mikudagur 3. november 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jaco gav bass-
tíðindablaðið SOS)
inum nýtt liv
Bassspæl skuldi ongantíð gerast tað sama aftan á, at Jaco Pastorius trein á
pallin tíðliga í sjeytiárunum. Hann tók alt og øll á bóli. Søgan fekk kortini ein
syrgiligan enda.
NICLAS JOHANNESEN
Florida 31. desember 1986.
Ein vilstur, niðurundirkom-
in, sonur kemur heim. Flytir
inn til mammuna. Hann
roynir at koma á rættkjøl
aftur. Er edrúur, fær stuðul
frá familju og vinum, spælir
aftur kurvabólt. Og bassurin
verður tikin fram aftur.
Er vón fyri, at >heimsins
besti bassleikari< skal fóta
sær aftur?
Bukaður
Seint á nátt, knappar níggju
mánaðir seinni, roynir Jaco
Pastorius at sleppa inn á gl-
stovu. Hann er dottin út í
aftur. Honum verður noktað
atgongd, hann provokerar,
rópar ókvæmisorð og fær ilt
Nr. 209 - 3. november 1999
Jaco Pastorius brast inn á
tónleikapallin við sínum ser-
liga bassguitarspæli tíðliga í
sjeytiárunum. Hann var tiltik-
in fyri sína pallframførslu —
eitt nú kravdi Jaco, at mjøl
skuldi stroyðast á pallin so
hann kundi skoyta aftur og
fram
í karat mannin Luke Haven,
ið er sonur til náttklubbaeig-
aran. Haven fer at jakstra
Jaco, fær hendur á honum,
bukar hann í tað óendaliga.
Vitni síggja, hvussu Jaco
onga mótstøðu ger, meðan
Luke Haven blívir við at
berja hann sundur og sam-
an. Jaco endar á sjúkrahúsi,
har læknar staðfesta, at Jaco
hevur fingið ógvusligan
heilaskaða, er 100% blindur
í vinstra eyga, hevur mist
50% av sjónini í høgra eyga.
Hann liggur í coma í níggju
dagar.
21. september 1986 doyr
Jaco Pastorius — 35 ára gam-
al.
Luke Haven fær 22 mán-
aðar fongsulsrevsing.
Tónleikaheimurin hevur
enn einaferð mist ein av sín-
um stóru á alt ov ungum ár-
um.
Eftir standa kortini tón-
listarligu varðarnir, ið Jaco
setti eftir seg sítt stutta skeið
her á fold.
Trummuspæl
John Francis Pastorius var
føddur 1. desember 1951 í
Norristown, Pennsylvania í
A heilt ungum árum lærdi
hann at spæla bass, trumm-
ur, guitar, klaver og saxo-
fon. Påpin, ið spældi
trummur og sang, eggjaði
unga soni sínum at gerast
yrkistónleikara.
Høvudsljédførid var i
roynd og veru trummur.
Men ein ítróttarskaði tann-
árini gjørdi, at Jaco fór at
leggja størri dent å bass-
spælid.
Og væl hilnaðist.
Skjótt vóru boð eftir hon-
um frá lokalum tónleika-
bólkum. Jaco gjørdist eitt
lokalt navn, og tá stórir
bólkar so sum The Tempta-
tions og The Supremes vitj-
aðu, var Jaco biðin at spæla
vid.
1975 gjørdist eitt tydandi
år fyri unga Pastorius.
Trummuspælarin i Blood,
Sweat And Tears — Bobby
Colomby — gjørdist ovfarin,
tå hann hoyrdi demoband
vid Jaco. Hann bar so i
bandi, at Jaco nú skjótt
kundi gera sína fyrstu solo-
plátu. Haraftrat vóru eisini
boð eftir honum frá heims-
kenda plátufelagnum ECM.
Teir vildu hava hann at
spæla bass á fyrstu solofløg-
uni hjá unga, serstakliga
evnaríka, guitarleikaranum
Pat Metheny. Úrslitið var
ein klassikari innan trio—
guitar-jazz, nevniliga út-
gåvan »Bright Size Life«,
har eisini trummuspælarin
Bob Moses var við á. Plátan
kom út í 1975. Í dag er
henda útgávan ein klassika-
ri, og spælið hjá Pastorius er
í hæddini.
Árið eftir kom so fyrsta
soloútgávan hjá Pastorius á
marknaðin. Hon hevði ein-
falda heitið >Jaco<. Her
gongur sjón fyri søgn. Á
fyrsta lagnum vindur Jaco
úr standardlagnum >Donna
Lee<. Soleiðis hevur bas-
spæl ongantíð áður ljóðað.
Talan er um kollvelting fyri
elektriska bassheimin. Tek-
nikkurin er øgiligur, maður-
in groovar sum ongin annar.
Talan er tó ikki bara um fart.
Kenslur eru eisini við í
spælinum. Hetta ber eitt nú
frálíka lagið >Portrait of
Tracy< boð um. Tað var í
roynd og veru Jaco, sum
uppfann bandleysa, elek-
triska bassspælið.
Hansara fyrsta soloútspæl
»Jaco« var soleiðis innstill-
að til amerikanska
Grammyheidursløn.
Jaco og Joni
Jaco var ikki bara góður
bassleikari, væl kjølfestur í
jazztraditiónini. Hann var
eisini »showmadur« við
rock'n'roll hugburðuri út í
ytsu fingraspissarnar. Eitt
nú kravdi hann, at mjøl
skuldi stroyðast á pallin, har
hann stóð, soleiðis, at hann
kundi skoyta aftur og fram,
meðan hann fresaði upp
eftir bassinum. Ahoyrarar-
nir elskaðu Jaco.
Ein, sum hoyrdi bass-
spælið hjá Jaco, var ameri-
kanska sangarinnan og
sangskrivarin Joni Mitchell.
Hon fall fullkomiliga fyri
hansara = spælið. Soleiðis
spælir Jaco bass á hennara
plátu >Hejira<, sum í dag er
ein klassikari. Hann var eis-
ini å turne vid henni heilt
fram til 1977 og spældi til-
samans å trimum plåtum hjå
Joni Mitchell, har hann eis-
ini legði blási-arrangement-
ir til rættis — eitt nú á lagnum
>The Dry Cleaner from Des
Monies«. Søgan sigur eis-
ini, at persónliga sambandið
millum Jaco og Joni um
hetta mundið var heilt ser-
ligt.
Roykurin stóð eisini eftir
Jaco. Hann var kendur fyri
at venja, venja og venja. Og
so arbeiddi hann langt út á
náturnar og svav sum oftast
millum lítið og onki.
Gull við Weather
Report
Tað heilt stóra gjøgnum-
brotið fekk Jaco tó við jazz-
fusjón bólkinum Weather
Report.
Hetta var um sama mund-
ið, sum Jaco arbeiddi við
síni fyrstu soloplátu — altso í
1975. Weather Report komu
til býin, teir høvdu brúk fyri
at lána bassforsterkarar, og
soleiðis kom Jaco inn í
myndina. Framfýsin sum
hann var, fór hann beinleiðis
til leiðaran í Weather Report
Joe Zawinul og spældi brot
av »Jaco«, sum enn ikki var
útgivin.
Soleiðis kom hol á. Zawi-