mikudagur 9. august 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 150 - 9. august 2000
Nr. 150 - 9. august 2000
NICLAS JOHANNESEN
Tað skapti ikki sørt av rør-
ingi, tá enska blaðið The
Times of London herfyri
skrivaði, at trúarbólkurin
Jehova Vitni hevði snarað
360 stig í spurninginum um
blóðflutning. Eisini í USA
og Kanada hava tíðindini
givið eftirljóð.
Higartil hevur tað verið
bannað limum í Jehova
Vitni at taka ímóti blóði.
Nýggja avgerðin - sum var
samtykt av leiðarunum í Je-
hova á eini privatari sam-
komu í New York í apríl
mánaði - leggur dent á, at
limir, sum taka ímóti blóði,
verða ikki longur beinleiðis
koyrdir úr Jehova Vitnum.
Tillaging
Oddamenn í Jehova Vitnum
í Norðuramerika avsannað
upp á tað harðasta, at trúar-
bólkurin er farin frá læruni,
sum forbjóðar limunum at
taka ímóti blóði. Talsmenn
fyri Jehova hava sagt í við-
merking, at talan er bert um
smærri rættingar og tillag-
ingar, hvussu farast skal
fram, um limir í trúarbólki-
num taka ímóti blóði.
Í staðin fyri at verða bein-
leiðis stoytt úr Jehova, verð-
ur nú sagt, at limir - ið taka
móti blóði - av egnum fríum
vilja eru gingnir frá læruni,
sum Jehova Vitni prakti-
sera.
Kanadiski talsmaðurin
fyri Jehova, Dennis Char-
land, leggur dent á, at bíbli-
unnar Guð, sum vitnini
kalla ‘Jehova’ beinleiðis
gevur teimum boð um, at
tey skulu »halda seg frá
blóði«
(Ápostlasøgan
15:20). Og sektin fyri hesa
synd er at missa atgongd til
andaliga paradísið.
James Pellechia, ein tals-
maður fyri Jehova-ritið
‘Watch Tower’ sigur úr
New York, at enska blaðið
The Times of London royn-
ir at skaða Jehova við sínari
skriving.
– Blaðið skrivar, at vit eru
snarað 360 stig í spurningi-
num um blóðflutning. Vit
hava ikki snarað eitt einasta
stig. Talan er hinvegin um
eina minni broyting í
mannagongd, sigur Pel-
lechia.
Sleppa undan sak
Ein kanadiskur fólkalívs-
frøðingur á Lærda Háskúla-
num í Victoria, sum hevur
skrivað bók um Jehova
Vitni, sigur, at hon trýr, at
leiðararnir í trúarbólkinum
hava gjørt broytingarnar
fyri at gera tað lættari at
sleppa undan burturstoytt-
um limum, sum leggja sak
móti trúarbólkinum.
Her er ikki talan um
broytta trúarlæru. Mín met-
ing er, at henda broyting er
gjørd fyri at sleppa undan
at vera saksøktir, sigur fyrr-
verandi Jehova limurin
Heather Botting - ið hevur
skrivað bókina »The Or-
wellian World of the Jehov-
ah’s Witnesses«.
– Jehova hava havt stórar
trupulleikar víð sakarmál-
um, sum er løgd móti teim-
um seinastu 25 árini. Nú
royna Jehova at fáa tað at
síggja út, sum um tað er tín
egni feilur, um tú tekur teg
úr trúarsektini. Hetta ger tað
nógv verri hjá tí einstaka
liminum at grundgeva mót-
vegis Jehova Vitnum í rætti-
num, leggur hon aftrat.
Hesum vísir James Pel-
lechia aftur og sigur, at talan
er um eina ‘teologiska av-
gerð’. Hann ásannar kortini,
at avgerðin eisini kann hava
løgfrøðiligar avleiðingar,
men leggur aftrat, at hann
hevði onga hóming av,
hvørjar tær kundu vera,
positivar ella negativar - alt
eftir hvørjum stati, provinsi
ella landi talan er um.
Heather Botting metir, at
nýggja orðingin merkir, at
ein limur í Jehova Vitni,
sum velur at taka móti
blóði, og ikki angrar hetta,
sjálvi hava valt at kvetta
sambandið
við
Jehova
Vitni.
Úrslitið er, at tey fáa ikki
loyvi at tala á møtum hjá
Jehova Vitnum, og tey
verða ikki longur mett at
vera Jehova Vitni.
– Hetta er í roynd og veru
tað sama sum hendir, tá ein
limur verður stoyttur úr trú-
arbólkinum. Úrslitið er tað
sama: Tey verða ikki longur
fatað sum Jehova Vitni.
Heather Botting vísir á, at
farnu 20 árini eru fleiri Je-
hova Vitni og eisini teirra
børn deyð, tí tey vildu ikki
taka móti blóði. Fyrrverandi
limir hava eisini ført fram í
rættinum í Kanada, at tá tey
blivu koyrd úr Jehova, so
førdi hetta við sær, at tey
eisini blivu útsoytt av teirra
familju samstundis sum tey
mistu teirra lívsbreyð og at-
gongd til andaliga paradísið.
Eisini í Føroyum
Talsamaðurin fyri Jehova
Vitnum í Føroyum Otniel
Nygaard er kunnugur um
nýggju kósina, men leggur
líka sum hansara trúarbrøð-
ur úti í heimi dent á, at boð-
ini í Apostlasøguni ikki at
taka ímóti blóði framvegis
eru galdandi fyri allar limir
í Jehova Vitnum. Hinvegin
vísir hann til, at læknavís-
undin í dag er komin við
nøkrum evnum og alterna-
tivum til blóð, har tað er upp
til hvønn einstakan at av-
Jehova Vitni broyta mannagongd
í spurninginum um blóðmóttøku
Jehova Vitni kunnu nú taka móti
blóði, uttan beinleiðis at vera stoytt
úr trúarbólkinum. Eygleiðarar meta,
broytingin er gjørd til tess at sleppa
undan sakarmálum. Talsmaðurin fyri
Jehova í Føroyum Otniel Nygaard
sigur, at talan er um alternativar
møguleikar
gera, um tey vilja taka móti
tí.
– Læknavísundin í dag
kemur fram til ymiskar
loysnir, sum bíblian onki
sigur um, og í slíkum førum
lata vit tað vera upp til sam-
vitskuna hjá tí einstaka at
avgera, um tey vilja taka
ímóti, men okkara støða
mótvegis at taka beinleiðis
móti blóði, sum bíblian á-
varar ímóti, er tann sama
sum altíð, sigur Otniel Ny-
gaard.
Otniel metir eisini, at
prátið um blóðflutning ofta
hevur hug at drukna í sen-
sationalismu. Hann sigur, at
hóast talan kann vera um
grovar syndir og siðloysi, so
vera limir ikki útstoyttir
automatiskt. Talan kann
vera um drúgva gongd, har
serlig atlit eisini vera víst
til, um viðkomandi angrar
ella ikki. Tað er ikki so
svart-hvít, sum tað ofta
verður gjørt til í fjølmiðlum,
sigur Otniel.
Upp á spurningin um, hví
fleiri fyrrverandi limir vísa
á, at broytta mannagongdin
helst er gjørd til tess at
sleppa undan at tapa sakar-
mál, sum fyrrverandi limir
leggja móti Jehova, sigur
føroyski talsmaðurin fyri
Vitnini:
– Tað vísir seg, at fyrr-
verandi limir ofta eru ser-
stakliga ágangandi mót-
vegis Jehova Vitnum, og
ofta er torført hjá okkum at
kenna tað aftur, sum tey
føra fram.
Vit kunna siga um tað, at
blíva uppdagaður av tí seri-
øsa og almannagóðkenda
tónleikaheiminum, er sjáld-
samt. Og hetta má sigast um
Ivory.
Bólkurin er eftir hondini
vorðin kendur av føroying-
um, og nú ikki bara av før-
oyingum. John Purcell, ið
livir og arbeiðir fyri tónleiki
og tónleikarum, er fallin fyri
hesum bólki. Kend nøvn
sum Stevie Wonder, Paul
Simon, Sammy Davis Jnr.
er millum tey, ið hava virk-
að saman við John Purcell.
Hesin
tónameistarin
kennir tað sum sína ábyrgd
at føra hendan bólkin víðari
í tónleikaheiminum. Ivory
hevur óivað eina serliga
spennandi og lovandi fram-
tíð fyri sær.
Konsertin leygarkvøldið í
Gøtu var merkt av vakrum
og bergtakandi sangi; im-
provisatión, ungum evna-
ríkum tónleikarum við ein-
um gevandi tóna -og læru-
meistara.
Konsertin, sum var skip-
að av tónleikafelagnum
Grót, var í tveimum pørtum
við stegði í millum. Fyrst
spældu Ivory, uttan John
Purcell, nøkur løg; síðan
sang og spældi Kári Sverris-
son. Og í seinna parti
spældu so Ivory saman við
John Purcell. Hesin seinni
parturin bleiv í so langur
fyri summum av áhoyrarun-
um, sum valdu at sleppa
sær.
Kári Sverrisson;
Gabriels tunga.
Tann, ið dróg tað mestu
andaktina frá lurtarunum,
var Kári Sverrisson. Øll í
Losjuni í Gøtu hetta kvøld-
ið, vóru upptikin av sangi
Kári Sverrissonar.
Mannligir sangarar verða
sjálvdan líknaðir við eingl-
ar, men í hesum førinum er
nokk vert at tríva í eina tí-
líka samanbering. Kári
Sverrisson, við Enekk,
heldur seg tætt at teimum
føroysku og norðurlendsku
tónarøtunum. Kvæði og
skjaldur eru tikin fram aftur,
og við eitt sinduri av ný-
brotnum tónleiki er lív kom-
ið í aftur hesar dýrgripir.
Føroyskir tónleikarar, ser-
liga ungir, hava ofta trupult
við syngja á móðirmálinum;
hetta kann hava keðiligar
fylgjur, sangir missa ofta
samleika og sýnast ópersón-
ligir, doyvast; vit tosa jú, og
eisini hugsa, á føroyskum.
Sangir úr teimum trimum
útgávunum frá Enekk vórðu
framførdir; »Andlits hins
tigandi«, »Ver sterk mín
sál« og »Fýra nætur fyri
jól«. Tá Kári var liðugur,
varð óført klappað, áhoyr-
ararnir vildu hoyra eitt lag
afturat. »Sorg«, yrking eftir
Janus Djurhuus av »Ver
sterk mín sál« bleiv til tað
síðsta lagið.
Ivory við Purcell
Eftir steðg við køkum, kaffi
og práti, vóru Ivory og John
Purcell klár.
Purcell spælir á saxellu;
sum annars er ein sjáldsom
saxofon, ið kann spæla heilt
høgar tónar og eisini heilt
lágar. Hesir møguleikarnar
við saxelloini hóskaðu væl
í samanspælinum við rødd-
ina hjá Eivør og eisini
guitarspælinum hjá Búa D.
Jacobsen.
Samanspælið
millum rødd og saxello
vóru ofta við sera høgum
tónum.
Saxelloin
var
John Purcell og Ivory
Kári Sverrisson
Konsert í losjuni í Gøtu
dominerandi á tann hátt, at
hon avgjørdi huglagið og
trýsti ella royndi at útfordra
teir ungu tónleikararnar til
spæla sítt allarbesta.
Ivory spældi betri, tá Pur-
cell var við í leikinum; eitt
skarpari bit var í. Purcell
virkaði sum ein lærumeist-
ari ella vegleiðari í tóna-
samansetingunum.
Sum
sagt, varð nógvur av tón-
leikinum improviseraður,
og bólkurin hevði ikki vant
nakað serliga nógv framm-
anundan, hetta hoyrdist av
og á; t.d. virkaði tað annars
so frálíka lagið »Gaya« eitt
sindur
dovið.
Annars
koyrdu løgini væl, Mikal
Blak spældi einastandi. Og
Brandur Jacobsen ráhygg-
aði sær aftanfyri trummurn-
ar.
Tað er serliga á trummu-
spælinum at tað hoyrist
munur á, tá Purcell spælir
við. Brandur ger meiri av
tá og er nógv meiri skap-
andi. Aaron Bilyeu er
trummuspælari úr USA og
er í ferðalagi við John Pur-
cell. Hann spældi eisini
trummur til teir síðstu sang-
irnar, so tvey trummusett
vóru brúkt samstundis.
Rútmurnar bóru dám av
norðuramerikanskum indi-
ánar/eskimo mentan. Hetta
riggaði óføra væl. Tað
síðsta lagið, tað, sum tey í
Ivory kenna sum »Star«, var
ein fragd fyri oyra.
Høgt flog
Tónleikurin var høgtflúgv-
andi, improviserandi og
leitandi, tónlist er kanska
orðið at brúka. Sum áhoyr-
ari, hevði man løtur har
trupult var at fylgja við.
Jazz/etno/folk varð upplýst
um tónasjangruna hetta
kvøldið. Og John Purcell
kom heldur ikki við tónleiki
frá Michael Jackson ella
Paul Simon, als ikki. Alter-
nativur etno/jazz musikkur
er kanska eitt heitið, men
orð strekkja ikki til.
Purcell tekur tónleikin
upp á eitt hægri støði, enn
vanligt er; sum íblástur og
ávirkan nevnir Purcell m.a.
heimsspekis -og átrúnaðar-
ligar miðdeplar sum Tibet,
Jerusalem og eisini Norður-
amerika við upprunafólkin-
um, har hann sjálvur er ætt-
aður.
Hann hevur m.a. arbeitt
sum »sound consultant«,
ein instrument -og ljóðveg-
leiðari, fyri eina røð av
heimskendum saxofonist-
um t.d. Michael Brekcer,
sum fyri stuttum hevur ar-
beitt við tí heimskenda tón-
leikaranum Sting. So, hann
veit hvussu mann spælir
saxofon, sum hann tók til
»eg kenni meg sum eitt við
instrumentið«.
John Purcell tosar sera
kensluborið um hendan
bólkin, sum hann er góður
við og vil framyvir geva av
síni stóra lærdómi og vitan.
Ivory hevur longu fingið
nógv frá Purcell, tónleikurin
er á einum høgum støði, ser-
liga tá hugsa verður um so
ungar tónleikarar.