fríggjadagur 5. november 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 211 - 5. NOVEMBER 1999
Vidmerkingar:
Stingið fingurin í jørdina…
Sat og lurtadi eftir Finnboga
Arge, vinnumálaráðharra
og Jóannes Eidesgaard løg-
tings- og fólkatingslimi, tá
ið teir og aðrir viðgjørdu
Caragata - álitið. Eitt álit,
har hasir New Zealendarar-
nir siga okkum, hvat vit eiga
at gera, um Fóroyar skal
blíva líka illa fyri sum New
Zealand, um vit fáa full-
veldi.
Tað var sjón fyri søgn, at
munur var á monnum. Jó-
annes Eidesgaard greiddi
sakliga frá, hvussu hann
roknaði við, at tann meinigi
føroyingur bleiv raktur, um
alt fór at verða, sum hesir
menninir gjarna vildu hava
tað. Eingin ivi var hjá Jó-
annes, at Palleba og Mar-
sanna blivu við sviðusoð,
sum tey vóru von til og
komu at liva i fåtakadømi,
um tey ikki valdu tað, tey
allarflestu nokk vildu gera.
nevniliga at rýma av landi-
num.
Finnbogi Arge legði dent
á, at hesu ferð var hann
fólkafloksmaður og ikki
sambandsmaður sum sein-
ast ella sum onkuntíð tjóð-
veldismaður, og hann helt
(vit høvdu ikki vænta ann-
að), at bert við fingu vinnu-
lívið at kasta nógv av sær,
so vildu hesar vinnur inve-
stera so nógv í Føroyum, at
fólk fóru at flyta til Føroyar.
Ikki veit eg hvar Finnbogi
hevur verið tey seinastu
nógv árini uttan at finna út
av, at allir teir vinnulívs-
menn, sum hava tjent nógv-
ar pengar av teirra vinnu-
virkjum í Føroyum við stór-
ari hjálp frá Palleba og Mar-
sannu, ja teir hava allir sum
ein sett alt tað, teir hava
tjent, í útlendskar bankar og
ikki investera eitt einasta
oyra fyri at tey, sum veruliga
áttu grundina undir teirra
virksemi, skuldi hava eitt
arbeiðspláss. So harra Arge
kom ikki og fortel fyri mær,
hvussu tit vilja investera aft-
aná, at tit hava selt ognirnar
hjá Palleba og Marsannu
fyri lítið og lætt til tykkum
sjálvar. Hvat er galið við, at
vit Føroya fólk, eiga nøkur
virkir. sum geva yvirskot.
Eg dugi ikki at skilja, at vit
skulu geva tær hesi virkir,
sum geva yvirskot, og tú let-
ur okkum hava alt tað, sum
gevur undirskot, tí tað eru
tit ikki menn at reka figgjar-
liga forsvarligt.
tíðindablaðið
Hvussu hevur Finnbogi
Arge borið seg at við at fáa
pengar úr landskassanum
til at blaka burtur til nakrar
menn úr einum landi, sum
er so gott sum bankarott.
Hasir vísu menn eru væl ein
av orsøkunum til, at landið
er bankarott. Eg haldið, at
fíggjarmálaráðharrin átti at
funnið okkurt annað her í
Føroyum, har hann kundi
brúkt hesa upphædd, heldur
enn at gjalda nøkrum
monnum fyri at fortelja
okkum hvussu vit best fara
á heysin.
Hvat er Tinganes blivið til?
„Eitt spælipláss fyri smá-
dreingir"?
Eitt lítið sindur um full-
veldi:
Ein hoyrir dag og dagliga
um, hvussu gott vit hava tað
í Føroyum, og rætt er tað,
tó skal altíð roynast at fáa
tað betur. Eitt er tó vorðið
heilt klárt fyri mær bert við
at fylgja eitt lítið sindur við
í tosinum um fullveldi, og
tað er, at vit fáa tað bara
verri, um vit sleppa at út-
nevna Hoydal til ”Presi-
dent". At fara og knógva
undir taraleypinum aftur
bert tí, at onkur heldur at
|
tað er nokk so smart, at Før-
oyar er eitt fullveldi, tað
kann ikki vera rætt.
Fyri mær er tað púra greitt,
at vit skulu modernisera
heimastýrislógini, soleiðis
sum Javnaðarflokkurin hev-
ur fyrisligið og so reka ein
skynsaman poliktikk innan
fyri ríkið. Tá kunnu vit liva
gott uttan stuðul frá Dan-
mark, um okkara búskapur
er so góður. at hann klárar
at standa einsamallur.
Vælsignaðu menn, sting-
ið fingurin í jørðina og sláið
kalt vatn í blóðið.
Trongisvágur
3. nov 1999
Heri Mortensen
Minnilutin rædur
I leygardags Sosialinum
seinast (16.10) var stutt við-
tal við Ríkisumboðskvinn-
una, sum segði, at viðgerðin
á tingi um Hvítubók var á
professionellum stødi.
Hetta kann hon 6møguligt
meina. Sama ger, flestu før-
oyingar halda tad beint øv-
ugta, at hetta var helst tað
mest syrgiliga kapitlið í løg-
tingsins søgu. Størsta ålv-
arsmál í Føroya søgu, og so
vidgjørt á so lágum stødi.
Við brikslum lygnum og
mikrofongreði.
Vit eru mong, sum høvdu
ta fatan, at fullveldispro-
sessin skuldi fremjast gjøg-
num samgonguskjalið, ikki
at samgonguskjalid skuldi
broytast, so at tað verður
minnilutin, ið ræður.
Tað man vera púra greitt,
at Tjóðveldisflokkurin hey -
ur slakað nógv mest av sam-
gonguflokkunum. Himmal-
víður munur er á fullveldi
og loysing. Og kortini eru
helst flest av okkum loys-
ingarfólkum til reiðar at
byrja við fullveldinum, sum
avgjørdum minstakravi, so
loysingin kann koma 3-5-
10-15 ella 20 ár seinni. Og
um danastjórnin framvegis
ikki er fyri at veita okkum
eina rímuliga skiftistíð, ja
so mugu vit taka loysingina
beinanvegin. Slíkt fer ikki
júst at pynta um danska um-
dømid í altjóða hópi. Men
vit megna ódnartakið, eing-
in ivi um tað. Minni enn
fullveldi merkir klárt og
greitt, at vit við sama lag
eru innan fyri sonevnda rík-
isfelagsskapin (Ríkisfelags-
skapur annars eitt skeivt orð
fyri ta skipan, vit hava havt
síðan 1948, tí at eitt land
hevur alla hesa tíð rátt yvir
tveimum øðrum).
Í longri tíð er sonn hat-
ursherferð farin fram móti
Høgna Hoydal. Hann er ov
ungur, arbeiðir nógv ov
skjótt o.s.fr. Havi altid havt
ta fatan, at her å landi hevur
verið sum ein dygd at meta
at arbeiða, og ongantíð bet-
ur, um arbeiðið verður gjørt
skjott og væl. Sannleikin er
púra einfalt tann, at endiliga
kom ein ungur maður inn á
ting og síðani í landsstýrið,
ein maður, sum dugir og vil
arbeiða fyri tí, hann varð
valdur uppá og sum hann,
flokkur hansara og mong,
mong onnur taka undir við.
Ja, tá til stykkis kemur, helst
dyggur meiriluti av Føroya
fólki. I føroyskari politisk-
ari søgu hevur eingin arbeitt
so skjótt og væl áður. Høgni
Hoydal er eindømi í før-
oyskari politiskari søgu.
Afturfyri hevur hann fingid
skitin orð og eitt ótal av
lortaspannum frá andstødu-
fólki, ið eru frá sær sjálvum
yvir at ein ungur arbeiðs-
samur landsstýrismaður ger
sína skyldu.
Ja, fyri stuttum kom eitt
fossil, sum ketta upp úr
høvdatrog, og segði bart út,
at Høgni Hoydal arbeiddi
ov skjótt. Hansara arbeiði
minti mest av øllum um eitt
statskvett! Jú, vit hava upp-
livað, at løgting og lands-
stýri hava sovið í stívliga
fimti år. Og hóast enn finn-
ast fólk av slagnum >best
man vera sum er, vit hava
ikki ráð, vit duga einki<, so
er skommin teirra. Men nú
skal arbeiðast, og tað skjótt.
Fáa vit ikki fullveldi kom-
andi ár, fáa vit tað aldri, og
koma í allar ævir at súgva
av donsku boppuni.
At tað skal vera so al-
neyðugt við hesi breiðu
semjuni, man vera stórt iva-
mál. Sjálvandi skal og má
samgonguskjalið vera upp-
skriftin upp á framferðar-
háttin. Einki við at víkja og
bakka. Skal leiðslan í Javn-
aðarflokkinum fáa sín vilja,
so ræður minnilutin. Um vit
so hava 117 meiningar-
kanningar, so er og verður
tað samgonguskjalið, ið
fylgjast skal.
Um allan heim stríðast
fólk fyri frælsi, tey lata lív í
blóðugum frælsisstríðnum.
Eitt tað seinasta dómi er
Eysturtimor, har 80% at-
kvøddu fyri loysing. Urslit-
ið varð eitt ófatuligt blóð-
bað, fyriskipað og framt av
sambandsmonnum og indo-
nesiskum hermonnum, sum
frá hond hava dripið loys-
ingarmenn og børn teirra,
umframt nunnur og prestar,
sum eru har fyri at hjálpa.
Og her á landi finnast
sambandsfólk innan fleiri
flokkar, fólk, ið ongan stolt-
leika eiga, fólk sum vilja,
at danir skulu gjalda fyri
luxuslív teirra vælbjargaðu,
fyri luxusbilar og glæstri-
borgir teirra.
Og hvussu við kristnu
hugsjónini? Er hon púra
gloymd i syrgiligu løgtings-
viðgerðini av Hvítubók? Vit
sláa okkum fyri bringuna og
kalla okkum eina kristna
tjóð, samstundis sum vit
eyðræna danska arbeiðaran,
sum frammanundan er ov-
byrjaður av skattatrýsti.
Kristindómur og eyðræning
kunnu ikki rættiliga sam-
einast, hóast søgan veit at
siga frá ófatuligum fólka-
morðum, framd í Guðs
navni.
Við øllum hesum í bak-
sýni, kann ikki sigast annað
enn at føroyska fullveldis-
prosessin er tann mest de-
mokratiska, heimurin higar-
til hevur upplivað.
Og alt bendir á, at per-
sónarnir í víðastu fullveld-
isprosessini eru føddir við
100 ára millumbili: Nólsoy-
ar Páll: 1766, Jóannes Pat-
ursson: 1866, Høgni Hoy-
dal 1966.
>Nú er tann stundin kom-
in til handa…« yrkti bóndin
á sinni. Og tá allar tær
mongu dagbøkurnar verða
kannaðar um 100 ár, fara
fólk at undrast yvir, at í tí
Harrans ári 1999 framvegis
vóru fólk, ið ikki enn vóru
fullvis í, at Tjóðveldis Før-
oyar fór at gerast veruleikin
um fá ár:
Tórshavn, á Dagbókadegi,
20. okt. 1999
Arnbjørn R. Thomsen
Sending nr. 3
1.
2
FR
3.
4.
Wonton vid rækjufyllu
Høsnarungalør vid sauté av 3
ymsum piparfruktum, purru,
hvítleyki, ingifer og soyasós
Svinakjøt i sårari/søtari søs
Grønmetissuppa
Soleiðis gert tú:
Wontondeiggj
250 gr. av mjøli
#
Í egg
gg
dism av salti
uml. |
Sdl. av vatni
Svinakjøt í súrari søtari sós
500 gr. av svinakjøti
Í egg
2 spsk. av majsenamjøli
I leyk
] reyð piparfrukt
2 gularøtur
0,5 1. av grønmetisbouillon
2 spsk
, av tomatpuré
2-3 spsk. av soyasós
4 flisar av ananasi
I tsk. av karry
2-3 sp
sk. av eddiki
Rækjufylla
100 gr. av karvaðum svinakjøti
200 gr. av rækjum
I leyk
2 spsk
2 spsk
. av tomatpuré
. av soyasås
I tsk. av rivnari ingifer
1-2
2 spsk, av majsenamjøli
Høsnaungalør vid sauté
8-12 h
>
øsnaungalør
purrur
piparfruktir
gularót
hvítl
eyksbát
tsk. av rivnari ingifer
|
|
|
4 spsk
] spsk
Grønm
I I. av
3 spsk.
3 spsk.
4 spsk.
2 spsk.
200 gr.
200 gr.
200 gr.
, av soyasås
. av Ostrasós
etissuppa
grønmetisbouillon
av eddiku
av sukri
av soyasós
av ostrasós
av bl. soppum
av purrum
av gularótum
I hvitleyksbåt
1
5