Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 150 - 9. august 2000 Nr. 150 - 9. august 2000 JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Rættuliga ógvusligt sá tað út um sjeytíðina mána- kvøldið uttanfyri gamla sjó- mansheimið, nú Hotel Tórs- havn, tá eyðkendu reyðu bilarnir hjá Tórshavnar Sløkkilið stóðu uttanfyri og døktklæddir brandmenn tit- aðu út og inn. Orsøkin til at eitt rør brast á triðju hædd í tí annars ný í standsetta hotellinum er ikki heilt greið enn, men hevur helst samband við at vatnverkið í Havn økti trýst- ið á rørunum við einum kilo, herfyri, tá teir skiftu høvuðsvatnveitingina úr Villingardali yvir í Havnar- dal, sum enn er á tremur við vatni. Villingardalur leskar Vátt undir fótum á Hotel Tórshavn teir, sum búðu á triðju hædd og teir hava verið har síðan. Samstarvið millum ho- tellini í Havn er gott í løtuni og teir 60 gestirnir, sum búðu á Hotellinum ótu morgunmat hjá Restorffaru- num á Hotel Hafia. Alla týsnáttina varð ar- beitt við at turka Hotel Tórs- havn og í dag verður roknað við, at gestir kunnu flyta inn aftur á triðju hædd. Pizzaria í kjallaranum lat upp aftur í gjár og roknað verður við at restautiónin letir uppaftur í dag. Nógv fólk hava hjált til at turka Hotel Tórshavn. Tryggingarfelagið, brand- støðin, Leif Mohr og aðrar fyritøkur. Tað bar ikki til at fáa eina viðmerking frá Jeffra Jo- Átta fólk máttu flytast niðan á Hotel Føroyar, tí eitt rør á triðu hædd brast og vatn seyraði niður á Hotel Tórshavn í Havn bert nakrar fáar býlingar í løtuni. Og dramatiskt sá tað út, tá heimleysir gestir stóðu uttanfyri hotellið millum brandbilar og forvitin, með- an sólin í vestri litaði og syrgdi fyri ljósleikinum hesa løtuna. Bóru skjótt at Hotellið var smekkfult av gestum, tá óhappið hendi. Men tíbetur, so varnaðust tey lekan næstan beinan- vegin og tí gjørdist skaðin ikki so umfatandi. Leiðslan á Hotel Tórshavn er pro- fessionell og skjótt varð borið at. Á triðju hædd kundi ongin búgva, har var alt vátt á gólvinum og restauratiónin var eisini ónýtilig, somuleiðis Pizza- ria í kjallaranum. Tað fyrsta sum varð gjørt var at flyta 13 gestir niðan á Hotel Føroyar. Tað vóru 12 gestir vórðu fluttir niðan á Hotel Føroyar, eftir at eitt rør varð brostið á Hotel Tórshavn og vatn hevði skatt tríggjar tær niðastu hæddirnar. Okkara myndamaður var á staðnum og tók hesar myndirnar. Myndin í miðjuni omanfyri hendan tekst er av rørinum, sum brast. Mynd: Jonhard Hammer hannesen, stjóra á Hotel Tórshavn, hann er burtur- staddur í løtuni. Hotel Tórshavn var stongt í gjár. DIA MIDJORD Tað kemur ikki óvart á vatn- meistaran, at vatnskaðar hava verið fleiri staðni í høvuðsstaðnum seinastu dagarnar. – Vit noyddust at hækka vatntrýstið og vit vistu, at hetta kundi elva til vatn- skaðar, sigur Janus Søren- sen, vatnmeistari. Vatn í jólagávu Vatnverkið hevur nevniliga vaksið um trýstið við einum góðum kilo, fyri at øll skulu hava eitt nøkulunda vatn- trýst. Orsøkin er, at brunn- urin í Villingardali er nær- um tómur, og størsti part- urin av Tórshavnar komm- unu fær nú vatn úr Havnar- dali. – Vatnstandurin er vaksin ein góðan hálvan metur í Havnardali, men í Villing- ardali er sama skil. Hesin verður neyvan fyltur fyrr enn til jóla, sigur vatnmeist- arin. Einasta loysn Brunnurin í Havnardali liggur á 163 metra hædd, og hevur eitt trýst á sekstan kilo. Men vanliga fer vatnið úr byrgingini umvegis rein- siverkið, sum liggur einar tólv metrar lægri. Ymsa staðni á vegnum oman eru Roknaðu við vatnskaðum Teir hava økt vatntrýstið við at taka reinsiverkið frá og tilkoplað vatnbrunnin í Havnardali. – Tað sum frammanundan er veikt, tað fer í slíkum føri, sigur vatnmeistarin Per á Hædd slapp við skrekkinum Fleiri kuffert við lampum og aðrari tekniskari útgerð stóðu í rúminum, har vatn brádliga fossaði inn. Men alt var væl pakkað niður Dia Midjord Hósdagin í farnu viku kundi endað heilt galið í tekniska atelierinum hjá Per á Hædd. Vatnrørið í innføringini til eitt brandskáp brast brádliga í døgurðatímanum, og hálvanannan tíma fossaði vatn út . – Kanska virði fyri einar 50 til 100 túsund krónur eru mist, men tað kundi verið fleiri ferðir verri, sigur Per á Hædd. Hann sipar til, at eini tíggju kuffert við lamp- um og aðrari tekniskai út- gerð stóðu inni í atelierin- um. – Kuffertini vóru tíbetur aftur, og útgerðin var væl pakkað niður. Var hon ikki tað, kundi ein hálv millión lættiliga farið fyri skeytið, sigur yrkisfotografurin, sum eisini fegnast yvir, at út- gerðin var fingin út í tøkum tíma. Turrar brúðarmyndir Einki vatn kom í tað fína atelierið, har eitt nú brúðar- myndir verða tiknar. Men ríkiligt av dramatikki var í hinum atelierinum. eisini trýsttemjarar. – Hesir syrgja fyri, at trýstið er á leið eini trý kilo til eitt vanligt húsarhald, sigur vatnmeistarin. Men nú er reinsiverkið frákoplað, og vatnið verður latið beinleiðis úr byrging- ini. Hetta hevur so ført við sær eitt hægri trýst. – Skuldu vit veita øllum húsarhaldum eitt nøkulunda trýst, so noyddust vit gera á henda hátt. Og vit vistu, at hetta kanska fór at elva til nakrar trupulleikar, sigur Vatnstandurin í vatngoymsluni í Villingardali er einki vaksin, og brunnurin verður neyvan fullur fyrr enn á jólum Signar bíðar eftir flokkinum Fundurin í Tjóðveldisflokkinum, sum skal geva frákoyrda landsstýr- ismanninum og øðrum svar upp á fleiri ivaspurningar, hevur ikki verið Tjóðvel- disflokk- urin hevur enn ikki havt fund- in, har málið um Signar á B r ú n n i skal við- gerast. Og høvuðs- persónur- in gongur tí og bíðar í spenningi, um hann kanska tá fær svar upp á onkran av teimum ósvaraðu spurn- ingunum. – Kanningin er nú liðug og eitt úrslit fyriliggur. Tað er hetta evnið, ið hev- ur mín serliga áhuga á komandi fundi í Tjóð- veldisflokkinum, sigur landsstýrismaðurin, ið mátti víkja sessin fyri øðrum partamanni. – Vit funnu ikki stoppi- kranan beinanvegin. Tá vit funnu henda uttanfyri, pass- aði lykilin ikki til, so tú kanst fyristilla tær alt rokið, sigur Per á Hædd. Signar á Brúnni hevur nógv um at vera og røkir sítt dagliga yrki sum løg- tingsmaður. Og hann gongur ikki við hevnd í huganum. Hann vil bert hava svar upp á nakrar ósvaraðar spurningar, men ætlar ikki, at málið síðan skal fáa nakrar fylgjur. Dia Midjord Janus Sørensen, vatnmeist- ari. Seinnapartin í gjár kundi fotografurin aftur brúka tek- niska atelierið, sum hevur ligið brakk nakrar dagar, meðan fleiri avfuktarar hava koyrt í døgndrift.