Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

>Tað kann verða trupult at seta mark ímillum arbeiði og privatlív, mén prestur hevur eisini brúk fyri privatlívið og at verða saman við familjuni hjá sær< sær. Familjan skal eisini trívast, og tí ræður tað um at halda fast um nøkur ting, til dømis at verða saman um máltíðirnar og at brúka nøkur av kvøldunum saman. Prestar hava eins og øll onnur rætt til fritid, og hjá teimum er talan um fimm vikur um árið, umframt seks frívikuskfti. - Vit hava hús í Kollafirði, og tað er frígerandi, at vit kunnu pakka bilin og rýma frá tí heila í nakrar vikur hvørt ár. Prestar skulu altíð trína so nógv fram, men vit hava eisini brúk fyri at trekkja okkum aftur vidhvørt. Verða saman við familjuni, hugsa og annars fylla battaríini. Troystin er ikki orð Ein týðandi partur av presta- starvinum er at práta við fólk, sum hava fyri neyðini at práta um okkurt, sum nívir tey. Fólk ringja til prest, og tey koma á gátt. — Lívið er problematiskt og fragmentariskt hjá nógvum, og tá tað snýr seg um at práta við fólk, sum hava hjálp og umsorg- an fyri neyðini, plagi eg at hugsa um eitt brot úr Fjalla- prædikuni. Har sigur Jesus, at um onkur biður teg ganga eina míl við sær, gang tá tvær. — Mín fremsta uppgåva sum prestur er at boða evangeliið, og tað skal eg eftir mínum tykki boða soleiðis, at fólk kunnu líta at sær sjálvum við nýggjum eygu — við Guds mildu eygum — men eg havi eisini eina týðandi uppgávu í at tosa við fólk, sum eru tyngd av onkrum, og at verða til staðar, tá sorgin nívir. Tað kemur meira enn so fyri, at prestar verða bidnir at koma at vitja fólk, sum liggja til tað seinasta. — Tað kann tykjast ógvusligt, tá fólk liggja á deyðastráð. Eg plagi at biða eina bøn, lýsa sign- ingina yvir tey, og kanska syngja ein sálm. Tað ræður um at lata tað verða einfalt og frið- arligt. Prestur signaliserar í sær sjálvum Guds nærveru og vón, sigur Meinhard Bjartalíð. — Tá børn ella ungfólk doyggj- a, er prestastarvið krevjandi og slítandi, tí sorgin er so tung at bera. Men hjá mær sum presti ræður tað ikki um at siga so nógv, tí troystin er ikki orð — ofta er troystin tigandi. Tað ræð- ur um at verða til staðar, at ganga vegin saman við teimum sum syrgja, og so má eg ásanna mítt egna maktarloysi og hjálp- arloysi. Eg skal ikki hevja meg upp um støðuna, eg skal sita somu megin borðið sum tey, ið syrgja og hava mist. Mamman doyði Truplasta tíðarskeiðið í lívinum hjá Meinhardi Bjartalíð var, tá hann sum 25 ára gamal misti mammu sína, sum doyði av krabbameini. — Tað var størsta kreppan í mínum lívi. Mamma hevði so ómetaliga nógv at týða fyri meg, og tí er tað ein dýrt keypt erfar- ing, eg havi. Eg havi roynt at missa tað besta, sum eg átti, og tí veit eg, hvat tað er, sum fólk fara ígjógnum, tá tey hava mist ein kæran. Eg havi sjálvur roynt tað. — Tá tú hevur fylgt einum av tínum elskaðu til tað ytsta mark- ið, tekur tað tíð at koma heim- aftur. Eg havi gingið tann vegin, og tað haldi eg hjálpir mær nú í mínum starvi, sigur Meinhard Bjartalíð. Sum prestur skal Meinhard Bjartalíð eisini prædika, tá deyð- in ger um seg, og tað gera hann altíð við somu útgangsstøðuni. — Eg tosi altíð út frá Páska- morgni, tí tað er yvirskotið, eg sum prestur havi at lata. Páska- morgun er akkerið í øllum vón- loysinum, har kann styrki heint- ast. Uppreisnin hjá Jesus er prógv um, at vónloysi, deyði og sorg fáa ikki seinasta orðið. Tað er ein vón fyri framman, sigur hann. Tónleikur nógv at siga Meinhard Bjartalid er tiltikin orgulspælari. Hann vandi nógv sum ungur, og hann hevur tikið organistprógv í Danmark. Mangan hevur útvarpið spælt upptøkur, har Meinhard hevur sitid við eitt av kirkjuorglunum í landinum. I kirkjuni á Viðareiði er hann bara prestur, sjålvt um hann ofta setur seg við orglið í kirkjuni. Afturat sær hevur hann organist, sum spælir til gudstænasturnar. Men tá hann vitjar útoyggj- arnar, er hann bæði prestur og organistur. — Tað er ein góð samanseting at verða prestur og at hava áhuga fyri tónleiki, tí ofta er brúk fyri, at eg syngi fyri, ella at eg seti meg vit eitt orgul ella klaver at spæla. Gundstænastan er jú eisini bæði tónleikur og teologi. >Tá tú hevur fylgt einum av tínum elskaðu til tað ytsta markið; tekur tað tíð at koma heimaftur. Eg havi gingið tann vegin, og tað haldi eg, hjálpir mær nú í mínum starvi< — Tað hevur merkt meg fyri lívið, at eg eri uppvaksin í eini lítlari bygd, har tað var tætt samband millum tað fólkaliga og tað kristiliga. Mynd: Eyðun Klakkstein Umframt at spæla orgul, er Meinhard Bjartalíð kórleiðari hjá Klaksvíkskórinum, sum er eitt nýtt kór. Tey syngja fostur- landssangir, sálmar og onkur klassískt stykki. Í kórinum eru okkurt um 60 fólk, og Mein- hardi dámar væl at standa fyri kórinum. - Eg havi við kórinum møgu- leika at koma í samband við nógv fólk í Klaksvík, og tað dámar mær væl, sigur hann Klaksvíkskórið er partur av kvøldskulanum í Klaksvík. og eisini i kvøldskúlanum á Viðar- eiði er Meinhard ein partur av virkseminum. Hann undirvísur átta fólkum í at spæla klaver og orgul. Og musikalski presturin stór- trivist í embætinum í Føroya minsta prestagjaldi Bygdalívið er ríkt og nærver andi, og møguleikarnir nógvar Prestur er altíð prestur.