Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

PRESTUR. — Tá børn ella ungfólk doyggja, er prestastarvid krevjandi og slítandi, tí sorgin er so tung at bera. Men eg havi sjálvur roynt at missa tað besta, sum eg átti, og tað hjálpir mær í dag, sigur Meinhard Bjartalíð, prestur í Føroya minsta prestagjaldi Prestur er altíð prestur rd Bjartalíð setur seg tagerði á Viðar- itsvnið vestur- Tað gerst ein blanding av nútímans tøkni og gamlari ment- an, tá eyguni flyta seg frá bleikt- i telduskiggjanum, út gjøg- num sprossavindey guni, og oman á helluna, sum Christian Matras plagdi at yrkja um. Hinumegin veggin å kon- tórinum hjá presti, skal tiltikna Beinta hava hildið til. Hennara rúm er nú sjónvarpsstova í prestagarðinum, sum var bygdur í umleid1854. Tað eru ikki nógv fet frá ar- beiðsstólinum og til klaverið úti í stovuni, har nótar hjá Johannes Sebastian Bach standa til reiðar. Og tað er sermerkt við Mein- hardi Bjartalíð, at hann er bæði prestur og dugnaligur tónleikari. A ruddiliga skrivibordinum, har eitt telefax hevur funnid sær eitt hóskandi pláss á borðenda- num, stara blýantar og pennar beint upp í loft, kanska súm- bolskt, kanska bara praktiskt. Og á bókahillunum eru bøkur bæði til heilan og hjartað, og bókin >2000 ár efter< gevur eina av mongum ábendingum um, at ein teologur hevur sett bøkurnar á hillarnar. Meinhard Bjartalíð er prestur í Føroya minsta prestagjaldið, sum umfatar okkurt um 800 fólk. Hansara arbeidsøki er Viðareiði, Hvannasund, Norð- depil, Múla, Fugloy og Svínoy. og hann heldur til í Onagerdi, sum til 1934 hýsti einasta presti í Norðoyggjum. Nú eru tveir prestar í Klaksvík, umframt tann á Viðareiði Vælsignaði mostrarnar Fyrsta teknið um, at Meinhard Bjartalíð fór at enda sum prest- — Tað er ein góð samanseting at verða prestur og at hava áhuga fyri tónleiki, tí ofta er brúk fyri, at eg syngi fyri, ella ateg seti meg vit eitt orgul ella klaver at spæla, sigur Mein- hard Bjartalíð, musikalskur prestur á Viðareiði. Mynd: Eyðun Klakkstein ur, komu tíðliga í lívinum. Tá hann var fýra ára gamal fór hann upp á stovuborðið heima við hús og lýsti vælsignilst yvir mostrar- nar, sum vóru komnar at vitja. Meinhard Bjartalíð er upp- vaksin í Arnafirði, og har búði hann, til hann var 17 ára gamal. Tá fór hann til Danmarkar og tók organistprógv. Framman- undan heyði hann rættiliga kýtt seg við orglid í Christianskirkj- uni í Klaksvík, har hann dag um dag sat upp í 8 tímar og vandi. - Tónleikur hevur altíð fylt nógv í mínum lívi, men eg haldi ongantíð tað var ivi um, at eg ætlaði mær at lesa teologi. Tað var í hvussu so er altíð nærliggj- andi, at eg fór at gerast prestur, greiður hann frá. Eftir at hann tók HF-prógv á Klaksvíkar HF-skeiði í 1986, byrjaði hann at lesa teologi á Fróðskaparsetrinum í Havn. Har læs hann í tvey ár, áðrenn hann flutti til smilets by, Árhus, og læs har næstu átta árini á lærda háskúlanum. — Eg hevði ikki viljað býtt tey 10 lestrarárini um við nakað annað. Tað var ómetaliga læru- ríkt og mennandi fyri meg. Tað er ein stórfingin gáva at sleppa at granska og fordjúpa seg í teologiskum evnum il0 ár. Teo- logilesnaður gevur dannilsi. Tú lærir nógv um mál, kirkjusøgu, filosofi, etik, umframt sjálva trúðarlæruna. Tað er haldgóður lesnaður, heldur Meinhard Bjartalíð. Tríggjar mánaðir áðrenn hann var liðugur at lesa í Arhus, fekk hann prestaembætið á Viðareiði, og tað flutti hann heim til í febr- uar mánaði í 1997. Síðani tá hevur hann virkað sum prestur í eystara prestagjaldi í norðoyggj- um. Prestur hegan status Meinhard Bjartalíð vaks upp í Arnafirði, og nú hann er komin heimaftur at virka sum prestur, er tað við útgangsstoði i bygdini Viðareiði. — Tað hevur merkt meg fyri lívið, at eg eri uppvaksin í eini lítlari bygd, har tað var tætt og natúrligt samband millum tað fólkaliga og tað kristiliga. Grundtvig hevur sagt tiltiknu orðini: »Menneske først, kristen så«, og tey orðini passa væl til Amafjørd og Viðareiði. Tad var deiligt at koma heim til eina lítla bygd, eftir so nógv ár í útlegd. Viðareiði er ein gom- ul kirkjubygd við gomlum tradi- tionum. Her hevur prestur høgan status, og eg veri ikki róptur annað enn prestur. Stutt eftir, at eg var komin til Viðareiðis, gekk eg mær ein túr í bygdini. Tveir smádreingir komu nidan gjøg- num búin, og so sigur annar teirra: »Hvør er hatta?< Hin svarar: >Hatta er prestur.< Hend- ingin lýsir væl hvørja støðu prestur hevur í bygdini. — Her eru ikki fleiri fólk, enn at eg kann náa at siga góða nátt við tey øll, og tað skapar eina heilt serliga stóðu. Eg rokni við, at eg havi meira nærkontakt við mini søknarbørn, enn prestar í teimum stórri sóknunum hava. Umframt stoltu søguna hjá Viðareiði, fegnast Meinhard Bjartalíð eisini um náttúruna á staðnum, sum kann verða bæði stórsligin og ógvuslig. Hann altíð hildið nógv av skaldskap- inum hjá Christiani Matras, og á Viðareiði lata yrkingarnar hjá skaldinum seg rættiliga upp. Yrkingarnar hjá Christian Matras eru sprotnar á Viðareiði. Hann yrkir um helluna stutt frá prestagarðinum, um Løksarå, og so endurgevur prestur sannfør- andi orðini hjá Christiani Mat- ras: Her leikti tær lendi løg inn í sål, og innast við strendur fekk sjógvurin mál. Prestaembætið hevur eisini við sær ferðir til Fugloyar og Svínoyar, og tað er nakað heilt serligt. — Tað er stórsligið at sigla til Fugloyar. Tað er ikki altíð gott veður, og eg havi upplivað bæði buldraligar ferðir og at liggja veðurfastur í Fugloynni. Men eg havi ómetaliga stóra virðing fyri teimum, sum búgva á oynni, okkurt um 10 fólk í hvørjari bygd. Tað ger meg eyðmjúkan at uppliva, sigur Meinhard Bjarta- líð. Prestur er altíð prestur At verða prestur á Viðareiði gevur møguleikar fyri at granska og seta seg inn í ymiskt, tí tíðin er til tað. Umframt gudstænast- urnar eru ikki nógvar kirkjuliga handlingar at taka sær av. — Í løtuni granski eg Johannes Sebastian Bach. Tad er teologisk Bach-gransking, sum er eitt rættiliga nytt hugtak. — Men prestur skal ikki bara goyma seg inni á sínum kontóri, hann skal eisini út millum fólk. Prestur skal verða sjónligur, og hann skal luttaka í tí, sum fer fram í bygdini. Mær dámar væl uppsøkjandi arbeiði, til dømis at fara at vitja eldri fólk, og tað geri eg nokk so fitt av. — Eg plagi eisini at ganga túrar í bygdini, og tá komi eg altíð í prát við fólk. Tað skapar fortróligheit, at eg eisini taki lut í prátinum, sum er í bygdini, um fletting, fleyging ella hvat tað kundi verið. Meinhard Bjartalíð ásannar, at hann ongantíð kann føra seg fram sum privatmaður í bygdini. — Eg eri prestur alt døgniØ, óansæð hvørju megin skriv- stovuhurðina, eg eri. Eg kann ongantíð fara gongutúr sum privatmaður, tí fólk síggja meg sum prest allastaðir, har eg komi. Soleiðis er embætið hjá mær, eg eri prestur, og eg skal verða tøkur 24 tímar um døgnid, sigur hann. — Tí kann tað verða trupult at seta mark millum arbeiði og privatlív, men prestur hevur eisini brúk fyri privatlívi og at verða saman við familjuni hjá