Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 212— 6. november 1999 Telvarin... 17 Hann hevði ætlað sær eitt tinghús. Tað verður ikki bygt. Fyribils. Finnbogi Ísakson sigur, at málið er lagt til viks eina tíð. Við stuðli frá politiskum leikbrødrum royna vit at lýsa ein part av løgtingsformanninum. sum torir at fara ímóti streyminum Høgni Mohr Heykurin. Taktikarin. Hansara Grátign. monumentalisturin. Hugtøkini eru mong og litrik, tå ið dulnevndir politikarar, ið kenna Finnboga Isakson, skulu lýsa mannin vid einum orði. Mannin við dreyminum um lógtingshúsið. Nýggja løgtingshúsið. Hann er tingformaður og situr yvir øllum á løgtingsins tignar- stiga. Er gamal í garði á politiska vigvøllinum, har hann trivist væl í andgletti. Eisini nú. seint å sinum politiska blómaskeiði Hóast sidiliga medferð tykist altíð okkurt speirekandi at liggja undir beinraknu orðingunum. tær sjáldsomu ferðirnar. hann nú kemur í hornatøkur við politisk mótstøðufólk. Ofta fólk. sum andliga tykjast væl yngri enn hann. Undir øllum umstødum eftir lokið stríð Yvirlivdi politiskt sjálvmorð Upprunaliga er hann klaksvík , men øll, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at hann á ongum sinni hevur verið lokalpolitikari. Tað heldur hann heldur ikki sjálvur. Hann var bert 23 ára gamal, tá hann skumpaði fremsta valevnid Tjóðveldisfloksins í Klaksvík, Johan Simonsen, av rókini, og varð valdur á ting í 1966. Her átti hann sess í samfull 18 ár. Seks ár var hann burturi úr tinginum, men varð valdur aftur í 1990. Síðani hevur hann verið kosin; og undir sitandi samgongu formaður á tingi. Triggjar ferðir var hann lands stýrismaður. I 1975 gjørdist hann landsstyrismadur i samferðslu-. post- og skúlamálum. Hann keypti Smyril og fekk postverkið og fólkaskúlan á føroyskar hendur. Eitt stutt skifti í 1989 royndi hann seg sum tíggjarmálaráðharran. sum smekkaði lokið í lås, tá tað av álvara var farið at fjara í penga- kassanum. Í ringastu krepputíð í 1993 fór hann undir triðju lands- stýrissetu sína. Aftur nú settist hann á kassan, ið nú var skrall- tómur. Hann hækkaði skatta- trýstið, sum summir eygleiðarar hildu, og enn halda vera politiskt sjálvmorð. Tá, sum áður, vóru tað fólk í hansara egna flokki, ið noyddust at dvína. Men Isakson yvirlivdi. Ongin fittur drongur... Finnbogi er útbúgvin fjølmidla- maður. Longu 20 ára gamal fekk hann starv í Útvarpi Føroya. Longi og við millumbilum var hann knýttur at útvarpinum, men fór í 1984 undir slóðbrótandi arbeiðið í nýklakta Sjónvarpi Føroya. Eisini hevur hann verið blaðstjóri á 14. September og Tíðindablaðnum. Rithøvundur er hann eisini. Hvør minnist ikki forvitnisligu årbøkurnar, Aftur og fram. Flestu vita, at løgtingsformad- urin eisini hevur roynt seg sum yrkjara. Aftan fyri skaldanavnið, Pegasus, sum yrkti mangar skemtiligar og speirekandi tættir til tær nú klassisku V4 sendingarnar, stóð Finnbogi, sum tá hevði eftirnavnið Isaksen. Barnasangir hevur hann eisini yrkt. Syngur tú, far lítli út um eina løtu og spæl, og ver nú so fittur ein drongur..., eru tað orð hansara, ið ljóma. Men hendan fitta boðskap hevur pol- itikarin, Finnbogi ongantíð tikið til sín sjálvs. Óatkomandi hugsari Ein tingmaður, sum bæði hevur arbeitt saman og ímóti Finnboga staðfestir, at Finnbogi hvorki er vanligur maður ella politikari. — Finnbogi hevur politiskt tev sum ongin. Hann dugir ikki bara væl at flyta politisk talvfólk haðar ongin væntar. Hann hugsar eisini talvið liðugt, sigur hesin énevndi. Fleiri aðrir politíkarar taka undir við hesum skoðsmáli, og onkur leggur aftur at, at Finnbogi hevur óvanliga tjúkka húð, er treystur og ótroyttiligur. Og konsentreraður. Oli Breckmann, samgongufel- agi, sigur, at tá Finnbogi fer at spekulera, so er hann fullkomuliga óatkomandi. — Tá hann gongur á tinghús- loftinum við álboganum í lógvanum, haldandi sigarettini fyri munnin, kann tað larma sum Mynd: Jens Kristian Vang tað vil rundan um hann. Hann hugsar. Og eg veit, at hann hugsar um politikk, sigur Óli Breckmann. Betri á ungum árum Ein av størstu politisku mót- stødumonnum Finnboga, fyrrverandi løgmadurin, Pauli Ellefsen, rósir Finnboga fyri ikki at ræðast politiskan mótstreym. — Hóast vit eru grundleggjandi ósamdir, havi eg stóra virðing fyri honum. Hann hevur dirvi at taka politiskar avgerðir, sum ikki hóva teimum flestu. Hækkingin av ting- ønunum var eftir mínum tykki ein taktiskur brølari, serliga tí Starvsmannafelagið júst tá kravdi lónarhækking til sínar limir. Men Finnbogi fór kalt og sinniliga til verka. Og hann fekk málið framt. sigur Pauli Ellefsen. sum kortini heldur, at Finnbogi var størri taktikari á yngri árum — Fara vit 24 ár aftur í tíðina, tá Finnbogi fór í landsstýrið á fyrsta sinni, noyðist eg at staðfesta, at hann er ein av teimum, sum hevur havt størstu ávirkanina á politiska umskiftið, sum fór fram undir tí landsstýrinum. Tá vísti hann saman við Atla Dam gott politiskt handverk. Hann bæði duena gnailgu 4 MOSI nh t Talvid um legtingshúsið Si tir i | nú fullveldid stendur fyr durðum. Sjálvur vil Finnbogi í so er ikki hava ta seinastu skuld- setingina sitandi á sær. Og hetta prógvar kanska júst, hvussu taktiskur hann í veruleikanum er. Og at tað eru stórmál. sum eru grundarlagið undir taktisku tonkunum Eg vildi mælt til, at tungmenn stóðu sår mál. Hetta er ein p parlamentariskt Føroy Di nog goða iðn Nvussu stóðið. Næsta stigið er eitt gott og bæriligt hús, sum kann skunda undir. at kvinnur og menn fáa áhuga í stórri valdi í landinum. Ytri umstødur elva eisini til ynski um stórri vald. Tí hava teir afturhaldssinnaðu m.a. ongantíð verið fyri einum føroyskum parlamenti, sum í hvussu so er stendur mát við amtmansborgina í vavi, sigur taktikarin Finnbogi Ísakson. Hóast vónbrotin, vil hann ikki viðganga, at hann hevur tapt. — Leégtingshúsið? Ja, tað er lagt til viks eina tíð... Næstu ferð løgtingsfundur er, og Eyðun Viderø avloysir Finn- boga í formanssessinum eina løtu, er Finnbogi kanska aftur á løgtingsloftinum. Einsamallur Við álboganum í lógvanum og sigarett fyri munnin. Válandi eftir gólvinum, meðan hann hugsar talvið liðugt... hækkað politiska