Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-11-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. november 1999síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 25. november 1999 tíðindablaðið a Hotel Føroyum Umboð fyri donsku útvegararnar vóru eisini til nakrar av sýningunum, og frá fyrireikarunum frættist, at hesi høvdu bara gott at bera syningunumDonsku handilsfólkini góvu til kennar, at showið sum heilt var fult á hædd við líknandi sýningar í Danmark, so við tað at talan var um fyrstu slíku framsýning her á landi, kunnu vit ikki annað enn vera sera væl nøgdir, sigur Martin E. Nielsen, sum var ein av fyri- reikarunum. Spurdur, um teir hava umhugsað at skipa fyri einum líkn- andi tiltaki komandi ár, svarar Martin, at teir = sjálvandi hava tosað um hetta. Møguliga verður eisini eitt tílíkt Show einaferð í komandi ári, men talan verður helst ikki um eina so stóra syning, sum talan var um hesu ferðina. Minni kann tó eisini gera tað, og af sýningin var somikið stór hesu ferðina komst ivaleyst eisini av, at talan samstundis var um fyrsta showið av sínum slag í Føroyum, eins og nakað varð — gjørt burturúr, at vit nú við fullari ferð stevna ímóti einum nýggjum túsundáraskeiði At enda bað Martin okkum bera eina tøkk til øll tey, sum á onkr- an hátt gjørdu tað møguligt hjá teimum at skipa fyri tiltaki- num, og nevnir hann í hesum sambandi ser- liga Vero Moda, Yndi, 3-aran, Føroya Bjór og Hotel Føroyar Hann leggur afturat, at heyði tað ikki verið fyri stuðulin frá teim- um, høvdu teir ongan møguleika havt fyri at skipað fyri eini slíkari framsyning 31