leygardagur 6. november 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 212 — 6. november 1999
Telegrafstødin og
Klaksvíksstríðið
Í 1950 fekk Nanna Mattiasson ar-
beiði á Telegrafstødini í Havn. Har
upplivdi hon eitt og annað, sum
hon ongantíð gloymir. Tað var
sum heild ein góð og hendingarík
tíð. Til dømis arbeiddi hon á Tele-
grafstødini, tá føroyingar fingu
sonevndu Ríkistelefonina, og hon
arbeiddi eisini á Telegrafstødini
undir Klaksvíksstríðnum.
- Tað var eitt stórt framstig hjá
føroyingum at fáa Ríkistelefonina.
Tí tá kundu fólk mitt í tí heila tosa
við vinir og kenningar bein-
leiðis. hóast tey tú tosaði við, vóru
stødd uttanlands. Men hinvegin
tók tað eina tíð, áðrenn Ríkistele-
fonin vildi rigga sum hon skuldi
Var tað ikki eitt, so var tað okkurt
annað, ið var galið.
- Fólk kundu bíða upp í tvær
vikur. frá tí tey bíløgdu eina >sam-
talu< til Danmarkar, til tey sluppu
fgjøgnum. Og eg minnist ta einu
ferðina. at ein mamma spurdi
dóttrina, hví hon ikki var til staðar
á telefonstødini í Danmark, tá hon
endiliga slapp ígjógnum. Mamm-
an dugdi ikki heilt at skilja, at
skuldi dóttirin taka telefonina
beinanvegin, ja, so hevði hon ver-
ið noydd at >búð< á donsku tele-
fonstødini teir fjúrtan dagarnar,
tað tók at sleppa igjøgnum hesa
góðu Ríkistelefonina, flennir
Nanna.
Tað var ikki minni spennandi
at arbeiða á Telegrafstødini, með-
an Klaksvíksstríðið leikaði. Tá var
rokan í fjøruni á Telegrafstødini.
Nanna minnist, at tey stundum
noyddust at stongja allar hurðar,
tí ágangurin var so nógvur. Alt
skuldi jú um Telegrafstødina —
bæði innlendis og millum Føroyar
og útheimin.
Klaksvíksstríðið var jú for-
síðustoff í utlondum, so har var
ein rúgva av útlendskum journal-
istum, millum annað donskum.
enskum og amerikanskum journ-
alistum. Og allir vildu teir frætta
úr Klaksvík. og allir vildu teir vera
fyrstir út um landoddarnar við tíð
indunum.
- Vit, sum arbeiddu á Telegraf-
stødini, frættu sjálvandi nógv
meira um tað, sum gekk fyri seg í
Klaksvík, enn nógvir aðrir føroy-
ingar. Men vit høvdu tagnar-
skyldu, so tað råddi um at tiga.
Og tað var eisini trupult, tá vit
komu út millum fólk, til dømis í
fødingardagar. Tí allastaðni varð
tosað um Klaksvíksstríðið. Tá
onnur so vistu ymsar sýgur, råddi
um onki at siga hjá okkum. Tí sum
tíðin leið, vóru vit ikki heilt greið
yvir, hvat vit vistu gjøgnum ar-
beiðið á Telegrafstødini, og hvat
vit høvdu frætt úti í býnum. So
endin varð, at fleiri okkara hildu
okkum burtur frå fødingardøgum
og øðrum veitslum, so leingi stríð-
ið vardi í Klaksvík, sigur Nanna
Mattiasson.
Mitens noktaði Nannu at
giftast
Tá Nanna hevði arbeitt á Telegraf-
stødini í nøkur ár, vaknaði ætlanin
at gera føroyskt útvarp av álvara.
Tå tad so skuldi søkjast eftir fyrsta
»speakaranum« til Utvarp Føroya,
heittu fleiri, ið varaðu av útvarps-
ætlanunum, á Nannu at søkja.
Hesi høvdu hoyrt røddina hjá
Nannu gjøgnum Telegrafstødina
i fleiri år, og mettu hana hava eina
g60a og klåra rødd.
Tað var Edvard Mitens, sum tók
sær av starvssetanunum.
- Eg sendi onga umsókn, men
fór í staðin at tosa við Edvard
Mitens. Hann var blíður í fyrstuni.
Men so spurdi hann meg brådliga,
um eg var trúlovað. Tað helt eg
vera ein ótrúliga løgnan spurning.
Men tað bleiv upp aftur løgnari,
tí so spurdi hann meg, um eg ætl-
aði at giftast skjótt. Tá eg so spurdi
hann, hvat hann skuldi brúka alt
hatta til, svaraði hann mær, at
skuldi eg hava starvid, so mátti
eg ikki gifta meg næstu tvey árini,
minnist Nanna.
- Tá reisti eg meg úr stólinum,
og gjørdi Edvardi Mitens greitt,
at tað var langt frá mær at finna
upp á at spyrja hann eftir, nær eg
skuldi giftast. Og tískil sendi eg
ongantíð umsóknina til Utvarpið,
sigur Nanna Mattiasson.
Sveríki kundi verið Sibiria
A vári í 1957 giftist Nanna við
Rúna Mattiasson. Rúni er ættaður
av oynni Tjørn, ið liggur stutt utt-
an fyri Gøteborg. Um heystið
sama árið flutti Nanna so til Svø-
ríkis. Og har hevur hon búð síðani.
Fyrsta veturin í Svøriki búði
Nanna í einum lítlum húsum inni
hjá verforeldrunum á Tjørn.
Framman undan hevði hon bert
verið nakrar dagar og heilsað upp
á verforeldrini. So hon kendi tey
lítið og onki, nú hon flutti inn til
tey. Rúni, sum tá var fiskimaður,
var burtur megin partin av tíðini.
Og ongan annan kendi Nanna á
oynni. So tað var ikki so lítið
einsligt hjá henni hendan veturin.
- Tað er rættiliga vakurt á Tjørn.
og verforeldrini og hini bygda-
fólkini vóru ógvuliga blíð. Men
tú vart so ræðuliga langt burtur
frá øllum tí, tú vart von við. Og
sambandið til Føroya var vánaligt.
So eg kundi tað sama verið í Sibi-
ria, heldur Nanna.
Fyrstu tíðina gjørdi hon nóg
av at lurta eftir útvarpi. bæði
svenskum, norskum og donskum
útvarpi. Hon vildi fegin hava ar-
beiði, og gjørdi tí alt fyri at seta
seg inn í svenska málið. Tá hon
so helt seg vera hampuliga væl
fyri målsliga, søkti hon inn á
svenska Televerkið. Men har fekk
hon at vita, at hon bert kundi fáa
starv, um hon gjørdist svenskur
ríkisborgari. Og tað vildi hon ikki,
m.a. tí hon alla tíðina væntaði at
flyta heim aftur til Fóroya. So hon
varð sitandi á Tjørn eina tíð.
Og alt var so nógv ødrvisi í
Svøriki enn í Føroyum. Bara tað
at fara til handils. Í staðin fyri at
tosa um pund og kilo, varð í Svø-
ríki tosað um hektogramm 0.1.
- So vóru tað fruktirnar, sum eg
var so bilsin av. Í urtagarðinum
hjá verforeldrunum vóru t.d. seks
súreplatrg, tvey stór perutrø,
blommutrø og ein rúgva av ber-
trøum: stikkelsber, sólber og ribs.
Vit kundu t.d. henta upp í sjey
stórar spannur bara av ribs. So tað
var sum at vera í einum heilt ødr-
um heimi. Spell, at Føroyar ikki
vóru nærri, so eg kundi sent nakrar
spannir av berum heim, heldur
Nanna.
Errin verforeldur
Verforeldrini vóru rættiliga til-
komin longu tá Nanna flutti yvir
til Svørikis. Rúni var einasta barn-
ið, so hon varð mestsum borin á
lógvum. Og tað var ikki sørt, at
tey vóru errin av verdóttrini. Ser-
liga vóru tað kynstur hennara til
alt handarbeiði, ið gjørdi tey errin.
Hon minnist væl ein dagin, ver-
móðirin var í dýrastu neyð, tí
henni vantaði tógv.
- Ráðini hjá verforeldrunum
vóru ikki tey bestu, so stødan hjá
vermóður var vánalig, tá tógvið
var uppi, áðrenn ermarnar vóru
liðugt bundnar. Tá rakti eg rend-
Hs
Nanna Mattiasson framman fyri barnaheiminum hjá manninum Rúna. I hesum húsunum búðu
hon saman við tilkomnu verforeldrunum fyrsta veturin í Svøriki
urnar á troyggjuni uppaftur, og
bant ermarnar lidnar við tí tónum.
So kundu vit brúka annað tógv til
rendurnar. Tað hevði vermóðir
ongantíð sæð áður, men tað rigg-
aði jú frálíka væl, minnist Nanna.
Næstu ferð hon fór til handils í
bygdini, hevði verfaðirin longu
verið og sagt frá kynstrunum hjá
føroysku verdóttrini. Og tað var
so skjótt, at boð vóru eftir henni
úr óllum heraðshornum í bygdini:
"Um hon ikki kundi hjálpa teim-
um við hesum og hasum?”
Soleiðis gekk fyrsti veturin.
Uppaftur einsamallari
Arið eftir fluttu Nanna og Rúni til
Gøteborg. Men úrslitið fyrstu tíð-
ina varð, at Nanna bara feldi seg
upp aftur einsamallari. Rúni var
framvegis fiskimaður, og nú hevði
hon jú heldur ikki verforeldrini.
So hon las hvort blað á tamb. hon
fekk hendur á, fyri at vita, um
nøkur vitjan mundi vera í Gøte-
borg úr Føroyum. Og tað hendi
seg meira enn so, at fóroysk skip
lógu inni. Tá plagdi hon at fara
oman á bryggjuna at vita, um onk-
ur var við, sum hon kendi.
Men skjótt komu bæði børnini
hjá teimum, Jan Erik og Kerstin.
Tá gjørdist alt sjálvandi nógv ødr-
vísi. Hon var ikki einsamøll long-
ur. Seinni legðist Rúni upp á land,
og fór at arbeiða hjá Volvo.
Sjálv arbeiddi Nanna í fleiri ár
fyri SIFO (tað sama sum danska
Gallup). Hon gjørdi samrødur við
fólk. Hetta vóru samrødur, sum
altíð vóru liðir í kanningum av
ymsum slag, til dømis veljara-
kanningar
Eina tíð, meðan bernini vóru
smá, arbeiddi hon sum eyka
omma« fyri Gøteborg kommunu
Kommunan heyði eina skipan. har
hon rindaði fólki fyri at passa sjúk
børn. Tað gjørdi kommunan. fyri
at foreldrini ikki høvdu fyri neyð
frá arbeiði.
hvørja ferð børnini høvdu t.d.
Knm
ini at verða heima
Altíð fóroyingur
Nanna Mattiasson hevur sum fá
gjørt sítt til, at fáa samband við
føroyingar, sum hava verið í nánd
av Gøteborg. Hevur hon hoyrt um
ítróttartiltøk, har føroyingar hava
verið, so hevur hon verið og heils-
að upp á tey — óansæð um hon
hevur kent nakran teirra ella ikki.
Og tað eru ikki so fá føroysk
ferðaløg, pensiónistar og onnur,
sum hava verið heima hjá Nannu
og Rúna til ein drekkamunn.
Nanna og Rúni heima í stovuni í Juvelgatan í Vestra Frølunda
På +
Mynd: Grækaris D. Magnussen
Fyri nøkrum fáum árum síðani
var Nanna í svenska útvarpinum,
har hon sóknaðist eftir at fáa sam-
band við føroyingar, sum búðu í
Gøteborg, ella nærhendis Gøte-
borg. Fleiri gjørdu vart vid seg,
og tey hittust stutt eftir til eina
føroyska veitslu heima í Juvelga-
tan 17
Eg verði ongantíð annað enn
føroyingur. Alt, sum er føroyskt
dregur. Hinvegin kann tað heila
kennast rættiliga legið. Tí hóast
eg kenni meg sum føroying. kenni
igastaðni heila. Ti
g meg or eg
i. skal siga fólki. at eg fari til
ørova at ferðast tve
so sigi eg. at eg fari heim. Men tá
> fari aftur til Svørikis, sigi eg,
fari yvir aftur. Og
havi búð í Svøriki í 42 år, og at
e
F ir mánaðir
hóast eg
mitt heim nú er her. so er hýrurin
altíð vånaligur, fyrstu dagarnar, tå
eg komi aftur úr Førovum. Men
svenskan ríkisborgararætt havi eg
ongantíð viljað havt. sigur Nanna
Mattiason hugsunarsom
Hon reisir seg. fer yvir í køli-
skápið, og tekur eitt skerpitjógv
út. Stutt eftir liggur skerpikjøtid á
bordinum, við síðuna av fråliku
svensku hønukøkuni.
Mynd: Grækaris D. Magnussen