leygardagur 6. november 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
Nr. 212 — 6. november 1999
Eina ferð føroyingur
- altíð føroyingur
Hon var millum fyrstu hovbingarnar, ið fóru til Vágs at taka realprógv. Seinni starvaðist hon á Hospitalinum, og undir
Klaksvíksstríðnum arbeiddi hon á Telegrafstødini. Tá Útvarp Føroya varð sett á stovn, varð hon biðin at søkja starvið
sum ”speakari”. Nanna Hammer úr Skúoy, ættað úr Hovi, hevur búð í Svøriki seinastu 42 árini
) V 5
> —- Q 4
n
>» = EK 1 La
8 1 OT O il
k S nskið
Vit i )
stødue Me
Q Q an!
) SKISK n
C ) mær
N Matt y stol
Runa Mattiasson. fe É
Vestra Frølunda i Gøteborg. Mill-
m veggjaprýðini er målningur,
sum Sigmundur Petersen, såli,
málaði á sinni. Har eru eisini aðrar
myndir úr Feroyum. Felags fyri
myndaevnini er, at tey eru úr Suð-
uroy. Og orsøkin er einføld
Nanna Mattiasson er fødd og upp-
vaksin í Hovi í Suðuroy. Dóttir
Karolinu og Sámal úr Skúoy
At Nanna hevur búð í Gøteborg
síðani miðskeiðis í fimti árunum.
er ómeguligt at hoyra. Ikki eitt
einasta svenskt orð kemur ballandi
inn millum eyðkenda suðuroyar-
málið - ella rættari »hovsmålid«.
Tað er eins reint, sum hevur hon i
veruleikanum ongantíð funnið
vegin úr Hovi.
Búði hjá presti
Nanna Mattiasson varð borin í
heim í 1928. Hon vaks sostatt upp
í neyðarsligu 30-unum, og upp-
livdi annan heimsbardaga sum
ung genta.
- Eg minnist tað soleiðis, at hó-
ast kríggið leikaði í í 40-unum, so
gjørdust tíðirnar eitt vet frægari
miðskeiðis undir krígnum, enn í
30-unum. Føroyingar seldu fisk -
og sigldu vid fiski til Bretlands
undir krignum, og tað visti seg
aftur í livikorunum heima í Før-
oyum. Tíðirnar batnaðu eitt sind-
ur. Og tað var eisini um hetta
mundið — í 1942, at eg fór í real-
skúla í Vági. Realskúlin tók tá fýra
ár, greiðir Nanna Mattiasson frá.
Av tí, at ongir vegir vóru millum
Tá eg fari til Føroya at ferðast, so s
heim. Men tá eg fari aftur til Svør
Hov og Vág.
Nannu at grsta
varð neyðugt hjá
É onkustaðni í Vági
Ti ov langt var at ganga ímillum.
tå tú skuldi í skúla hvønn dag
Mamman. Karolina, noyddist tí út
ut leita dóttrini eftir innivisti. End
in varð. at Nanna og ein onnur
úr Hovi, Mia á Brekku.
innivist hjá vágspresti
r í Vági tá var Thulesen.
end Thulesen. sum seinni
t stjóri á Kjølbro-fyritøk
Eldur í prestagarðinum
Teir báðir realskúlanæmingarnir
úr Hovi høvdu tað gott hjá vågs-
presti. Tær høvdu kamar saman
við dóttur prest
Men tá tað leið út á fyrsta vet-
urin, gjørdist alt kaldari á kamar-
inum. Ongin hiti var, og bjálvingin
tá á døgum var sum harragud veit.
So endin varð. at Sámal úr Skúoy.
pápi Nannu, útvegaði teimum
báðum ein ovn á kamarið í presta-
garðinum. Tá var betri eina tíð.
Til eldur kom í.
- Ein dagin, vit sita á kamaran-
um, síggja vit royk koma út úr
vegginum. Prestur og konan vóru
úti, so vit vóru einsamallar. Men
til alla lukku arbeiddu nakrir mans
við eitthvert niðri í kirkjugarðin-
um. Vit róptu á teir, og teir vóru
skjótir at koma okkum til hjálpar.
Tað eydnaðist teimum eisini at
sløkkja eldin, áðrenn hann breiddi
seg. Men kamarið var oyðilagt,
minnist Nanna Mattiasson.
Nanna og Mia, sum vóru bara
14 ára gamlar tá, vóru hjartkiptar.
Hvat fór prestur at siga til eldin?
Mundi hann fara at vísa teimum
durafjórðingin?
Men nei. Thulesen segði ong-
antíð eitt einasta orð um eldin.
Hann vísti teimum bara inn á
skrivstovuna. Har skuldu tær
búgva, til kamarið var sett í stand
aftur. Eldurin hevði nevniliga
oyðilagt nógv, tí teir, ið høvdu sett
ovnin til, høvdu bara lagt rørini
millum skins og hold. Teir vistu
ikki betur. Og tað, at rørini vórðu
løgd millum skins og hold, var
eisini beinleidis orsøkin til eldin.
g, at eg
fari yvir aftur. Og hóast eg havi búð í Svøriki í 42 ár,
so er hýrurin altíð vánaligur, fyrstu dagarnar, tá eg
komi aftur úr Føroyum. Men svenskan ríkisborgararætt
havi eg ongantíð viljað havt.
Eg kann ongantíð kenna meg sum annað enn føroying, tó at tað stundum er greitt, at tú sum
persónur ongastaðni ert heilur, hvørki í Føroyum ella Svøriki, sigur Nanna Mattiasson
Bøkurnar hjá presti hentar
Meðan Nanna búði á skrivstovuni
hjá Thulesen fekk hon stundir at
granska fleiri av nógvu bókunum
hjá presti. Og tær komu eisini væl
við onkuntíð — ikki minst okkurt
leksikon.
- Ein dagin fekk eg sum upp-
gávu at skriva stíl um seglskip.
Tá var eg í dýrastu neyð, tí hvat
visti eg um seglskip. Akkurát
onki. So eg gjørdi ikki mætari, enn
leitaði eitt leksikon hjá presti fram,
blaðaði upp á seglskip, og so
skrivaði eg. Og illa tordi eg at
leggja nakað burtur úr, tí eg var
bangin fyri, at so fór samanhang-
urin heilt út av lagi. So endin varð,
at eg snøgt sagt skrivaði beinleiðis
av.
- Tá eg fekk stílin aftur nakrar
dagar seinni, læt í læraranum:
>Tað var illani, at teir høvdu
ikki skrivað meira í hatta
leksikonið, ti so hevði stílurin
verið tað longri.
Hvønn karakter, Nanna fekk
fyri leksikonstilin hjå sær og
presti, minnist hon ikki i dag. Men
realprógvið fekk hon. Prévtøkurn-
ar fóru fram á Tvøroyri.
Græt, tá hon fekk arbeiði
Tá Nanna hevði fingið realprógv,
var hon noydd at søkja eitthvørt
arbeiði, hóast hugurin var lítil.
Hon ræddist fyri at fara at leingjast
ov illa, skuldi hon heilt norður til
Havnar at arbeiða. Men fyri
skomm skyld sendi hon eina um-
sókn til skrivstovuna á Lands-
sjúkrahúsinum — ella til Hospital-
ið, sum sagt varð tá.
- Stutt eftir kom telegramm úr
Havn. Har fekk eg at vita, at eg
hevði fingið skrivstovustarvið,
sum eg hevði søkt. Eg var so hørm
um at hava fingið starvið, at eg
bæði græt og illa læt. Ég var so
illa við av hesum, at pabba noydd-
ist norður til Havnar við mær, ann-
ars fór eg ikki. Tá vit so møttu
einari diakonissu á gongini á Hos-
pitalinum, og hon frætti, hvussu
bangin eg var fyri at leingjast, helt
hon fyri:
”Jamen, sá má De være meget
forkælet!”
Viðurskiftini á Landssjúkrahús-
inum vóru rættiliga små tá á døg-
um. Nevndi onkur »yvirlæknan«,
ja, so vistu øll, at tað snúði seg
um Paula Dahl.
- Eg longdist so illani suður
aftur til Hovs, at hevði eg funnið
Mynd: Grækaris D. Magnussen
oman á bryggjuna, ja, so hevði eg
rýmt suðuraftur. Men alt tyktist
mær so stórt og fløkjasligt í Havn,
at eg tordi ikki at gera nakra roynd
at rýma. Eg var bangin fyri at vill-
ast, sigur Nanna.
Men sum frá leið vandi hon seg
við Havnina, og longsulin var ikki
longur so herskin sum í byrjanini.
Á Hospitalinum mæltu tey henni
at fara á sjúkrasystraskúla, tí
stórur tørvur var á sjúkrasystrum.
Men lønin hjá sjúkrasystranæm-
ingunum var so ússalig tá, at hon
heldur = valdi at verða á
skrivstovuni. Á skrivstovuni fekk
hon 175 krónur um mánaðin,
meðan sjúkrasystranæmingarnir
fingu ávikavist 40 og 60 krónur
um mánaðin, alt eftir, hvussu langt
tær vóru komnar við útbúgvingini.
- Tað var dýrt at liva tá. Eitt tað
fyrsta eg gjørdi, tá eg kom at ar-
beiða á Hospitalinum, var at biðja
ein snikkara smíða mær eina
kommodu. Hon kostaði 160 krón-
ur. Eina klokku keypti eg fyri 155
krónur. So tað skuldi sparast, held-
ur Nanna Mattiasson skemtandi
fyri.
Tá hon hevði arbeitt á Hospit-
alinum í tvey ár, noyddist hon at
gevast orsakað av sjúku.