Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. november 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 3. november 1999 tíðindablaðið Caragata álitið leggur ikki fingrarnar ímillum: Seljið almennu ogn- j irnar og gjaldi skuld Caragata bólkurin leggur ikki fingarnar ímillum í álitin- um, sum bólkurin hevur skrivað til Vinnumálastýrið. Um- framt at leggja upp til, at almennu partafeløgini vera seld og almenna skuldin niðurgoldin, so sigur bólkurin, at tað almenna skal halda seg frå at veita fiskivinnuni stuðul SVEINUR TRÓNDARSON Tað er ikki oftari enn so, at ein maður sleppur at standa í friði og náðum og siga sína ósoldaðu hugsan um hvussu farast skal fram í ymsum samfelagsligum viðurskift- um. Men tað hendir seg við- Pr. Gerald Scully hvort, og mikudagin var tað Caragata-nevndin, sum fekk henda heidur. Og tad er synd at siga, at teir løgdust å bodini. Fyri nøkrum månadum síðani Vinnumálastýrið á Philip Caragata um at gera eitt álit um gagnligasta fíggjar- og lógarkarm til at fremja búskaparvokstur og økja íløgurnar i Føroyum Kreppan er ikki lidug Philip Caragata, sum er Dr. Adolf Stroombergen doktari í politiskum bú- skapi, legði ikki fingarnar ímillum tá hann tilmælti frammøttu fjøldini, hvat føroyingar skulu gera fyri at menna samfelagið bú- skaparliga. Prvatiseringar, broytingar í almannaveitingum, krøv til politikarar og umsiting og ikki minst tillagingar av lógarverkinum vóru nøkur av evnunum, sum hann vísti á, skulu føroyingar gera sær vónir um at klára seg uttan ríkisstuðulin úr Danmark. Caragata nevndi í inn- legginum, at skuldin hjá landsstýrinum er alt, alt ov høg, og at vit av somu orsøk gjalda alt ov nógv í rentu til umheimin - hetta hóast rent- an er lág. Hann nevndi eisini at kreppan í sær sjálvum verri enn so er liðug enn, og sjálvur helt hann, at vit bara komin til tað, sum svarar til umleið 40 prosent av vegn- um. Privatisering Fyri at broyta hetta, mælti Caragata beinleiðis til, at skuldin verður niðurgoldin. Ein máti er at gera tað umvegis samráðingar við danir, men ein annar máti, sum hann sjálvur, eftir øll- um at dóma, helt vera nógv skilabetri var, at fara undir miðvísa privatisering av al- mennum stovnum Hann vísti á at Atlants flog, Føroya Tele, Fiska- virking, Fiskasøluna, og sidst men ikki minst å Før oya Banka, sum tey mest uppløgdu privatiserings evnini. Viðvíkjandi Føroya Banka segði Caragata bein leiðis, at tað var upplagt at privatisera bankan í sam- bandi við skipan av einum partabrævamarknaði, sum teir eisini meta er alneyð- ugur. Gjalda skuldina niður Peningurin, sum kemur inn í sambandi við privatiser- ingina av almennu fyritøk- unum, skal fara til at gjalda almennu skuldina. Caragata og hansara menn vístu á, at skuldu Før- oyar kreditmetast av útl- endskum kreditmetingar- stovni nú, so hevði hetta havt við sær, at vit komu út við einum vánaligum um- dómi av teirri orsøk, at skuldin er so frammanund- an. Caragata vísti á, at tað kostar eina ótrúliga rúgvu av pengum árliga at hava hesa skuldina; pengar, sum kundu verið brúktir nógv betri til annað endamál. Hann vísti eisini á, at var talan um, at føroyingar skulu klára seg sjálvar - tað er uttan hjálp frá dønum - so má skuldin niður, tí ann- ars ber ikki til at lána meira pening um tað skuldi gjørst neyðugt. Almannaveitingarnar skerjast Tá landskassin fær minni inn, so skal eisini minni út aftur í hinum endanum og fyri at minka um almennu útreiðslurnar leggur nevnd in upp til, at almannaútr- eiðslurnar skulu skerjast við 10 til 15 prosentum. Nevndin kom, sum verða mann ikki beinleiðis inn á hvørjir postar skulu lækk- ast, men nevndi pensjón- irnar og arbeiðsloysisgjaldi, sum tveir møguleikar. Caragata nevndin vísti á, at almannaútreiðslurnar í Føroyum eru ov høgar í mun til tj6darinntøkuna, og vísti á, at almannaútreiðsl urnar í Íslandi bara svara til helmingin av tí tær gera her á landi Í heila tikið vísti Caragata nevndin á, at Island var eitt fyrimyndarliga gott dømi um hvussu farast skal fram Eingin fiski- vinnustudningur Eitt annað, sum Caragata neyndin nam við var tann í seinastuni so nógv umtalaði fiskivinnustuðulin Nevndin sigur bart út, at politikararnir skulu halda fingararnar langt vekk frá studningi. Fiskivinnan skal klára seg sjálva og tað ger hon eisini fær hon tær réttu umstød- urnar. Í staðin mælir Caragata nevndin til, at løgtingid av- tekur forðingarnar sum av- markað útlendsku iløgurnar í Føroyum. — Avmarkingarnar skulu burtur, so tað gerst áhuga- vert hjá øðrum at gera fløg- RCA Dr. Philip Caragata A/t sum hevur áhuga fyri búskapi og politikki var ata síggja á Hotel Fóroyum fyrra- partin týsdagin ur í Føroyum, segði Cara- gata og visti å Island, sum eitt land, sum er ótrúliga væl egna fyri føroyingar at samstarva við. Skatturin skal niður Viðvíkjandi skattinum sigur Caragata nevndin, at skatt- urin i Føroyum er alt ov høgur, men teir siga eisini, at tað ber ikki til at lækka skattin í einum. Hetta skal gerast yvir eitt tíðarskeið, og tað skal gerast eftir ávís- um leisti Teir mæla til, at skatturin hjá partafeløgum fyrst verð- ur lækkaður, og teirra upp- skot er, at skatturin verður lækkaður til 20 prosent í fyrsta umfari fyri seinni at fara niður á 12,5 prosent. Dr. Gerald Scully hevði gjórt nakrar útrokningar sum visa, at skatturin í Før- oyum í mesta lagið eigur at vera 31,5 prosent. Tá fær samfelagið mest burturúr. Í løtuni er skatturin umleið 30 prosent hægri enn 31,5 pro sent Hetta er kortini ikki nak- ad, sum verdur gjørt eftir einum degi, og seinasta orð ið í sambandi við Caragata álitið er ikki sagt á hesum sinni. Sosialurin fer í komandi døgum at gera meira burtur úr tí, sum var lagt fram á Hotel Føroyum týsdagin við foroyskum og enskum dansi LEYGARKVØLDID 6. NOV. Til matna: Ræst kjøt og supan Norðurstreymoyar dansifelag og KALLAR luttaka KOSTNADUR fyri tiltakið: kr. 250,- DZBLLE JK UNNIDISOS