Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. november 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið Nr. 211 - 5. NOVEMBER 1999 I På 3 f hja 1 er at greiða fra hjarta Hjartafelagið á ferð í Eysturoy t blíva kannað. Hes- felagið valt ; g verður tiltakið á Glyvrum, í Miss tónshúsinum har í døgu- num 11. til 13. november Sum nakað nýtt verður til- takið gjørt saman við blóðbankanum soleiðis, at fólk eisini fáa høvi til at hoyra um blóðgávu og fáa høvi til at melda seg sum blóðdonorar Hósdagin 11. november kl. 19.30 verður byrjað við fyrilestrum har Heðin Thomsen. yvirlækni greiðir frá hjartasjúku og viðgerð av hjartasjúku. Jo- hanna á Tjaldrafløtti, kost- rådgevi, greiðir síðani frá um kost og hverji tilmæli verða givin fyri at viðgera og fyribyrgja fiti, hjarta- sjúku og sukursjúku. Ing- erlise Sorensen greiðir frá um venjing og kropsliga íðkan sum lið í fyribyrg- ing og viðgerð le VU Evsturoynna, og Fríggjadagin 12. nov- ember frá kl 10 ul 18 og leygardagin 13. frá kl 10 til 15 verður opið hús, har fólk kunnu koma og latað seg kanna og fáa ráð um hjartasjúkur, fyribyrging av hjartasjúkum, um kost og um kropsliga íðkan. Høvi verður til at máta kolesterol, blóðsukur, blodtryst, vigast, og máta hæddina. Eitt spurnarblað við 4 einfaldum spurning- um verður at fylla út. Fyri tey, sum eru åhug- að at hoyra um blóðgávu og kanska hava hug at gerast donorar, verður høvi at melda seg sum donor. Eitt serligt spurn- arblað verður tá fylt út og nakrar fyrireikandi blóð- royndir verða tiknar. Tá blóðroyndirnar eru kannaðar, verður úrslitið sent hverjum einstøkum í brævi saman við nøkrum viðmerkingum. Tiltakið er fyri øll og oll eru vælkomin. Upplýsir og leiðbeinir Asa Poulsen er for- kvinna í Hjartafelagnum Hjartafelagið er eitt áhug- afelag. sum m. a. hevur til endamáls at upplýsa og leiðbeina um hjartasjúkur. og at eggja til fyribyrg- ingar av teimum við at stuðla og seta í verk heils- ufremjandi uppalingar- virksemi. At stuðla vísindaligari gransking av sjúkum í hjarta og blóðrenslið, at- voldum teirra, fyribyrging og viðgerð. Nevndin í Hjartafelag- num eru hesi: Asa Poulsen, formaður. Leivur Johannesen, kassameistari Sólva Dam, skrivari Erik Norderø Marita A. Magnussen Lina Arge Hjartafelagið hevur sein- astu 10 árini havt tiltøk ymsastaðni i Føroyum, har hildið verður fyrilestr- ar og fólk fáa høvi til at blíva kannað. lgjøgnum árini eru savnaðar fleiri túsund mátingar av blóðtrýsti, kolesterolvirði, blóðsuk- urvirði, hædd og vekt, og fólk hava svara spurning- um um hvussu nógvar fiskadøgverdar tey eta um vikuna og um royking. Viðmerkingar: Verður fullveldið bert fyri fullfør? Yvirskriftin, ið var heitið Javni hevði valt fyri fundin við politikkarar leygardag- in, bendir á, at fyrireikarar- nir, og ivaleyst mong við teimum, kenna seg ótrygg við ætlanir Landsstyrissins, um at skipa Føroyar sum sjålvstøduga tjóð. Hendan kenslan er ikki ókend fyri okkum í Miðflokkinum, longu undir valstríðnum til seinasta løgtingsval tosaðu vit saman um stødu floksins til hetta álvarsmál. sum jú ikki er millum fremstu mál floksins, men tó eitt av teim málum, sum krevja eina floksstødu. Trodkast út av... Serliga minnist eg ein val fund úti í Nólsoy, sum gav mær høvid til at gera støðu floksins greiða. Har greiddi eitt valevni fólki frá, at fyri hann var málið um fullveldi so avgerandi, at onki slapp at forða tí. Var tað so, at nøkur ikki megnaðu hesa broyting, ja so samanbar hann tað við tá pisurnar fóru av rókini - ikki allar megn- aðu hetta nýggja, at flúgva. Eldri nólsoyingur gjørdi tá vart við hvat hetta innibar - nevndi at út móti helming- urin av pisunum ikki yvir- livdu, men doyðu á veg út í frælsi. Hugsanin hjá hesum val- evninum var skelkandi fyri meg (men læt meg fyri rætt- vísissakir leggja afturat, at ongin flokkur síðani hevur sagt seg standa aftanfyri hesi sjónarmið finnast. M.a. førdi ein kendur vinnulívs- maður fram, at tað neyvan er rúm fyri fleiri enn 20- 25.000 íbúgvum á vekru og ríku oyggjum okkara - vøkru og ríku oyggjum okkara - tað eru míni orð, ikki hansara - hansara sjón- armið tyktust verða øvugta. Men at Føroyar eru rikar, og nog rikar til okkum og eftirkomarar okkara, tað er eitt av berandi sjónarmiðum Miðfloksins ella leiðast út rókini Har úti í Nólsoy gjørdi eg greitt, og havi mangan síð- ani, bæði á løgtingi og í fjøl miðlum endurtikið, og at Miðflokkurin fer ikki at verða við til at troðka ein etmasta føroying út av egg- int út í tað ókenda, tvert- urímóti vilja vit verða við til at leiða førovingin ut eftir rókini, ut i frælsið. Tíðin verður so at vísa hvussu langur og drúgvur tann teinurin verður. Við teimum avmarkaðu møguleikum flokkurin í dag hevur, fara vit at forða fyri at ein einasti føroyingur verður sleptur upp á fjall, tá og um fullveldið verður. Men sami leiklutur verður okkara í tí dagliga meldri- num, har tey veiku tykjast verða tey fyrstu politikkar- arnir vitja við sparikrøvum sínum - hugsa bara aftur til 1992, eitt ár, sum nógvir politikarar væl skiljandi royna at gloyma, men, ver varðin, tí søgan er kend fyri at endurtaka seg. eftir Samrådingarurslitid verdur avgerandi! Frå fyrsta degi fullveldi varð nevnt, gjørdist greitt, at vit fingu einki burturúr , at stilla okkum í fråstødu at kritisera, tó at tað hevði ver- ið mangan lættari. Føroya fólk høvdu valt eina sjálv- stýrissamgongu, vit vóru uttanfyri, eg noteraði nøgd- ur, at endaliga avgerðin fór at verða tikin á fólka- atkvødu, tá samráðingar- nar vóru endaðar. Havi ti ávirka landsstýrið til at fáa allar hugsandi upplýsingar til vega og lagdar fyri For oya fólk- og eitt úrslit er ordaskiftid, sum tað eydn- aðist Miðflokkinum at fáa samgonguna at hava á log tingi í farnu viku. Alt fyri at einstaki borgarin skal kenna seg nóg kunnaðan og trygg- an, tann dag atkvødast skal, dagin, tá hann hevur síðsta og avgerandi orðið. Hvussu stødan hjá tí ein- staka, herundir eisini teirra veiku, verður undir evt., fullveldi, tað veit eingin í dag - tó at mangir látast sum um. Hvorki mótstøðumenn ella viðhaldsfólk av full- veldi vita tað allarminsta um hvussu sáttmálin, sum vit skulu taka støðu til, kem- ur at síggja út. Í uttanlanda- nevnd løgtingsins eri eg umboð Miðfloksins, og fari at nýta tíð og evnir at royna at ávirka samráðingarupp- leggið, so fyrilit verða tikin fyri livilíkindum hjá hvørj- um einstøkum føroyingi, lítið á tað. Í sjónvarpssend- ing fyri stuttum nevndi sjónvarpsverturin = Mið- flokkurin sum ringu sam- vitsku politikkaranna á heilsuøkinum - tað gleddi meg at hoyra, og øll skulu verða vís í, at hetta álit fara vit at liva upp til. Skynsemi og raðfesting Trygd og trivnaður vanliga borgarans er ikki bert tengd- ur at blokki úr Danmark ella ikki, av olju, fiskaprisum v.m. Sum hvítabók so skila- gott nemur við, so mugu vit ikki gloyma hvussu grund- leggjandi ein skynsamur politikkur er. Fyri at taka eitt dómi, so liggur lands- sjúkrahúsið í sorli í dag, og bert til tær mest grundleggj- andi åbøturnar mangla 170 mió. kr. og hartil koma tólini, sum flestu eru gomul og niðurslitin. Hetta er ikki hent í og av nakrari kreppu, men tí at politikkarar ikki prioriteraðu hesi týdningar- miklu økini tá tíðirnar vóru góðar. Júst tað sama kann verða sagt um so mong onn- ur oki - t.d. eldraøkid, tørv- in, ið har er á heimum, og møguleikar teirra menning- artarnaðu at fáa virðiligar bustadarmøguleikar. Nei, avgerandi er hvussu tú prioriterar, hvussu tú rað- festir. Verður tað ikki gjørt við hjartanum, so kann gera júst tað sama hvussu sam- felagsins fíggjarliga trygd- arnet sær út. Jenis av Rana Jolakalendarin hjå Deyvafelagnum Deyvafelag Føroya hevur aftur i år prenta ein sera snotuligan jólakalendara, sum verður seldur í húsu- num kring oyggjarnar, í hes- um døgum. Hetta er blivin ein fastur siður hjá felagnum, og hev- ur tað mestsum altíð verið ein deyvur, sum hevur tekna jólakalendarin. Tey seinastu 5 árini hava vit heitt á Her- mund Zacharissen, sum er deyvur, um at tekna og hev- ur hann altíð játtað okkum hetta. ÁAgóðin fer til »Deyvafelag Føroya« og »Grunn Teirra Deyvu«. Jólakalendarin er ein luta- sedil, og vid tad at vit fara inn i år 2000, hava vit allar vinningarnar = uppá kr. 2000,-, tilsamans kr. 22.000,-, allir vinningarnir eru gávukort. Tað verður trekt tríggjar ferðir — 1. des. — 6. des. og 13. des. Kostnaðurin fyri kalendarin er kr. 40,- Hjartaliga takk fyri góðan stuðul á hvørjum ári, við von um líka góða undirtøku í ár eins og undanfarin ár