eiði, siga fólk,
at tey eru bara reiðiliga
komin í gongd. Men terr-
in er av tí besta nú. Eitt
sindur ráligt hevur verið
norðanfyri, meðan land-
nyrðingurin var herfyri.
Men tá hoyggjaðu tey
aftur fyri sunnan- og
vestanfyri.
Onkur er, sum er rætti-
liga væl við. Sosialurin
hevur frætt um onkran,
sum koyrir runt og pakk-
ar gras í ballur fyri fólk.
Tað sparir nógva tíð, og
skal eisini vera hampi-
liga gott fóður, skilst.
ej